Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-27, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. oktober 2010síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 35 Óli Jacobsen olijacobsen@post.olivant.fo Mikudagur 27. oktober 2010 · Nr. 151 pengar. Tá helt elsti beiggi mín, Mourits, fyri, at hann skuldi fara til D. Danielsen, tann kendi læraran og sambandsmannin, at læna mær fyri aktiuna; so kundi hann fáa tað aftur, tá avrokningin kom. Hann lat hesar pengarnar uppá blankt andlit. D.D. var óførur soleiðis. Hann lænti pengar til fleiri. Soleiðis fekk eg eitt partabræv í Tórfelagnum. Eg haldi, at aktian var kr. 500. Hetta var tætt við eini ársinntøku hjá fiskimanni tá í tíðini, og henda upphædd var eisini stórur partur av ársløn hjá lærara. Eg fór so við »Tór 2«. Tá várið kom í 1939, fóru vit yvir á Suðurlandið á saltfiskaveiðu. Jákup á Trøðni var skipari. Tá kolið var uppi, høvdu vit eini 50 tons av fiski inni. Vit máttu so fara heim aftur, og so varð gjørt til at fara til Bjarnoynna. Ein, sum kallaðist fyri Hans Edvard Olsen av Argjaboða, var stýrimaður. Eitt vælsignað fólk; hann var so góður við okkum ungu. Hann hevði siglt við eingilskmonnum, og hann hevði verið yviri í Norra eisini. Í 1938 haldi eg tað var, at hann sigldi við norðmonnum. Vit bunkraðu í Tromsø, men tann seinna túrin brast 2. heimsbardagi á. Vit vóru tó heimkomnir, áðrenn bardagin brast á í september 1939. Tá var komið so langt út á heystið. Báturin fór so til ísfisk, men tá var eg ikki við. Tað skuldu vera færri mans við á ísfiskaveiðu. Teir vóru einir 30 á saltfiski og 21 á ísfisk. Men so í 1941 var eg við. Vit fiskaðu undir Íslandi og seldu í Bretlandi. Lagnutúrurin Í 1942 fóru vit avstað aftur, og vit lógu í Kollafirði. Tá kvøldið kom, fóru vit heim á Stykkið, Karl svágur og eg. Vit fóru so av Stykkinum aftur og oman til Kollafjarðar og umborð. Men tá sigur Karl: »Malm­ berg, tú kemur at liva, og eg komi at doyggja«. »Tvætl«, sigi eg. Hann hevur haft okkurt ánilsi, tí hann segði hetta við meg aftur seinni. Men sum tað hevur sæst við øðrum slíkum frásagnum, kundi hetta ikki steðga honum. Vit fóru so tann túrin, og hann gekk væl. Vit seldu í Fleetwood, lógu nokk einar tveir dagar har, og so fóru vit avstað aftur. Kósin varð sett beinleiðis úr Fleet­ wood og upp til Vestmannaoyggjar­ nar uppá at fara nýggjan túr. Bíðaðu eftir deyðanum Tá vit vóru 80 fjórðingar úr Vest­ mannaoyggjunum hendi tað. Tað hevur verið um kaffitíðina ella so. Eg hevði frívakt og hevði fingið mær kaffi. Nú hyggi eg aftur eftir, tí undir krígnum var líka umráðandi við skipi at hyggja aftureftir, sum at hyggja frameftir, tí vandin kundi vera báðumegin. Eg hugdi aftureftir og sá tornið á hesum kavbátinum. Helt, at eg skuldi fara upp á brúnna. Eg lænti kikaran og kikaði. Jú, tað var ein kavbátur. Eg segði so frá tí, eg sá. Men so fór eg fram í lugarið, og har vóru menn staddir. Tað kann ein og hvør ímynda sær, at tað hevur ikki verið stuttligt at bíða eftir deyðanum. Ein kann faktisk siga tað so, at vit bíðaðu eftir deyðanum. Vit vistu, hvat ið kundi henda. Hetta var nevniliga ein kavbátur, sum jagstraði okkum. Tað kendist ein slík órógv á monn­ um. Men eg tørnaði kortini inn og sovnaði. So tá tað var gingin ein tíð, tað munnu hava verið einir tveir tímar, so hoyrdu vit nakað. Tað ljóðaði sum ein motorur. Tá var tað ein torpedo, sum varð skotin eftir okkum. Hon rakti ikki og fór framvið. Ein rotta var umborð. Hon man eisini hava følt sær okkurt, tí nú kom hon knappliga í lugarið og rann millum beinini á monnunum. Men hon fekk frið. Á veg til botns Av monnunum minnist eg Rasmus Joensen, í Skorini, ein eldri eiðis­ mann. Rasmus lá í koyggjuni og las í Bíbliuni. Tá kom hann, sum hevði út­ kikk á stýrhústakinum niður í lugarið. Hetta var Jens Christian Hammer úr Søldarfirði. Tað var um 5­tíðina seinnapartin. Jens Christian tók hina føroysku heima­ missónssangbókina og blaðaði upp og fór at syngja: »Jesus navnið aldri bliknar, slítist ei av tíðartonn«. Hann sang sangin at enda, og tá ið hann lat bókina aftur ­ eg síggi hann fyri mær enn, hóast tað eru meira enn 60 ár síðani ­ og hann legði bókina inn á hillina aftur, tá brast! Alt gekk sera skjótt fyri seg. Hvussu skjótt, ja, tað hava ikki verið minuttir. Tað var, sum alt fór í knús, so sum skottið niður í lugarið. Tað tóktist, sum at alt gekk so skjótt fyri seg. Báturin rullaði á bakborð, og tá hann so aftur rullaði á stýriborð, fór hann. So skjótt gekk alt fyri seg. Helst er allur botnurin farin undan bátinum. Eg stóð á dúrkinum og datt á dúrkið. Ljósið fór, men tað var opin eldur í lugarinum, so eg sá so frægt, at eg fann. Tí fekk eg í tí sama vent mær móti leytaranum. Eg slapp upp og undan bakkanum og var sloppin aftur um hann, tá fór bakkin undir, so tað vóru sekund, tað snúði seg um. Báturin sýgur so nógv niður, og tá hann søkkur, so sýgur hann okkum við. So hopið var næstan úti um at koma uppundan aftur. Jens Chr Hammer, Søldafjørður, 27 ár David Magnussen, Kvívík, 46 ár Iver Iversen, Kvívík, 32 ár Rasmus Joensen, Eiði, 32 ár S.P.M. Petersen, Funningur, 24 ár Joen Dam, Argir, 31 ár P. Sofus Thomsen, Kllafjørður, 37 ár Esmar Christiansen, á Stykkinum, 39 ár J. Sofus V. Jensen, á Stykkinum, 37 ár Carl Samuelsen, á Stykkinum, 26 ár Joen Peter Joensen, Langasandur, 50 ár Joen J. C. Jensen, á Stykkinum, 31 ár Frank Jacobsen, Skopun, 24 ár Martin Hansen, Leynar, 28 ár Theodor Joensen, Eiði, 28 ár Alfred Tage Hansen, Kollafjørður, 23 ár Hans Peter Egholm, Streymnes, 22 ár Joen Poulsen, Ljósá, 48 ár Hesir fórust við Tór II tann 7. september 1942 Næstu ferð Malmberg er á veg niður í dýpið eins og hinir av manning­ ini, har teir flestu druknaðu. Í komandi parti frættist, hvussu tað gekk Malmberg