týsdagur 12. februar 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 29 - 12. februar 2002
Nr. 29 - 12. februar 2002
9
Fríggjadagin fingu 24
pedagogar handað
prógv á Lærara-
skúlanum. Millum
hesar 24 pedagogarn-
ar vóru tveir lands-
liðsleikarar og ein
vælkend songrødd
her á landi
PEDAGOGAR
Ingrid Bjarnastein
Allan Mørkøre, Alvi Justin-
ussen og Karl Martin Sam-
uelsen fingu fríggjadagin
prógv fyri lokna pedagog-
útbúgving. Teir eru ávíka-
vist kendir sum landsliðs-
leikarar og sangari, men
fríggjadagin vóru teir ikki í
landsliðsbúna, men í før-
oyskum klæðum.
– Hetta er tað, sum vit
hava glett okkum mest til –
at fáa útbúgvingina, og
harvið at sleppa at arbeiða
við menniskjum, og ikki
minst børnum, sigur Allan
Mørkøre, nýútbúgvin peda-
gogur.
Hinir báðir nikka játt-
andi. – At sleppa at arbeiða
við børnum og menniskjum
sum heild er felags fyri
okkum øll, sum nú hava
fingið útbúgvingina, leggja
teir afturat.
Men teir tríggir hava eis-
ini aðra útbúgving. Karl
Martin er útbúgvin bilmek-
anikari, Alvi er snikkari og
Allan er útbúgvin krambar-
kallur.
– Pedagogyrkið er so
nakað, sum er komið við
árunum, siga teir. Teir halda
allir, at hetta er nakað, sum
er komið við árunum, men
hóast tað hevur ligið í bak-
høvdinum allatíðina.
– Tað var ikki meira enn
náttúrligt fyri mítt viðkom-
andi at veða pedagog, sigur
Allan Mørkøre.
Karl Martin veit at siga,
at Allan var tann, sum av
fyrstan tíð lokkaði hann at
søkja inn til pedagog. Ella
lokkaði er kanska skeivt at
siga, men hann var tann,
sum purraði uppundir, tí
áðrenn
arbeiddu
Karl
Martin og Allan á sama
stovni.
Men nú útbúgvingin er
komin, hvat so? Teir eru
allir væl áleiðis út á
arbeiðsmarknaðin.
Alvi
hevur fingið arbeiði á frí-
tíðarskúlanum í Gøtu, Karl
Martin skal arbeiða í
nýggja býlingshúsinum í
Klaksvík, meðan Allan
hevur fingið arbeiði á
Bóndaheygi 14, sum er eitt
sambýli.
Sosialurin ynskir Allan,
Alva og Karl Martin og
hinum 21 pedagogunum
hjartaliga tillukku við út-
búgvingini.
2 landsliðsleikarar og 1 rockstjørna
Karl Martin Samuelsen, sangari, Alvi Justinussen, landsliðsleikari og Allan Mørkøre,
landsliðsleikari her avmyndaðir saman við rektaranum Paula Nielsen. Teir kunnu nú allir ganga
undir felagsheitinum: pedagogar
Mynd: Finnur Justinussen
Teir 24 pedagogarnir vóru:
Jákup Baldvinsson, Joan
Danielsen, Haldóra Holm,
Ingigerð Holm, Astrid
Joensen, Beinta Joensen, Alvi
Justinussen, Borgarhjørt
Larsen, Birna Mikkelsen,
Allan Mortensen, Allan
Mørkøre, Elin Mørkøre,
Svanna Nielsen, Eyðna
Norðfoss, Jógvan Philbrow,
Haidi Poulsen, Magnus Pauli
Poulsen, Sunrid Poulsen,
Jóhanna Rubeksen, Karl
Martin Samuelsen, Kári
Skýlindal, Siri O. Sólstein,
Irena Tróndheim og Jóhanna
Vest
Mynd: Finnur Justinussen
– Tá sagt verður, at
talan er um týðandi
nøgdir av kolvetni, so
merkir hetta bert, at
tað er so mikið
áhugavert, at tað er
vert at arbeiða víðari
við. Harvið er ikki
sagt, at tað
neyðturviliga vil vera
talan um rakstrar-
verdugar nøgdir sigur
Ben Arabo, stjóri hjá
Amerada Hess
OLJUEITING
Jan Müller
Bæði føroyingar og olju-
heimurin sum heild bíða í
stórum spenningi eftir úr-
slitinum av fyrstu lovandi
boringini
hjá Amerada
Hess-samtakinum á land-
grunninum. Oljumálastýrið
segði í tíðindaskrivi eftir, at
fundið varð gjørt, at talan
er um týðandi nøgdir av
kolvetni. Við blaðið Fregnir
fríggjadagin sigur Graham
Stewart, nevndarformaður í
Føroya Kolvetni, at tá
orðingin »týðandi nøgdir«
verður brúkt, so er talan um
minst 200 mill. tunnur av
olju. Hann leggur tó dent á,
at vit vita so lítið enn, at vit
mugu pent bíða til úrslitini
verða tøk einaferð í summ-
ar. Hann vísir eisini á, at
Agip og Føroya Kolvetni
vita enn ikki, hvar tey fara
at bora. – Vit mugu bíða
eftir frágreiðingini frá Hess
sigur Graham Stewart.
