mikudagur 27. oktober 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 27. oktober 2010 · Nr. 151
Sosialurin
Kári á Rógvi
løgtingsmaður, formaður Sjálvstýrisfloksins
Í fjør, tá ið Løgtingið við
gjørdi árfrágreiðing umboðs
mansins, heitti eg á løgtings
formannin um við næsta
umboðsmannaval at grund
geva fyri valevnum til henda
týðandi sess.
Løgtingsins
umboðs
maður er partur av norður
lendskari venju at hava
serligan stovn at geva tí
fólkavalda tinginum ráð og
tingsins vegna at ummæla,
hvat útinnandi stovnar gera.
Norðurlond fingu tíðliga sera
stóran almennan bygnað, og
avbjóðingin gjørdist harvið,
hvussu lóg og rættarskipan
skuldu skipa henda stóra
almenna
bygnað.
Hvørki
lóggávutingini
ella
dóm
stólarnir tóku nóg nógv
ábyrgdina á seg, í staðin
gjørdist
heldur
umboðs
maðurin og venja hansara
upphav til nógvar av teimum
reglunum, sum vit í dag
kenna úr fyrisitingarlóg og
innlitslóg og øðrum við.
Millum tær mest grund
leggjandi
reglurnar
var
kravið um grundgeving – og
alment innlit í grundgevingar.
Gjøgnum kravið um grund
geving tryggja vit, at almenn
ir stovnar í fyrstu atløgu
hugsa seg væl um, og kanna
eftir, um hetta nú er saklig
avgerð, og hvørt hetta er
tann besta og rættasta av
fleiri møguligum loysnum.
Bæði tann lætti og tann
tungi fáa at vit, hvussu teir
eru vigaðir.
Men grundgeving tryggjar
eisini eftirlit og roynd, bæði
frá almenningi og fjølmiðl
um, men eisini frá eftir
litismyndugleikum,
kæru
nevndum og dómstólum – og
umboðsmanni.
Tí væntaði eg at síggja
ársins grundigastu grund
geving, tá ið løgtingsfor
maðurin og fyrisiting hans
ara sluppu at grundgeva fyri
valevni sínum til hægsta
løgfrøðiliga royndarembæti
landsins. Væntaði, at for
maðurin fór at skipa setanar
nevnd ella hoyring og annars
fór at greiða væl frá vali
sínum.
Men Sólja í Ólavsstovu
umboðsmaður má liva við at
verða sett uttan grundgeving;
er hon so dugnalig sum mong
halda, toldi hon væl at hoyrt
nøkur orð um tað, og skal
hon í framtíðini finnast at
grundgevingum fyri øðrum
starvsetanum, stendur hon
sera veikt sum ógrundgivin
sett sjálv.
Alment starv
fer tá í arv...
Føroyska
tøgnmentanin
hevur í seinastuni góðtikið
eina farsu av eini starvsetan í
uttanríkisráðnum, har úrslitið
var givið frammanundan,
men manngagongdir skuldu
fylgjast uppá kvamsvís og
umsøkjarar skuldu ígjøgnum
løgna eyðmýking, sum enntá
innibar lekar um persónlig
viðurskifti.
Harkaliðið sang í síni tíð
um, at ”fyrsti, annar triði,
fjórði endaðu í sama flóri,” tí
”hvat er hegni, vit tá vert, tá
ið babba telur mest?” Fatanin
tykist vera, at hevur tú fingið
alment leiðslustarv, ja so eru
øll lægri størv at rokna sum
grams, ið 'babba' eigur at
býta út eftir vild.
Men henda skipanin krev
ur, at vit øll tiga og onki siga
– hvørki tá ið vit eru inni í
hitanum og hava vald, ella tá
ið vit eygleiða uttannífrá – vit
kennast jú øll so væl, at vit
kunnu koma til at fornerma
onkran. Sjálvt kærur og
innlitsumbønir verða ofta
illa upptiknar. Hetta skapar
øvugta
sosiala
eftirlitið:
heldur enn at ræðast at gera
nakað galið, so óttast vit at
kanna, hvørt nakað galið er
farið fram.
Tøgnmentanin
sæst
enntá, tá ið fleiri siga, at
umráðandi er altíð at fylgja
umboðsmanninum.
Hetta
er fullkomiliga skeivt. Dóm
stólar hava dómsvald og
skulu fylgjast (men kortini
diskuterast). Umboðsmaður
hevur onki vald annað enn
sannførandi grundgevingar.
Danski umboðsmaðurin er
fleiri ferðir settur uppá pláss
i hægstarætti, og fakfólk
umrøða sjálvsagt tilmæli frá
umboðsmanni. Er almennur
stovnur ósamdur, so má
spurningurin roynast fyri
dómstólum skjótt og væl.
Men fyri umboðsmann
eins og Løgting er sam
felt
galdandi,
at
grund
gevingarnar eru avgerandi.
