mikudagur 27. oktober 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 27. oktober 2010 · Nr. 151
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Gjógv: Uttanfyri sethúsini her
Eysturi á Veg nr. 6 stendur ein bilur
í túninum.
Inni í gomlu sethúsunum húsast
eitt ólíkt par. Hon úr Kina. Hann
úr Føroyum. Tað er kortini eitt, ið
bindur tey bæði, Sammy og Harry
saman: Kærleikin til hvørt annað.
Tey hittust fyrstu fer í heimbýi
hennara Dong Guang í 2006, og
búgva nú í norðastu bygdini í Eyst
ur oynni.
Hon hevur júst fingið uppi halds
loyvi í Føroyum, og kann nú byrja
at leita sær eftir einum arbeiði.
Trupulleiki hennara er, at hon ikki
tosar føroyskt.
Og hetta gevur henni ávísar
avmarkingar: Møguleika fyri ar
beiði; fyri at sleppa av bygdini; fyri
at samskifta við onnur.
– Ja, eg havi bara eitt kinverskt
koyrikort, og tað kann ikki brúkast
her. Skal eg taka eitt føroyskt
koyrikort, má eg fyrst læra meg
føroyskt.
– Tað vildi eg fegin. Men eg
kundi eisini hugsað mær at lært
meg danskt, tí kanska fara vit at
flyta hagar einaferð.
– Men fyribils trívist eg her við
Gjógv. Her er fínt at búgva, ja, er
besta stað á jørð enn, í hvussu so
er, sigur Sammy við einum brosi.
Úr skúlanum
Tá ein tosar við ungfólk í dag, fellur
prátið ofta inn á útbúgving og
møguleikar fyri góðum starvi. Men
her kann Sammy ikki rættiliga tosa
við, tí sum hon sigur: Mín læra er
lítil. Eg gekk bert 6 ár í skúla.
Hon vaks upp í eini vanligari
familju, har jørðin var álitið. Hon
átti tvey eldri systkin, sum gingu í
skúla og tvey yngri systkin. Støðan
var bara hon, at familjan hevði ikki
ráð at lata øll fimm ganga í skúla.
– Eg hevði faktiskt einki annað
væl enn at gevast, hóast eg elskaði
at ganga í skúla. Tey bæði eldru fóru
í hægri skúla, og so máttu foreldrini
sjálvandi gjalda meiri fyri tað.
– Eg valdi tí at gevast í skúlanum,
soleiðis at tað kundi ganga betri hjá
yngru systkjunum hjá mær. Tja, eg
mátti bara gera tað, hóast eg lærdi
væl í skúlanum, greiðir Sammy frá.
Pengar til familjuna
Sammy var bert 13 ár gomul, tá
hon fór úr skúlanum. Men hon var
heppin og fekk arbeiði sum hús
hjálp í einum heimi tey næstu trý
árini.
Trupulleiki hennara var kortini
hann, at til bar ikki fáa eitt rættiligt
arbeiði, fyrrenn hon var 16 ára gom
ul.
Skipanin í Kina var nevniliga hon,
at ein fær ikki sítt sannleikaprógv
fyrrenn ein hevur rokkið hesum
aldri. Hetta gevur somuleiðis at
gongd til arbeiðsmarknaðin.
KærleiKin
Kennir
ongar gjáir
PARLAG Túsundtals kilometrar í fjarstøðu. Ein býur
við 7 mió íbúgvum og ein lítil føroysk bygd við bert 40
fólkum. Tvær sera ymiskar mentanir. Tveir heilt ymiskir
hugsunarhættir. Tvey fullkomiliga ymisk mál. Og eini eldri
sethús við Gjógv. Av sonnum EIN GJÓGV á muni. - Hóast tað
er bítandi kalt og nógvur kavi uttanfyri í dag, trívist eg væl
her norðuri, sigur 25 ára gamla Sammy Zhang úr Kina
Fitt par
Onkur vildi kanska hildið, at eing in
fremm andur kann trívast í eini so lítl
ari og fjarskotnari bygd sum við Gjógv.
Tað fær eingin Sammy at skriva
undir uppá. Hon trívist her, hóast
hon einki arbeiði hevur fingið enn.
Hon fær ístaðin gerandisdagin at ganga
við at lesa enskar bøkur, soleiðis at
hon kann læra seg hetta málið enn
betri. Ella hon situr við telduna, har
hon millum annað kann hava samband
við systkin síni í Kina umvegis Skype.
– Eg vildi fegin kunnað lært meg
føroyskt eisini, soleiðis at eg kann
tosa meiri við fólkið her í bygdini,
sigur Sammy, og vísir til eitt eldri
par, sum býr beint við hjá henni.
Tíverri fyri hana og tíverri fyri tey,
duga tey ikki at tosa enskt. Tá tey so
møtast og heilsast verður tað bert
til eitt lítið halló og so einki meiri.
– Eg haldi, at tað er so keðiligt,
at vit ikki kunnu tosa ordiliga
saman, tí tey síggja út til at vera
bæði fitt og blíð, sigur hon.
Eg vildi fegin kunnað lært
meg føroyskt eisini, soleiðis
at eg kann tosa meiri við
fólkið her í bygdini
Framhald á næstu síðu