Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 29 - 12. februar 2002 23 Strandingar endur- tóku finalusigurin á Neistanum, og hóast tað ikki var sami nervi í dystinum hesaferð, so var sigurin ikki minni uppiborin av teirri orsøk HONDBÓLTUR – MENN Jákup Mørk Uttan at spæla tóku vest- menningar eitt rimmar fet móti meistaraheitinum, tá Neistin annan dystin á rað var við undirlutan móti strandingum. Treytirnar hjá Neistanum hava nevnliga verið púrasta greiðar, síðani teir taptu fyrra dystin móti VÍF í endaspælinum. Skuldi hugsingur vera um at vinna gullmerkini, skuldu allir eftirverandi dystirnir vinn- ast, samstundis sum álit skuldi setast á, at vest- menningar fóru at snáva móti øðrum enn Neista- num. Hugburðurin var hin rætti Fyrstu av hesum treytunum misrøktu teir tó, tá StÍF kom á vitjan sunnudagin. Talan var um eina endur- tøku av steypafinaluni, sum varð leikt fyri viku síðani. Ta ferðina tapti Neistin, og tí var kanska væntandi, at teir bláu fóru sum úlvar á skóg út til dystin, meðan tað hinvegin eisini var hugsandi, at strandingar vóru mest sum nøgdir um steypasigurin, og tí ikki megnaðu at stríðast eins væl tað, sum eftir er av árinum. Tað var tó hampuliga skjótt greitt, at hvat viðvíkti hugburðinum til dystin, so stóð StÍF einki aftan fyri Neistan, og somuleiðis var skjótt greitt, at hetta als ikki fór at gerast nøkur løtt upp- gáva hjá Neistanum. Strandingar hildu nevn- liga á fram, sum um mið- vikudystiruin móti Kyndli als ikki hevði verið til, og sum um hetta bara var framhald av steypafinaluni. Við kvikum álopsspæli komu teir ferð eftir ferð inn um neistaverjuna, har Petur Magnusson var mest sum seldur fleiri ferðir upp í slag, og í verjupartinum megnaðu teir sera væl at skerma fyri vandamiklu skjúttunum hjá Neistanum, og á tann hátt hjálpa tí ann- ars væl spælandi Marian Cirloganescu í málinum. At spælið hjá Neistanum í stóran mun hekk á skjúttunum, var eisini ein avleiðing av, at John Peter- sen í løtuni er á Cypros við fótbóltslandsliðnum. Hetta noyddi Hans Áka Dal- Christiansen í ein perma- nentan leiklut sum vongur, og hóast hann helst er millum stinnastu føroysku leikararnar á hesum pláss- inum, so viðførdi tað sam- stundis, at nógv minni bit enn vanligt var í striku- spælinum hjá Neistanum. Útvísingar kostaðu Tað gekk soleiðis javnt á størsta partin av fyrra hálv- leiki, men spakuliga hóm- aðist tó, at strandingar kanska høvdu eina lítla yvirvág. Tað gekk líka sum meira ómaksleyst hjá teimum at koma fram til málmøguleikarnar, og tó at Jacob Jónsson togaði sín part heim við onkrari de- talju í flokki langt omanfyri tann føroyska, so gekk meira striltið hjá Neistan- um. Í seinna hálvleiki var heilt skjótt, at StÍF veruliga fór at draga, og størsta orsøkin til hetta var, at teir í nógv størri mun dugdu at gera sær dælt av yvirtals- støðum. Fyrst gjørdu teir sær fulla nyttu av, at Petur Magnusson noyddist út í tveir minuttir, og tá strandamálverjin stutt eftir fekk somu lagnu, tóktist hetta ikki at bila teimum nakað. Heldur enn at StÍF nú skuldi royna seg í undirtali í tveir minuttir, framdi Neistin tvey mis- tøku á rað, so teir nú bert vóru fýra á vøllinum, og