Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 29 - 12. februar 2002 Nr. 29 - 12. februar 2002 5 Áhugafelagið hjá El- innleggjaraum í Tórs- havn hevur ásannað, at tað ikki er møgu- ligt at koma á mál viðvíkjandi avtøku av punktgjøldum á el- lutum í hesum um- fari. Felagið ætlar tó at taka málið upp- aftur so skjótt sum nýtt landsstýri er skipað PUNKTGJØLD Eirikur Lindenskov Rasmus Magnussen er formaður í áhugafelagnum hjá el-innleggjarum í Havn– Vinnan hevur ferð eftir ferð víst á, at punktgjøldini á el-lutum eru ótíðarhóskandi og kappingaravlagandi, og at tey tí áttu at verið tikin av. Eftir viðgerðina av hesum máli seinastu vikurnar, kann áhugafelagið stað- festa, at eitt lítið framstig er ávegis. Fíggjarmálaráð- harrin hevur gjørt av at taka av punktgjaldið á spari- perum. Hetta er eitt stig á røttu leiðini, men einasta rætta, bæði fyri brúkaran og vinnuna var, at tikið av øll punktavgjøld, sigur for- maðurin í áhugafelagnum hjá el-innleggjarum Ras mus Magnussen. Felagið heldur ikki, at tað ber til at koma á mál viðvíkjandi avtøku av punktgjøldum. – Meiriluti er ikki í verandi samgongu fyri hes- um málið. Brúkarin noyð- ast einaferð enn at finna seg í ov høgum og ójøvnum prísum á el-lutum, og el- bransjan má finna seg í kappingaravlagandi viður- skiftum, sigur Rasmus Magnussen. El-innleggjararnir ætlar tó als ikki at sleppa mál- inum. So skjótt sum nýtt landsstýri er komið til, verða punktgjøldini á el- lutum tikin uppaftur við myndugleikarnar, sigur felagið. Rasmus Magnussen er formaður í áhugafelagnum hjá el-innleggjarum í Havn FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Saltangará: Tá ið Sosial- urin tosaði við Fiskavirking í Saltangará í fyrru helt av seinastu viku, var turt gólv á virkinum, og ivasamt var, nær fólk aftur fingu arbeiðsboð, tí tey vistu ikki um nakra landing. Men sum vikan leið, keypti virkið onkra last, og nú mánadagin lógu 60.000 pund niðurfyri frá seinastu viku. So, steðgurin í Sal- tangará var ikki langur. Fýra trolarar Mánadagin í hesi vikuni landaðu partrolararnir, Jaspis og Ametyst, í Sal- tangará. Teir høvdu til- samans 1900 kassar, harav umleið 1100 kassar var upsi. Í Saltangará vænta tey eisini partrolararnar, Sma- ragd og Safir, í vikuni. Teir høvdu 1300-1400 kassar inni í gjár. Um aðrar land- ingar verða í vikuni, dugdu tey ikki at siga á Fiska- virking í Saltangará mána- morgunin. - Upsin er framvegis smáur, hóast komið er út í februar. Tað tekur tíð at koyra hendan fiskin ígjøg- num maskinurnar. So, vit hava nóg mikið at takast við alla hesa vikuna, siga tey á Fiskavirking í Sal- tangará. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Sandur: Partrolararnir, Kolumbus og Nornagestur, landaðu á Sandi síðsta fríggjadag. Teir høvdu góðan túr, 200.000 pund tilsamans. Meginparturin av veiðini var upsi, men nakað var eisini av toski og hýsu. Hóast Eysturbúgvin, sum plagar at landa á Sandi, landaði aðrastaðni seinasta túr, hava tey havt nóg mikið at gera seinastu tíðina á virkinum á Sandi og í Skopun. - Vit arbeiddu alla síðstu viku, og líkt er til, at arbeitt verður eisini alla hesa vikuna, siga tey á Sandoy Seafood. Ingibjørg góðan túr Mánadagin var línubáturin, Ingibjørg, á Sandi. Teir høvdu roynt í tríggjar dagar og høvdu fult skip, umleið 35.000 pund, mest hýsa. So, hetta var ein góður túrur hjá teimum. Tá ið viðrar, kemur eisini væl av útróðrarfiski uppá land á Sandi og í Skopun, og ein dagin herfyri avreiddi ein bátur úr Havn heili 11.000 pund á umleið 40 stampum í Skopun. - Jú, bátarnir fáa væl av fiski, tá ið tað viðrar. Teir flestu royna við línu, onkur roynir eisini við snellu, siga tey á Sandi. El-innleggjarar: Landsstýrið vil ikki taka av punktgjøldini á el-lutum Kolumbus og Nornagestur góðan túr Jaspis og Ametyst við 1900 kassum Bjarti Mohr, býráðs- limur í Havn og vinnulívsmaður, legg- ur í Dagblaðnum eftir Hermann Oskarsyni, formanni í búskapar- ráðnum. Hermann Oskarson heldur Bjarta fara yvir um linjuna. Løgmaður tekur tað ógvuliga róligt STRÍÐ Heri á Rógvi – Um Hermann Oskarsson hevur hug til at vera politik- ari, so lat hann stilla upp til løgtingsvalið. Hann skal ikki brúka Búskaparráðið til politiskt amboð og eigur hetta at verða steðgað í stundini, skrivar Bjarti Mohr í Dagblaðnum. Tað framgongur av grein- ini hjá Bjarta Mohr, at tað er fiskuvinnuætlanin hjá búskaparráðnum, ið Bjarti er alt annað enn fegin um. – Hvat eru hetta fyri ør- vitisfiskar, sum sleppa at føra seg fram við almennari løn?, spyr Bjarti Mohr m.a. í greinini. Boðini frá Bjarta Mohr eru, at Hermann Oskarsson ikki skal nýta Búskaparráð- ið sum politiskt amboð. Hetta skal steðgast mest- sum beinanvegin. Yvir um linjuna Hermann Oskarsson sjálv- ur sigur seg vera vanan við, at fólk ikki eru samd við tí, ið búskaparráðið sigur. – Fólk eru hjartaliga væl- komin at vera ósamd við Búskaparráðnum. Eg toli eisini at hoyra rættiliga nógv, so hetta ræðir ikki meg. Eg haldi bara, at tað er at fara um mark, tá tað verður mælt til at taka bú- skaparrráðið av. Eg havi mínar meiningar, og hetta havi eg rætt til. Eg havi út- talað meg um fiskivinnu- ætlanirnar sum privat per- sónur, og hetta havi eg rætt til, sigur Hermann Oskars- son. Formaðurin fyri Búskap- arráðið veit at siga, at teir umtalaðu fiskivinnuætlan- irnar vórðu skrivaðar, áðr- enn hann gjørdist partur av Búskaparráðnum, men hann tekur tó dyggiliga undir við hesum. – Eg haldi, at onkur eigur at floyta, tá Bjarti Mohr í hesum førinum fer um mark, sigur Hermann Osk- arsson. Hann veit tó ikki nágreiniliga at siga, hvør hetta skal vera. Sína meining Tað verður ikki Anfinn Kallsberg, løgmaður og formaður fyri Fólkaflokk- in, sum fer at floyta í hesum førinum. Anfinn Kallsberg tekur undir við teimum hugsanum, sum Bjarti Mohr hevur viðvíkjandi fiskivinnuni við fiskidøg- um og kvotum. – Bæði Hermann og Bjarti hava rætt til sínar meiningar. Vit hava øll okk- ara máta at siga tingini upp á, sigur altso Anfinn Kalls- berg. Løgmaður var tó eitt sindur afturhaldandi, tí hann ikki hevði fingið møguleikan at seta seg inn í viðurskiftini. – Eg eri nøgdur við tað, at Búskaparráðið hevur ein málsetning, og at teir gera eina frágreiðing, men eg eri ikki altíð so samdur við teimum, sigur Anfinn Kallsberg, sum ikki sær nakra orsøk til at harta Bú- skaparráðið nakað stórveg- is. Tryggingarfelagið Trygd kundi vísa á eitt positivt úrslit fyri 2001. 