Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 29 - 12. februar 2002 Nr. 29 - 12. februar 2002 13 Orðini frá norður- lendsku rithøvund- unum, sum fyltu Klingruna leygar- dagin, raktu antin í sínum tvítýdningi, ella við síni serligu samanseting, bein- rakin kendar kenslur av kærleika og tráan, settu spurningar um samleika og vestur- lendska uppfatan af heiminum og fingu okkum at smílast yvir tað absurda í daglig- degnum MENTAN Marjun Dalsgaard »Eg elski bøkur« ljóðaði røddin hjá Bubba úr hátal- arunum í Klingruni leygar- dagin. Bubbi Mortens var harvið tað íslendska íslettið í tí norðurlendska tiltakin- um í Norðurlandahúsinum, har norðurlendski samleik- in kendist fjálgur, tá fimm av teimum 13 rithøvundun- um, sum eru útnevnd til Norðurlendsku Bókmenta- virðislønina í ár, lósu upp yrkingar og brot úr skald- søgum teirra. Tvær skald- søgur og trý yrkingasøvn, sum eru millum tey 13, ið eru mett, at vera tey bestu, sum eru skrivaði í norður- londum í dag, vórðu her lis- in upp, og tað var ikki heilt frítt, at tað var ein hátíðar- ligur dámur yvir løtuni. Tað var í sambandi við eina rundferð kring norður- lendsku høvuðsstaðirnir, at rithøvundarnir og yrkjar- irnir vóru í Norðurlanda- húsinum. Tíðin fleyg með- an yrkingar og brot úr skaldsøgum vóru lisin upp. Evnini vóru universel: Kærleiki, tráan, arbeiði, samleiki, tað dagliga, heimsáskoðan og menn- iskjaáskoðan, sæð gjøgnum eyguni hjá norðurlendskum heimsborgarum. Lisið upp á svenskum, finskum, grønlendskum, føroyskum og donskum. Tí var hetta tiltak, sum minnur okkum á, at vit hoyra saman, eisini við til at minna okkum á, at vit eru ymisk. Vit hava ymisk mál og ymiska fortíð, sum hevur givið okkum ymiskar leiklutir bæði í sambandi við umheimin og hvønn annan, men kortini ein fel- ags norðurlendskan sam- leika. Endamálið við norð- urlendsku bókmentavirðis- lønini er at styrkja norður- lendskar bókmentir og norðurlendskan samleika, at læra norðbúgvar at kenna norðurlendskar bókmentir. Føroyskt yrkingasavn útnevnt Føroyskar bókmentir eru ikki altíð umboðaðar tá Norðurlendska Bókmenta- virðislønin verður latin, men millum valevnini í ár er havnarmaðurin Tóroddur Poulsen við sínum yrkinga- savni »Blóðroyndir,« sum Ebba Hentze hevur týtt til danskt. Eins og nærum alt annað, ið kemur frá Tór- oddi Poulsen, er heitið á yrkingasavninum tvískilt. Tað, ið serliga eyðkennir yrkingarnar hjá Tóroddi er spælið við tvítýddum orð- um og undirskiltum týdn- ingum. Til tíðir speiskliga, til tíðir alskin kann hann, við einari einstakari reglu, ella einum vælvaldum orði, síðst í eini yrking gera vart við tað undarliga, býttis- liga, stuttliga ella absurda í tí dagliga, sum vit vanliga ikki hugsa um. Tveir føroy- ingar hava fyrr fingið Norðurlendsku Bókmenta- virðislønina, í 1965 fekk William Heinesen hana fyri skaldsøguna »Det gode håb« og í 1986 fekk Rói Paturson virðislønina fyri yrkingasavnið »Líkasum.