Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 29 - 12. februar 2002 25 Vestmenningar gjørdu sær dælt av at klaksvíkingar og havnarmenn leiktu 2- 2. Nú er bert hálvt- annað stig millum KTF og VT TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Liðkappingin hevur útvikl- að seg til eitt stríð millum klaksvíkingar og vestmenn- ingar um gullkrónurnar, har fyrst nevndu sjálvsagt hava bestu kortini við teirra stigarleiðslu. Men vest- menningar hava enn møgu- leikan, serliga í komandi umfari — hitt næstseinasta — tá toppdystur verður millum teir og klaksvík- ingar. Enn er einki avgjørt. Toppdysturin Havnarmenn mistu helst FM-møguleikan leygar- dagin, tá teir leiktu 2-2 ímóti toppliðnum úr Klaks- vík. 2-2 er einki vánaligt úrslit, tvørturímóti, men skuldi FM-heitið endur- vinnast, so var kravið ein sigur. Flóvin Tór Næs var heima og hjálpti barndóms- felagnum, og sjálvt um hann vann sítt talv ímóti Ólavi Simonsen, fingu havnarmenn bert tvey stig. Ólavur hevði helst møgu- leika at fáa javnt, men gjørdi avgerandi feil í enda- talvinum - eins og Rani Nolsøe gjørdi ímóti Martini Poulsen á øðrum borði - og tapti. Hinvegin bjargaðu Stein- tór Rasmussen og Tummas M. Anthoniussen stigini til klaksvíkar, við sigrum á Olaf Berg og Herlufi Han- sen. Talvið sum Steintór vann, er í blaðnum í dag. Royndi klaksvíkingurin telvar sera frískt og álops- sinnað, og tað gav úrslit. Heini Olsen var hjá- staddur sum áskoðari í Klaksvík (Heini hevur havt talvskúla fyri unglingar okkara sum umboða Før- oyar í NM, sum verður í døgunum 14-16. februar í Danmark), men leikti ikki við oddaliðnum. Hetta ber brá um at klaksvíkingar veruliga hava sjálvsálit og halda síni orð. Teir høvdu nevnliga framanundan al- ment sagt, at teir ikki vildu styrkja liðið ímóti havnar- monnum. Klaksvíkingar vórðu tí bilsnir og eisini skuffaðir tá havnarmenn høvdu styrkt sær um liðið við Flóvini — uttan at nevna tað framanundan. Klaksvíkingar væntaðu ivaleyst eitt slag av einari gentleman agreement frá Havnar Telvingarfelag, eftirsum teir høvdu spælt út við opnum kortum undan dystinum. Endaspurtur í gongd Í Vestmanna vann heima- liðið ein væntaðan 4-0 sig- ur ímóti HT 2. Bert Jóhan Gaard á HT 2 hevði møgu- leika at fáa okkurt stigið í talvinum ímóti IM John Rødgaard. Jóhan var ikki nóg kaldur, og Rødgaard tók sín kjans eftir hetta. Vestmenningar tóku við hesum stórsigri eitt gott stev ímóti oddaliðnum, og eru teir einastu sum kunna bjóða klaksvíkingum av. Teir á HT 2 flyta nú við nærum vissu niður í 2. deild. Teir hava stríðst væl, men seinastu tvey umførini hava prógvað, at teir enn ikki eru til reiðar at leika í fremstu deildini. Hvalvíkingar vunnu ein góðan 2,5 — 1,5 sigur á kollfirðingum sum viðførir at teir møguliga náa einum fjórða plássi og at niður- flyting bert í teoriini er møgulig. Næstseinasta umfar verð- ur 