týsdagur 12. februar 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 29 - 12. februar 2002
19
Aftur í ár hevur
Flogbóltssamband-
ið fingið ein altjóða
dómara hendan-
vegin. Hesa ferð
verður tað dómari
úr Liktenstein, sum
fer at verða høvuðs-
dómari við steypa-
finalurnar
FLOGBÓLTUR
Tíðindaskriv
Tað verður altjóða dóm-
arin Philippe Schürmann
úr Liktenstein, sum kem-
ur at vera 1. dómari í
steypafinalunum í flog-
bólti, sum verða í Høllini
á Hálsi í Havn komandi
leygardag 16. februar.
Hann skal døma báðar
finalurnar saman við
Rúna Weihe úr Fram,
sum verður 2. dómari.
Philippe Schürmann
hevur virka sum dómari
síðani 1985, og gjørdist
altjóða viðurkendur í
1996. Við tað at Likten-
stein liggur ógvuliga
miðskeiðis í Evropa, so
fær hann nógvar dómara-
uppgávur, og dømir tískil
umleið 60 dystir um árið.
Tá Føroyar hava leikt í
kappingini innan smá-
tjóðirnar hevur Philippe
Schürmann sum oftast
verið við til hesar kapp-
ingar sum dómari.
Eisini skal nevnast, at
hann í nógv ár hevur
verið formaður í Flog-
bóltssambandinum
í
Liktenstein, og hevur
m.a. eisini verið formað-
ur í felagsskapinum fyri
Smátjóðirnar í Evropa,
sum leika flogbólt, og
hevur m.a. verið ein av
oddamonnunum fyri at
fáa betri umstøður fyri
smátjóðirnar innan CEV,
sum er evropeiski fe-
lagskapurin fyri flogbólt.
Í kvinnufinaluni eru
TB og Mjølnir, og byrjar
hesin dysturin kl. 14,30,
meðan mansfinalan, sum
er ímillum SÍ og ÍF,
byrjar beint aftaná ella
umleið kl. 16,00.
Flogbóltsstøður
Meistaradeild, kvinnur
v
t
+/-
d
v - t
sett
sett
sett
stig
1 TB
13
12 -
1
37
10
27
17
2 Mjølnir
13
9 -
4
31
18
13
13
3 ÍF
14
5 -
9
23
32
-9
7
4 Dráttur
13
5 - 8
24
28
-4
6
5 Fleyr
13
2 - 11
9
36
-27
3
Meistaradeild, menn
v
t
+/-
d
v - t
sett
sett
sett
stig
1 Fleyr
14
10 -
4
35
22
13
15
2 Fram
14
9 -
5
33
24
9
12
3 SÍ
13
8 -
5
31
20
11
10
4 ÍF
13
3 - 10
16
35
-19
6
5 Mjølnir
12
3 -
9
16
30
-14
3
Altjóða dómari
úr Liktenstein
Altjóða dómarin, sum skal
døma steypafinalurnar í
flogbólti verður í ár úr
Liktenstein, og eitur hann
Philippe Schürmann
so hava teir nú nakað annað
at hugsa um, nevniliga
steypafinaluna.
Steypafinalurnar verða
nú leygardagin, og lagt er
upp til tveir spennandi
finaludystir. Hjá kvinnun-
um eru tað TB og Mjølnir,
sum bresta saman, og hetta
eru tey bæði klárt bestu
liðini í landinum í løtuni, so
í so máta kundi tað ikki
verið ein betri finala. TB
verður favorittur, tí tær
hava staðið seg so væl í
landskappingini, men tær
báðar
steypafinalurnar,
sum hava verið higartil, eru
báðar endaðar við sigri til
Mjølnir, og tað hevur sjálv-
andi eisini sítt at siga. So
alt kann henda í kvinnu-
finaluna.
Tað kann tað eisini í
mansfinaluni, sjálvt um tað
er ein dyggur smeitur fyri
ÍF, at Odd Eliasen ikki fær
verið við. Bartal Eliasen
hevur fingið loyvi til at
koma heim frá fótbólts-
landsliðnum eitt sindur
áðrenn hinar, so hann fær
verið við í finaluni, og tað
skulu fuglfirðingar vera
glaðir fyri, tí uttan Odd
hongur nógv á herðunum
hjá Bartali.