1,2 mió tann rætta vegin vísir endaúrslitið. Økti umsetningurin á sjótryggingum sigist at vera millum fremstu orøkirnar til góða úrslitið ÀRSÚRSLITIÐ Heri á Rógvi – Á nevndarfundi hjá Trygd tann 7. februar 2002 kundi felagið leggja fram rokn- skap, sum vísti ein mun- andi vøkstur í tryggingar- virkseminum hjá felagnum í 2001. Bruttotryggingar- inntøkan hjá Trygd er so- leiðis økt úr 17,5 míó kr. í 2000 upp í 32,1 mió kr. í 2001, sum er ein fram- gongd á 14,6 mió kr. svar- andi til 84%, skrivar Trygd í sambandi við, at ársúrslitð hjá teimum varð greitt. Vit spurdu stjórin á Trygd, Christian C. Niel- sen, hvør orsøkirnar vóru til, at Trygd kundi vísa á eitt so gott í úrslit, í mun til undanfarnu ár. – Eg trúgvi, at fólk rokna við, at vit eru komnir fyri at vera, og hetta sæst eisini aftur í, at vit nú hava fingið ein so mikið stóran markn- aðarpart. Tað er eingin einkul orsøk til, at vit kunnu vísa á eitt somikið gott úrslit, men ein høvuðs- orsøk er, at vit hava megn- að at gjørt okkum galdandi á sjótryggingaøkinum, sig- ur Christian C. Nielsen. Síðani Trygd byrjaði at bjóða tryggingar aftur eftir at hava ligið í dvala í longri tíð, so hevur fyritøkan ikki havt tey bestu tølini at vísa á, men teir meta nú, at vend er komin í. Í øllum førum kann Trygd vísa á sítt besta úrslit higartil. 1,2 mío kr. tann rætta vegin standa á niðasta linju, áðrenn skatt. Eginognin hjá Trygd er nú 111 mió kr. Parturin hjá Trygd á tryggingarmarknaðinum er eisini voksin. Trygd eigur 20 % av sjóvinnumarknað- inum, 23% av familju- marknaðinum og 16% av biltryggingunum. Stjórin á Trygd sigur seg vera sera væl nøgdan við farna árið. Stríð um Búskaparráðið – Eg haldi, at onkur eigur at floyta, tá Bjarti Mohr í hesum førinum fer um mark, sigur Hermann Trygd hevur ment seg Christian C. Nielsen, stjóri á Trygd, hevur allar orsøkir til at smílast við sínum seinasta ársúrsltið mynd: Àlvur Haraldsen Anfinn Kallsberg tekur tað rættiliga róliga, nú partamaður hansara rakar út eftir Hermann Oskarsson, formann fyri Búskaparráðið C M Y K 5 4 Vit taka gleðina uppá forskot, viðvíkjandi punktgjaldinum.... TILBOÐ p/f Leif Mohr Smyrilsvegur 2 Postboks 3100 FO-110 Tórshavn Tel 351220 Fax 351230 e-mail: lm@lm.fo www.lm.fo PFLEIF MOHR Góðskuperur av merkjunum Philips og Osram team85 • Long Life (long livitíð) upp til 12000 tímar • 5 - 11W (svarandi til 25 - 60W Allar lágorkuperur nú bara 78,- ANSA EFTIR RYGGINUM Ergo & Hjálpartól Íslandsvegur 39 Tlf. 31 57 77 · 21 57 78 Fax 32 29 98 t-postur: ergo@post.olivant.fo www.dynamo-stol.dk Vitja heimasíðuna á: Styrk um ryggin á tær, við Dynamo Stólinum!