týsdagur 12. februar 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 29 - 12. februar 2002
21
Nógv uppsetti
vinstrabeinti vong-
spælarin ásannar, at
hesa ferð hevði hann
verið vónbrotin, um
hann ikki hevði verið
millum teir fyrstu
ellivu
LANDSDYSTUR
Jóannes Hansen
Frammanundan sunnudeg-
num var hann skrásettur
fyri fýra landsdystir. Bara í
einum av teimum hevði
hann verið millum teir
fyrstu ellivu. Tað var í 1–0
tapinum ímóti Finnlandi
31. januar í fyrraárið. Tann
dysturin varð spældur í La
Manga í Spania, og Heðin á
Lakjuni – tí tað er hann, vit
tosa um – spældi 62
minuttir,
áðrenn
Øssur
Hansen loysti hann av.
Sunnukvøldið var Heðin
á Lakjuni aftur ímillum teir
fyrstu ellivu. Hann var
fyrstu ferð á landsliðnum í
málleysa
javnleikinum
ímóti Andorra 3. mars í
1999. Heðin hevur stríðst
fyri at fáa fast pláss á
liðnum, men tað hevur
gingið striltið. Meðan Allan
Simonsen var venjari, var
Heðin so mikið uttarlaga í
hópinum, at hann ferð eftir
ferð ikki fekk landsliðsboð.
Portrið fram at teimum
fyrstu ellivu í EM undan-
kappingardystunum seinni
í ár er framvegis trongt.
Øssur Hansen, sum hevur
verið fastur maður í vinstra
borði, er ikki við á Kypros,
og tað er Súni Olsen, sum í
fjør var fyrsti eykamaður í
vinstru, heldur ikki.
– Onkra ferðina hevur tað
verið tosað og skrivað um,
at eg kanska fór at fáa
møguleikan. Eg havi leingi
kent, at eg havi verið klárur
til at byrja inni, og sjálvandi
hevur tað verið eitt lítið
vónbrot, tá tað kortini ikki
varð pláss fyri mær, men eg
havi
alla
tíðina
kent
treytirnar, staðfestir Heðin
á Lakjuni.
Hann ásannar, at sunnu-
dagin hevði hann størri
vónir enn nakrantíð áður
um at byrja inni:
– Vit fingu liðið at vita
leygardagin, og tað skal
ikki vera nøkur loyna, at
hesa ferð roknaði eg av-
gjørt við at sleppa at spæla
við.
Tvær ferðir um reppið
Enn hevur Heðin á Lakjuni
ikki skorað mál á lands-
liðnum. Men ímóti Póllandi
var hann tvær ferðir heilt
tætt við:
– Aðru ferðina kom eg úr
vinstru og smekkaði til við
høgra beinið. Eg rakti bólt-
in sera væl, og hann hevði
heilt víst sitið í netinum,
men tíverri kom ein upp á
tvørs, sum við bringuni
fekk beint bóltinum burtur.
Seinnu
ferðina
kiksaði
verjuspælarin temjingina,
eg fekk bóltin og kom inn í
brotsteigin. Eg haldi, at eg
skuldi havt skotið eitt
sindur fyrri, enn eg gjørdi.
Mótstøðumaðurin
fekk
fótin so mikið á bóltin, at
hann fór skeivu megin
stólpan, og so spurdist bara
hornaspark burturúr, greið-
ir Heðin á Lakjuni frá av
Kypros.
Og málið?
– Eg fekk bóltin nakað
uttanfyri brotsteigin og eitt
sindur til vinstru. Eg lyfti
bóltin inn um miðverjarnar.
Teir gjørdu ikki so nógv
fyri at verja, tá Rógvi fekk
bóltin. Eg rokni við, at teir
hildu talan var um rang-
støðu. Men linjuverjin var
væl
plaseraður.
Rógvi
tamdi bóltin. Hann var
staddur eitt vet til vinstru,
tá hann sendi framvið mál-
verjanum og í handara
síðunetið.
Fyrstu ferð
Heðin á Lakjuni hevur
onkra einstaka løtuna verið
á liðum, sum hava verið
4–4–2 skipað. Men tað er
ikki fyrrenn hesa síðstu
lítlu vikuna niðri í Miðal-
havinum, at hann hevur
vant hesa skipanina:
– Tað hevur riggað væl.