24. februar, og tá hittast HT2 - KT, KTF - VT og HT — TFS. 2. deild Toppdysturin millum tofta- menn og sandavágsmenn endaði við tryggum 3-1 sigri til fyrst nevndu. Klassiska uppgerðin mill- um Torkil Nielsen og Jens Kristian Hansen vann Jens Kristian, sum hevur havt góð úrslit í ár, og vinnur sær nøkur ratingstig aftrat sínum 2165. Tvey umfør resta í, men torført er at ímynda sær at Jens Kristian missur nøkur stig. Veteran- uppgerðin millum Gutta Petersen og Jústines Han- sen endaði jøvn. Hinir dystirnir vóru; KTF2 - VT2: 3,5 — 0,5 og GT — RT 2,5 — 1,5. Tofta- menn eru trý stig fremstir, og flyta allarhelst uppaftur í 1. deild. Í 3. deild vann oddaliðið HT3 4-0 á kollfirðingum, og liggja klárt fremstir. NM unglingar Fimm ungir telvarar — Hans K. Simonsen, Martin Poulsen, Olaf Berg, Rani Tómasson og Rógvi Mort- ensen - fáa komandi viku- skifti møguleikan at gera vart við seg, tá teir umboða Føroyar í Norðurlanda- meistaraheitinum fyri unglingar, sum verður leikt á Tjele Efterskole í Jútlandi 14-16. februar. Ferðaleiðari verður John Rødgaard. Unglingar okkara hava fingið góða venjing frá úti- setanum Heina Olsen, sum hevur verið heima og skipað fyri talvskúla. Í næstu viku fer talv- greinin tískil at snúgva seg um vónandi góð úrslit hjá føroyingum. Talvið hesa vikuna Olaf Berg (2055) — Steintór Rasmussen (2090) FM Lið, 09.02.2002 1.c4 Rif6 2.Ric3 g6 3.g3 Bg7 4.Bg2 e5 5.e4 0-0 6.Rige2 Ric6 7.d3 d6 8.f3 (tykist heldur passivt. Møguliga h3 er betri, við planini Be3, f4) Rih5 9.Be3 f5 10.Fd2 Rid4 11.0-0-0 c6 12.Rdf1 Rb8 13.h3 b5 (svartur hevur útjavnað, enntá stendur hann nakað betur) 14.g4 Rif4 (áhugaverdur og álopssinnaður leikur sum opnar fyri svarta bispinum. Tað trygga er Rixe2+, og síðani Rif6) 15.Rixf4 exf4 16.Bxf4 fxe4 17.fxe4 Rxf4! (flott kvalitetsoffur av Steintóri, sum er kendur fyri slíkar kombinatiónir) 18.Fxf4 bxc4 19.dxc4 Be6 20.h4 Bxc4 21.Rf2 (svartur hevur álop, meðan hvítur hevur bert eitt at gera, nevnliga at verja. Við neyvari verju, ber til hjá hvítum at bjarga sær, men sera torført er at finna besta leikin hvørja ferð í tílíkari opnari støðu) 21...Fa5 22.Fxd6 Be5 23.Fa3 Fc7 24.Fc5? [24.Bf1! og hvítur bjargar sær helst] 24...Bxa2! 25.Kd1 [25.Rixa2?? Rib3+] 25...Be6! (hvíta støðan hongur ikki saman) 26.Rhf1 Bxg4+ 27.Ke1 Rie6 28.Fc4 Bg3 29.Rid1 Fa5+ 30.Fc3 Rxb2!! 31.Bf3 [31.Fxa5 Re2#] 31...Bxf3 32.h5 Fa1(?) [32...Re2# mát! Steintór sá hetta tá hann leikti Rxb2, men tíverri fyri hann hevur hann helst gloymt hendan møguleika í hesum føri. Sjálvt góðir telvarar síggja onkuntíð ikki mát í ein. Talvið er tó kortini vunnið.] 33.Fxf3 Rxf2 34.Rxf2 Bxf2+ 35.Fxf2 Rid4 36.Ff6? Ric2+ og Olaf missur frúnna. Støðan var tó kortini tapt. Sera inspirerandi telving frá Steintóri, sum av álvara hevur førkað seg aftur ímóti elituni. 