týsdagur 12. februar 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 29 - 12. februar 2002
15
Eftir aðalroyndina í
Grand Prixnum
fríggjakvøldið
peikaðu tey flestu á
Malene W. Mortensen
sun vinnara. Og hon
vann sannførandi
GRAND PRIX
Eyðun Klakstein
Keypmannahavn:
Favo-
ritturin í danska Grand
Prixnum gjørdist vinnari.
19 ára gamla Malene W.
Mortensen var tann sein-
asta í røðini, og danir vóru
als ikki í iva um, at hon
skuldi vinna. Hóast dóm-
arapanelið gav sanginum
vánaligt
skoðsmál,
var
støðan hjá dønum ein heilt
onnur.
Kring alt landið peikaðu
fólk á Malene W. Mort-
ensen, og tað verður tí hon,
sum skal umboða Danmark
í europeisku finaluni í
Talinn í mai mánaði.
– Tað er deiligt, men eis-
ini eitt sindur undarligt at
vinna. Eg var gjørd til favo-
ritt í kappingini, og tað
legði meira trýst á meg,
segði Malene W. Morten-
sen eftir sigurin. Hon tók-
tist vera tikin á bóli av
øllum hóvastákinum, sum
varð gjørt burturúr.
Nógv talaði fyri
Donsku fjølmiðlarnir sum
vóru til royndina fríggja-
dagin, gjørdu í leygardags-
bløðunum Malene til favo-
ritt. BT hevði gjørt eina
kanning millum fólk eftir
royndina, og úrslitið av
henni var púra greitt. Ma-
lene fór at vinna.
Sangurin Vis mig hvem
du er var passaliga lívligur,
niðurlagið var fangandi,
hann ljóðaði nøkunlunda
modernað, og so var sjar-
merandi sangarin eisini við
til at betra um støðuna.
Malene W. Mortensen
endaði næstfremst í eini
tónleikakapping fyri ung-
fólk, sum hevur verið send í
donskum sjónvarpi herfyri,
men hesaferð var hon vinn-
arin, meðan tann, sum vann
áðurnevndu
kappingina,
slapp at syngja í einum av
steðgunum í Grand Prix-
num. Soleiðis kann alt
venda upp og niður við
hvørt.
Vinnandi sangurin er
longu týddur til enskt, og á
enskum skal hann eita Tell
me who you are. Tá sang-
skrivarin hitti pressuna eftir
Grand Prixið ognaði hann
Prins Heindrikki sangin.
Favoritturin vann
Ummælarin á Politik-
en, sum finnist harð-
liga at støðinum í
Grand Prixnum,
heldur, at sangurin
hjá Pæturi við Keldu
var nógv tann besti.
Vinnandi sangskriv-
arin heldur, at Pætur
syngur inniligt og
erligt
GRAND PRIX
Eyðun Klakstein
Keypmannahavn: Tað eru
ikki mjúk orð, tónleika-
skribenturin á danska dag-
blaðnum Politiken hevur at
bera Grand Prix kapping-
ini, men hann hevði rósandi
orð til føroyska luttakaran í
kappingini.
– Sangurin hjá Pætur var
klárt tann besti. Ein flott
lag og framúr væl sungið
og spælt. Pætur er fan-
tastiskur, segði Erik Jensen,
tá danska Grand Prixið var
av leygarkvøldið.
– Tú hoyrir, at tað er
dygd í sanginum hjá Pæt-
uri. Sangurin er øðrvísi enn
vanligir Grand Prix sangir,
og tað ger eisini, at hann
kann ikki vinna. Eg var eitt
sindur
kløkkur
av,
at
sangurin kom víðari til
finaluumfarið, tí tað hevði
eg ikki roknað við, sigur
hann.
Brúk fyri meira tíð
Erik Jensen heldur, at stilli
sangurin hjá Pæturi er ikki
tað slagið av tónleiki, sum
plagar at vinna danska
Grand Prixið. Danir vilja
hava okkurt, har tað er
meira lív í.
– Sangurin hjá Pæturi
hevur brúk fyri eitt sindur
meira av tíð, enn hann kann
fáa í Grand Prixnum. Men
hann blívur bara betri, og
mín hugsan er, at hetta er
tann besti sangurin í ár,
sigur Erik Jensen.
– Pætur skal vera væl
nøgdur við sítt avrik. Hann
kláraði seg sera væl á
pallinum, framførslan var
góð, og hann gjørdi gott
inntrykk.
Erik Jensen hevði annars
ikki nógv positiv orð at
bera danska Grand Prix-
num, sum hann heldur er
blivið keðiligt og vánaligt.
Hesa misnøgd brúkti hann
nógv pláss til í Politiken
sunnudagin.
Erligt og inniligt
Maðurin,
sum
skrivaði
vinnandi Grand Prix sangin
í ár, var Michael Ronson,
og honum dámdi eisini væl
sangin hjá Pæturi.