Ikki minst hjá síðuspælar-
unum er hetta ein hugaligur
máti at spæla uppá. Í 3–5–2
ella 5–3–2 skipanunum er
tað ábyrgdin hjá síðuspæl-
arunum at koma heilt aftur
á egna baklinju at verja.
Sunnudagin var hetta ikki
neyðugt, at tað hevði sjálv-
sagt við sær, at tað var
meiri orka til at spæla fram-
eftir.
Jógvan Martin Olsen
heldur, at Heðin á Lakjuni
royndist sera væl sum ytsti
miðvallarmaðurin í vinstru:
– Avtalan var, at Jákup á
Borg og Heðin á Lakjuni
skuldu strúka avstað í
borðunum beinanvegin, tá
vit fingu bóltin. Tað vil
siga, at vit lupu á við fýra
monnum í fremstu røð. Tað
hevði fleiri framrættaðar
møguleikar fyri sendingum
við sær, og tí komu okkara
til málmøguleikar. Heðin á
Lakjuni var sera uppsettur,
hann evði nóg mimkið av
sjálvsáliti at bjóða av í
mann ímóti manni støðum,
og hann hevði fleiri góð
innlegg úr síðuni, sigur
Jógvan Martin Olsen.
Eru tað aðrir spælarar,
sum tú heldur stóðu seg
serliga væl?
– Tað sigur seg sjálvt, at
tá úrslitið ímóti einari av
stóru
fótbóltstjóðunum,
sum fyrireika seg til HM
endaspælið í summar, er so
mikið gott, so er talan um
eitt fínt liðavrik. Um eg
skal nevna einstakar spæl-
arar, so skulu tað – um-
framt Heðin á Lakjuni –
vera Rógvi Jacobsen og Pól
Thorsteinsson. Rógvi fall
væl inn í leiklutin við
síðuna av John Petersen
mitt á miðvøllinum. Pól
Thorsteinsson dugir væl at
rokna støðurnar út. Tað er
ein orduligur fongur, at
hann aftur er tøkur á lands-
liðnum, men, sum sagt, so
var talan um eitt gott
liðavrik.
Heðin var rættuliga í hopla
Póland-Føroyar 2-1 (2-1)
Vinardystur
Sunnudagin, 10. februar 2002, kl. 21.00 á
Tsirion-stadion í Limasol á Cypros
Dómari: Theodotou COSTAS (Cypros)
50 áskoðarar
1-0: Maciej ZURAWSKI, 12.
1-1: Rógvi JACOBSEN, 26.
2-1: Maciej ZURAWSKI, BR: 43.
Póland
1. Jakub WIERZCHOWSKI, Werder
Bremen (12. Vojciech KOWALEWSKI,
Legia Warszawa, 77.) – 2. Tomasz
CIESIELSKI, Polonja Warszawa (15.
Bartosz BOSACKI, Anica Wronki, 46.), 3.
Jacek ZIELINSKI, liðformaður, Legia
Warzawa, 4. Maciej STOLARCZYK,
Pagon Szczecien (14. Tomasz KIEL-
BOWICZ, Legia Warzawa, 63.), 5. Arka-
diusz GLOWACKI, Wisla Krakow, 6.
Mariusz
LEWANDOWSKI,
Shaktjor
Bonezk (17. Pawel SIBIK, Odra Wodzis-
law, 46.), 7. Pawel KACZOROWSKI;
Pologna Warzawa (16. Pawel DRUMLAK,
Pogon Szczecien, 46.), 8. Mariusz PIEKA-
RSKI, Leiga Warzava (19. Grzegorz
RASIAK, Graclin Dyskokolia, 46.), 9.
Maciej ZURAWSKI, Wisla Krakow, 10.
Tomasz KOSKALA, Graclin Dyskokolia
(18. Maciej MURAWSKI, Legia Warzawa,
46.), 11. Camil KOSOWSKI; Wisla
Krakow
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn:
Eingin
gult kort: eingin
venjari: Jerzy ENGEL
Føroyar
1. Jens Martin KNUDSEN, 53/-141, NSÍ –
4. Jóhannis JOENSEN, 10/0, HB, 5. Bartal
ELIASEN, 3/0, GÍ (14. Jón Rói JACOB-
SEN, 3/0, HB, 76.), 3. Pól THOR-
STEINSSON, 22/0, NSÍ, 2. Arnbjørn
DANIELSEN, 5/0, B36 – 9. Jákup á
BORG, 19/0, B36 (13. Hjalrgrím ELT-
TØR, 1/0, KÍ, 84.), 10. John PETERSEN,
38/3, liðformaður, B36, 7. Rógvi JA-
COBSEN, 14/1, HB (12. Sámal JOEN-
SEN, 23/0, GÍ, 90.), 6. Heðin á LAKJUNI,
6/0, KÍ (15. Andrew av FLØTUM, 2/0,
HB, 88.) – 8. Uni Arge, 36/7, HB, 11.