Vit
hava
spurt
Ben
Arabo, stjóra í Amerada
Hess, um týðandi nøgdir av
olju eru minst 200 mill.
tunnur!
– Tað er so ikki tað vit
leggja í orðingina týðandi
nøgdir. Hasi orðini mugu tí
standa fyri hansara egnu
rokning. Eg vil ávara ímóti
at vera alt ov bjartskygd.
Tað er alt ov tíðliga at siga
nakað um rakstrarverdugar
nøgdir.
Ben Arabo vísir á, at tá
sagt verður týðandi nøgdir,
so er tað tí, at tað er so mik-
ið áhugavert, at tað er vert
at arbeiða víðari við. Har-
við er ikki sagt, at tað neyð-
turviliga vil vera talan um
kommerciellar
nøgdir.
Hann sigur víðari, at vit
skulu minnast til, at tað eru
onnur fund, sum eru gjørd
fyri nógvum árum síðani og
sum hava ligið í 30 ár., sum
so sanniliga eisini vórðu
týðandi fund, men tey vóru
ikki kommerciell tá.
Ben Arabo heldur, at vit
mugu eisini ansa eftir ikki
at foreinkla tingini. Tí tað
er ikki bara nøgdirnar tað
velst um. Tað er ov tíðliga
enn at siga fyri vissu,
hvussu stórar nøgdirnar
eru, og tí er tað eisini ov
tíðliga enn at siga, um at
tað er omanfyri ella niðan-
fyri eina ávísa nøgd.
– Nøgdin er bara eitt.
Finna vit út av, at nøgdin er
í lagi, so er tað so nógv
annað, sum skal vera til-
steðar. T.d. reservoirkvalit-
etur oa. Tað er tí nógv ar-
beiði eftir at gera, áðrenn
man kann siga, um tað er
rakstrarvert ella ikki. Vit
vita meira einaferð í summ-
ar, men tað er ikki vist, at
vit kunnu siga nakað við
vissu.
Í samrøðuni við Fregnir
sigur Graham Stewart, at
teir (Agip og Føroya Kol-
vetni, blaðm.) vita ikki,
hvar teir fara at bora. Teir
mugu bíða eftir frágreið-
ingini frá Hess.
– Nú veit eg ikki, hvat
frágreiðing hann tosar um.
Er tað hon til Oljumálastýr-
ið, ja so verður leingi at
bíða eftir henni. Tað verður
so ikki fyrr enn um áleið
eitt hálvt ár. Og eg veit
heldur ikki, hvussu nógv í
smálutir tann frágreiðingin
fer.
Enn er óvissa
FØSTULÁVINT
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Leygardagin var
árliga føstulávintstiltakið
hjá Klaksvíkar Hornorkest-
ur í KÍ høllini. Tiltakið var
væleydnað og frá Horn-
orkestrinum frætta vit, at
teir eru sera vælnøgdir.
Hóast veðrið ikki var av tí
besta, so høvdu um 600
fólk leitað sær niðan í KÍ
høllina, har bæði tunnu-
sláttur og køkutombola var.
Stórt køkutombola
Sigast má, at køkutombol-
aði henda dagin var sera
stórt, har vóru 415 vinning-
ar, sum lokalir keypmenn
og heilsølan saman við
mammum, konum, omm-
um og øðrum høvdu latið.
Silvi vitjaði
Tá ið ein góður tími var far-
in, lógu tær tíggju tunnurn-
ar, sum Norðoya Sparikassi
hevði latið, á gólvinum, og
tíggju sera glað børn vóru
harvið kattakongar. Serliga
var átta ára gamli Arne
glaður, tí at hann var komin
allan vegin av Glyvrum at
sláa tunnu. Kattakongarnir
fingu hvør sín luksuspakka
av slikki frá Statoil, um-
framt at øll børnini eisini
fingu ein pakka. Silvi kom
á vitjan, beint áðrenn tann
seinasta tunnan datt á gólv-
ið, og eydnaðist tað honum
at gerast kattakongur. Silvi
kastaði lut ímillum at-
gongumerkini um fimm
kassar av Jolly. Og sjálv-
andi rungaði Silva tónleik-
ur úr hátalarunum. Alt til-
takið vardi í tilsamans tveir
tímar, og fólk hugnaðu sær.
