mikudagur 27. oktober 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. oktober 2010 · Nr. 151
22
Sosialurin
Oyggjablaðið
Hóast hon var komin væl fyri,
gloymdi hon ikki familju sína.
– Eg sendi allar pengarnar, sum
eg forvann sum húshjálp heim til
familju mína.
– Á henda hátt kundu tey yngru
systkin míni fáa sína útbúgving,
greiðir hon frá.
Kærleiki
Eftir trý góð ár sum húshjálp fekk
Sammy arbeiði í eini matstovu,
sum ein amerikanari átti. Tað var
eisini hann, ið gav henni tað meiri
vesturlendska navn sítt.
Hann dámdi væl Sammy, og tá
hann lat upp eina barr á øðrum
staði, bjóðaði hann henni arbeiði
her – eitt arbeiði, sum eisini gav
henni betri løn.
– Hann tosaði bæði enskt og
kinesiskt, tí hann hevði búð, bæði
á Taiwan og í Kina í eini 10 ár. Eg
dugdi tó bara kinesiskt, og ikki eitt
einasta orð á enskum, men tað lærdi
eg nú so líðandi, sigur hon.
Millum ár og dag komu nógv
fólk inn á barrina, millum nakrir
ið presenteraðu henni fyri einum
føroyingi við navninum Harry
Toft um. Hann arbeiddi á landi hjá
Mærsk-fyritøkuni, og kom nú helst
oftari og oftari á vitjan á ar beiðs-
plássi hennara.
Sammy var tó greið yvir, at mill-
um fólkið í býnum var ein ávís mis-
trúgv til fremmandafólkið, helst tí
at tey so ofta vóru snýtt av teimum.
Men við Harry var øðrvísi.
– Innast inni hugsaði eg við mær
sjálvari, at eg skuldi so ongatíð fara
at fáa mær ein fremmandan drong.
Men eg veit ikki, – eg og Harry
gjørd ust kortini so líðandi vinir og
par, sigur Sammy við einum brosi.
-–That happens!
Heppin við Harry
Liðin eru longu fýra ár síðani hetta
hendi. Nógv er broytt hesi árini,
men kortini ikki hugsanin um
henn ara Harry.
Harry var – og er – eftir hennara
tykki ein sera fittur og góður
maður. At byrja við sóust tey so at
siga bert um vikuskiftini, orsakað
av arbeiðum sínum:
Hon arbeiddi fyri tað mesta um
náttina og hann um dagin, men
hetta forðaði kortini ikki vinarlagi
teirra at vaksa meir og meir, soleiðis
at tey at enda gjørdust par.
– Eg hoyrdi aðrar gentur fortelja
frá, at ikki allir menninir høvdu so
góðar ætlanir. Teir steðgaðu stutt
og vóru so brádliga farnir avstað
aftur, uttan at siga eitt einasta orð.
– Men eg haldi, at eg var heppin
at møta júst Harry. Hann arbeiddi
her og búði her, so tað var øðrvísi
við honum, sigur Sammy.
Nú fekk eisini møguleika at fara
út úr heimlandinum og uppliva
aðrar mentanir, onnur lond, ókendar
oyggjar í Norðuratlantshavi. Og
eina av norðastu bygdum okkara,
ta náttúruvøkru bygdina Gjógv.
– Her er gott at vera.
snorri@sosialurin.fo
HEPPIN
– Eg var heppin at møta júst Harry. Hann er ein góður og fittur maður, sigur Sammy. Her við Gjógv blómar kærleikin teirra millum
Mynd: Jens Kristian Vang
1 munur
Fyri trimum árum síðani setti Sammy á fyrsta sinni fór sín á
føroyska jørð. Tað hevur gjørt síðani, og hevur nú búð her í fleiri
mánaðir.
Hon kemur úr einum býi við omanfyri 7 mió íbúgvar og býr nú
í eini bygd við einans 40 fólkum.
– Jú, tað er sjálvandi munur á støddini á Dong Guang og Gjógv.
Tað er tað hóast alt, men eg haldi kortini, at tann størsti munurin
er kvaliteturin hjá fólki. Her eru øll fitt og blíð. Her er trygt at vera,
og eg merki einki til misálit millum fólk.
– Tað er líkasum at fólk her eru meiri eins enn tey eru í Kina. Øll
hava nóg mikið, og eingin orsøk er at øvunda hinum. Fólk tykjast
heldur hjálpa hvørjum øðrum, slær Sammy Zhang fast.
Fyribils
trívist eg her
við Gjógv.
Her er fínt at
búgva, ja, er
besta stað á
jørð – enn, í
hvussu so er
Eg hevði faktiskt einki
annað væl enn at gevast,
hóast eg elskaði at ganga í
skúla. Tey bæði eldru fóru
í hægri skúla, og so máttu
foreldrini sjálvandi gjalda
meiri fyri tað