0- 1 1. Deild KT - TFS 1.5-2.5 Hans K. Simonsen (2070) - Martin Brekká (2060) 1-0 Bernhard Thomsen (1980) - Finnbjørn Zachariasen (2050) 0-1 Eyðálvur Johannesen (1680) - Sámal Christiansen (1800) 0,5-0,5 Alvin Joensen (1640) - Bergur Magnussen (1735) 0-1 KTF - HT 2-2 Ólavur Simonsen (2215) - Flóvin T. Næs (2235) 0-1 Rani Nolsøe (2185) - Martin Poulsen (2090) 0-1 Steintór Rasmussen (2090) - Olaf Berg (2055) 1-0 Tummas M. Antoniussen (1965) - Herluf Hansen (2035) 1-0 VT - HT 2 4-0 IM John Rødgaard (2315) - Jóhan Gaard (1810) 1-0 Torbjørn Thomsen (2210) - Óli Joensen (1790) 1-0 John Jacobsen (1910) - Jóhan E. Hansen (1760) 1-0 Kári Durhuus (1745) - Jógvan Næs (1715) 1-0 Støðan eftir 8. umfar 1 KTF, Klaksvík 5-3-0 22,5 2 VT, Vestmanna 5-1-2 21,0 3 HT, Tórshavn 4-4-0 19,5 4 KT, Kollafjørður 2-2-4 13,0 5 TFS, Hvalvík 2-1-5 12,5 6 HT 2, Tórshavn 0-1-7 7,5 2. Deild KTF 2 - VT 2 3.5-0,5 Finnbjørn Vang (1965) - Jákup á R. Andreasen (1655) 1-0 Ingolf Gaard (1745) - Jón Mikkelsen (1655) 1-0 Ebb F. Petersen (1215) - Joen Pauli Johannesen (1465) 0,5-0,5 Rani Tómasson (1185) - Niels O. Durhuus (1365) 1-0 ST - TT 1-3 Torkil Nielsen (2080) - Jens Kristian Hansen (2165) 0-1 Bernhard Augustinussen (1835) - Helgi Joensen (1740) 0,5-0,5 Jónfinn Thomsen (1795) - Wensil Højgaard (1730) 0-1 Gutti Petersen (1630) - Justines Hansen (1650) 0,5-0,5 GT - RT 2.5-1.5 John Joensen (1750) - Bjarki Ziska (1805) 0,5-0,5 Jákup F. Joensen (1715) - Brandur K. Jacobsen (1655) 1-0 Reinhold Isaksen (1710) - Henrik W. Joensen (1655) 1-0 Heri Thomsen (1375) - Eyðun Lamhauge (1645) 0-1 Støðan eftir 8. umfar 1 TT, Toftir 7-0-1 21,5 2 ST, Sandavágur 4-1-3 18,5 3 RT, Runavík 2-4-2 17,5 4 KTF 2, Klaksvík 3-0-5 14,0 5 GT, Gøta 2-1-5 12,0 6 VT 2, Vestmanna 2-2-4 11,5 3. Deild VT 3 - ST 2 1-3 Jóhannus Johannesen (1105) - Rógvi Jacobsen (1755) 0-1 Rógvi Hansen (1075) - Magni Thomassen (1495) 1-0 John Martin Andreasen (1040) - Jóannes Ortind 0-1 Martin Jóanesarson - Ari Thomassen 0-1 HT 3 - KT 2 4-0 (KT møtti ikki – missa tískil 4 stig) HT 4 - Rókur 3.5-0,5 Poul Poulsen (1720) - Petur Sumberg (1635) 1-0 Jóannes Guttensen (1585) - Árni M. Dam 1-0 Frants J. Eliassen (1470) - Karl M. S. Jensen (1315) 0,5-0,5 Herluf Mortensen (1325) - Pól Andreas Poulsen 1-0 Støðan eftir 8. umfar 1 HT 3, Tórshavn 6-2-0 24,5 2 HT 4, Tórshavn 5-0-3 19,5 3 ST 2, Sandavágur 5-1-2 18,5 4 Rókur, Oyri 3-0-5 11,5 5 VT 3, Vestmanna 0-1-7 8,0 6 KT 2, Kollafjørður 2-2-4 6,0 Vestmenningar hála seg inn Talvstøður 25 24 Nr. 29 - 12. februar 2002 Hollendska toto-deildin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Excelsoir + 22 14 - 6 - 2 51 19 32 48 2 VVV 22 8 - 2 -12 39 42 -3 26 3 Top/Oss 22 3 - 3 -16 17 67 -50 12 4 Storm/Telstar 21 5 - 7 - 9 29 29 0 22 5 RBC Roo'daal 22 12 - 5 - 5 47 26 21 41 6 MVV 21 5 - 5 -11 29 39 -10 20 7 Heracles A. 22 7 - 4 -11 29 33 -4 25 8 Helmond Sp. 22 6 - 8 - 8 23 31 -8 26 9 Haarlem 22 8 - 6 - 8 27 30 -3 30 10 G.A. Eagles 22 6 - 7 - 9 31 40 -9 25 11 FC Zwolle 22 13 - 5 - 4 37 25 12 44 12 FC Volendam 22 9 - 4 - 9 40 32 8 31 13 Emmen 22 12 - 6 - 4 37 22 15 42 14 Eindhoven 22 2 - 5 -15 24 57 -33 11 15 Dordrecht '90 21 8 - 6 - 7 41 33 8 30 16 Cambuur/L. + 22 10 - 5 - 7 33 25 8 35 17 BV Veendam 21 9 - 6 - 6 36 32 4 33 18 ADO Den Haag22 11 - 6 - 5 34 22 12 39 Perioduvinnarnari eru merktir »+« Føroyskir leikarar: Súni Olsen (FC Zwolle) Enska 3. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Plymouth 32 20 - 7 - 5 46 23 23 67 2 Luton 31 17 - 6 - 8 59 39 20 57 3 Rochdale 32 15 - 10 - 7 46 46 0 55 4 Mansfield 30 16 - 6 - 8 46 30 16 54 5 Hull C. 33 15 - 9 - 9 47 33 14 54 6 Scunthorpe 32 13 - 10 - 9 57 40 17 49 7 Shrewsbury 33 13 - 9 -11 47 42 5 48 8 R&D 33 13 - 9 -11 43 41 2 48 9 Cheltenham 29 12 - 11 - 6 42 34 8 47 10 Kidderm. 30 13 - 7 -10 38 30 8 46 11 Hartlepool 30 12 - 7 -11 46 33 13 43 12 Darlington 31 11 - 8 -12 41 44 -3 41 13 Exeter 31 11 - 8 -12 33 48 -15 41 14 Southend 31 11 - 7 -13 36 35 1 40 15 Bristol R. 30 10 - 8 -12 31 34 -3 38 16 Oxford Utd. 33 8 - 11 -14 40 44 -4 35 17 Lincoln C. 30 8 - 11 -11 31 39 -8 35 18 Swansea 32 8 - 9 -15 37 49 -12 33 19 Macclesfield 31 8 - 9 -14 27 39 -12 33 20 Leyton O. 30 8 - 8 -14 42 54 -12 32 21 Carlisle 30 7 - 11 -12 27 39 -12 32 22 York 29 8 - 7 -14 35 51 -16 31 23 Torquay 32 7 - 10 -15 29 50 -21 31 24 Halifax 31 5 - 10 -16 22 49 -27 25 Føroyskir leikarar: Julian Johnsson (Hull C.) Higartil hava Jákup Mikkelsen og Eddie Gustafsson vart Molde málið í tveim- um dystum í part NOREG Jóannes Hansen Meðan liðfelagarnir á landsliðnum eru á Kypros, har tveir landsdystir eru á skránni, stríðist landsliðs- málverjin, Jákup Mikkel- sen, fyri at varðveita pláss- ið millum stólparnar hjá Molde í norsku tippuliguni. Og stríðið er eirindarleyst. Higartil hevur Molde spælt fýra venjingardystir. Jákup Mikkelsen hevur verið málverji í tveimum, og Eddie Gustafsson, svenski málverjin, sum Molde keypti síðsta heyst, hevur verið málverji í tveimum dystum. Svenskarin vardi málið í fyrsta venjingardystinum, sum var í Spania 26. januar. Mótstøðuliðið var Lille- strøm, og úrslitið var 1–1. Jákup Mikkelsen var mál- verji í næsta dystinum, sum varð spældur 30. januar. Tá var mótstøðuliðið Malaga, og úrslitið í Spania var 0–0. Hósdagin 7. februar spældi Molde í Vestlands høllini ímóti Brann úr Bergen. Úrslitið var 3–1 til Molde, og Eddie Gustafs- son var málverji. Fríggja- dagin 8. februar hvíldu fleiri av bestu spælarunum seg. Tá var mótstøðuliðið Hødd. Úrslitið var 3–3. Jákup Mikkelsen vardi Molde málið, og á liðnum vóru fleiri heilt ungir spæl- arar. Higartil hava Jákup Mikkelsen og Eddie Gustafsson verið málverjar aðru hvørja ferð. Tað vil siga, at Molde venjarin, Gunde Bengtsson, tykist ikki enn hava tikið støðu til hvønn av málverjunum, hann í fyrstu atløgu ætlar sær at hava sum aftasta álit á besta liðnum. Hjalgrím Elttør er 76. spælarin, sum hevur umboðað Føroyar í 79 altjóða skrásettum landsdystum LANDSDYSTUR Jóannes Hansen Vanliga leiktíðin var um at vera farin, tá føroyski landsliðsvenjarin, Jógvan Martin Olsen, framdi fjórðu og síðstu útskifting- ina. Í undankappingardyst- um er bara loyvt at skifta tríggjar útispælarar út og so málverjan. Í venjingardyst- um gera venjararnir avtalur um, hvussu tað skal verða við útskiftingunum. Sámal Joensen stóð og trippaði á síðulinjuni eina løtu, áðrenn høvið var at skifta hann inn. Føroyski málskjúttin, Rógvi Jacob- sen, fór av vøllinum. Eftir útskiftingina megnaði sekundvísarin ikki at fara eina ferð runt, áðrenn kypriotiski dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð. Í føroyska ferðalagnum siga teir, at Sámal Joensen ongantíð kom í nánd av bóltinum. – Tað var tí, at eingin tykkara vildi spæla bóltin til mín, svaraði Sámal Joen- sen aftur. Tað er ongantíð áður komið fyri, at ein spælari hevur verið so stutt á vøllinum, sum Sámal var hesa ferð. Men tað man miðvallar stríðsmaðurin úr Gøtu leggja vertin í. Meiri hugaligt var tað, at hann aftur slapp at royna seg á landsliðnum. Hetta var 23. landsdysturin hjá Sámali Joensen, sum orsaka av drúgva skaðasteðginum í fjør ikki var á landsliðnum eftir summarfrítíðina. Hjalgrím og Rógvi Hjalgrím Elttør úr KÍ sneytaði fleiri ferðir í fjør til landsliðið. Hann var við niðri í Jugoslavia 15. august, og síðani var hann fleiri ferðir á beinkinum. Sunnukvøldið loysti hann síðstu fimm minuttirnar Jákup á Borg av. Hjalgrím Elttør er 76. føroyski lands- liðsspælarin, ið hevur roynt seg í teimum 79 altjóða skrásettu landsdystunum, sum Føroyar hava spælt. Í teimum 79 dystunum hava Føroyar skorað 47 mál. Ein grikki gjørdi sjálv- mál á Svangaskarði í 1994. Hini 46 málini hava føroy- ingar sjálvir skorað, og Rógvi Jacobsen er tann átjandi málskjúttin. Hinir eru Todi Jónsson (9), Uni Arge (7), Jan Allan Müller (4), Jens Kristian Hansen, Kurt Mørkøre og John Petersen (3), Øssur Hansen, Henning Jarnskor, Torkil Nielsen, Jens Erik Ras- mussen og Kári Reynheim (2), Jan C. Dam, Hans Fróði Hansen, Óli Johanne- sen, Julian Johnsson, Christian Høgni Jacobsen og Allan Mørkøre (1). Jens Martin hóttir Allan Hóast hann ikki var við ímóti Póllandi, og hóast hann heldur ikki verður við í morgin ímóti Liktinstein, so verður Óli Johannesen í annaðkvøld framvegis tann føroyingurin, sum fer at hava spælt flestar altjóða skrásettu landsdystirnar. Hann hevur spælt 55 lands- dystir. Allan Mørkøre er næst- ovastur. Hann hevur spælt 54 landsdystir. Jens Martin Knudsen var leingi tann, sum hevði spælt flestu landsdystirnar. Eftir dystin ímóti Póllandi hevur Jens Martin Knudsen vart før- oyska málið í 53 dystum, og í annað kvøld