« Londini velja sjálv Tað er upp til einstøku londini, um tey velja at útnevna nakran av sínum rithøvundum, sum valevni til Norðurlendsku Bók- mentavirðislønina. Í Føroy- um er tað sostatt Rithøv- undafelag Føroya, ið stend- ur fyri hesum. Tær smærru natiónirnar í norðurlondum eru sum heild ikki væl um- boðaðar, men í ár eru rit- verk frá bæði Grønlandi, Samum og Føroyum við. Tískil eru 13 skaldsøgur og yrkingasøvn útnevnd í ár, men ofta eru einans 10, nevniliga tvey úr ávíkavíst Danmark, Finnlandi, Svø- ríki, Noreg og Íslandi, men sum Gunnar Hoydal segði, tá hann beyð vælkomin, er norðurlendska mentanin umfatað av øðrum málum og mentaðum enn frá hes- um fimm. Norðurlendska Bókmentavirðislønin hevur verið latin síðan 1962 og er endamálið at styrkja norð- urlendska bókmentan. Virðisløning er á 350.000 danskar krónur, hartil kem- ur at ritverkini verða týdd til onnur norðurlendsk mál. Endamálið er, at norður- lendskar bókmentir verða betur umboðaðar í norður- londum. Ofta verða norður- lendsk ritverk týdd til stóru heimsmálini, men ikki til onnur norðurlendsk mál. Tað er týdningarmikið at norðurlendskar bókmentir koma út um landaoddarnar, men eisini at tær koma inn um hjá hvørjum øðrum, so at norðbúgvar læra at kenna og kansk elska norður- lendskar bókmentir. Eg elski bøkur, norðurlendskar bøkur... Danmark: Klaus Høeck »In nomine”« Yrkingar Ib Michael »Kejserens Atlas« Skaldsøga Finnland: Kari Aronpuro »Pomo:n lumo« Yrkingar Ulla-Lena Lundberg, »Marsipansoldaten« Skaldsøga Ísland: Mikael Torfason, »Heimsins heimskasti pabbi« Skaldsøga Gyrðir Eliasson , »Gula húsið« Stuttsøgur Noreg: Lars Saabye Christensen, »Halvbroren« Skaldsøga Hans Herbjørnsrud, »Vi vet så mye« Stuttsøgur Svøríki: Eva Runefelt, »I djuret« Yrkingar Peter Kihlgård, »Du har inte rätt att inte älska mig« Skaldsøga Føroyar: Tóroddur Poulsen, »Blódroyndir« Yrkingar Grönland: Ole Korneliussen, »Saltstøtten« Skalsøga Samiska málið: Kirsti Paltto »Suoláduvvon« (»Det tapte«) Ritverk útnevnd til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina: Yrkingasavnið »Blóðroyndir« hjá Tóroddi Poulsen er útnevnt av Føroya Rithøvundafelag, til at verða millum tey ritverk, ið eru valevni til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina Mynd: Finnur Justinussen Tríggir av teimum fimm valevnunum, sum lósu upp í Norðurlandahúsinum leygardagin. Frá vinstru danin Ib Michael, føroyingurin Tóroddur Poulsen, grønlendarin Ole Korneliussen. Tveir av luttakarunum eru ikki við á myndini, og tey eru Kari Aronpuro úr Finnlandi og Eva Runefelt úr Svøríki Mynd: Finnur Justinussen Pætur við Keldu tveitti allar nervar av sær, og gav millióna stórari danskari hyggjarfjøld eina flotta framførslu. Sangurin var vakur og tóktist koma beint frá hjartanum. Pætur var sera væl nøgdur við sítt avrik, hóast hann ikki vann kappingina GRAND PRIX Orð: Eyðun Klakstein, Myndir: Jens Kristian Vang Keypmannahavn: Pætur var stinnur sum ein klettur, tá hann fór á pallin í Cirk- usbygninginum leygar- kvøldið. Frammanfyri sær hevði hann eini 1600 fólk í salin- um, men upptøkutólini varpaðu hansara framførslu út til einar tvær milliónir hyggjararar. Hetta nervaði tó á ongan hátt føroyska tónleikaran, sum sannførandi stíli sang sangin um dreymin. Som en drøm. Og tað gjørdist ongantíð nøkur marra. Pæt- ur sang frálíka væl, hann var tryggur undir allari framførsluni, og hann livdi seg væl inn í sangin. — Eg kendi meg væl á pallinum. Eg roknaði við, at eg fór at fáa nervar, áðrenn eg skuldi syngja, men teir stóru nervarnir komu ongantíð. Eg eri sera glaður fyri, at eg kundi njóta løtuna, tá eg sang. Tað hevur nógv at siga fyri meg, sigur Pætur við Keldu. — Tá eg kom á pallin og fekk fatur í mikrofonini, var