mikudagur 27. oktober 2010síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 27. oktober 2010 · Nr. 151
Sosialurin
Oyggjablaðið
tørv in, bæði hjá føroyingum og út
lendingum.
– Tað tekur fleiri ár at byggja eitt
slíkt virksemi upp. Og eg haldi nú,
at áhugin fyri okkara tilboði er bara
vaksandi, vísir hann á.
Hetta kann Eirik Suni eisini stað
festa svart uppá hvítt: Komandi ár
er longu væl bookað, og nógv hava
eisini biðið um pláss í 2012.
– Tað vísir seg tíbetur ikki at vera
nakar trupulleiki at fylla húsið um
summarið.
Loys málið
Summarið er sjálvandi tíðin, tá
flestu ferðafólkini leggja leiðina
norður til Gjáar.
Gistingarhúsið stendur tó ikki
tómt vetrarhálvuna, tá ein ístaðin
hevur úr at gera við at skipa fyri
skeiðum, fundum og seinni fyri
jólaborðhaldum.
Tað eru sjálvandi føroyingar sum
í størstan mun velja at hava skeið
ella fundir sínar á hesum staði. Og
tað vísir seg eisini, at fólk fáa nakað
burtur úr at vera her norðuri.
Eitt av slagorðum teirra er júst
hetta: “Loys málið á Gjáargarði”, og
tað er ikki uttan orsøk, at tey tora at
lýsa við hesum.
– Ja, eg hoyri ofta fólk siga, at eitt
mál sum tekur langa tíð at avgreiða
á skrivstovuni ella fyritøkuni,
verður avgreitt nógv skjótari her
norðuri.
– Her fáa fólk eitt gylt høvi at
savna hugin um tað ítøkiliga málið,
og fáa tí munandi meiri av skafti,
staðfestir Eirik Suni.
Tað eru tó eisini ávísir bólkar úr
útheimi sum ynskja at leggja fundir
ella skeið síni við Gjógv. Hetta
talið tykist vera vaksandi, helst tí
at mangar fyritøkur hava roynt
so mong ymisk støð í Danmark í
hesum sambandi, at nú er næstan
einki eftir.
– Og tað er sjálvandi einki at siga
til, at tey velja henda møguleikan. Eg
meini so við, – tað eru jú bert góðir
tríggir tímar úr Keypmannahavn
og norður til Gjáar, staðfestir Eirik
Suni Danielsen.
snorri@sosialurin.fo
LONG SESONG
Hóast tað er kavi og oktober mánaður, eru enn ferðafólk í Gjáargarði. – Ein bólkur av fólki fór avstað í morgun.
Umframt sjálvt gistingarhúsið, er eisini møguleiki hjá fólki at leiga seg inn í eina av íbúðunum omanfyri Gjáargarð. (innsetta myndin)
– Fólk hava tikið væl ímóti tilboðum okkara. Bæði fyri 2011 og 2012 hava vit fingið bíleggingar, sigur Eirik Suni Danielsen
Mynd: Jens Kristian Vang
Nógvir
vegir til
Gjáar
Fyri fólkið við Gjógv er
tað av alstórum týdn
ingi at kunna sleppa
av bygdini og aftur til
bygdina eftir loknan
arbeiðsdag.
Til bygdina er vanliga
koyrandi tveir vegir
annaðhvørt gjøgnum
Funningsfjørð ella eftir
Eiðisvegnum.
– Ja, vit eru í teirri hepnu
støðuni, at ikki minni enn
tveir vegir føra norð ur
til okkara. Eg plagi at
anbefala fólki at koyra
higar gjøgnum Funn ings
fjørð um veturin, tí hann
er betri hesa ársins tíð.
– Eg havi hoyrt onkran
siga, at tey ikki tora aftur
til Gjáar, tí vegurin skal
vera so vandamikil.
– Men eg haldi kortini
ikki, at nakar skal vera
bangin fyri at koyra
um Gjáar skarð. Teir hjá
Lands verki eru óførir at
rudda vegin fyri kava um
veturin, so tað er eingin
forðing, slær Eirik Suni
fast.
Tað eru jú bert góðir tríggir
tímar úr Keypmannahavn og
norður til Gjáar