Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 29 - 12. februar 2002 Tað var um reppið, at StÍF skapti eina veruliga sensatión í Havn, men tá mest stóð á, bjargaði Helena Dam Poulsen Neistanum við fleiri góðum bjargingum á rað HONDBÓLTUR – KVINNUR Jákup Mørk Dysturin í Hálsi millum bestu kvinnuliðini hjá Neistanum og StÍF tóktist í mangar mátar at verða eins og so nógvir aðrir, tá talan er um botnlið, sum vitjað eitt av oddaliðunum. Fáur mundi ivast í, at her var bert talan um av- greiðsluspurning hjá Neist- anum, og hetta sást eisini aftur í fámentu áskoðara- fjøldini. Tey fáu tandrini, sum vóru møtt við dystar- byrjan, stavaðu eina mest frá teimum, sum høvdu eitt hvørt arbeiði at gera í høllini. Stríðsviljin sæst aftur Fyrstu løtuna av dystinum var heldur ikki so nógv, sum bendi á, at Neistin skuldi hava nakrar stórveg- is trupulleikar av dystinum. Tó at tær báðar útlendsku hjá StÍF gjørdu sítt, so dragnaði spakuliga millum liðini, uttan at Neistin tó á nakran hátt spílaði seg út. At StÍF so eisini fekk kviku Annu Danielsen út- vísta, tá hon fekk fatur í arminum hjá Mildrið Jacobsen í einum kontra- álopi gjørdi so avgjørt ikki støðuna hjá gestunum betri. StÍF hevur tó fleiri ferð á árinum sýnt ein framúr góðan stríðsvilja. Hóast yvirmaktin oftani hevur verið stór, so gevast tær ikki á hondum, og soleiðis var eisini hesa ferð. Helena vaknaði Neistin hevði eina fýra mála leiðslu í hálvleikin- um, men í seinna hálvleiki fór brádliga at styttast. Álopsspælið hjá Neistanum er avgjørt ikki hitt skjótasta í landinum, og tí dúva tær í stóran mun á sterku verj- una. Hendan fekst tó ikki at rigga nóg væl í seinna hálv- leiki, og tí gjørdist setning- urin í verjupartinum munin lættari hjá StÍF. At Helena Dam Poulsen í neistamálin- um so heldur ikki leikti upp til sítt vanliga høga støði viðførdi, at munurin var púrasta burtur, tá tíggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Tær í Neistanum vóru alt annað enn álvuligar við støðuna, og hevði nakar orsøk at iðra seg eftir dyst- in, so vóru tað nevnliga gestirnir. Eftir at hava strítt seg upp á javnt, høvdu tær nevnliga fleiri góðar møgu- leikar at leggja seg framum við bæði einum og tveim- um málum, men hetta eydnaðist tó ikki. Fremsta orsøkin til hetta var, at Helena brádliga raknaði við úr dvala sínum. Tvær ferðir tók hon sær av brotskøstum, sum StÍF hevði fingið tillutað, og brádliga riggaði alt annað eisini. Hvørki gjøgnum- brotsroyndir ella skot frá bakkunum funnu vegin inn til meskarnar, og so kundi Neistin revsa við kontra- spæli. Trý mál á rað av- gjørdu tað mesta av dystin- um, og tó at StÍF so spaku- liga aftur fekk glið á, so eydnaðist teimum ongan tíð at koma somikið nær, at spenningur aftur kom í dystin. Silvurið hómast Sum nevnt aðra staðni í blaðnum, so fekk Neistin eisini eina gávu úr Klaks- vík sunnudagin, tá VB vann á Stjørnuni. Flestu við- haldsfólkini hjá teimum bláu mundu helst hava av- skrivað silvurmerkini eftir tapið í Klaksvík herfyri, men nú tykist Neistin brád- liga vera best fyri í hesum. Verður sæð