eg púra róligur. Tú skalt geva fólki nakað teir minuttirnar, tú syngur, og tað legði eg meg eftir. Ert tú bangin ella ótryggur, so avdúkar sjónvarpið teg beinanvegin, men ert tú hinvegin róligur og av- slappaður, so sæst tað eisini. Politiken umrøddi í sunnudagsblaðnum aðal- royndina til Grand Prixið, sum var fríggjakvøldið. Teir bitu merki í, at Pætur stóð við hondunum í lumma — púra róligur — meðan hann bíðaði eftir, at alt skuldi vera klárt hjá honum at fara í gongd. Og tá tónleikurin so fór í gongd, so var hann beinan- vegin klárur at syngja og gjørdi tað trygt. Væl nøgdur við avrikið Nei, tað var einki, sum tók klaksvíkingin á bóli, tá hann tók lut í Grand Prix- num. Óttin fyri stóru av- bjóðingini gjørdist ongan- tíð veruleiki, og Pætur kom væl burturúr sínum fram- førslum. — Eg eri als ikki keddur av, at eg ikki vann. Fyri meg ráddi tað um, at eg skuldi gera tað gott, og tá eg kom av pallinum eftir fyrru framførsluna, var eg glaður, tí eg hevði nátt málinum. Alt gekk uppá stás, og so hevði eg ikki brúk fyri meira, greiðir Pætur frá. — At so eisini slapp við til finaluna, var gott at fáa afturat, tí so visti eg, at okkurt lá eftir fram- førsluna. Samanumtikið er eg sera væl nøgdur við mítt avrik. Eg haldi, at eg gjørdi vart við meg, og nú vóni eg, at hetta kann lata nakrar dyr upp. Pætur fekk góða móttøku frá fólkunum, sum høvdu fingið sess í Cirkusbygn- inginum, og meðan melodi- øsi og vakri sangurin hjá Pætur ljómaði úr hátalarun- um, tendraðu fólk ljós í salinum, og tað var eisini nakað, sum hjálpti Pæturi á pallinum. Dygd og stílur Sangurin hjá Pætur var eingin typiskur Grand Prix sangur. Hann var helst ov friðarligur til at vinna kappingina, men hinvegin var hetta júst ein sangur, sum vísti dønum, hvat Pætur stendur fyri, og hvat hann er førur fyri at av- rikað. Tónleikurin domineraði á ongan hátt, og tað var gjørd við beráddum huga, tí ætlanin var, at góða røddin hjá Pæturi skuldi verða tððulig. Við systur síni, Tóru, og kórsangarum aft- urat stóð røddin hjá Pæturi sterk í myndini allatíðina. At sangurin so eisini varð valdur út til finaluna, var eitt stórt herðaklapp til Pætur, og fólk skulu leggja minni í, at hann ikki fekk fleiri stig. Tað tóktist sum danir framvegis leitað eftir einum ávísum slagi av sangi, sum skal umboða teir í europeisku finaluni. Pætur slapp undan at gera vart við seg á nakran plattan hátt. Hann hevði stíl, sangurin var øðrvísi enn allir hinir, og fram- førslan var framúr góð. Nú føroyingar aftur fingu umboð við til Grand Prixið, var tað eitt gott umboð, sum vit fingu við, Sangurin og framførslan hjá Pæturi hevði dygd og stíl. Og tað finnur langt frá í øllum sangunum, sum eru við í Grand Prixnum. Pætur fekk nógv góð orð við á vegnum, og tað sást eisini aftur, tá ein rúgva av fólki við tilknýti til Grand Prixið hittust í Parkini eftir Grand Prixið. Pætur var ein populerur maður, og meðan aðrir av luttakarunum sótu friðarligir í stólum í gong- ini, vóru tað nógv, sum vildu heilsa upp á føroyska luttakaran í kappingini. Pætur stóð royndina við rós, og nú ræður um at smíða, meðan jarnið er heitt. Pætur var sum ein dreymur — Eg kendi meg væl á pallinum. Eg roknaði við, at eg fór at fáa nervar, áðrenn eg skuldi syngja, men teir stóru nervarnir komu ongantíð, sigur Pætur við Keldu C M Y K 13 12