Uttan dikkedar og darv
Í Føroyum ræður tøgnmentan. Vit hava øvugt sosialt eftirlit – heldur enn at ræðast at gera
nakað galið, tí vit kennast so væl; tora vit ikki at átala nakað galið, tí vit kennast so væl
Sunnudagin 31. oktober eru
føroyskir havsvimjarar bodnir
til Glyvrar at leypa á bláman.
Hetta tiltak er í samband við,
at FaroExpo og Mentanarvika
er í Runavík. Eitt sera áhuga
vert tiltak. Eg kenni meg tó
noyddan til at lata ein dropa
av malurt í bikarið.
Triðistørsta kommunan í
landinum er ein tann turrasta
kommunan í landinum. Tað
er skilagott at bjóða føroysku
havsvimjarum til Glyvrar at
leypa á bláman, tí hetta er
einasta staðið Runavíkar
kommuna hevur møguleika
at bjóða borgarum og øðrum
at svimja!
Nýggi havnarmeistarin er
tiltikin fyri at vera væl skorin
fyri tungubandið. Eg ivist
ikki í, at svimjarar okkara fáa
nøkur mergjað orð, áðrenn
teir leypa í Skálafjørðin. Mín
vón er, at Býráðið í Runavíkar
kommunu
henda
dagin
kann lata havnarmeistaran
boða frá, at skommin yvir at
kommunan ongan svimjihyl
hevur, er at enda komin, og
at nú verður farið undir at
byggja ein svimjihyl.
Nú heldur onkur kanska
at Svimjisambandið er í so
nasadjarvt at loyva sær at
kalla tað eina skomm, at
Runavíkar kommuna ikki
hevur svimjiviðurskiftini í
rættlag. Her eiga vit at hava í
huga, at svimjing er so nógv
annað enn kappsvimjing. Í
veruleikanum er kappsvimj
ing bara nakað, ið vit fáa
afturat. Allarstørsti týdning
urin er, at læra børnum
lívbjargni, at klára seg í vatni.
Tað er eingin ivi um, at hóast
skúlarnir í kommununi hava
svimjing á tímatalvuni, so
læra børn ikki líka væl at
svimja í kommunum uttan
svimjihyl, sum í kommunum
við svimjihyli!
Við vón um at FaroExpo,
Mentanarvikan
og
hav
svimjingin verður væleydnað,
ynskja vit tykkum við svimji
kvøðu góða eydnu við svimji
hallarætlanunum.
Nú svimjarar streyma
til Runavíkar
Jon Hestoy
Formaður í Svimjisamband Føroya
Eitt virkið
Føroyingafelag
í Álaborg
Føroyingafelagið í Aalborg
roynir í hesum døgum at
fáa samband við føroyingar
í Norðurjútlandi til tess at
fáa teir at møta í hølum
felagsins í Ålborg.
Limatalið í dag telur
um 100 limir. Felagið hevur
egin
høli
frá
Aalborg
Kommunu. Hølini liggja
á C. H. Rydersvej 24, 9210
Aalborg, og er pláss fyri
umleið 40 vitjandi. Tá størri
tiltøk verða hildin, leigar
felagið høli aðrastaðnis.
– Føroyingafelagið vil
við hesum gera vart við
seg, og fáa fleiri føroyingar
í Norðurjútlandi at vitja
staðið. Felagið hevur egna
heimasíðu www.alaborg.dk
har ein kann síggja, hvørji
tiltøk eru í nærmastu
framtíð, og eisini hevur
felagið stovnað ein bólk
á Facebook, ið ber heiti
Álaborg, sigur felagið í
tíðindaskrivi.
Nøkur av føstu tiltøkunum,
ið felagið skipar fyri eru:
• Spurnarkappingar
(einaferð um mðr.)
• Opið hús
• Barnatiltøk
• Eldratiltøk
• Tvær árligar veitslur
(jólaborðhald og ræstkjøta
veitsla)
• Innandurafótbóltur
hvørt fríggjakvøld (mest
menn)
Til tiltøkini er høvi at koma
at kenna aðrar føroyingar,
ið eisini eru burtur frá
sínum kæru. Tað man
vera fáur føroyingur, ið
hevur búð uttanlanda, ið
ikki hevur knýtt okkurt
vinarband í einum slíkum
felag, ið er tað tættasta, ein
kemur upp á sítt egna heim
land í einum øðrum landi.
– Føroyingafelagið vil
við hesum tíðindaskrivi
fegið gera vart við seg
og
vónandi
fáa
fleiri
føroyingar í Norðurjútlandi
at kenna seg vælkomnar. Á
heimasíðu felagsins, www.
alaborg.dk kann ein síggja,
hvørji tiltøk eru í nærmastu
framtíð, heilsar felagið við
heimlandskvøðu.