Christian Høgni JACOBSEN, 10/1, Vejle
Boldklub
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn:
16. Meinhardt JOENSEN, 0/0, KÍ, 17.
Klæmint MATRAS, 0/0, B36, 18. Palli
AUGUSTINUSSEN, 0/0, VB
Gult kort: Rógvi JACOBSEN, 47.
Venjari: Jógvan Martin OLSEN
Hjálparvenjari: Jens Martin KNUDSEN
Liðleiðari: Heðin ASKHAM
Ognarrøkil: Birgir HANSEN
Lækni: Jens Pauli MARSTEIN
Fysioterapeutar: John-Reid SKORALÍÐ
& Álvur HANSEN
Ferðaleiðari: Dánjal ANDREASEN
Dysturin í tølum
21
20
Nr. 29 - 12. februar 2002
Tepra tapið ímóti
Póllandi var heiður-
ligt, men eftir dystin
iðraði venjarin seg
um, at tað ikki hevði
eydnast at fingið
javnleik
LANDSDYSTUR
Jóannes Hansen
At megna tepurt 2–1 tap
ímóti Póllandi í februar í
oysandi regni er ikki so
galið. Tað munnu allir fót-
bóltshugaðir
føroyingar
vera samdir í. Setti lands-
liðsvenjarin, Jógvan Martin
Olsen, heldur, at úrslitið,
sum landsliðið rakk í Lima-
sol á Kypros sunnukvøldið,
er at liva við:
– Skal eg siga sum er, so
hevði eg ikki bestu vón-
irnar, tá fleiri av royndu
spælarunum góvu avboð,
og tá útisetarnir heldur ikki
vóru tøkir. Hugburðurin
var, at nú høvdu nýggir
spælarar møguleikan at
vísa, hvat teir megnaðu.
Spælarunum varð lagt eina
við, at teir skuldu royna at
spæla fótbólt og ikki at
sparka. Og spælararnir eiga
alt rós uppiborið fyri, at teir
sparkaðu ikki, men teir
royndu at spæla.
Tú sigur, at úrslitið er at
liva við, men ert tú nøgdur
við at tapa 2–1?
– Frammanundan rokn-
aði eg í mínum stilla sinni
við, at um tapið ikki
gjørdist størri enn 3–0, so
var tað væl og virðiliga at
liva við. Nú iðri eg meg
um, at tað ikki eydnaðist at
megna javnleik. Teir vóru
kanska betri fyri enn vit,
men eg haldi avgjørt, at vit
høvdu møguleikarnar at
megna janvleik. Eydnan
var ikki við okkum í
avgerandi støðunum.
Men hinir høvdu eisini
fleiri stórar møguleikar?
– Teir høvdu bóltin meiri
enn okkara menn, men teir
høvdu ikki so nógvar
møguleikar. Jens Martin
var óførur at taka sær av
bóltunum, sum teir royndu
at stinga fram ímillum. Tað
tók broddin av teimum. Tá
hetta ikki eydnaðist, fóru
teir í 2. hálvleiki at senda
langar diagonalbóltar í
borðini. Hetta fór við so
mikið nógvari tíð, at okkara
megnaðu at skipa seg mitt
fyri, áðrenn tvørbóltarnir
komu. Hetta hevði við sær,
at Jens Martin sera sjáldan
noyddist so at siga at stór-
bjarga, sigur Jógvan Martin
Olsen, sum fegnast um, at
hansara menn dugdu at
geva aftur av somu skuffu,
tá mótstøðumenninir løgdu
fyri við harðligum krops-
ligum spæli og við ælbog-
unum langt frá kroppinum
og ofta í so ovarlaga.
Og tykkara málmøgu-
leikar?
– Heðin á Lakjuni hevði
tvær fínar royndir í 1.
hálvleiki, sum høvdu betri
uppiborið. Uni Arge hevði
eisini fleiri góðar royndir.
Hóast munurin ikki var so
øgiliga stórur, so var tað
týðuligt seinnapartin av 2.
hálvleiki, at orkan hjá mót-
støðumonnunum var eitt
sindur størri, enn hon var
hjá okkara monnum. Teir
kroystu okkum eitt sindur.