burtur frá dyst- unum móti VÍF, so hevur Neistin á pappírinum góð- an møguleika at vinna tað, sum eftir er. Tær hava VB og Stjørnuna á heimavølli, meðan útidystirnir eru av lættara slagnum, og gevur alt hetta fulla úrtøku, so verður talan um silvur. Hjá StÍF var dysturin hinvegin enn ein staðfest- ing av, at tær als ikki skulu roknast sum besta boðið til niðurflyting. Eftir eina vánaliga byrjan hevur liðið tikið seg fram í stórum, og tó at munurin til botnin bert er tvey stig, so er í løtuni lítið sum bendir á, at hesin munur fer at minka. Heldur øvugt. Dysturin í tølum Neistin-StÍF 25-23 (14-10( Málskjúttar: Neistin: Gunnleyg Berg 8(4), Mildrið Jacobsen 5, Birita Wardum 4(1), Katrin á Neystabø 4(1), Súna Mørk 3, Kára á Dunga 1 StÍF: Alina Olaru 12(2), Anna Maria Bertelsen 4, Ileana Manulescu 3(1), Poula D. Olsen 2, Anna B. Danielsen 1, Sunfríð B. Jacobsen 1 Brotskøst: Neistin 8, StÍF 5 Útvísingar: Neistin 4, StÍF 2 Diskvalifiakatión: StÍF 1 (beinleiðis reytt) Dómarar úr Kyndli: Uni Wardum & Hannis Wardum. Høvdu ongar trupulleikar, tá leikferðin fyri tað mesta var hampu- liga lág. Neistin-StÍF 25-23 (14-10): Helena bjargaði Neistanum Ein dystur í bestu kvinnudeildini verður leiktur í Vestmanna í kvøld, tá VÍF tekur ímóti Stjørnuni. Hetta eru tey bæði fremstu liðini í kvinnudeildini. Mong høvdu undan endaspælinum roknað við, at hetta fór at gerast dysturin, har VÍF kundi staðfesta meistaraheitið, men sum gongdin hevur verið seinastu tíðina, so tykist hendan staðfest- ing longu at vera veru- leiki. Stjørnan hevur ikki havt nøkur serliga góð úrslit í seinastuni, og uttan tær báðar útl- endsku, Andrijanu og Simonu, er lítið at ivast í, at VÍF fer at gera bart. Dysturin byrjar kl. 18.30. -jm Oddadystur Kvinnur: Asta Petrauskiene Sóljan 153 (24) Simona Dziugyte Stjørnan 134 (38) Lotte Sørensen Kyndil 127 (55) Ioana Rápa VÍF 107 (26) Gabriella Fekete VB 105 (27) Ileana Manulescu StÍF 93 (15) Annika Ljósstein Kyndil 90 (14) Regina Radó VB 90 (21) Katrin á Neystabø Neistin 86 (37) Joan M. Joensen Stjørnan 82 (5) Anna K. Samson Stjørnan 73 (1) Birita Wardum Neistin 70 (11) Sóley Mikkelsen VÍF 70 (13) Andrijana Milodanovic Stjørnan 66 (9) Alina Olaru StÍF 65 (9) Menn Bjarni Wardum H71 117 (27) Jacob Jónsson Neistin 114 (15) Heini Joensen Neistin 111 (35) Høgni Klein Kyndil 105 (9) Costin Dumitrescu StÍF 104 (29) Finnur Hansson H71 97 (22) Dragisa Stojovic Tjaldur 96 Halgir Dahl Olesen H71 94 (11) Ingi Olsen VÍF 91 (11) Artur Johansen StÍF 88 (11) Durica Tomic KÍF 88 (23) Iljan Topic KÍF 87 Sverri Justinussen Tjaldur 86 (13) Sámal Joensen VÍF 86 (13) Mortan Hansen Tjaldur 73 (7) 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 3 3 - 0 - 0 443 265 178 18 2 Stjørnan 4 3 - 0 - 1 416 333 83 15 3 Neistin 6 3 - 1 - 2 400 351 49 15 4 VB 5 4 - 1 - 0 397 395 2 15 5 StÍF 5 2 - 0 - 3 321 402 - 81 5 6 Sóljan 6 1 - 0 - 5 330 499 -169 4 7 Kyndil 5 0 - 0 - 5 392 454 - 62 3 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 4 4 - 0 - 0 470 386 84 19 2 Neistin 5 3 - 0 - 2 523 446 77 16 3 StÍF 5 4 - 0 - 1 470 454 16 14 4 H71 5 0 - 2 - 3 470 498 - 28 8 5 Tjaldur 5 2 - 0 - 3 423 478 - 55 8 6 Kyndil 5 2 - 1 - 2 395 441 - 46 7 7 KÍF 5 0 - 1 - 4 447 495 - 48 5 Tað gekk hjá Neistanum, men tað var um reppið, at tær gjørdust offur fyri eini veruligari sensatión, tá StÍF vitjaði sunnudagin Mynd: Álvur Haraldsen Hondbóltsstøður Máltindarnir C M Y K 26 Nr. 29 - 12. februar 2002 27 UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Gass til Eystur- evropa Norðmenn hava rætti liga fingið fótin fastan á eysturevropeiska gassmarknaðinum, og líkt er til, at sølan kann veksa nógv afturat. Sum er verður norskt gass flutt til Pólands, Kekkia og tann eystara partin av Týsklandi, har umleið 30 prosent av orkunýtsluni stava frá gassi. Russland er tó framvegis tann stóri gassseljarin á hesum leiðum, men tann russ- iski parturin av markn- aðinum er minkandi. Góð árs- byrjan Kinesisku hagtals- myndugleikarnir boð- aðu í gjár frá, at kines- iski útflutningurin í januar í ár var heili 25,7 prosent størri enn í januar í fjør. Talið er misvísandi, tí í Kina er nýggjárið ikki altíð sama dag, og verður tað tikið við í roknistykkið, var tann veruligi vøkst- urin í útflutninginum um tíggju prosent. Samanborið við onnur lond var hetta eitt gott úrslit. Kina hevur eisini kent sviðan av aftur- gongdini, sum hevur merkt heimshandilin tað seinasta hálva árið. Sambært myndugleik- unum vaks landsins út- flutningur 6,8 prosent í fjør, og tað var ein munandi afturgongd samanborið við árið fyri, tá útflutningurin vaks heili 28 prosent. Nei til ES Hóast fleiri leiðandi menn í norsku fiski- vinnuni eru farnir at tosa um, at Noreg eigur at fara upp í ES, tykist hetta ikki hava havt stórvegis ávirkan har norðuri í landinum, har fiskivinnan hevur stór- an týdning. Í einari kanning sæst, at 62 prosent av fólk- inum í Norðurnoregi siga nei til ES-lima- skap. 38 prosent eru fyri. Hóast støðan so- statt er greið, er mun- urin minkaður hetta seinasta árið. Úr Norðurlondum: Nei til Jens Ein meiningakanning í Norðurnoregi vísir, at alt færri og færri velj- arar hjá Arbeiðara- flokkinum vilja hava fyrrverandi forsætis- ráðharran, Jens Stolten- berg, til floksformann. Av veljarum floksins í Nordland, Troms og Finnmark taka bara 25 prosent undir við Jens Stoltenberg, meðan 51 prosent halda, at onkur annar skal taka við eftir Thorbjørn Jagland. Ólíka var fyri einum ári síðani. Tá valdu 40 prosent av øllum veljar- unum í Troms Arbeið- araflokkin, og Jens Stoltenberg var tann sterki maðurin. Størri bót Danska stjórnin hevur boðað frá, at hon fer at seta ta loyvdu hámarks- ferðina á teinum donsku motorvegunum upp. Sum er hava danir loyvi at koyra 110 kilometrar um tíman, men ætlanin er at seta hámarkið til 130 km/t. Men samstundis boð- ar stjórnin frá, at í framtíðini verður tað eisini dýrari at koyra ov skjótt. Sum er fáa tey, sum koyra 150 km/t, 1000 krónur í bót. Er ferðin 175 km/t, er bótin 2200 krónur. Sakna upplýsingar Amerikanarar hava lagt tríggjar sviar undir at vera yvirgangsmenn, men verjarnir hjá teim- um trimum kæra seg nú um, at teir