Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 29 - 12. februar 2002 Nr. 29 - 12. februar 2002 11 Bjarni Djurholm, landsstýrismaður Lærlinga- og tøkniútbúgv- ingarnar eiga at húsast so- leiðis, at hølisviður-skiftini skapa møguleikar, trivnað og framburð Tørvurin á kvalifiseraði arbeiðsmegi er tengdur at búskapargongdini í samfel- agnum. Serstakliga hand- verksvinnan kennir tørvin á skikkaðari arbeiðsmegi. Hesin parturin av vinnuni skipar lutvíst sjálvur fyri útbútbúgving og harvið neyðugu tilgongdini til fak- ini. Henda skipan er sjálv- regulerandi, sæð í mun til útboð og eftirspurning. Tá so talið av læruplássum er speg-ilsmynd av aktiviteti- num, so má skipanin metast smidlig og skilagóð, sam- felagnum at frama. Leikluturin hjá tí al- menna er tó eisini sjálv- sagdur, tá um lærlinga-og tøkniútbúgving ræður. Tað almenna hevur m.a. á- byrgdina av, at høli og út- búnaður standa mát við al- samt skiftandi menningina í handverksfakunum og innan tøkniútbúgving sum heild. Lítil ivi er um, at handverksvinnan virkar sambært umstøðunum, og at vinnan loysir tilgongdina av lærl-ing-um samsvar- andi umstøðunum, tvs. á fullgóðan hátt. Spurningur- in er tí, hvussu loysir tað al- menna sína uppgávu? Teknisku skúlarnir Neyvan er nakar ivi um, at teknisku skúlarnir hava kvalifiseraðar lærarar og dagførd-an útbúnað. Fyrst í nítiárunum, vórðu ymisku teknisku útbúgv- ingarnar lutaðar millum báðar tekn-isku skúlarnar. Høvuðsmunurin var, at HT endaði í Klaksvík, meðan meginparturin av lærlinga- útbúgvingunum vóru lagd- ar í Tórshavn. Harumframt hava skúlarnir báðir onnur tilboð, t.d. SIT. Aðalmunurin millum skúlarnar eru tó hølini. Tekniski Skúlin í Klaksvík varð um- og útbygdur í átt- atiárunum, so metast má, at høliskarmarnir har eru nøktandi. Verri er statt í Tórshavn. Her hevur skúlin húsast í leigaðum barakkum einastu 20-25 árini. Høli, sum vóru ætlað sum fyribilsloysn, til skúlin varð bygdur á Marknagili. Eisini hevur skúlin hildið til í ymiskum leigaðum hølum í býnum. Á vegamóti Við vaksandi tilgongdini av lærlingum í huga, saman við broyttu og alsamt øktu krøvunum til tær ymisku útbúgvingarnar, er lítil ivi vera um, at Tekniski Skúlin í Tórshavn stendur á einum vegamóti. Skal skúlin framhaldandi vera karmurin um dygga frálæru og eisini megna at taka móti komandi avbjóð- ingum, serstakliga við olju- vinnuni í huga, so má skúl- in nú fáa nýggj og dagførd høli. Skipanin við lærupláss- um er skilagóð. Ein skipan, sum yvir áramál, skapar javnvág við arbeiðsmegi í handverksvinnuni. Sostatt frítekur vinnan tað almenna frá at fremja útbúgvingar- skipan, sum verður rikin og regulerað samsvarandi pol- itiska veðurlagnum. Nakað, sum neyvan hevði tænt handverksvinnuni og slettis ikki samfelagnum uppá sikt. Tað er tí sjálvsagt, at lærlingaútbúgvingarnar húsast soleiðis, at hølisvið- urskiftini skapa møguleik- ar, trivnað og framburð og ikki sum nú trupulleikar og forðingar fyri at síggja longur enn til morgindagin. Tí má politiski myndug- leikin taka sær um reiggj og á skúlaøkinum raðfesta so- leiðis, at Tekniski Skúlin í Tórshavn í næstum fær møguleika at húsast nýggj- um tíðarhóskandi bygning- um. Almenn ábyrgd Er íløgukarmurin ov trong- ur, so eigur skúlin at sleppa út á