mikudagur 27. oktober 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 27. oktober 2010 · Nr. 151
Sosialurin
Oyggjablaðið
GGjan býlinG
At fremja eina slíka ætlan tekur sjálvandi sína tíð
hjá eini lítlari, men kortini víttfevndari kommunu.
Hinvegin var áhugin fyri ætlanini stórur.
Óhugsandi er ikki, at enn fleiri frítíðarhús verða
bygd her einaferð í framtíðini.
Tey, sum í øllum førum fara at byggja hesi
fyrstu 16 húsini, koma nógvastaðni frá. Summi
hava tilknýti til bygdina; onnur ikki. Tey eru úr
Norðoyggjum, Sundalagnum og úr Havn.
Ætlanin var upprunaliga, at eigararnir skuldu
sleppa inn á økið at stoypa sokkulin í ár.
- Eg vænti, at til várs og summar fara fleiri av
húsunum at koma upp. Sjálvur vóni eg at kunna
halda frí í mínum húsum komandi summar ella
heyst, sigur Jóan Petur, sum ætlar at bjóða seg
fram at smíða frítíðarhús fyri onnur.
16 fYrST
135.000 krónur
Í longri tíð hevur verið arbeitt við ætlanini at byggja hesi
frítíðarhúsini við Gjógv.
Tað kemur ikki av ongum, tí sambært borgarstjóranum, Kim
Durhuus hevur langur bíðilisti verið eftir teimum.
- Vit hava havt eini 50 fólk standandi á bíðilista, hevur hann áður
upplýst fyri heimasíðuni hjá kommununi.
Nú verður so møguleiki hjá 16 teirra at fáa dreym sín at gerast
veruleiki. Í juli mánaði var fundur millum umboð fyri kommununa
og tey sum ætlaðu sær eitt slíkt frítíðarhús.
Seinni skuldi eitt eigarafelag stovnast, og nú verður sæð fram
ímóti tí degi, tá byggingin av álvara kann setast í verk.
Prísurin fyri grundøkini lá, sambært heimasíðuni, millum 135 og
195.000 krónur. Hetta var eisini ein orsøk til, at so mong helst tóku
av tilboðnum.
- Við hesum prísi er fíggjarligt grundarlag hjá kommununi at fáa
byggiætlanina útførda.
- Vit vænta eisini, at nýggi býlingurin fer at skapa lív og menning
við Gjógv, har fólkatalið tíverri er minkað rættiliga nógv seinnu árini,
verður sagt úr kommununi.
Vit vænta eisini, at
nýggi býlingurin fer at
skapa lív og menning við
Gjógv, har fólkatalið tíverri
er minkað rættiliga nógv
seinnu árini
SuNdA kommuNA
Eg veit væl,
at Gjógv liggur
eitt sindur av
síðis. Men fyri
okkum ger tað
einki
JÓAN PETur VANg
Hetta er
eitt gott stað,
um ein ynskir
at koma burtur
frá tí vanliga
umhvørvinum
JÓAN PETur VANg