– Pætur er inniligur og
erligur, tá hann syngur, og
tað dámar mær væl at
síggja. Nógvir av sangun-
um tykjast at vera fram-
leiddir til eitt ávíst konsept,
men sangurin hjá Pætur
virkaði ómetaliga inspirer-
aður og erligur, sigur
Michael Ronson, sum er
ættaður úr Rumenia.
Í fjórðu royndini í Grand
Prixnum
eydnaðist
tað
honum umsíðir at vinna, og
tað var hann sera fegin um.
– Eg haldi, at sangurin
hjá mær vann, tí tað var eitt
gott lag, og so var tón-
leikurin passaliga lívligur
og spennandi. Hetta er
ómetaliga stuttligt, segði
glaði vinnarin.
Misnøgdur danskur ummælari:
– Pætur var best
– Sangurin hjá Pæturi hevur brúk fyri eitt sindur meira av tíð, enn hann kann fáa í Grand
Prixnum. Men hann blívur bara betri, og mín hugsan er, at hetta er tann besti sangurin í ár,
sigur Erik Jensen, ummælari á Politiken
Mynd: Jens Kristian Vang
Tað er deiligt, men eisini eitt sindur undarligt at vinna, segði Malene W. Mortensen eftir sigurin
Mynd: Jens Kristian Vang
15
14
Nr. 29 - 12. februar 2002
– Alt gekk, sum tað
skuldi, og tað eri eg
sera glað fyri, sigur
Tóra við Keldu, sum
gav beiggja sínum
eina hjálpandi rødd í
Grand Prixnum
GRAND PRIX
Eyðun Klakstein
Keypmannahavn: Leyg-
arkvøldið stóðu Pætur og
Tóra við Keldu á pallinum í
Cirkusbygninginum,
har
danska Grand Prixið var
hildið. Tey hava sungið
nógv saman áður, men
hetta var ein heilt onnur
støða.
Nú ráddi tað um at syngja
fyri tveimum milliónum
dønum, sum fylgdu spentir
við í sjónvarpinum, og tað
var ein stór uppgáva
– Eg eri sera glað fyri, at
tað gekk so væl hjá okkum.
Eg helt, at serliga seinnu
ferðina riggaði tað væl hjá
okkum, segði Tóra, tá
kappingin var av leygar-
kvøldið.
– Eg hugsaði als ikki um,
at so nógv lurtaðu og hugdu
eftir okkum. Vit sóu tey
fólkini, sum sótu úti í
salinum, og tað var fyri
teimum, at vit fyrstu og
fremst royndu at syngja.
Einki vónbrot
Tóra sang eina av kór-
røddunum í sanginum. Hon
er von við at syngja saman
við Pæturi, og hesaferð
riggaði tað eisini sera væl
hjá teimum. Musikalsku
systkini svingaðu væl sam-
an.
– Tað var stuttligt at vera
við í Grand Prixnum, og eg
kláraði at njóta hvørja løtu,
tað vardi, segði Tóra, sum
heldur ikki fór niður við
høvdinum, hóast tað ikki
eydnaðist teimum at vinna.
– At vit komu víðari til
finaluna var stuttligt, men
eg eri als ikki kedd fyri tað,
um vit endaðu nummar
fimm. Alt riggaði væl hjá
okkum, og tað var tað
týdningarmesta, helt Tóra.
Danska Grand Prixið 2002
1. Malene W. Mortensen
Vis mig hvem du er
64
2. Luna Park
Sommerregn
52
Neighbours
Alt mellem himmel og jord
52
4. Morten Fleck
Alle dage er en fredag
42
5. Pætur við Keldu
Som en drøm
30
Hinir sangirnir:
U.F.O
Mon du falder ned?
Jeanett Debb
Medieshow
Bjarne Langhoff
Det' på tide
Tine B.
Helt derinde
Mads Broe Andersen
Aldrig mig igen
Tóra fegin um at tað gekk væl
– At vit komu víðari til
finaluna var stuttligt, men eg
eri als ikki kedd fyri tað, um
vit endaðu nummar fimm.
Alt riggaði væl hjá okkum, og
tað var tað týdningarmesta,
sigur Tóra við Keldu
Mynd: Jens Kristian Vang
Vinnarin av Grand Prixnum, Malene W. Mortensen
C
M
Y
K
14
Eysturoyar
Javnaðarfelag
Uppstillingarfundur
2. og møguliga 3. uppstillingarfundur, ið lýstur
var at verða mánadagin, verður í staðin týsdagin
12.februar kl.2000 í hølinum hjá Stranda Centrum,
Strendur.
Við á fundinum vera Dan R. Petersen og Katrin
Dahl Jacobsen
Nevndin
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Tiltøk
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið