mikudagur 27. oktober 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. oktober 2010 · Nr. 151
26
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Gjógv: - Tað er altavgerandi í fram-
tíðar samfelagnum, at man altíð
kann koma til og frá, eisini um
vetur in, vísir Sofus á.
Tey, ið eru uppvaksin við Gjógv,
eru von við hetta vegastrekkið frá
og til bygdina. Men tað eru kortini
mong onnur, sum hava ilt við at
venja seg við umstøðurnar at koyra
um fjøll og skarð á vetrartíð.
- Tí er tað altavgerandi at betra
um hesar umstøður. Tað gera vit
best og bert við einum tunli, slær
hann rimmarfast.
Men so leggur Sofus sjálv rann-
sak andi aftrat:
- Vit skulu heldur ikki vera so
blá oygd at halda, at við einum tunli
er alt bjargað. Tað er tað ikki. Tað
krevst annað og meira til tað!
Stór bygd
Hyggur mann eftir gongdini við
fólka talinum við Gjógv, so var bygd-
in ein miðal stór bygd fyrr í tíðini.
Tá vóru tíðirnar øðrvísi: Fólk
livdu av tí, sum jørðin og havið
góvu, og í so máta lá bygdin væl
fyri. Væl av jørð hoyrir til bygdina,
og bygdin liggur nær við Norðhavið
við sínum fiskiríkidømi.
Men tíðirnar eru broyttar. Undir
kríg num var fólkatalið við Gjógv
uppi á tí hægsta, 284 fólk. Men
eftir kríggið byrjaðu fólk at flyta
frá teimum smáu bygdunum móti
størri plássum, og bygdin minkaði
støðugt í 50’, 60’ og 70’unum. Nú
búgva bert 40 fólk við Gjógv.
Hvussu framtíðin fer at laga
seg fyri eina slíka bygd sum Gjógv,
kann mann bara gita um.
- Eg rokni tó ikki við, at tað eru
nøkur, ið velja at búseta seg á ein-
um slíkum plássi. Eitt týd n ing ar-
mik ið tak í so máta er at fáa betri
nøkt andi vegasamband til bygdina,
vísir gjáarmaðurin á.
Skal hetta gerast veruleiki, er
í øllum førum neyðugt at skapa
saman hald millum tey, ið búgva í
bygd ini, - tað er: at bygdin hevur
nøk ur felags átøk, ið øll taka lut í.
Samanhald
Sum nevnt aðrastaðni í blaðnum
hev ur
bygdin
fostrað
mong
mentan ar fólkini. Og haraftrat finn-
ast eisini feløg, ið hava trivist væl
við Gjógv.
Eitt teirra er felagið Gjómaður.
Het ta felagið hevur gjørt fleiri
átøk at varð veita gomul minnir í
bygd ini, so sum kráir, gróthús og
ann að. Felagið hevur endurreist
bæði kráir og gróthús, og til hesi
tiltøk hava nógv fólk savnast,
bæði fólk, ið búgva við Gjógv, og
fólk við til knýti til bygdina.
- Júst tað haldi eg hevur stóran
týdn ing fyri trivnaðin í eini bygd, at
fólk verða savnað um felags átøk.
- Hetta er eitt evni, ið vit eiga at
gera meira við, - ikki bert at varð-
veita gomul minnir, men eisini
at fríðka um og skapa hugna í
bygdini, vís ir Sofus Johannesen á.
Hetta kann mann gera, við at
savna fólk nakrar leygardagar at
legg ja sjálvbodna arbeiðsmegi í
hesi átøk, so at tey gerast góð við
úrs lit ið og kenna tað sum teirra
og vilja gera alt fyri at varðveita
tað og ikki lata tað fara fyri einki
í van røkt.
- Á hinum bógnum síggja
vit ofta ymiskt, sum man fær
kommununa at gera.
- Men tá tað er gjørt, so verður
tað ikki viðlíkahildið nóg væl og
fell ur at enda í órøkt, tí ongin
rætti liga kennir ábyrgd fyri tí, og
tí at bygd ar fólkið ikki kennir tað
sum sítt, vísir hann á.
Heilsárs bygd
Sofus Johannesen er sannførdur
SAMBAND Hitin skal ikki langt niður ímóti frostmarkinum, fyrrenn boðað verður frá hálku ella kava
um Gjáarskarð. Hetta vita gjáarfólk, og hava tí í mong ár ynskt sær betri og tryggari vegasamband.
- Vit hava framvegis ein tunnil sum okkara størsta ynski. Og vit vóna, at hetta ynskið verður
framt skjótt, sigur gjáarmaðurin, Sofus Johannesen. Hann býr við Gjógv og arbeiðir í Havn
Vegurin um Gjáarskarð er tann,
ið man vera oftast nevndur,
tá talan er um koyrilíkindini
kring landið. Her royna
týsk ferðafólk við bit og slit
at koma niðan á skarðið á
summardekkum ein mikudag í
oktober mánaði 2010. Ein tunnil
hevði lætt munandi um hjá
teimum og mongum øðrum
Mynd: Jens Kristian Vang
KOYRILÍKINDI
Ein tunnil ger ikki
Kanska onkur
finnur útav, at
tað ber væl til at
búgva í bygdini
og tískil vera
her størri part av
árinum?
SofuS JohanneSen, GJóGv