Mótstøðuliðið er SÍ, sum
á pappírinum sær út til at
hava eitt betri lið, men í
eini finalu kann alt henda.
Sørvingar
munnu
vera
grammir eftir at gera ein
góðan figur í finaluni, nú
tað sær út til, at føroya-
meistaraheitið er gloppið
teimum av hondum. Teir
verða eisini favorittar móti
ÍF, men einki er avgjørt fyrr
enn dysturin er spældur.
Vit fara seinni í vikuni at
gera meira burturúr í sam-
bandi við finalurnar.
Úrslitini um
vikuskiftið vóru:
Meistaradaild kvinnur
ÍF-Fleyr 3-0 (25-19, 25-16,
25-14)
TB-Dráttur 3-1 (25-22, 25-
22, 23-25, 25-21)
ÍF-Fleyr 0-3 (22-25, 9-25,
21-25)
Fram-SÍ 3-1 (25-21, 25-21,
11-25, 25-21)
Kvinnurnar hjá ÍF tykjast nú
aftur hava fingið ferð. Liðið
hevur nú lyft seg upp á
bronsumerkini, og tað er als
ikki óhugsandi, at tær eisini
megna at halda fast um
hetta
Tað mundi vera ein skelkur
fyri tvøráfólk, at Maja
Popovic longu í fyrsta
settinum noyddist skadd av
vøllinum, bert eina viku
undan steypafinaluni.
Kanningin hjá læknanum
staðfesti tó, at talan ikki er
um nakran álvarsligan
skaða, og Maja verður við
vissu á liðnum, tá
finaludysturin skal spælast
komandi vikuskifti
Mynd: Áki Bertholdsen
19
18
Nr. 29 - 12. februar 2002
Fleyr fekk óvæntaða
hjálp frá Fram, og nú
sær út til, at meistara-
heitið hjá monnunum
endar í Havn. Hjá
kvinnunum hevur TB
framvegis beina kós
móti gullinum
FLOGBÓLTUR
Emil Lisberg Jacobsen
Nú fer flogbóltsárið so
smátt at líða móti endanum,
og um ein mánað er alt
yvirstaðið. Men longu nú
sær landskappingin út til at
vera avgjørd hjá bæði
kvinnum og monnum.
Hjá kvinnunum kemur
hetta ikki so øgiliga óvart á,
tí oddaliðið hevur verið tað
sama alt árið: TB av Tvør-
oyri. Sunnudagin vunnu tær
aftur, hesaferð 3-1 móti
Drátti. Sigurin var ikki so
lættkeyptur, tí Dráttur vann
eitt sett og kom upp um 20
í øllum hinum. Men eins og
øll hini liðini hava gjørt í ár,
so noyddist Dráttur eisini at
ásanna, at TB-kvinnurnar
hava verið tungar at dansa
við í ár, og nú restar heilt
lítið í hjá teimum at vera
100% vísar í at fáa gullið.
Fyri Drátt merkti ósig-
urin eisini, at tær duttu
niður á fjórða pláss, tí
dagin fyri hevði ÍF vunnið
ein sera tryggan 3-0 sigur á
heimavølli móti Fleyr. Við
settúrslitunum 25-19, 25-
16 og 25-14 var ÍF-sigurin
ongantíð í vanda, og tað
sær framvegis út til, at
seinasti dysturin í kapp-
ingini millum Drátt og ÍF á
Giljanesi verður tann, sum
avger hvør fær bronsuna.
Hjá Fleyr er ikki so nógv
eftir at gera. Teoretiskt
kunnu tær enn sleppa und-
an at enda niðast, men tað
er ikki serliga realistiskt, tí
av teimum trimum írestandi
dystunum hjá teimum eru
tveir móti ávikavist TB og
Mjølni. Um tvær vikur
kemur TB í Gundadalshøll-
ina, og vinna tær tá, koma
tær upp á 19 stig, og so
hava tær tryggjað sær før-
oyameistaraheitið. Mjølnir
kann eisini koma upp á 19
stig við at vinna allar
dystirnar, tær hava eftir,
men settmunurin hjá TB er
nógv betri, so í roynd og
veru er ein sigur afturat nóg
mikið.
