mikudagur 27. oktober 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. oktober 2010 · Nr. 151
16
Sosialurin
Burturvið?
Sambært
HUXA
er
tað
burturvið
at
finnast
at
lækkandi ferðastuðli, dýrari
lánum og veitingum, sum
ikki taka hædd fyri inflatión.
Hetta tí at Føroyar eru
mest framkomna landið í
heiminum innan stuðul til
lesandi. Hetta passar heilt
einfalt ikki. Tað eru ikki
Føroyar, sum veita teimum
allarflestu føroysku lesandi
stuðul, tað er Danmark.
Vit finnast somuleiðis
ikki at tí, at ferðastuðulin
verður lækkaður. Vit finnast
at, at ferðastuðulin lækkar
eins nógv hjá øllum, tí at “tað
ber til” hjá lesandi í Danmark
at fáa bíligar túrar heim. Hví
skal stuðulin t.d. lækka hjá
fólki uttanfyri Danmark, tá
tað í teimum allar flestu føru
num kostar meira at koma
heim, enn stuðulin tey les
andi, sambært uppskotinum,
fáa?
Seinastu
kanningarnar
siga okkum, at bara ein
fjórðingur av teimum lesandi
siga seg ætla at koma aftur
til Føroyar. Tí eiga vit at gera
alt vit kunnu, fyri at tryggja
okkum at tey varðveita
sambandið við Føroyar. At
gera minni, tað eigur ikki
at vera ein møguleiki. Tað
Føroyar í løtuni gjalda fyri
tey
allarflestu,
sum
eru
farin undir hægri lesna, er
5.000 krónur um árið. 25.000
krónur fyri ein føroying,
sum kemur aftur við eini
master, er einki afturímóti tí,
sum onnur lond vit vanliga
samanbera
okkum
við
gjalda.
Oyðsl?
Tá tað snýr seg um null
vøksturin í almennu fyri
sitingini, hevur HUXA heilt
einfalt misskilt tað vit siga.
Vit hava einki ímóti, at
embætisverkið skal spara,
eins og vit einki høvdu havt
ímóti, at embætisverkið bleiv
størri. Hetta hevur MFS sum
felagsskapur fyri so vítt onga
meining um. Tað vit finnast
at er, at politiska skipanin
bara
sigur:
“Nullvøkstur!
Antin siga vit fólki upp, ella
eisini sleppur lønin ikki at
vaksa”, heldur enn at hyggja
eftir, hvat í almennu fyri
sitingini vit kunnu spara
burtur, hvørjum vit ið hvussu
so er hava brúk fyri, hvørjar
minni neyðugar skipanir vit
hava, ella hvar bygnaðurin er
óneyðuga dýrur.
Bara at spara fyri at minka
tølini – uttan raðfesting –
hevur bara við sær, at antin
verður arbeiðsbyrðan tyngri
hjá teimum sum eru eftir, ella
verður lønin minni í mun til
onnur lond, sum kann hava
við sær at uppaftur færri at
flyta heimaftur.
Óvitska?
MFS hevði ikki kent seg
noytt at tala at, um vit
vóru sannførd um, at minni
stuðul til lesandi er føroyska
samfelagnum
at
gagni.
Trupulleikin har er bara, at
Føroyar spara serstakliga
lítið við hesum tiltaki, um
ein
samanber
við
aðrar
alternativar
møguleikar.
Beinleiðis
og
óbeinleiðis
studningurin til fiskivinnuna,
veruligar reformar innan
embætisverkið,
hægri
skatt/gjøld,
stigvíst
at
lækka almennu pensjónina,
rationellari skúlabygnað ella
eldraverk... Har er ein hópur
av møguleikum, sum øll vita
eru har. Trupulleikin er bara,
at avgerðirnar antin verða
skotnar út í framtíðina ella
goymdar burtur.
Tað sum MFS eftirlýsir, er
at tað ber til at siga, hvør poli
tikkurin er í Føroyum, hvar
lesandi og hægri útbúgving
sum heild passa inn og hvør
ætlanin við politikkinum er.