fer hann aftur at leggja upp á síðuna av Allani Mørkøre. Julian Johnsson og liðfelagarnir styrktu leygardagin um sína støðu í stríðnum um at flyta upp ONGLAND Jóannes Hansen Brian Little, venjarin hjá Hull City og Juliani Johns- son, sum hevur roynt so nógv í sínum venjaraar- beiði, var leygardagin sera fegin, tá hann í sólskininum fór úr Boothferry Park, sum er heimavøllurin hjá Hull City. Og hann hevði saman við teimum flestu av teimum 8.825 áskoðarunum alla orsøk at vera í góðum lagi. Julian Johnasson og lið- felagarnir høvdu vunnið trý týdningarmikil stig. Harvið styrktu teir um sína støðu í kappingini um triði fremsta plássið og møguleikan fyri uppflyting. – Vit spældu so mikið væl, at vit høvdu uppiborið at vinna, segði venjarin, sum síðstu løtuna saman við felstu áskoðarunum var á pínubeinkinum. – At teir fáa brotsspark og minka um munin til 2–1 er púra við síðuna av. Støðan hevði einki við brotsspark at gera. Og var talan ikki um brotsspark, so hevði australski spælarin hjá okkum, Jason Van Black, ikki fingið seinna gula kortið, og so høvdu vit ikki verið undirmannaðir síðstu trettan minuttirnar, staðfesti Brian Little. Venjarin segði seg vera ivaleysan í, at liðið hjá honum í 1. hálvleiki varð snýtt fyri eitt sólarklárt brotsspark, sum bæði dóm- arin og linjuverjin áttu at havt sæð. Julian Johnsson var á vøllinum allar 90 minutt- irnar, og venjarin rósti hon- um fyri at hava stríðst sera væl. Gestirnir úr Rushden and Diamonds løgdu bragdliga fyri. Teir høvdu einstakar góðar møguleikar, men tað var heimaliðið, sum kom á odda, tá tólv minuttir vóru farnir. Tað restaðu tjúgu minuttir, tá Hull City økti til 2–0. So var tað, at gestandi liðið fekk brots- spark, og trettan teir síðstu minuttirnar var tað meiri spennandi, enn tey í Hull bríggjaðu seg um, men tað gekk, og so vóru Brian Little og øll hini viðhalds- fólkini hjá Hull so sera fegin! jh Zwolle misti eitt sera týdn- ingarmikið fet í oddastríð- num, tá teir á heimavølli taptu 2-0 fyri VVV. Súni Olsen var ikki við í hópinum, sum hóast eina góða byrjan í dystinum ikki fekk nakra úrtøku framman fyri málinum. Á hálva tímanum eydnaðist ístaðin gestunum at leggja seg á odda, og stutt eftir øktu teir til 2-0. Zwolle royndi, sum vera man, at trýsta, tað sum eftir var av dystinum, men veru- liga vandamikið gjørdist tað ongantíð, og so var fyrsta tapið í nýggja árinum veruleiki. Tapið viðførdi, at VVV tókm seg fram um Zwolle í oddastríðnum, har tað í løtuni er sera javnt. Ikki minst tí oddaliðið, Excel- soir eisini tapti sín dyst. Tapið hjá Excelsoir merkti annars, at um Zwolle hevði vunnið sín dyst, hevði bert eitt stig verið upp til bein leiðis uppflytingarsessin, men talan er altso fram- vegis um fýra stig. -jm Sámal sparkaði ongantíð bóltin Jákup er í harðari kapping Nú gongur undan hjá Hull Taptu uttan Súna C M Y K 24