aftur nýttu strandingar høvið til at draga meira. Ikki kann sigast annað enn, at hetta var sera órutinerað av Neistanum, og sum dysturin leið, so kann mest sum eisini staðfestast, at hetta kostaði teimum dystin – og kanska gullmøgu- leikan. Tað var nevnliga soleiðis, at stutt eftir hetta, so fór Neistin veruliga at gera um seg. Eftir at strandingar høvdu økt munin upp í 26- 19, og alt tóktist avgjørt, fór brádliga at ganga skjótt fyri seg. Fýra mál á rað minkaðu heilt fitt um munin, og tá at strandingar royndu at svara aftur, so tóktist hetta vera sera torført. Ikki minst eftir at teir misnýttu tvey brotskøst á rað. Men, strandingar hava sum kunnugt Svein Justinu- ssen á liðnum, og eins og hann gjørdi tað í steypa- finaluni, so var hann aftur hesa ferð maðurin, sum tipti Neistan, tá hann økti munin upp í trý mál bert fýra minuttir fyri leiklok. Neistin royndi aftur at svara, men tað eydnaðist teimum ikki at koma nóg nær. Ein minutt fyri leiklok minkaði munurin í tvey mál, men tá kundu strand- ingar so bara geva sær góðar stundir, og tó at Neistin fekk enn ein møguleika, so var tað greitt. Aðru ferð innan eina viku høvdu strandingar bast Neistanum í egnari holu. Mugu verja silvurið Spurningurin er so bara, um Neistin við hesum ikki misti seinasta møguleikan at vinna VÍF aftur. Sum støðan er nú, so eru trý stig upp til VÍF, og tá hevur Neistin eisini leikt ein dyst færri enn oddaliðið. Sum gongdin hevur verið, so tykist spurningurin heldur at vera, um Neistin fer at halda fast um silvurmerk- ini. Strandingar hava nú fýra stig færri enn Neistin, og enn hevur Neistin úti- dystir móti bæði VÍF og StÍF, meðan StÍF longu hevur verið í Vestmanna, so skal nakar spenningur finn- ast, tað sum eftir er av árinum, so er tað heldur í silvur- og enn gulldystin- um. Dysturin í tølum Neistin-StÍF 29-31 (13-16): Málskjúttar: Neistin: Jacob Jónsson 8, Heini Joensen 7(3), Ári Rouch 4, Hans Áki Dal- Christiansen 3, Helgi Justinussen 2, Áki Mørk 2, Ragnar Stakksund 1, Kári Mortensen 1, Ræni Slætta- nes 1 StÍF: Artur Johansen 8(4), Alexandur Johansen 5, Costin Dumitrescu 4(1), Andre F. Danielsen 4, Jón Rasmussen 3, Sveinur Just- inussen 3, Marius Joensen 3, Janus Trygvason 1 Brotskøst: Neistin 5, StÍF 9 Útvísingar: Neistin 7, StÍF 5 Dómarar úr Kyndli: Uni Wardum & Hannis Ward- um. Komu sera væl frá dystinum, sum teir stýrdu við sjálvsøgdum myndug- leika. Neistin-StÍF 29-31 (13-16): StÍF av- gjørdi gullið StÍF vann aðru ferð upp í slag á Neistanum. Gullmerkini fara nú mest sum fyri víst til Vestmanna, og í veruleikanum skulu neistamenn helst hugsa meira um at halda fast um silvurmerkini Mynd: Álvur Haraldsen 23 22 Nr. 29 - 12. februar 2002 Stjærnan mátti á heimavølli taka til takkar við greiðum tapi móti VB, og nú er spenningurin um silvurmerkini í kvinnudeildini størri, hann nakran tíð hevur verið í vetur HONDBÓLTUR – KVINNUR Jákup Mørk Alt kappingarárið í vetur hevur tað verið soleiðis, at spenningurin fyri tað mesta hevur gingið fyri seg í botninum. Gullmerkini hava alla tíðina ligið til at fara til Vestmanna, meðan tað hevur tókst eins sann- líkt, at silvurmerkini skuldu fara til Klaksvíkar, har Stjørnan