marknaðin, og har fáa hendur á áhugaðum invest- orum, sum vilja leggja rygg til íløguna til nýggjar bygn- ingar. Tað almenna kann so gera langtíðarsáttmála við íleggjararnar, soleiðis, at skúlin er almenn ogn aftaná ávíst áramál. Handverksvinnan er týð- andi partur í fjøltáttanini av føroyska búskapinum. Um- framt at vera sjálvberandi, so skal vinnan hava møgu- leikar at menna, virka og selja dygdar-vør-ur og tæn- astur á føroyska marknaði- num og til útflutnings (í frí- ari altjóða kapping). Tað er uppgávan hjá tí al- menna at skapa røttu karm- arnar, bæði innan vinnu- avgjalds- skattalóggávu osfr. Tá tað ræður um fys- isku karmarnar liggur eis- ini øll ábyrgdin hjá tí al- menna. Ein ábyrgd, sum higartil ikki hevur verið nøktandi umsitin. Tí eigur landsstýrið at taka sær um reiggj og semj- ast um, at byggingin av nýggjum tekn-iskium skúla í Tórshavn verður fram- skundað. Í 2004 fyllir Tekn- iski Skúlin í Tórs-havn 70 ár. Tað má tí roknast at vera hóskandi og sjálvsagt, at skúlin, nú hann rundar pen- siónsaldur, fer at húsast í nýggjum, tíðarhóskandi og dagførdum hølum. Eitt stig, sum er í fullum samsvari við almenna vinnupolitikk- in. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Anja Weihe anja@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Seinastu árini hava vit oftani hoyrt, hvussu góðir ambassadørur fótbóltlandsliðið er fyri Føroyar. Hó- ast liðið hevur tapt nógvar av dystum sínum, verður úrslitið oftani kortini mett at vera bæði gott og flott. At pinkutjóðin Føroyar skal eiga eitt fótbóltslands- lið, ið kann spæla móti teimum stóru, verður mett sum nakað serligt, nakað stórt og nakað eksotiskt. Men tað er so sanniliga ikki bara innan fótbóltin, at vit sum tjóð og fólk hava nakað at vísa umheimi- num. Eisini á øðrum økjum eiga vit fólk, sum hava evni og gávur at umboða okkum – at vera okkara ambassadørar. Tónlistin er nakað, sum eyðkennir lond og fólk. Mætir tónleikarar hava skrivað sítt navn í søguna og hava heimlond teirra teimum nógv fyri at takka. Teir eru ambassadørar fyri sítt land langt langt út í fram- tíðina. Hóast fáment so eiga vit eisini nógv góð tónlista- fólk. Ein gongd, sum hevur tikið dyk á seg seinastu árini. Pætur við Keldu er einki undantak í so máta. Ikki tí – hann hevur ikki vunnið stórsigrar á palli ella fest sítt navn í altjóða tónleikasøguna. Ikki enn. Men við síni luttøku á danska Grand Prixinum hev- ur hann kortini laðað bæði sær sjálvum og sínum heimlandi ein varða at kunna byggja víðari á. Vit vunnu, hóast vit taptu. Hetta hevur verið niður- lagið eftir mangar fótbóltslandsdystir. At gerast nummar fimm í danskari tónleikakapping er júst tað sama. Tað er at vinna, hóast tú “tapir”. At vinna hjørtu – at vinna virðing – at slóða fyri nøkrum góð- um í tónleikinum. Tað er at vinna. Lagið hjá Pæturi var eitt listarligt avrik. Tað var fragd fyri oyrað - fyri sálina. Tað var tað besta av teim, ið vóru við í endaspurtinum. Ikki tí at tað var okkara maður, sum átti og framførdi tað. Nei, tað var tí, at tað veruliga rakti í plett. Nú er slík kapping tó meira enn bara eitt gott lag. Tað er eisini eitt show, ein dystur um bestu og mest spennandi framførsl- una. So hóast tað ikki lat dyrnar upp til europeisku kappingina í Letlandi, so lat