Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 29 • týsdagur • 12. februar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Um vikuskifti fund- aðust fleiri av før- oysku fótbóltsfeløg- unum, og úrslitið av hesum tykist vera, at Christian Andreasen verður nýggjur FSF formaður í hesum mánaðinum FÓTBÓLTSPOLITIKKUR Jákup Mørk Tað er ikki bara til løgtings- valið, at uppstillingarfundir verða hildnir kring landið. Eisini í fótbóltspolitiska lívinum verður tingast dúgliga, nú tíðin at stilla formansvalevni til aðal- fundin er um at renna út. FSF hevur annars boðað frá, at teirra valevnið til formanssessin er Dánjal Andreasen, men sum er, er ikki líkt til, at tað verður hann, sum verður formað- ur. Ísak er burtur Tað var nevnliga eitt breitt úrval av føroyskum fót- bóltsfeløgum, sum hittust í HB-húsinum um viku- skiftið, og líkt er til, at niðurstøðan á fundinum var ein breið semja um, at hesi hava í kvittanunum at inn- stilla Christian Andreasen til formanspostin. Illa ber til at fáa at vita, nágreinuliga hvørji feløg tóku lut á fundinum, men vit hava áður nevnt, at tað fyrst og fremst tykjast vera høvuðsstaðar- og suðuroy- arfeløgini, sum hava staðið aftan fyri kandidaturið hjá Christiani Andreasen, og hetta verður so ikki avsann- að av nøkrum pørtum. Tvørtur ímóti ljoðaðu meldingarnar, at um fe- løgini, sum vóru á fund- inum, standa við sítt, tá aðalfundurin verður, so er nýggi formaðurin longu valdur. Umframt Dánjal Andrea- sen, so hevur aðalskrivarin í FSF, Ísak Mikladal, eisini verið nevndur sum eitt møguligt valevnið til formanspostin. Sum landið liggur í løtuni, so er tó ikki líkt til, at hann verður í uppskoti, og tað má eisini metast sum sera ivasamt, um hann yvir høvur hevði stillað upp, um ein áheitan kom nú. Í fyrsta lagið hevur FSF við innstillanini av Dánjali Andreasen boðað frá, at aðalskrivarin ikki er teirra boð til ein formann, og soleiðis sett ein stóran bremusklossa fyri Ísak. Í øðrum lagi kann hugs- ast – uttan at nakar fæst at vátta hesum – at fleiri av teimum feløgum, sum nú standa aftan fyri Christan Andreasen, upprunaliga vóru fyri Ísak Mikladal. Verða báðir tveir stillaðir upp, kundi avleiðingin tí verið, at hvørgin fekk nóg mikið av atkvøðum til at sessast á føroysku fótbólts- trúnuni. Veldst um stuðulin Tað er longu langt síðani, at Christian Andreasen vátt- aði, at hann hevði fingið eina áheitan um at stilla upp, men hóast hendan enn stendur við makt, so hevur hann enn ikki tikið nakra avgerð um, hvørt hann fer at stilla upp. - Tú kanst siga, at eg havi fingið eina rættiliga mas- siva áheitan um at stilla upp. Enn havi eg so ikki tikið nakra endaliga støðu, men tað er greitt, at hendan skal takast nakað skjótt, tí freistin at stilla upp er jú úti mikudagin, sigur nýggi favoritturin til formans- sessin. - Eg kann sum sagt ikki geva nakað endaligt svar, men um uppbakningurin tykist vera somikið breiður, at talan er um ein meirluta av aðalfundinum, so rokni eg við at taka av, sigur Christian, sum annars ikki tykist satsa alt upp á for- manssessin. - Eg havi sum so nóg mikið at síggja til í ger- andisdegnum, og tað hevur so avgjørt vigað nógv, nú eg havi hugsað um eina møguliga uppstilling. Eg eri tó av teirri fatan, at bygnaðurin í FSF er so- mikið góður, at hetta fer at bera til. Opinleika Hóast hann enn ikki hevur tikið nakra endaliga støðu, so er tó nærliggjandi at spyrja, hvørji viðurskifti hann fer at leggja dent á, um so er, at nýggi formað- urin í Fótbóltssambandin- um fer at eita Christian Andreasen. - Lat meg bara siga alt fyri eitt, at tað so avgjørt ikki er við nakrari koll- veltin fyri eygað, um eg fari í formanssessin. Eg havi í nógv ár havt við nevndararbeiðið í FSF at gera, og sjálvur haldi eg, at tað er eitt gott arbeiði, sum er gjørt har. - Tað kemur hinvegin at snúgva seg meira um at víðariføra ta linjuna, sum hevur verið galdandi higar- til, heldur hann. Spurdur, um tað kortini ikki eru onkrar smávegis broytingar – ella justeringar – sum hann ætlar sær at fremja, sigur Christian, at sum so hevur hann einki serligt í kvittanum. - Tað er givið, at ein og hvør broyting má fara fram í neyvum samskifti við feløgini. Tí haldi eg tað vera av avgerandi týdningi, at verður talan um nakrar broytingar, so eigur hetta at verða gjørt púra opið og erligt. Tað má ongan tíð gerast soleiðis, at talan verður um ein diktator, sum situr og stýrir øllum. - Sjálvandi skal formað- urin hava seinasta orðið, og hann skal eisini hava yvirorðnaðu stýringina, men uppgávurnar mugu kortini býtast eftir greiðum lykli. Tað er møguligt, at bygnaðurin í FSF skal strammast eitt sindur upp, men yvirhøvur haldi eg tó, at talan er um eitt rættiliga greitt uppgávubýti. - Eg kann bara at enda siga, at um eg stilli upp, so verður tað við tí endamáli at gera eitt seriøst og pro- fessionelt arbeiði, uttan at hetta á nakran hátt kemur at merkjast sum ein kollvelt- ing av nøkrum slag. Christian verður formaður Hóast hann enn ikki hevur tikið avgerð um at stilla upp, so bendir alt á, at Christian Andreasen verður nýggi formaðurin í FSF, tá aðalfundurin hevur talað um knappar tvær vikur Á aðalfundi, sum varð hildin hóskvøldið í sein- astu viku, varð John Henrik Holm valdur til nýggjan formann í VB. John Henrik avloysir sostatt Mannbjørn Tau- sen, sum formann. Mannbjørn hevði upp- runaliga sagt sessin frá sær fyri einum ári síðani, men tá eftirmaður hans- ara, Óli Holm, fór í Landsstýrið, mátti Mannbjørn sum ein fyribils loysn standa við róðrið, til nýggjur aðal- fundur var hildin. -jm Nýggjur VB formaður 17 16 Nr. 29 - 12. februar 2002 FERÐSLUÓHAPP Stefan í Skorini Leygarmorgunin klokk- an hálvgum ellivu var eitt ferðsluóhapp í Sal- tangará. Ein 21 ára gamal maður koyrir suðureftir Heiðavegnum á motor- súkklu í Saltangará, tá hann stoytir saman við ein persónbil. Førarin á motorsúkkl- uni varð fluttur á Lands- sjúkrahúsið beinanvegin, har tað er staðfest, at hann hevur brotið mjødnina av óhappinum. FERÐSLUÓHAPP Stefan í Skorini Leygarkvøldið var eitt ferðsluóhapp í Norðs- kálatunlinum. Ein 19 ára gomul kvinna koyrdi eystureftir gjøgnum tunnilin, tá hon yvirhálar bilin frammanfyri. Førarin missir tamar- haldið á bilinum, sum fer í veggin. Hon fekk bara ilt í beinið, meðan bilurin fekk líltan skaða. Løgreglan sigur, at tað er strangliga bannað, at yvirhála í tunlum, og at hetta er greitt fráboðað. LØGREGLUTÍÐINDI Stefan í Skorini Vikuskiftið í Havn hevur verið friðarligt verður sagt av løgreglustøðini. Bert smávegis óhapp og herverk hevur løgreglan verið úti og tikið sær av. Í Sigmundargøtu hevði onkur gjørt seg inn á ein parkeraðan bil, men materielli skaðin var lítil. Herver varð eisini framt í einum húsum, men bú- fólkið gjørdi av, at til- burðurin skuldi avgreið- ast innanfyri hússins veggir. Løgreglan hevur havt eini tíggju mans, sum høvdu drukkið ov nógv, inni á støðini hetta viku- skiftið. VAKTARTÆNASTAN Stefan í Skorini Beint eftir middag mána- dagin kom vaktarskipið Brimil á Havnina við einum hetlendskum trol- ara. Lítli botnfiskatrol- arin, ið ber navnið Maranatha, varð tikin vestanfyri Føroyar. Hann hevði ikki boðað frá, at hann var í føroysk- um sjógvi. Løgreglan hevði enn ikki gjørt sínar avhoyringar mánadagin, tá blaðið fór til prent- ingar. Tí ber ikki til at siga, um aðrar skuldset- ingar eisini verða tiknar upp. Fríggjadagin varð varðhaldsfongslingin hjá einum 25 ára gomlum manni, ið er skuldsettur fyri at hava amfetamin á sær, longd í fýra vikur RÚSEVNI Stefan í Skorini Ein 25 ára gamal maður úr Havn skal sita í fýra vikur í varðhaldsfongsling, og allar fýra vikurnar verður hann avbyrgdur. Hetta gjørdi Føroya Rættur av fríggjadagin, tá maðurin varð settu fyri rættin. Hann varð handtikin tann 11. januar í ár fyri at hava 165 gramm av amfetamini. Nakað hevði hann í bilin- um, og ein partur lá í bú- staðinum hjá honum. Hann játtaði seg partvís sekan í skuldsetingunum, men rættarfundurin var