Kjak
Regin Berg
Vegna MFS
Aftursvar til HUXA
Eftir at HUXA skírir MFS at vera burturvið, oyðslutt og merkt av
óvitsku, føla vit okkum noydd at vísa ákærunum aftur
Tað var ein stórhending
leygardagin,
tá
UEFA
forsetin Michel Platini kom
til Føroya at hitta FSF og
føroyskar myndugleikar. Ikki
minni stórt var tað, at hesin
fyrrverandi
stórspælarin
og núverandi oddamaðurin
í altjóða fótbólti handaði
føroyameistarunum
2010
ferðasteypið.
Tað hevur týdning, at
oddamenn í altjóða fótbólti
vísa Føroyum ans. Umráð
andi er eisini, at teir við
egnum eygum síggja tær
umstøður, sum fótbólturin
verður íðkaður undir heima
hjá okkum og hvønn áhuga,
hann hevur millum ítrótta
fólk og áskoðarar.
Má siga, at teir nýggju
vindarnir
í
FSF
tykjast
flógvir. Christian Andreasen,
forseti, hevur saman við
sínum monnum dugað at
fáa oddamenn í bæði UEFA
og FIFA upp í vindin. Tað
elvir til vónir um, at vit í
Føroyum sum frálíður fara at
fáa breiðari ágóða av altjóða
limaskapunum.
Eitt er tann margfalda
luttøkan í allahanda fót
bóltskappingum, sum vit
eftirhondini eru komin væl
við í. Vit mugu rokna við at
leggja rygg til eina fleingju
av og á, men heldur enn at
gevast á hendur eiga vit at
seta miðini fremri.
Til tess krevjast møgu
leikarnir at íðka fótbóltin
undir góðum og tryggum
umstøðum.
Pengamaskin
urnar UEFA og FIFA eru
vanliga ikki smátøknar, tá
tað snýr seg um útvegan
av slíkum kørmum. Teirra
endamál er jú at breiða
íðkanina av fótbólti so víða,
sum til ber.
Í fleiri førum eru vit
eftirbátur í so máta. Tað
stendst ikki minst av, at
landsins
myndugleikar
hava tikið av ta almennu
skipan, sum var um stuðul til
ítróttabyggingarnar og tílíkt.
Nú kemur bara onkur hissini
játtan av og á, oftast ript úr
øllum samanhangi, og stórur
vandi er fyri stagnasjón yvir
alla linjuna.
Tí er tað sera áhugavert, at
ein maður sum Michel Platini
saman við næstu embætis
fólkum sínum í evropeiska
fótbóltssambandinum UEFA
tekur sær stundir at koma
til Føroya at kunna seg við
umstøðurnar,
sum
hann
nokk hevur hoyrt um, men
ikki upplivað sjálvur.
Tað kann bara vera okkum
til fyrimunar, og skilti eg
hann rætt hendan dagin, so
fór hann at gera sítt til, at
smátjóðir sum Føroyar ikki
verða settar á síðulinjuna
í altjóða kappingum. Og
hann legði aftrat, at mál av
slíkum slag hevur ikki verið
fyri á nevndarfundum hjá
teimum.
Á hin bógvin var hann
fyri at spjaða til karmarnar
fyri fótbóltinum í Føroyum.
Vit síggja tað allastaðni, har
okkara lið kappast í Evropa,
at meginstadion og stadion
yvirhøvur
verða
endur
nýggjað ella nýbygd, so um
støðurnar at spæla, hyggja
og bera víðari eru í toppi.
Hendan dagin kom Platini
úr Íslandi, har umstøðurnar
kring tjóðarvøllin í Laugardali
júst eru dagførdar, og hann
rósti íslendingum fyri, at
teir hava útvegað sær hallir
til fótbólt.
Hann helt, at hetta er ein
leið, sum føroyingar eisini
eiga at ganga, og vísti á, at
skalt tú standa teg nóg væl í
altjóða fótbólti, so mást hava
umstøður at spæla alt árið.
Platini tók til, at hallirnar
og betri vøllir hava havt við
sær, at Ísland hevur spælt
seg til endaspælið fyri U21
landslið m.a. við at sláa út
Týskland, sum hevur verið
mett sum fyrimyndin fyri
ungdómsfótbólti.
Tað
er
óhoyrt.
Hvat kemur so burtur úr
hesi stuttu, men forkunnugu
vitjanini hjá Platini, sum
eisini hevði nevndarlimin í
UEFA, danska Allan Hansen
við í ferðalagnum?
Tað veldst um okkara
hegni at leggja ætlanirnar
og bera málini fram.
Platini í Føroyum
Jógvan Arge