Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 29 - 12. februar 2002 Nr. 29 - 12. februar 2002 7 Úr Grunni Thor- valds Poulsen av Steinum er á øðr- um sinni latið ungum listafólkum gávugóðs. Ein tón- leikari, ein rithøv- undur og ein films- leikstjóri fingu hesaferð gávu- góðsið MENTAN Edvard Joensen Andras Olsen, tónleik- ari, Petur Elias Askham Guttesen, rithøvundur og Teitur Árnason, filmsleikstjóri, fingu fríggjadagin gávugóðs úrr grunni Thorvalds Poulsen av Steinum. Ein viðurkenning fyri int verk og samstundis ein eggjan til at halda fram. Tónleikarin Andras Olsen úr Havn fekk størstu gávuna, sum var upp á 60.000,- krónur. Í grundgevingini fyri at lata Andrasi gávuna sigur nevndin í grunn- inum, at Andras Olsen hevur víst serligar gávur og framúrskarandi hegni sum tónleikari. Høvuðsinstrument hansara er trombon, men hann hevur áður spælt bæði kornet, baryton og euphonium. Hóast ungur er Andras Olsen royndur tónleikari bæði heima í Føroyum og uttanlands. Hann er uppvaksin, at kalla, í Havnar Horn- orkestri, og hevur eisini spælt í eitt nú Føroya Symfoniorkestri, har hann hevur verið so- listur. Umfram hevur hann eisini spælt uttanlands. Hann spælir eitt nú 1. trombon í Orkester Norden. Andras Olsen er út- búgvin á Det Jyske Musikkonservatorium í Århus og í Postgraduate performance á The Royal College of Music í London. Rithøvundurin Petur Elias Askham Guttesen fekk 25.000,- krónur úr grunninum. Um hann sigur nevnd- in fyri grunnin í grund- gevingini, at hann hevur í søgunum "Placebo". "Memento Mori" og "Bróður Jesusar" víst sjáldsamt áræði og gott hegni. Nevndin metir ser- merkta skrivingarlag og evnisval hansara boða frá góðum. Hon sær ein evnaríkan rithøvund, sum hevur góðar møgu- leikar at koma sær fram. Eisini filmslistin fekk gávugóðs úr grunninum. Teitur Árnason, fims- leikstrjóri, fekk 25.000,- krónur. Hann hevur í filmin- um "Burturhugur" víst gott hegni og dugað væl at gera heimildarfilm burtur úr heimligum viðurskiftum, sigur nevndin í Grunni Thor- valds Poulsenav Stein- um. Teitur Árnason hevur givið ungu føroysku filmslistini eina nýggja dimensión, verður sagt í grundgevingini. Teitur Árnason er út- búgvin á International Film Scholl í Ebeltoft í Danmark og á The European Film College í London. Givnar eru gávur góðar Ungi rithøvundurin Petur Elias Askham Guttesen er ikki im- poneraður av før- oyskum bókmentum. Gáttin til at sleppa at geva út er ov lág. Nýskapan skal til, sigur hann BÓKMENTIR Edvard Joensen Tað er ov lítil dygd í nógvum av tí, givið verður út á føroyskum. Nýskapan skal til, og støðið skal hækkast munandi, heldur ungi rithøvundurin Petur Elias Askham Guttesen, sum fríggjadagin fekk gávugóðs úr Grunni Thor- vald Poulsens av Steinum. – Eg eri ikki imponerað- ur av føroyskum bókment- um, og tími heldur ikki at lesa tær, sigur Petur Elias Askham Guttesen. Mær dámar nógv betur klassik arar sum Steinbeck, Ham- sun og Dostoyevsky. Bókmentir eru sum ann- að handverk. Tað skal lærast, og ein meistari skal til fyri at læra lærlingin upp. Meistararnir hjá Peturi Eliasi eru millum aðrar Steinbeck og Hamsun, sum hann lesur fyri at læra. Men hann viðgongur tó, at hann eisini lesur onkran før- oyskan rithøvund. – Men tað er meira fyri at síggja, hvussu eg ikki skal gera, sigur bersøgni ung- lingin. Hann tykist ikki serliga ávirkaður av heiðrinum, honum er vístur, her hann situr í einum stóli inni á eini blaðskrivstovu á Argj- um. Men hann er ómetaliga glaður fyri viðurkenning- ina, sigur hann. Og pengarnir gera, at