fyri stongdum hurðum, og tí ber ikki til at fáa smálutirnar við. Hann er skuldsettur eftir lógini um eufori- serandi evni. Higartil hevur hann sitið avbyrgdur, og nú skal hann sita í fýra vikur afturat, um málið ikki kemur fyri rættin áðrenn. Ákærin hjá landfútanum sigur, at hetta málið ikki hevur beinleiðis samband við teir níggju føroying- arnar, ið vórðu tiknir eftir umfatandi húsarannsóknir 16. januar. Tó er óbein- leiðis samband millum hesi. Komandi hósdag skulu fýra persónar í stóra narkomálinum fyri Føroya Rætt. Sosialurin skilur, at ákærin fer at krevja varðhaldsfongslingin a longda RÚSEVNI Stefan í Skorini Fýra persónar, sum miku- dagin 16. januar vórðu tiknir eftir stóru húsarann- sóknina hjá løgregluni, skulu hósdagin fyri Føroya Rætt. Sum Sosialurin skilur fer ákærin at krevja, at hesir persónar fáa varðhalds- fongslingina longda. Enn hevur ákærin ikki gjørt endaliga av, hvussu fram- ferðin í málinum verður. Menninir, ið eru 27, 29, 33 og 35 ára gamlir, eru allir skuldsettir eftir revsi- lógini. Tað merkir, at hetta eru grovari lógarbrot enn um talan var um skuld- seting eftir lógini um euforiserandi evni. Tann 16. januar vórðu átta menn tiknir í Havn, ein í Klaksvík og ein í Dan- mark. Danin, ið tikin varð í Danmark, er nú komin til Føroyar at sita. Hann hevur aðrar freistir enn hinir. Fimm av teimum níggju, ið vórðu tiknir í Føroyum, vóru til grundlógaravhoyr- ing dagin eftir. Ein varð tá leyslatin, og hinir fýra vórðu varðhaldsfongslaðir. Tríggir teirra sita enn avbyrgdir, meðan hin bara er í vanligari varðhalds- fongsling. Ein av teimum fýra, ið vórðu leyslatnir beinan- vegin, varð handtikin eina viku seinni, tá fleiri prógv komu undan kavi. Tað vil siga, at tilsamans seks per- sónar sita varðhaldsfongsl- aðir í hesum stóra narko- málinum. Hósdagin verður so næsti leikurin í størsta narkomál- inum í Føroya søgu. Leygardagin seinna- part hevði Frosk- mannafelagið eitt stuttligt tiltak við Bursatanga í Havn: Tunnusláing á sjónum FASTALAVINT Stefan í Skorini Leygardagin vóru frosk- menn á sjónum við Bursa- tanga í Havn og slógu tunnu. Froskmannagelagið skipaði fyri tiltakinum, sum hilnaðist avbera væl. – Tiltakið eydnaðist væl, og luttøkan var ógvuliga stór. Vit vóru 32 mans á sjónum og slógu tunnuna, sigur Kristian Dahl, ið er limur í Froskmannafe- lagnum. Hann metir, at tá áskoðaratalið var størst, stóðu eini hundrað fólk á bryggjuni og hugdu at leik- inum. Kattakongur gjørdist Jaspur úr Kollafirði, ið er ein av nýggju limunum í felagnum. Umframt at sláa tunnu sluppu froskmenninir eisini at ganga á línu, ið varð spent tvørturum. Hetta vísti seg at vera ógvuliga torført, tí eingin megnaði at ganga hálvan vegin yvirum. Kristian Dahl sigur, at næsta ár má línan spennast betur, tí hon var heldur óstøðug, so menn ikki klár- aðu at halda javnvágina. Veðrið var av tí besta. Kalt, men sólin skein og eingin vindur. Hetta hevði við sær, at fleiri hættaðu sær í sjógvin. Kranabilur frá brandstøðini At halda tunnuni hevði Froskmannafelagið lænt ein kranabil frá Brand- støðini í Havn. Eftir tunnu- sláingina stuttleikaðu froskmenninir sær við krananum. Teir vórðu hivaðir upp við krananum, og tá teir vóru fleiri metrar uppi í luftini, vórðu teir sleptir beint á bláman. Ikki allir tordu at royna hetta, men fleiri hættaðu sær tó at upp við krananum. Kristian Dahl sigur, at felagið í løtuni hevur eini 130 limir, og at fleiri nýggir hava teknað seg seinastu tíðina. Tað eru nakrir froskmenn, ið sjálvir skipa fyri skeiðum, og hetta merkist aftur á limatalin- um. Annars venja froskmenn- inir í svimjihøllini í Havn hvørt mikukvøld klokkan 20, og tá er møguleiki at tekna seg sum lim. Førari breyt mjødnina Óhapp í bergholi: Fór í veggin Tíggju sovið á støðini Trolari tikin Longd varðhaldsfongsling Freistin er hósdagin Froskmenn slógu tunnu roskmenn slógu leygardagin tunnu við Bursatanga í Havn. 32 froskmenn royndu seg við gassanum Mynd: Eirikur Lindenskov C M Y K 16