Pætur við sínum lag dyrnar upp til innastu kømurini í tónleikahjørtunum hjá mongum av teimum 2 milliónunum, ið fylgdu við. Hvussu ber tað til, at eitt so lítið land kann forstra so talentfullar tónleikarar! Pætur er bert enn eitt av okkara frægu tónlistafólkum, sum hava og fara at geva okkum so nógv. Dagsins vinnufokuser- aða samfelag eiga eisini so nógv onnur virði, eitt nú tey, sum tónlistin hevur at bjóða. Hana eiga vit tí at hjúkla um og menna. Sjálvandi eiga vit ikki at yvirmeta hetta, men vit eiga heldur ikki at undirmeta tað. Vit eiga at vera errin av, at land okkara hevur fostrað tónlistafólk sum Pætur við Keldu. Við liðina á mongum øðrum gávuríkum tónlistafólkum er hann ein týðandi part- ur av okkara mentan og identiteti, samleika. Nakað gott at byggja víðari á. Tillukku til føroyska tónleikaambassadørin Pætur við Keldu. DAGSINS MEINING Sosialurin Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Gott og flott Pætur VIÐMERKINGAR Kári P. Højgaard, løgtingsmaður Sjálvstýrisfloksins Fyrst tøkk fyri hugnaliga samveru í Miðvági, tá tunn- ilin varð skotin ígjøgnum. Tøkk til tykkum sum hava framt verkið, og tit sum hava staðið fyri arbeiði- num, tøkk øll somul. Undir hátíðarhaldinum høvdu umboð fyri flestu flokkar orðið og tóku sær heiðurin av, at verkætlanin er um at verða verðuleiki. Ivaleyst var onkur hjá- staddur, sum saknaði rødd- ina á einum av teimum trimum umboðunum fyri Sjálvstýrisflokkin, sum eis- ini vóru hjástaddir hesa løt- una. Tað er ikki neyðugt at greiða frá leiklutinum, Sjálvstýrisflokkurin hevur havt fyri Vágoynna, tað gongur sjón fyri søgn. Tað varð meðan Sjálvstýris- flokkurin átti landsstýris- mannin í samferðslumál- um, at Atlantsflog gjørdist veruleiki og føroyingar fingu egið flogfar og tyrlu. Hetta hendi, hóast nógvir fótonglar vórðu lagdir at forða fyri, at hesar ætlanir kundu fremjast. Hvat við Súluni og Gása- dalstunnlinum ? Til næstseinasta fólka- tingsval, hevði Sjálvstýris- flokkurin fingið mann valdan í Vágum, um hetta hevði verið eitt løgtingsval. Hetta herðaklappið fekk flokkurin frá vágafólki fyri leiklutin, at fremja verkætl- anina av undirsjóvartunnli- num. Vónandi endurtekur søg- an seg til komandi løgtings- val. Handverksútbúgvingarnar og Tekniski Skúlin Vágatunnilin Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum Málið um Landsverkfrøð- ingin – uppsøgnin av Henn- ing Jacobsen og miseydn- aða ætlaða samanleggingin við Strandferðsluna – er nú aftur komin á pallin. Løg- tingsins umboðsmaður hevur givið sín lemjandi dóm í framferðini viðvíkj- andi mannagongdini tá nýggjur landsverkfrøðingur varð settur og nú hevur eitt tingfólk (Katrin D. Jac- obsen) reist spurningin, um at fáa alt málið endavent aftur og at umfatandi kann- ing verður sett verk, fyri at fáa fulla greiðu á, hvat veruliga fór fram uppundir jól í 1998 og dagarnar aftaná. Vit fara við spenningi og áhuga at fylgja við, havt kemur burturúr hesum. Tað eigur ikki at vera fremmant fyri nøkrum, at leiklutur okkara hevur allatíðina ver- ið rættuliga sjónligur í hes- um ódámliga máli. Men tað er ikki hesa nýggju vendina í málinum vit fara at viðgera her, men tær frágreiðingar og við- merkingar, sum eru kom- nar, aftaná sera álvarsomu niðurstøðuna frá Løgtings- ins