Men 2. hálvleikur endaði
málleysur, og tað var ser-
liga hugaligt, at tað síðstu
minuttirnar eydnaðist okk-
ara monnum einar tríggjar
ferðir at spæla seg til stórar
møguleikar, men tíverri
komu vit ikki nærri, enn at
Uni Arge úr spískum sendi
umvegis fótin á einum og í
síðunetið, og at eitt horna-
sparksinnlegg datt niður
við handara stólpan, uttan
at nakar var at beina bólt-
inum í málið, tíverri.
Málini
Pólland kom á odda, tá eitt
korter var farið. Uppspælið
var í høgru, teir komu inn
um føroysku verjuna, og
flata innleggið varð úr
stuttari fjarstøðu stýrt í
málið, uttan at Jens Martin
Knudsen
hevði
nakran
møguleika at bjarga.
Rógvi Jacobsen javnaði
til 1–1, tá 1. hálvleikur var
ein knappan hálvan tíma
gamalur. Heðin á Lakjuni
lyfti inn um miðverjuna, og
Rógvi Jacobsen tamdi og
sendi framvið málverjan-
um, meðan pólverjarnir
vildu hava dómaran at
bríksla fyri rangstøðu.
Lítla løtu undan hvíldini
skoraði Pólland sigurs-
málið úr ellivu metrum.
Eftir uppspæl í vinstru og
innlegg var Bartal Eliasen
so óheppin, at hann feldi
ein av mótstøðumonnunum
í brotsteiginum, og so var
kypriotiski dómarin eirind-
arleysur.
Orkan betri umsitin
Seinnu árini hava yngru
landsliðini spælt 4–4–2,
meðan landsliðið hjá Allani
Simonsen hevur hildið seg
til 3–5–2 skipanina, sum
var so populer, tá Sepp
Piontek var venjari hjá
danska landsliðnum, og
Allan Simonsen tey fyrstu
árini taldist millum spæl-
ararnar.
Tey seinnu árini hava tey
yngru føroysku landsliðini
spælt
4–4–2.
Jógvan
Martin Olsen hevur havt
ábyrgdina av teimum. Í
Ítróttarsosialinum í síðstu
viku segði venjarin, at hann
ætlaði at royna somu upp-
skriftina á a–landsliðnum,
sum hann hevur brúkt á
yngru liðunum:
– Tey fyrstu árini spældu
vit á yngru landsliðunum
3–5–2 og við persónligum
eftiransingum.
Í
1999
løgdu vit um til 4–4–2. Tað
gjørdu vit, tí tað ferð eftir
ferð vísti seg, at okkara
spælarar fóru niður við
nakkanum, tí teir høvdu
brúkt so nógva orku, tá teir
runnu langar teinar– ikki
minst miðvallararnir og
miðverjarnir. Tað gekk
bæði út yvir verjuspælið og
álopsspælið.
Heldur tú, at tapið hevði
verið størri, um gamla
skipanin hevði verið nýtt?
– Tað fáa vit ongantíð at
vita. Men vit kunnu stað-
festa, at t. d. miðvallararnir
John Petersen og Rógvi
Jacobsen,
runnu
nógv
minni, enn teir í hesum
plássunum áður hava gjørt.
Tað var ikki neyðugt. Mið-
verjarnir
lógu
relativt
frammarlaga, so økið hjá
einstaka spælaranum var
ikki so ógvuliga stórt.
Heldur tú, at avrikini
høvdu verið betri, tá Allan
Simonsen var venjari, um
liðið hevði spælt 4–4–2 í
staðin fyri 3–5–2?
– Tað kunnu vit einki siga
um. Allan Simonsen hevði
sína fatan av, hvussu liðið
skuldi skipast, og hann setti
liðið saman og spælararnar
upp út frá tí fatanini. Her
niðri hava vit roynt at skipa
okkum eitt sindur øðrvísi,
og vit hava sett liðið út frá tí
útgangsstøðinum.
Nýggja útgávan gjørdi sær
ikki fyri skommum
– Frammanundan roknaði
eg í mínum stilla sinni við, at
um tapið ikki gjørdist størri
enn 3–0, so var tað væl og
virðiliga at liva við. Nú iðri
eg meg um, at tað ikki
eydnaðist at megna javnleik
C
M
Y
K
20
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo