mikudagur 27. oktober 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. oktober 2010 · Nr. 151
24
Sosialurin
Oyggjablaðið
GjóGv fær ný
SUMMARHÚS – Eingin ivi er um, at Gjógv er millum tey mest populeru støðini at fara til um summarið,
sigur Jóan Petur Vang sum býr á Norðskála. – Tí hava vit valt at fáa okkum eitt frítíðarhús júst her norðuri.
Snorri Brend
Gjógv: Enn sæst ikki nógv til
ætlanina, sum komandi ár
verður til ein heilt nýggjan bý
ling ovarlaga í norðastu bygd
ini á Eysturoynni.
Ætlanin er í øllum førum
at henda útstykkingin, nevnd
Fornagarður, skal geva pláss
til 16 frítíðarhús.
At fólk vilja byggja sær eitt
slíkt her í Gjógv er ikki uttan
or søk. Bygdin er sera vøkur
og hugnalig, og hava børnini
fyrst verið her eina ferð, vilja
tey heilt vist koma aftur.
Serliga um summarið er
nógv lív í, tá fólk bæði búgva
á Gjáargarði ella í onkrum
av húsunum í bygdini. Nú er
líkt til, at enn meiri lív fer at
koma í, kanska longu komandi
summar.
Jóan Petur Vang hevur
sjálvur ikki nakað tilknýti til
bygdina, men hevur verið her
fleiri ferðir. Og ynskir at koma
higar aftur og aftur.
– Jú, Gjógv er ein sera vøkur
og hugnalig bygd, staðfestir
Jóan Petur, sum til dagligt er
stjóri í egnari byggifyritøku
á Norðskála. – Hetta er eitt
gott stað, um ein ynskir at
koma burtur frá tí vanliga
umhvørvinum.
Avsíðis
Tey seinnu árini er fólkatalið
við Gjógv lækkað munandi.
Í 1985 vantaði bert eitt fólk
í, fyri at koma uppá 90, men
síðani hevur tað bara ging ið
øvugta vegin. Í dag er fólka
talið soleiðis komið niður á
40.
Við nýggja býlinginum við
Gjógv væntar kommunan at
skapa lív og menning aftur í
bygdini. Tað er kortini eitt, ið
hvørki kommuna ella nakar
annar nýtist at gera nakað
við: Tað vakra umhvørvið.
Jóan Petur og hansara fólk
hava verið kring oyggjarnar
og ferðast mangastaðni. Nú er
so líkt til, at tey fara at brúka
nógva tíð um summarið her
norðuri.
– Eg veit væl, at Gjógv ligg
ur eitt sindur avsíðis. Men fyri
okkum ger tað einki, slær Jóan
Petur fast.
60 fermetrar
Tað munnu vera eini tvey ár
síðani, at Jóan Petur á fyrsta
sinni hoyrdi um hesa ætlanina
við frítíðarhúsum við Gjógv.
Tá varð sagt, at ein arbeiddi
við tveimum støddum av hús
um. Tað vísti seg, at tey størru
húsini vórðu seld so at siga
beinanvegin.
– Vit vóru ikki millum teirra
sum fingu eitt av hesum størru
húsunum. Vit hildu eisini tá,
at tey minnu húsini ikki vóru
eins áhugaverd og tey størru,
greiðir hann frá.
Seinni varð ætlanini kortini
broytt soleiðis, at nú skuldu
øll húsini hava somu stødd,
nevniliga 60 fermetrar.
Hann var heppin, og fekk
eitt av teimum 16 grund økj
unum, sum ein nú er farin
undir at grava út fyri.
– Ja, tað verður spennandi,
sigur Jóan Petur brosandi.
snorri@sosialurin.fo
SUMMARFRÍTÍÐ
Útstykkingin við Fornagarð sær ikki út av nógvum í løtuni. Men
gongst sum ætlað, fara tey fyrstu frítíðar húsini at síggjast her
komandi summar. - Eg eri í øll um førum spentur at koma í gongd,
sigur Jóan Petur Vang, sum eigur eitt av teimum 16 húsunum
Mynd: Jens Kristian Vang