Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-27, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. oktober 2010síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 34 Miðvikan Mikudagur 27. oktober 2010 · Nr. 151 Fyrri partur E in av teimum trimum monnun­ um, sum bjargaðust við Tór 2 var Malmberg Simonsen úr Sørvági. Hansara søga er sum so kend. Niels J. Arge hevur skrivað hana í bókarøðini um stríðsárini, eins og Malmberg hevur greitt frá henni í sjónvarpinum. Men hetta er alt longu nógv ár síðani. Vit gjørdust góðir vinir. Í 2004 hevði eg samrøðu við Malmberg um hansara sjólív sum heild, og eisini um hesa hending. Hon varð endurgivin í FF­blaðnum, og her var dentur lagdur á at fáa hesa søgu so fullfíggjaða sum gjørligt. Vit byrja at endurgeva frásøgn­ ina frá 1938. Ræðuligt veður Í 1938 fór eg við »Vesturfarinum«, sum Petur á Steig førdi. Vit fóru so yvir á Suðurlandið. Vit fóru tíðliga, og tað gjørdist eitt so ræðuligt veður, at hetta varð eitt minniligt vár. Í fyrra óveðrinum vóru vit á Selvogsbankanum, og har komu vit út fyri, at vit fingu ein sjógv. Johan á Mýruni var besti­ maður og Petur á Steig var skipari. Teir báðir vóru í stýrihúsinum saman við Alberti úr Miðvági, tá vit fingu hendan sjógvin. Johan á Mýruni segði, at hetta var ikki ein vanligur sjógvur ­ hetta var eitt grunnbrot, sum vit fingu. Tað legði yvir mastrartopparnar, og tað skolaði alt burtur: Segl, lugars­ kappin, stýrihúsið og lastarlúkan, tað fór alt. Men vit fingu so segl útyvir lúkurnar, og samstundis fóru seks mans niður í lastina at lempa salt í eina krubbu aftureftir fyri at fáa skipið afturá. Tað var annars gjørt klárt til at koyra fisk í krubburnar, men tað bleiv so ikki. Teir stúvaðu skottfjalir upp­ undir, so hvørt tað brotnaði niður ígjøgnum. Teir sluppu ikki upp aftur, tí alt var neglt útyvir. Tað varð neglt útyvir lugarskappan eisini, so her slapst heldur ikki niður. Vit blivu so tríggir, sum um kvøldið fóru til pumpurnar. Vit vóru eg, Niels Jacob og Karl Joensen. Vit stóðu líka til kl. 8 um morg­ unin, tá var hon tóm fyri sjógv. Tað var eitt langt pumputørn. Allir vóru upptiknir, tí menninir, sum stóðu í stýrihúsinum, vóru so illa farnir. Teir fingu hvørki sitið ella ligið. Um morgunin, í tí tað lýsti, sóu teir, at vit róku á Einars drang. Einki segl var uppi ­ tað var alt slitnað niður. Fokkufallið, t.v.s. línan til fokkuna, sum var fremsta segl, var slitnað. So mátti nýtt fokkufalli skerast í aftur. Spurningurin var, hvør skuldi fara upp. Tað, sum stakið hekk á, var brotnað niður. Stakið var so leyst, og masturin livdi so nógv, at tað var næstan ómøguligt at fara upp. Men so var tað ein maður úr Sørvági, hann kallaðist Hans Martin. Hann segði, at hann skuldi fara upp. Hann fór upp, og var so mikið skilagóður, at hann tók ein lissuenda og bant um miðjuna á sær. Hann hevði ein stubba frammanfyri sær, so hvørja ferð skipið rullaði á lu, so vavdi hann endan um seg, og so hekk hann í hesum endanum. Hann fór tvær ferðir upp. Fyrru ferð kvettist fallið av aftur, men seinnu ferð helt, og vit fingu hetta í rættlag. Vit komu so inn til havnina í Vest­ mannaoyggjunum, men sluppu ikki til bryggju. Menninir blivu sostatt førdir í land í einum báti. Men tá tað leið út móti kvøldi, tá komu teir út aftur, og vit sluppu inn. Glaðir vóru vit, tá vit vóru í havn. Tá var veðrið batnað. Sorgarleikurin við »Fossanes« Eg veit ikki, um tað var blivið myrkt um kvøldið, tá herjaði á aftur. Hetta var faktiskt tað verra veðrið. Tað var ikki meira enn ein løta millum bæði veðrini. Tá tað seinna veðrið var av, tá kom ein Fleetwood­trolari inn. Pápi Karl hevði ofta eingilskmenn at fiska síl. Teir gistu hjá honum, og so fiskaðu teir síl á vatninum, so Karl dugdi eitt sindur