Væleydnað føstulávintshald
Hóast teir mongu vinningarnir, so vardi køkutombolaði bert hálvan annan tíma
Seinast í februar
kemur nýggja blaðið
Glóðin út
ÙTOYGGJAR
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík: Ì løtuni situr
nevndin í Ùtoyggjafelagn-
um og leggur síðstu hond á
eitt blað, ið eftir ætlan skal
koma út seinast í februar
mánaða.
Blaðið skal bera heitið
Glóðin, og kemur at inni-
halda kunning um viður-
skiftini á teim føroysku út-
oyggjunum, tíðindi, søgur
av ymsum slag og eisini
okkurt søguligt tilfar.
Ùtoyggjafelagið varð sett
á stovn tann 13. desembur í
2001, og er endamálið at
betra viðurskiftini á út-
oyggjunum,
samstundis
sum útoyggjarnar eisini
skulu mennast soleiðis, at
tær kunnu standa á jøvnum
føti við onnur pláss í Før-
oyum.
– Vit vilja hava fokus sett
á útoyggjarnar í Føroyum,
og vónandi kann blaðið
hjálpa okkum við hesum,
sigur
Olga
Biskupstø,
nevndarlimur í Ùtoyggja-
felagnum.
Blaðið Glóðin verður
fíggjað við stuðli frá fyri-
tøkum, sum lýsa í blaðnum,
og skal eftir ætlan koma út
fýra ferðir um árið.
Fyrsta eintakið av blaðn-
um verður borið út til hvørt
húsarhald á øllum útoyggj-
um í Føroyum, meðan tey
komandi bløðini verða send
til limirnar hjá felagnum.
Harafturat verða bløðini
eisini at fáa til keyps í sølu-
búðum kring landið.
Ùtoyggjafelagið gevur
blað út
Silvi gjørdist eisini kattakongur
Tey vaksnu hugnaðu sær við einum kaffimunni
Hesi gjørdust kattakongar. Standandi frá vinstru: Karina 10, Bárður 11, Marin 14, John 12, Andreas 9 og Elsa 8
Sitandi: Áron 6, Arne 8, Gunnar 5 og Otto 3
C
M
Y
K
9
8
Brúktir bilar til sølu
Sosialurin - 311820
www.ivan.fo
www.ivan.fo
Citroen Xantia
1,9 TD 5H
km. 94.000, árg. okt. 1996
115.000,-
OG FLEIRI AÐRAR
BRÚKTAR BILAR SO
HYGG INN Á GÓLVIÐ OG
FÁ EITT GOTT TILBOÐ
Citroen Xantia 1,9 TD
5H
km. 101.000, árg. jun. 1998
120.000,-
Nissan Primera 2,0 SGL
4h
km. 28.000, árg. Aug. 1997
115.000,-
Peugeot 306
d 4H
km. 150.000, árg. apr. 1995
80.000,-
Seat Cordoba 1,9D
STC. 5H
km. 35.500, árg. Aug. 1999
125.000,-
Citroen Jumpy 1,9TD
8 ferðandi
km. 28.200, árg. mars 2000
190.000,-
WV Polo 1,4 i Classic
5H
km. 16.000, árg. okt. 1999
123.000,-
Ford Escort 1,8D
GLX 4H
km. 187.000, árg. nov. 1995
51.000,-
Hyundai Accent
1,3LS 5H
km. 65.000, árg. feb. 1999
75.000,-
Ford Escort
1,8i 16V 5H
km. 80.000, árg. jun. 1997
70.000,-
Mazda E2200
Vøruvognur
km. 91.500, árg. mar. 1997
95.000,-
Fiat Tipo
5H
km. 108.500, árg. mai 1989
26.000,-
Sýnaður 06'01
Sýnaður 11'01
Sýnaður 06'01
Mitsubishi Lancer 1,5
GLXi 5h
km. 145.000, árg. mai 1992
52.000,-
Sýnaður 12'01
Mitsubishi Pajero
3H
km. 208.500, árg. sep. 1986
45.000,-
Sýnaður 07'01
v/mvg
Mitsubishi L300
2,5D
km. 161.000, árg.1994
80.000,-