mikudagur 27. oktober 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. oktober 2010 · Nr. 151
28
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Gjógv: Hóast tað er kuldi og kavi
uttanfyri, er sesongin fyri ferða
vinnu ikki at enda komin her á
Gjáargarði.
Her norðuri, í friðarligum og
vøkrum umhvørvi við Gjógv, leita
bæði føroysk og útlendsk ferða
fólk sær í hópatali, – serliga um
summarið, men eisini ein kaldan
kavadag í oktober mánaði.
– Ja, tað er so, sigur Eirik Suni.
– Her eru fólk allatíðina. So seint
sum í morgun fór ein bólkur avstað
hiðani.
Starvsfólkini á Gjáargarði eru
nú farin í holt við tvey ting: At gera
høvuðsreint eftir summ ar se song
ina. Og at gera sínar fyrireikingar
til vinnustevnuna FAROEXPO, sum
er í Runavík hesa vikuna.
– Vit skulu gera mat til okkurt
av tiltøkunum harúti. So tað skal
eisini fyrireikast væl og virðiliga,
slær Eirik Suni fast.
2012
Eins og so nógva aðrastaðni kring
heimin, merkti føroyska ferða
vinnan í fjør eina niðurgongd. Men
nú er vend komin í.
Á Gjáargarði kunnu tey í øllum
førum ikki klaga um júst farna
summarið, sum var munandi betri
enn í fjør. Nú er ein nærum komin
aftur á sama støði sum í 2008.
– Eg haldi, at fólk so líðandi hava
funnið útav, at vit á Gjáargarði eru
til, og at okkara tilboð hóskar til
Savna hugin
í vøkru
náttúruni
GISTING – Áhugin fyri at gista her hjá okkum er alsamt vaksandi. Tað vísir seg,
at um fólk áður bara gistu eina nátt, velja tey nú ofta at taka eina aftrat, sigur
eigarin av Gjáargarði, Eirik Suni Danielsen. – Vit kunnu í øllum førum ikki klaga.
Eingin fyritøka uttan góð starvsfólk. Aftrat sær her á Gjáargarði, hevur Eirik Suni Danielsen gott fólk – vinstru
megin frá: konuna Tóru Tórgarð, Mainhild Harrysdóttir av Strondum og Annu Tórgarð, ið er bókhaldari
Mynd: Jens Kristian Vang
GÓÐ STARVSFÓLK
Marknaðardagur í november
Hóast virksemið í Gjáargarði mest snýr seg um ferðafólk og vitjandi gestir, hendir eisini
annað við ávísum millumbilum.
Leygardagin 13. november verður nevniliga ein marknaðardagur hildin, her fólk fáa
møguleika at selja tað tey hava hug til. Lítið er at ivast í, at okkurt, ið hevur samband
við jólini, verður at síggja við borðini.
Fleiri hava longu boðað frá luttøku, men sagt verður kortini, at enn er pláss eftir til
nøkur aftrat.
Tiltakið byrjar kl. 11 um morgunin og endar kl. 19.
Vit eru í
teirri hepnu
støðuni, at
ikki minni enn
tveir vegir
føra norður til
okkara