mikudagur 27. oktober 2010síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Mikudagur 27. oktober 2010 · Nr. 151
Sosialurin
Starvsfólk til Fólkaheilsuráðið
í sambandi við kostárið 2011
Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur lýst 2011 at vera
kostár, og tað verður m.a. Fólkaheilsuráðið, sum stendur
fyri at skipa fyri átøkunum. Í hesum sambandi søkja vit
eftir tveimum fólkum við serligum kunnleika til matfrøði
og fólkaheilsu at starvast hálva tíð hvørt í eitt ár.
Tað verður uppgávan hjá hesum fólkum at finna uppá
og fremja ymisk átøk, sum hava til endamáls at gera
matvanarnar í Føroyum so heilsugóðar sum til ber.
Umsøkjarar skulu hava serligan kunnleika til heilsugóðan
kost umframt skapandi evni og góð samskiftis- og
samstarvsevni.
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðð og
avvarðandi fakfelag.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til
Pál Weihe á fartelefon +298 216696 ella pal@health.fo
Umsókn við prógvum og ævilýsing (curriculum vitae) skal
sendast til niðanfyristandandi adressu. Umsóknarfreistin
er 15.11.2010.
Fólkaheilsuráðið
Eirargarður 2, 2 · FO-100 Tórshavn
teldupostur: fhr@folkaheilsa.fo
heimasíða: www.folkaheilsa.fo