hevur vundið burtur úr øllum øðrum enn júst VÍF. Sunnudagin varð hendan myndin tó koppað á høvd- ið, tá VB, sum annars eisini basti Stjørnuni í grund- spælinum, var á vitjan í Klaksvík. Undan dystinum var greitt, at Stjørnan í hvussu so er var skerd, tí Adrijana Milodanovic meiddi sær knæðið í steypafinaluni. Møguliga er skaðin hjá Adrijanu somikið álvars- ligur, at hon als ikki spælir aftur í ár, men hetta er so enn ikki avklárað. Hin útlendski stórspæl- arin, Simona Dziugyte, sum annars hevur verið stóra álitið í málskjótingini, fekk eisini ein snudd í steypafinaluni. Talan var um ein gamlan skaða, sum versnaði ta ferðina, og hesa ferð var hon so ikki millum tær fyrstu á vøllinum, tó at hon var við í hópinum. Sum skilst á lagnum, so darvaði fráveran av út- lendsku leikarunum Stjørn- uni rættiliga nógv í spæl- inum. Hópur av bóltum vórðu tveittir burtur, og tá spælið hjá VB heldur ikki var av tí besta, so gjørdist talan ongan tíð um tað heilt stóra hondbóltsupplivilsi. Spenningur var tó um úrslitið megin partin av tíðini. Í fyrra hálvleiki var tað Stjørnan, sum hevði munin størsta partin av tíðini. Ein minutt fyri hálvleik vóru tær eisini á odda við tveimum málum, men tær megnaðu ikki at halda, og ístaðin kundi VB við tveimum kontramálum vinna seg upp á javnt. Í seinna hótti Stjørnan alt fyri eitt at toga seg leysa, men so kom stíðjur í. Fyrst skutu tær einki mál í tíggju minuttir, so VB kom tvey mál framum. Síðani javnaði heimaliði við tveimum skjótum málum, men so var eisini liðugt. Ikki tí. Stjørn- an hevði møguleikan, men tær misnýttu ikki færri enn fimm brotskøst á rað, meðan VB hinvegin skoraði fimm ferðir, og so gjørdist talan hóast alt um ein í tølum sera sannførandi sig- ur. Silvurdysturin Tapið hjá Stjørnuni hevur við sær, at hóast stríðið um gullið langt síðani er av- gjørt, so er spenningurin um silvurmerkini nú størri enn nakran tíð. Har er Stjørnan í løtuni á odda. Tær hava betri málmun enn VB og ein dyst færri, með- an Neistin á fjórða pláss- inum er tvey stig aftan fyri hini bæði. Hetta kann tó skjótt skifta. Longu týsdagin skal Stjørnan til Vestmanna, og tá er mest sum sjálvsagt, at fyrimunurin í dystartalin- um verður javnaður, uttan at Stjørnan fær nakað aft- urfyri, og so er líkt til, at tað brádliga er Neistin, sum stendur við bestu kortunum í hesum stríðnum. Tær hava nevnliga heimadystir móti bæði Stjørnuni og VB til góðar, og megna tær at vinna hesar, samstundis sum tær fáa fulla úrtøku móti lægru støddu liðun- um, so er einki at ivast í, at silvurið fer til teirra í ár. Einasta treytin er tá, at VÍF vinnur dystirnar móti VB og Stjørnuni, og tað skal vera løgið, um hendan treytin ikki verður uppfylt. Dysturin í tølum Stjørnan-VB 15-20 (10-10) Málskjúttar: Stjørnan: Anna Kristina Samson 7, Joan M. Joensen 4(3), Beinta Klakstein 1, Simona Dziugyte 1, Bára Skaale 1, Una Olsen 1 VB: Gurið Mortensen 7, Regina Radó 4, Eyðbritt Krosslá 2, Margreth Au- gustinussen 2, Laila Jesper- sen 2, Sólrun Krosslá 2, Gabriella Fekete 1(1) Brotskøst: Stjørnan 8, VB 2 Útvísingar: VB 2 Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen & Kristian Johansen. Nýggju landsliðs- menninir