Fleyr næstan komið á
mál
Tað er altso ikki so óvænt-
að, at kappingin hjá kvinn-
unum mestsum er avgjørd
longu nú. Hinvegin er tað
meira óvæntað, at meistara-
deildin hjá monnum eisini
sær út til at vera avgjørd.
Óvæntað,
tí
kappingin
hevur verið so sera jøvn í
ár.
Men av tí at Fleyr vann
trygt á Kambsdali, sam-
stundis sum SÍ snávaði í
Eysturskúlanum
móti
Fram, skal tað vilja illa til,
um Fleyr ikki fer avstað við
meistaraheitinum og teim-
um fínastu heiðursmerkj-
unum. Fleyr hevur tveir
dystir eftir, og vinna teir
annan av teimum, er slopp-
ið.
Næsti dysturin verður um
tvær vikur í Sørvági, og
sjálvt um tað leingi sá út til
at kunna gerast ein rein
finala, er havnarliðið nú so
væl fyri í kappingini, at teir
hava ráð til at tapa tann
dystin, bara teir so vinna
síðsta dystin á heimavølli
móti Mjølni.
Fleyr vann leygardagin
3-0 móti ÍF á Kambsdali,
men tað var ikki uttan
dramatikk. Við støðuni 23-
22 í fyrsta setti var hevarin
hjá fuglfirðingum, Odd
Eliasen, so óheppin at slíta
hælsinuna. ÍF kundi ikki
skifta meir út í settinum, og
tí vann Fleyr tað 25-22.
Bartal Eliasen var heldur
ikki við, tí hann er við fót-
bóltslandsliðnum niðri á
Kypros, so nú stóð heilt illa
til hjá ÍF. So illa, at teir
taptu næsta sett 9-25. Í
triðja setti sluppu teir fleyr-
leikararnir, sum vanliga
ikki fáa so nógva spælitíð,
at royna seg, og tað gjørdi
settið javnari enn tað kundi
havt verið. Fleyr vann 25-
21 og harvið dystin 3-0.
Fram hevði mist sín FM-
møguleika, men teir spardu
seg ikki í heimadystinum
móti SÍ, sum ikki hevði ráð
til at tapa dystin. Men tað
sá einki serligt út aftaná
tvey tey fyrstu settini, tí tey
vann Fram 25-21. Sum so
ofta fyrr vendist alt á
høvdið í triðja setti, sum SÍ
vann heili 25-11. Men
skriftin kundi longu hómast
á vegginum, og tað kom
ikki óvart á nakran, at Fram
vann fjórða sett — og júst
sum í teimum báðum fyrstu
settunum var úrslitið 25-21.
Úrslitið kom sera illa við
hjá SÍ, sum nú skal hava
hjálp frá Mjølni, skulu teir
gerast
føroyameistarar.
Kravið er einfalt: Teir skulu
vinna allar tríggjar dystir-
nar, teir hava eftir, og sam-
stundis skal Fleyr tapa móti
Mjølni á síðsta leikdegi.
Tað er eingin hugalig
støða at vera í hjá sørving-
um, men tað er fyrst og
fremst takkað verið teimum
sjálvum, at teir eru komnir
so illa fyri, tí í fleiri dystum
hava teir havt góðar møgu-
leikar fyri at vinna, men
hava kortini tapt.
Steypafinalurnar
verða leygardagin
Sjálvt um tað sær út til, at
SÍ hevur mist sín FM-kjans,
TB og Fleyr hava beina kós
Uttan Bartal Eliasen, sum er á Cypros við fótbóltslandsliðnum, gekk striltið hjá ÍF, og teir vóru eisini greitt við undirlutan móti
Fleyr
Mynd: Álvur Haraldsen
Fram basti rættiliga óvæntað
SÍ í Eysturskúlanum, og skal
vilja illa til hjá Fleyr, um teir
ikki gerast føroyameistarar
Mynd: Finnur Justinussen
C
M
Y
K
18