av enskum. Har kom ein ungur maður og segði honum, at »Fossanes« var farin. Teir høvdu havt samanbrest við »Fossanes«. Øll lúnningin millum gálgarnar lá á dekkinum á trolaranum. »Fossanes« var horvin og einki spurdist aftur. »Fossanes« hevði telefon, og teir skuldu tosa kl. 6 um kvøldið. Øll vóru so spent at hoyra, hvat hon segði, men hon kom ongantíð fram. Skipini, sum høvdu telefon, róptu øll. Tað vóru serliga garnaskipini. Hon var farin við gørnum um várið, og okkurt annað skip var har yviri eisini. Men fyri at koma aftur til hetta grunnbrotið, sum vit fingu: Eg havi hoyrt, at nú teir hava hesi góðu tólini, hava teir funnið ein tind á Selvogsbankanum, sum stingur so høgt upp. Vit eru helst komnir yvir tann tindin. Tað eru mong skip, sum eru komin yvir tað økið, sum hava fingið dyggar stoytir av tí. Tá so summarið kom, fór eg yvir til Grønlands við »Vesturfarinum«. Men tað vísti seg, at her var ikki eydnan við, soleiðis sum hon plagdi at vera. Stýrihúsið var farið í umrødda illveðrinum, so nú var einki stýrhús. Petur á Steig førdi skipið, og hann var faktisk so íðin, at hann ætlaði sær avstað aftur við skipinum, hóast tann ringa túrin frammanundan. Men hann var ikki tann sami Petur, sum hann hevði verið. Vit fingu ikki so nógvan fisk, sum vit høvdu fingið frammanundan. Vit landaðu eitt sindur til damparar, men so varð farið heim. Á heimferðini var lítið gott at fáa. Vit fingu ein margarinpakka í part ­ tað var tað, sum vit fingu í einar 14 dagar. Afturat tí var nakað av keksi, eitt sindur av mjólk og okkurt var tó til døgurða. Men so ein seinnapart, fór ein at lokka havhest. Tá var vindurin blivin so nógvur. Tað varð lagt bakk, og hesin lokkaði ein havhest í part. Vit vóru 31 mans, og so bleiv skrædlað og koyrt í grýtuna. Tá kókað varð, fekk hvør maður sín havhest. So helt hesin, sum hevði lokkað, skrædlað og kókað, at tað var best at royna soðið. Tað bleiv javnað eitt sindur av mjøli útá. Hetta varð ein so góð máltíð, sum vit ikki høvdu fingið á túrinum. Vit komu so heim í øllum góðum. Setti pening í »Tór 2« Í 1939, fyrst í árinum, vóru teir í ferð við at tekna partapening til »Tór 2«. Tað var Jens av Reyni í Havn, sum stóð fyri tí arbeiðinum. Fakta var tað, at so góðan hug, eg hevði á snørinum, eins góðan hug hevði eg at sleppa burtur úr tí ­ og her var ein kjansur at seta eina aktiu í fyri at sleppa við trolara. Men pengar vóru eingir, so okkurt mátti gerast. Tá eingin inntøka var, so vóru eingir Malmberg: Niðurskotin av týskarum og á veg til botns! Mánadagin 1. november er minngardagur teirra sjólátnu. Í ár eru eisini liðin 70 ár síðan Føroyar gjørdust partur av 2. heimsbardaga eins og tað eru 65 ár liðin, síðan hesin bardagi endaði. Hann kostaði meira enn 200 av okkara sjómonnum lívið. Hetta gevur høvi til at greiða frá eini av syrgiligu vanlukkunum í hesum tíðarskeiði við Tór 2. Hetta er eisini søga um eina einastandandi bjarging Herborg og Malmberg Simonsen Tór II Seinasti sangur hjá Jens Christian Hammer Jesusnavnið aldri bliknar, slítist ei av tíðar tonn, Jesusnavnið aldri viknar, Guds orð eru ævigt sonn. Tað ber boð til ung og gomul, gevur frið í lív og sál, og tað savna kann øll somul, leiðir sálir fram á mál. Eg má elska Jesusnavnið, Frelsu, frið í tí eg fann, andans eld fekk í hans favni. Eingin frelsir uttan hann! Jesusnavnið vakurt ljóðar, lat tað ljóma her á fold! Hann ta stóru gávu bjóðar, sælan frið til óreint hold. Óndskapur tað navn má skýggja, lygn og hatur flýggja má. Jesu navn vil rættferð síggja, tað Guds ríki bygt er á. Í tí myrku nátt áminnir sum ein viti Jesu navn, og hvør hjálparleysur finnur inn í tryggu himmalhavn. Og tá sólin meir ei skínur, lýsir Jesu navn á nátt, og hin frelsti flokkur trínur fyri Gud og syngur hátt.