umboðsmanni. Niðurstøðan hjá umboðs- manninum er stutt og greitt, at røtt mannagongd er ikki nýtt tá fráboðan um set- anina fór fram og at hetta er sera álvarsamt, staðfestir umboðsmaðurin. Í Degi og viku mán- adagin 04.02.2002 vórðu stuttar, men sera áhuga- verdar viðmerkingar frá aðalstjóranum Arna Poul- sen og landsstýrismann- inum Bjarna Djurholm í Vinnumálastýrinum um niðurstøðuna hjá um- boðsmanninum. Aðalstjórin segði at ums- itingin í Vinnumálastýr- inum tók ”dómin” til eftir- tektar og fór at broyta mannagongdir. Landsstýrismaðurin segði at hetta fekk ikki av- leiðingar fyri umsitingina í Vinnumálastýrinum og tók hann ábyrgdina av tí, ið varð farið fram. Men, so legði hann aft- urat, at torført er at finna reglur fyri hvussu fram skuldi farast í slíkum við- urskiftum, og var her talan um bæði almenna og kommunala fyrisiting og fyrisitingina sum heild og hevði hann (Vinnumála- stýrið) nú tikið stig til at broyta hetta innan hansara virkisøki og var hetta tí eisini eitt frambrot sum heild innan tað almenna, at fáa skil viðurskiftunum á almenna starvsfólkaøki- num, sum beinleiðis vóru ógreið. Tað landsstýrimaðurin her sigur, er sera álvarsom ábreiðsla og ákæra á løg- mann og umsiting hansara og kann ikki leggjast øðr- vísi út, enn at hon ikki røkir tær uppgávur hon skal og at tað nú er Vinnumálastýrið, sum hevur tikið stig til at fáa hetta uppá pláss. Løg- maður umsitir eisini kommunal mál. Vit sum í dagliga arbeiði okkara hava við starvs- fólkaviðurskiftir at gera og sum allatíðina fáa at vita, at starvsfólkaviðurskiftir liggja í hondunum hjá løg- manni og umsiting hansara, eru ørkymlaði og órógvaði av hesum beinleiðis ákæru- num, sum landssstýrimað- urin í Vinnulmálum her set- ur fram móti løgmannsum- sitingini, tí hvat er tað sum veruliga fer framm her: er ongin samskipan av starvs- fólkaviðurskiftununum innan almenna umsiting, er tað í veruleikanum hvør stýrið ella landsstýrismað- ur, sum setur sínar egnu reglur fyri einum yvirorn- aðum starvsfólkaplotikki, er onki eftirlit við virksem- inum hjá ovastu leiðuslu- num í stýrunum á hesum øki ella hevur almenna um- sitingin í veruleikanum ongan fast skipaðan starv- sfólkapolitikk ?? Her eru, sum sagt, settar fram sera álvarsamar ábreiðslur ella beinleiðis á- kærur av einum landsstýri- manni, at løgmaður og um- siting hansara ikki skipa og røkja starvsfólkapolitikkin sum hann eigur og fara vit tí at spyrja løgmann hvørjar avleiðingar hetta fær fyri hann (løgmann) og um- siting hansara og hvat hann ætlar at gera, nú tað sær út sum at landsstýrismenn í hvørjum stýrið sær, fara at taka ein slíkan álvarsaman spurning um ein fast skip- aðan starvspolitikk í egnar hendur og møguliga lagað hann eftir egnu ”høvdi”. Vit vænta eitt fullfíggjað og nøktandi svar frá løg- manni. Sólvit Simonsen Tú byrjar við at nevna mítt navn og forsetur allan vegin gjøgnum lesarabræv títt, so ætli eg mær at gera nakrar viðmerkingar, men ikki hysteriskar, sum tú vil gera tær til, tað kunnu onnur fólk døma um hvør skriving var meira hysterisk – tín ella mín. Tú sigur at eg blívi við at skriva, hettar er ikki satt, eg skrivaði tvey lesarabrøv um ferðaætlanina, men tey blivu bæði skrivaði í fjør, nakað annað er at fleiri hava skrivað og tikið undir við tí, sum eg skrivaði, so tað eru nógv, ið taka undir við mær, um tú er ímóti. Víðari skrivar tú at vit bera okkum at, sum um vit eiga Gomlu rætt og Teistan. Er tú í iva, um hvat hvat ferjulegan á Gomlu rætt bleiv bygd til? Er tú í iva um hvat Teistin bleiv bygdur til? Tá ið gjørt verður upp í pengum er tað í hvussu so er Sandoyggin sum stendur fyri skotum. Síðani tekur tú til at tað er so stuttur teinur, bert 10 min. millum Hest og Gomlu rætt; Súlan tekur 40 ferðafólk, tí meti eg at tit áttu ikki at gjørt avslag uppá Súluna til morguntúr og um hon lá í Hesti, so kundu tit sjálvi eisini gjørt av við einum kvøldtúri, og ikki verið bundin av Sand- oyarferjuni. Og so høvdu tit sjálvandi Teistan til tað tungu ferðsluna. Síðani skrivar tú um, at Teistin kemur heilt heim á Hol á Eystfallinum. Metir tú so ferðaætlanina bert á eystfallinum, ella hvussu langt er hann úr hesum vælsignaða holi á vestfallinum. Eg komi av góðum grundum ikki at brúka hesa rutuna, men loyvi mær at koma fram við mínari meining álíkavæl. Og síðani fari eg at enda við, at tað sum Teistin siglir við fyrsta túr úr Sandoynni, er arbeiðsfólk, skúlafólk og onnur ferðafólk, og ikki tvey skúlabørn sum møguliga koma aftur til bygdar. Somuleiðis er nógv framleiðsla frá virkjunum í Sandoynni sum skal um fjørðin, so Sandoyggin hevur sanniliga brúk fyri Teistanum. Annars sendi eg øllum hestfólki mínar vinarligastu heilsanir. Edmund Joensen Í hesum døgum reikar Høgni Hoydal varaløg- maður runt um í Evropa og reypar av framúr góð- um føroyskum búðskapi og sigur frá, at innan 4 ár eru Føroyar suverenur statur. Eftir sita vit allir aðrir føroyingar, skjótt á veg niður aftur á normalt bú- skaparstøðið, og ikki ein- ans tað er allur ver- uleikin. Anfinn Kalsberg og Høgni Hoydal hava staði á ádda fyri, at umleið 400 netto milliónir eru tveittar burtur, sum svara til í bruttu eina heila milliard í føroyska bú- skapinum. Jákup Fredrik Øre- gaard sáli segði tað so gott, at alt sum vit hava at gjalda við kemur annaðhvørt úr sjónum ella frá Holmens kanal (ríkisveiting), sum hann tók til. Hetta er, so sætt, sum tað var sagt. Í høvuð- sheitum er tað sama galdandi í dag. Føroyar hava seinastu árini verið valsignaðar við nógvum fiski og ó- vanliga høgum fisk- aprísi. Haðani stavar øll tann stóra eyka intøka til føroyska samfelagið frá, sum komin er í hesum valskeiðinum. Holmens kanal (Statskassin) hevur harumframt avskriva og langfíggja føroyska skuld, og annars gjørt tað møguligt at sanera vinnulív á sjógvi og landi. Alt reyp og geip um, at landsstýrið og takka ver- ið teirra hegnisligigu bú- skaparstýring er tað bera tvatl og vrøvl. Er tað nakað, sum kan sigast um hetta landstýrið so er tað júst tað øvugta. Veru- ligi raksturin á fíggjar- løgtingslógini er hækk- aðar upp ímóti milliard- ini seinastu fýra árini. Hetta hevði allar aðrar staðir í heiminum verið tiki, sum tekin um ómegn hjá sitandi lands- stýri. Útflutningur Veruleikin er eisini, at útflutningur Føroya hevur ligi um 2,5 miljardir um árið, fram til hetta landstýrið tók við. Útflutningurin hevur síðani verið óvanligur, longu í 2001 kemur samlaði útflutningurin uppí móti teimum 4 mill- iardunum. Hetta kemst útilukkandi av hækkandi fiskaprísum á