mikudagur 27. oktober 2010síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. oktober 2010 · Nr. 151
32
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
Gjógv: Smoltstøðin her í bygdini
hevur ein fyrimun, fram um mang
ar aðrar slíkar: Her er altíð nóg
mikið av vatni.
Omanfyri bygdina liggur ein
stórur dalur og ein vatnrík á,
Dalsá, ella Stórá sum gjáarfólk kalla
hana.
Henda tryggjar støðini gott
og rennandi vatn, saman við tí
vatninum sum verður endurnýtt
á støðini, soleiðis at virksemið av
smoltinum, sum er komið higar av
alistøðini við Áir, kann halda fram
alt árið.
Men tey verða tó ikki verandi
her norðuri. Tey fara øll rættiliga
víða til aling á øðrum firðum og
sundum.
Í
heyst
eru
soleiðis
farin
eini 300.000 smolt til alingina í
Hvanna sundi, 200.000 til alingina
í Haralds sundi, 400.000 til alingina
í Fugla firði og herfyri fóru eini
400.000 smolt til víðari aling í
Sundalagnum.
– Vit hava nakað eftir, eini
400.000, og skal tað setast út í Svín
áum. Og so fara tey seinastu 70.000
smoltini til alibrúkið á Kunoyarnesi.
Tað verður í november mánaði,
greiðir Kristian Jákup Joensen frá.
Hóast nógv smolt eru sett út,
verður kortini arbeitt við næsta
árganginum.
Í løtuni svimja eini 800.000
smolt, ið viga umleið 16 gramm
stykk ið, í kørunum. Og í næsta
mán aði koma uppaftur 8900.000
rogn inn aftur á smoltstøðina.
Eyga-rogn
Arbeiðsgongdin á hesari smolt
støð ini er rættiliga einføld, hóast
her liggja bæði stór ábyrgd hjá
arbeiðsfólkunum og milliónavirði
í kørunum.
Higar koma tey sokallaðu eyga
rogn ini, har ein sær eyguni í rogn
in um. Hesi rognini kann ein fáa til
keyps úr grannalondum okkara,
men smoltstøðin við Gjógv hevur
altíð fingið síni frá støðini hjá
Fiskaaling við Áir. Eftir einum
mánaði ella so koma tey út og viga
tá umleið 0,15 gramm stykkið.
Um hetta mundið hava tey ein
lítlan posa undir maganum, sum
gevur teimum føði tann næsta mán
aðin. Fyrst tá byrjar ein spakuliga
at fóðra tey.
– Tá tey so er komin uppá eini
100 gramm, verða tey slept á sjógv,
sigur Kristian Jákup.
Tey fingu rognini í november
mánaði í fjør, og ganga vanliga 10
mánaðir áðrenn tey verða slept út.
Í dag eru flestu av teimum 1,6
milliónum smoltunum farin á
sjógv, meðan ein lítil partur er eftir
í kørunum her norðuri.
Nú verður so smátt farið undir
at rigga til at taka ímóti næstu
sendingini av eygarognum, einaferð
í næsta mánaði.
– Vit eru vanliga 3,5 fólk knýtt
at støðini. Men tá vit vaccinera
ella skilja í støddir, taka vit tvey
fólk eyka inn, sigur Kristian Jákup
Joensen.
Nógvar milliónir
uppá spæl
ALING Talið av smoltum er ørandi, tí ikki færri enn 1,6 milliónir smolt eru í kørunum á smoltstøðini
við Gjógv. – Hetta er eitt spennandi arbeiði, sigur Kristian Jákup Joensen, sum hevur arbeitt her í
mong ár. Smoltstøðin er partur av víttfevnda virkseminum hjá Bakkafrost Farming West
Smoltstøðin við Gjógv er ein av fleiri hjá Bakkafrost. Her verða virðir fyri milliónir skapt, millum annað av Kristian Jákup Joensen. Aftrat honum eru 2,5 fólk knýtt fast at støðini
Mynd: Jens Kristian Vang
VIRÐIR