hava so mikið nógvar altjóða royndir, at teir eru ikki fjáltursstungnir, men tora at spæla fótbólt, tá teir fáa møguleikan LANDSDYSTUR Jóannes Hansen Tað hevur verið roknað við tí, og tað er ikki so undar- ligt. Allan Simonsen hevði ábyrgdina av landsliðnum í átta ár, og hann hevði sínar álitismenn. Millum teirra vóru Óli Johannesen, Jens Kristian Hansen, Øssur Hansen, Hans Fróði Han- sen, Julian Johnsson, Allan Mørkøre, Jákup Mikkelsen og Fróði Benjaminsen. Eingin av hesum er í landsliðshópinum, sum í hesum døgum er á Kypros. Jens Kristian Hansen, Hans Fróði Hansen og Øssur Hansen góvu avboð, tí teir vóru upptiknir av arbeiði. Fróði Benjaminsen og Allan Mørkøre vóru upp- tiknir av skúla, meðan Óli Johannesen, Jákup Mikkel- sen og Julian Johnsson eru so mikið upptikinir í út- lendsku feløgunum, at teir ikki hava stundir at vera saman við landsliðsfeløg- unum. Eingin orsøk er at rokna við, at teir, sum vinna peng- ar við at spæla fótbólt uttanlands, ikki fara at spæla á landsliðnum, tá undankappingar dystirnir fara at tørna fyri. Spurning- urin er meiri, hvussu tað verður við teimum, ið ikki hava stundir at fara úr arbeiði og á venjingarlegu. Tað er altíð ein spurningur um raðfesting, og tað er nátúrligt, at raðfestingin broytist, sum árini fara, og ábyrgdin í familjulívinum og arbeiðnum gerst størri. Himprast ikki Hóast tað kanska ikki verður so leingi, inntil onkrir fara at gevast, so vísir tað seg, at nýggir spælarar standa klárir at taka við. Og teir eru iva- leyst betri fyrireikaðir, enn veteranarnir, sum sendu avboð til venjingarleguna, vóru, tá teir komu á landsliðið. Ungu menninir hava spælt nógv á yngru landsliðunum. Her verður hugsað um Klæmint Matras, Jón Róa Jacobsen, Hjalgrím Elttør, Rógva Jacobsen, Jákup á Borg, Christian Høgna Jacobsen, Meinhard Joensen og Andrew av Fløtum. Undan- takið er evnaríki Palli Au- gustinussen úr VB, sum ongantíð hevur verið á yngru landsliðunum. Øll- um hinum, sum her eru nevndir, hevur Jógvan Martin Olsen verið venjari hjá: – Hetta eru alt spælarar, sum á yngru landsliðunum hava lært at halda høvdið kalt og at spæla og ikki sparka, tá teir í altjóða dystum eru undir trýsti. Undan dystinum ímóti Póllandi ivaðust vit í, um vit skuldu nýta Bartal Eliasen ella Jón Róa Jacobsen í miðverjuni. Vit valdu Bartal, tí vit vildu gardera okkum í høvuðs- pælinum. Í 2. hálvleiki skiftu vit út, tí Bartal hevði fingið ein lítlan snudd. Jón Rói Jacobsen kom í mið- verjuna. Tað var eingin fjáltur á honum. Hann hevur á U–19 landsliðnum spælt ímóti eitt nú Italia, og tað ber góða barlast við sær, heldur Jógvan Martin Olsen, sum eisini vísir á, at umframt allir teir ungu menninar, ið eru á Kypros, so skal eisini roknast við Súna Olsen. – Tað er hugaligt at stað- festa, at tað verður nógv troðkan fyri at sleppa upp í part, tá farið verður undir EM undankappingina. Stjørnan-VB 15-20 (10-10): Silvurdysturin víðopin Ættarliðsskiftið verður eingin katastrofa Hóast VB ikki hevði ein av sínum bestu døgum, so eydnaðist tað kortini at vinna torføra útidystin í Klaksvík, og nú er dysturin um silvurið púrasta opin Mynd: SjH C M Y K 22 Fyri hvønn Fyri hvønn Fyri hvønn