flestu fiskasløgum og høgum prísum á alilaksi. Toskur, hýsa og flestu botnfiskasløgini eru hækkaði í miðal við ein- um 10 kr/kg. Prísurin á alifiki, laksi og sílum hækkaði uppum 30 kr/kg. Har eru peng- arnir komnir frá. Síðan er botnurin farin úr laksa marknaðinum. Botnfiskur fellur mun- andi eisini. Kreppa er í rækjuflotanum svart- kjaftastovnurin er hóttur o.s.f. Alt talar fyri at Føroyar eru á veg niður á eitt meira normalt búskapar- støði aftur. Tað verður bara nógv álvarsligari at fara niður aftur nú lands- stýrið hevur tveitt burtur 400 milliónir av frum- inntøkum. Nú landstýrið hevur latið veruliga raksturin á fíggjarlógini hækka útvið milliardina, samstundis sum fíggj- arlóg er løgd fram sum vísur hall. Meðan føroyingar við ferð eru á veg niður á aft- ur eitt meira vanligt bú- skaparstøði, reikar vara- løgmaður runt í Evropa og reypar um framúr góðan búðskap, og boðar frá suverenum stati innan 4 ár. Er slettis ongin endi á galskapinum hjá lands- stýrinum spyrja fólk? Finnleif Guttesen Valevni hjá sambands- flokkinum í Suðuroy Hetta kan væl ikki kallast Anti-Suðurstreymoyar-pol- itikkur? Vit vita øll, at miðstaðar- økið er við at spreingjast av tilflyting, tí flest øll almenn størv eru har, meðan tað er ein trupuleiki at fáa tilflyt- arar til útjaðaran. Tað yngra ættarliði vendur heimbygd- ini bakið, tí tað er einki ar- beiði at koma aftur til og kanska heldur ikki nóg góðar umstøður fyri trivn- aðinum yvirhøvur. Hetta er og hevur verði gongdin í nógv harrans ár. Bygdamenning verður ídag kalla økismenning og oyggjamenning. Hendan navnabroytingin er sum at stoyta gamalt vín á nýggjar fløskur og hevur ikki skapt nakra sum helst broyting. Tað blívur bert tosa, føgur orð frá samgonguni, sum einki hald er í. At taka avgerir um at menna útjaðarin, eisini av- gerðir, sum eru illa umtókt- ar í miðstaðarøkinum, og møguliga kostar lands- kassanum pening, tað megnar verandi samgonga ikki. Tað hevur víst seg at eingin vilji er til staðar fyri at gera broytingar. Tí er tað bert eitt at gera og tað er at velja umboð hjá sambandsflokkinum, sum búgva og virka í útjaðari- num, til komandi løgtings- val. Hesi umboð, sum búgva í økinum vilja ar- beiða fyri, at útjaðarin fær meinlíkar umstøður, sum í miðstaðarøkinum. At onnur økir í Føroyum hava tað gott unna vit teim- un av fullum hjarta, men vit í Suðuroy vilja ikki góðtaka at verða eftirbátar meira. Um menningin av útjað- arinum kemur at kosta landskassanum pening, skal landskassin sjálvsagt gjalda, men tað er ikki neyðugt at hetta verður so. Øll almenn størv, er ein stuðul frá landinum til økini har størvini eru og við at flyta hendan almenna stuðulin út til økini, kann landið menna útjaðarin nógv meira enn tað verður gjørt í dag. Hetta vil ikki kosta land- inum nakað, tí fleiri almenn størv í útjaðarunum skal sjálvsagt minka um al- mennu størvini í mið- staðarøkinum. At fara í hernað, fyri at menna útjaðarin skal og má ikki verða meinlíkt bardag- anum hjá Don Quixote móti vindmylnum. T-postur: fg800@post.olivant.fo Svar til Sannu Silvurstein VIÐMERKINGAR Varaløgmaður reikar runt í Evropa Bræv til løgmann viðvíkjandi almenna starvsfólkapolitikkinum Almenn størv, er ein stuðul til øki har hesi arbeiðspláss eru C M Y K 11 10