hann nú kann halda fram at skriva ta skaldsøguna, hann er farin undir, sigur hann. Tað gevur ikki nógv til lívsins uppihald at liva av at skriva í Føroyum. Kortini ætlar hann at halda fram, tí hann hevur nógv upp á hjarta, sigur hann. Væl vitandi, at lesara- grundarlagið í Føroyum er lítið, setur hann tó sítt álit á, at stuðlarnir hinvegin eru góðir. Petur Elias Askham Guttesen er í løtuni í ferð við at skriva sína fyrstu- skaldsøgu, og hon verður rættiliga øðrvísi enn aðrar skaldsøgur, sum komnar eru út á føroyskum, sigur hann. Temaðið í søguni eru av- leiðingar, sum kunnu standast av frammanda- gerð, sigur høvundin. Hann greiðir frá, at høvuðsper- sónurin í skaldsøguni kennir seg fremmandan í samfelagnum, sum hann eisini metir seg standa uttanfyri. Skaldsøgan hevur sera víðgongd sjónarmið, greið- ir Petur Elias frá, og hann metir seg sjálvan vera rættiliga djarvan, tá hugsað verður um, hvussu før- oyskar bókmentir plaga at vera. – Hendan man fara at tykjast nógvum rættiliga provokerandi, og ivaleyst verður trupult at fáa hana givna út. Men vit fáa at síggja, sigur hann. Uttan at sammeta seg við nakran, minnir hann á, at onkur av kendu írsku rithøvundunum mátti royna eini 20 forløg, áðrenn nakar tordi at geva hansara fyrstu skaldsøgu út. Sjálvur heldur Petur Elias Askham Guttesen kortini, at tað er ov lætt at geva út í Føroyum. Gáttin er alt ov lág. 0g hann er samdur við teimum, sum siga, at gáttin skal hækkast. – Kanska verði eg tann fyrsti, sum slái meg í gátt- ina. Vit fáa at síggja, filoso- ferar hann hinumegin borðið. Petur Elias Askham Guttesen sigur, at hann ætlar at fáa komandi skald- søguna givna út á føroyskum fyrst, men hevur eisini ætlanir um at fáa hana umsetta og helst givna út uttanlands. Fyribils ætlar hann at verða verandi í Føroyum og skriva, men verða umstøð- urnar til tað, eru eisini ætlanir um at sleppa út í heim at hyggja seg um og fáa íblástur. Eg lesi føroyskar rithøvundar fyri at læra, hvat eg ikki skal gera. Veruliga lærdómin meti eg meg fáa frá stóru útlendsku klassikarunum, sigur 24 ára gamli Petur Elias Askham Guttesen, sum fríggjadagin fekk gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum Myd : Eirikur Lindenskov Føroyskar bókmentir eru ov vánaligar Andras Olsen fekk 60.000 kr. sum gávugóðs fríggjadagin Karsten Hansen, Fíggjarmálaráðharri hevur sagt, at danir vunnu pening uppá lánini, sum vóru veitt føroyingum í nítiáru- num, tað er ikki satt, vísir tað seg, eftir, at Lisbeth L. Petersen hevur sett ríkisum- boðnum fyrispurning um hvussu umrøddu lánini vóru fíggjaði RÍKISFELAGSSKAPUR Marjun Dalsgaard Lisbeth L Petersen hevur sett fyrispurning til Birgit Kleis, ríkisumboðsmann, um hvussu danski staturin fíggjaði lánini, sum vórðu veitt landskassanum í níti- árunum, og hvussu stóra upphædd talan er um. Or- søkin er, at landsstýrismað- urin í fíggjarmálum, Kar- sten Hansen, hevur sagt, at danski staturin hevur vunn- ið pening uppá føroysku kreppuna. Tað skuldi vera orsakað av, at lánini til Føroya Landsstýri vóru fíggjað við at læna pening uttanlanda til eina rentu, sum liggur um 5% og síðan læna peningin víðari til føroyska landsstýrið við eini rentu, sum hevur ligið um 7%. Bæði Karsten Hansen og Høgni Hoydal, varaløgmaður og landsstýr- ismaður í sjálvstýrismálum løgdu í orðaskiftinum, sum var í sambandi við viðgerð- ina av fíggjaruppskotinum fyri 2002, dent á, at tað beinleiðis er ósatt, tá tosað verður um, at danska stjórnin bjargaði føroysku bankunum í nítiárunum. Karsten Hansen sigur, at talan heldur er um mangl- andi hjálp. Hetta hevur argað Lis- beth L. Petersen, sum í við- merkingini til fyrispurn- ingin til ríkisumboðið sig- ur, at tað er vorðin ein ‘myta’, at danski staturin hevur vunnið pening uppá kreppuna í Føroyum, at hon er troytt av at hoyra uppá tað, og at hon tí vil kastað ljós yvir málið við hesum fyrispurningi. Í fyrispurn- inginum spyr hon, hvussu stór samlaða peningaupp- hæddin var, sum danski staturin lænti føroyingum í nítiárunum, hvussu lánini vóru fíggjað, hvussu høg renta var á lánunum sum danir veittu føroyingum, og um hvussu nógvan pening danski staturin hevur vunn- ið uppá lánveitingina í Før- oyum. Eingin vinningur – eingin útreiðsla Svarið frá ríkisumboðs- manninum er, at danski staturin ikki hevur vunnið nakað av lánveitingini til Føroya Landsstýri. Danski staturin fíggjaði ikki lánini til Føroya við lánum uttan- lands, men við sølu av statsobligatiónum. Rentan, sum var sett til føroysku lánini, var sett eftir miðal rentusatsinum, sum hevur verið galdani á hesum marknaðinum. Danski stat- urin hevur tí ikki havt nakr- an beinleiðis vinning av lánunum, men tað hevur heldur ikki kostað statinum nakað. Á fylgiskali til svarið sæst, at rentan hevur ligið um 8% í 1993; 6-7% í fyrru helvt av 1994 og millum 8- 9% í seinnu helvt av 1994 og fyrru helvt av 1995, har hon er hægst. Hareftir ligg- ur hon millum 6-7% í 1995 og 1996 og kemur niður á 5% í 1997. Samlaða upp- hæddin á lánveitingini var 5.593.6 mill. og restskuldin í dag er 3,7 mia. krónur. Tað hevur ikki verið møguligt at fáa fatur og Karsten Hansen til eina viðmerking um hvaðani hann hevur upplýsingarnar um hvussu danski staturin hevur fíggjað lánini til Før- oya í nítiárunum, áðrenn blaði fór til prentingar. Eingin bjarging Í viðmerking til svarið hjá ríkisumboðsmanninum uppá fyrispurningin hjá Lisbeth L. Petersen, sigur, sigur Høgni Hoydal, at hetta júst prógvar tað, teir hava sagt, at tað er misvís- andi, at framhaldandi tosa um, at danski staturin bjargaði føroysku bank- unum. – Tað hevur ikki kostað danska statinum eitt oyra, at veita landskassanum lán og tað er tí ikki talan um nakra bjarging. Danski stat- urin hevur havt ein leiklut í málinum, sum vanligur kreditorur,og tað er einki ó- vanligt í tí, tað er ikki talan um nakra bjarging. Høgni Hoydal vísur eis- ini á, at svarið frá ríkisum- boðsmanninum vísir, at rentan hevur verið alt ov høg í mun til rentuna á utt- anlandslánum, um liggur um 5%, tað hevur tí verið ein dýr loysn, sum var vald í nítíárunum. Dýr fyri Før- oyar. Ein bíligari loysn fyri Føroyar hevði verið, at fingið lán til vega uttan- lands. Um danski staturin hevði vilja verið garantur fyri føroyskum lánum utt- anlands, hevði verið møg- uligt, at forhandla rentuna niður á tey fimm prosent- ini, sum hon vanliga er á uttanlandslánum. Hetta kundi landsstýrið ikki eins- amalt tí okkara samfelag er so lítið, at tað verður at síggja sum ótrygg íløga, at læna pening til Føroya, hes- in trupuleikin hevði ikki verið, sum Danmark gar- anteraði fyri lánunum. Danir ikki vunnið pening av lánum til Føroya Lisbeth L. Petersen er troytt av at hoyra uppá, at danski staturin hevur vunnið pening uppá lánveitingina til Landskassan í nítiárunum og hon vildi við fyrispurninginum til ríkisumboðið fegin avlíva hesa ‘mytu’ Karsten Hansen hevur sagt, at danski staturin hevur vunnið pening uppá renturnar í samband við lánveiting til landskassan í nítiárunum Høgni Høydal sigur, at svarið uppá fyrispurningin hjá Lisbeth L. Petersen vísir júst tað, hann hevur sagt alla tíðina, nevniliga at tað er ósatt, at danski staturin bjargaði føroyska samfelagnum – Hóast eg havi fingið fleiri áheitanir um at stilla upp í Norður- streymi, so havi eg gjørt av, at eg ikki stilli upp nakrastaðni, nú tað ikki eydnaðist at stilla upp fyri Javn- aðarflokkin í Suður- streymoy UPPSTILLING Eirikur Lindenskov Helena Dam á Neystabø er nú partur av tingmanning Javnaðarfloksins – men tað verður hon bara fram til løgtingsvalið komandi, tí hon fer als ikki at stilla upp til komandi løgitngsval. Eftir at Suðurstreymoyar Javnaðarfelag mikukvøldið vrakaði hana sum valevni, váttaði hon fyri Sosiali- num, at hon hevði fingið á- heitanir um at stilla upp fyri Javnaðarflokkin í Norður- streymi. Hon vildi miku- kvøldið ikki gera fleiri við- merkingar til málið, tí hetta var eitt mál millum hana og nevndina í Norðstreymoyar Javnaðarfelag. Norð- streymoyar Javnaðarfelag hevði 1. uppstillingarfund sunnukvøldið, og sambært útvarpinum var Helena Dam á Neystabø als ikki í uppskoti at koma á listan. Upp í tingbólkin hjá Javnaðarflokkinum Fríggjadagin boðaðu Hel- ena Dam á Neystabø og Jó- annes Eidesgaard tingfor- manninum frá, at Helena Dam á Neystabø nú er lim- ur í tingbólki Javnaðar- floksins. – Tað er ongantíð komið fyri, at ein limur í Javnaðarflokkinum, sum er tingmaður, ikki er limur í tingbólkinum hjá Javnaðar- flokkinum, tí var avgerðin um at taka Helenu Dam á Neystabø upp í tingbólkin hjá Javnaðarflokkinum meira ein organisatorisk avgerð heldur enn ein poli- tisk avgerð, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javn- aðarfloksins. Talan var um eina nátúr- liga avleiðing av, at Suður- streymoyar Javnaðarfelag hevur tikið hana upp sum lim. Nú hon ikki stillar upp til løgtingsvalið komandi, merkir tað, at Helena Dam á Neystabø fer úr politikki. Hon kann sjálvandi stilla uppaftur til løgtingsvalið um fýra á, og tað er hugs- andi, at Suðurstreymoyar Javnaðarfelag tá vil hava hana á listanum, tí fleiri limir í felagnum hava heitt á hana um at bíða við at stilla upp til næsta val. Helena fer úr politikki Nú er greitt, at Henela Dam á Neystabø als ikki stillar uppaftur til komandi løgtingsval POLITIKKUR Eirikur Lindenskov Bert tvinni mál er á skránni til tingfundin í dag. Tingmenn skulu at- kvøða um, hvørt Bjarni Djurholm skal svara einum fyri spurningi frá Hergeiri Nielsen, løg- tingsmanni Tjóðveldis- floksins, um vatnið í Sumbiarbergholinum. Løgtingsmaðurin vil hava at vita, hvussu nógv av vatninum er runnið í havið seinastu tvey árini, hví bíðað verður við at geva loyvi at gavnnýta vatni, nær loyvi væntandi verður givið og um rættartrygd- in í samfelagnum er nóg væl umsitin, tá borgarlig rættindi og lóggevandi valdið á ørðum ári verða troðkað av rókini. Hitt málið á skránni er aðalorðaskifti um frí- skúlar. Tá henda samgongan varð skipað, varð m. a. niðurfelt í samgongu- skjalið, at møguleiki skal vera fyri frí- og eftirskúlum. Við støði í hesum setti táverandi landsstýris- maður, Signar á Brúnni, í 1999 ein arbeiðsbólk at gera uppskot um frískúl- alóg. Arbeiðssetningur- in hjá arbeiðsbólkinum var m. a. við atliti at bú- staðarmynstrinum í Før- oyum at lýsa málið um frískúlar (privatskúlar) og tørv á hesum í okkara samfelag, at skriva álit um málið og at geva landsstýrismanninum eitt ummæli av máli- num, at gera eitt lógar- uppskot um frískúlar at leggja fyri løgtingið og at lýsa væntandi fíggjar- ligar avleiðingar, um eitt lógaruppskot um frí- skúlar verður samtykt. Sumbiarvatn og frí- skúlar á tingborði í dag C M Y K 7 6