fáa ikki tær neyðugu upplýsingar- nar um sjálva skuldset- ingina. Verjarnir hava ígjøg- num uttanríkisráðið í Stockholm biðið ameri- kansku myndugleik- arnar um avrit av upp- lýsingunum, men tá frágreiðingin kom, vóru fimm síður tiknar burturúr. Sambært utt- anríkisráðnum hava amerikanarar sagt, at tær fimm síðurnar eru loyniligar, og tað vilja verjarnir ikki góðtaka. Amerikanska blaðið Washington Post skrivar, at ameri- kanska flogvápnið enn einaferð hevur bumbað sivilfólk í Afghanistan AFGHANISTAN Árni Joensen Sambært blaðnum helt amerikanska herleiðslan, at fólkini vóru limir í yvir- gangsfelagsskapinum al- Qaeda, og flogvápnið lat tí eitt ómannað flogfar skjóta eina rakett eftir bygdini Zhavar Kili har eysturi í Afghanistan. Men frá fólki í bygdini hevur Washington Post fingið at vita, at teir tríggir menninir, sum doyðu í álopinum, høvdu als einki samband við al-Qaeda. Álopið á bygdina var í síðstu viku, og dagin eftir søgdu amerikanararnir, at ein av leiðarunum í al- Qaeda doyði í álopinum. Men hetta avsanna bygdar- fólkini í Zhavar Kili. Tey hava greitt tíðindamannin- um Doug Struck hjá Washington Post frá, at teir tríggir menninir vóru bønd- ur, og at teir vóru í ferð við at rudda eitt jarðarstykki, tá flogfarið skjeyt rakettina eftir teimum. Amerikanski verjumála- ráðharrin, Donald Rums- feld, sigur nú, at ameri- kanska herleiðslan veit ikki, hvørjir teir tríggir menninir vóru. Washington Post skrivar, at tilburðurin í Zhavar Kili er eitt av fleiri dømum um, at amerikanararnir hava trupulleikar við at finna teir seinastu limirnar í al- Qaeda. Guvernørurin í Khosi-landspartinum í Afghanistan, Muhammed Ibrahim, sigur við blaðið, at amerikanska fregnartæn- astan stendur at kalla á berum í hansara landsparti. Sakarmálið ímóti Slo- bodan Milosevic byrj- aði í gjár. Altjóða nevndin, sum hevur sett sær fyri at verja hann, hevur valt at halda seg til gamla slagorðið, sum sigur, at álop er tann besta verjan MILOSEVIC-MÁLIÐ Árni Joensen Altjóða nevndin er komin til ta niðurstøðu, at hon skal ikki royna at verja Milo- sevic og gerningar hansara, tí tann uppgávan tykist ov trupul. Sjálvur hevur fyrr- verandi jugoslaviski leið- arin eisini sagt, at hann vil ikki hava nakran at verja seg. Ístaðin hevur nevndin tí sett sær fyri at leypa á ST- krígsbrotsmannadómstólin í Haag, sum sambært nevndini er eitt amboð hjá NATO, og sum skal rætt- vísgera avgerðina hjá verjusamgonguni at bumba mál í Jugoslavia. Álopið hjá nevndini verður tí eisini vent ímóti NATO. Nevndin hevur longu roynt seg. Í fjør kravdi hon, at ein dómstólur í Amster- dam skuldi ógylda avgerð- ina at fongsla Milosevic, tí hetta var ólógligt. Men dómstólurin tók ikki undir við verjunevndini, sum síðani valdi at lata manna- rættindadómstólinum í Strasbourg málið. Her er tað enn. Verjunevndin hevur fleiri ferðir roynt at sannføra tíðindafólk og onnur um, at krígsbrotsmannadómstól- urin í Haag er ólógligur, og nevndin hevur á tíðinda- fundi í Beograd sagt, at Milosevic er vorðin píndur í fongslinum í Hollandi. Hetta avsannaðu nakrir av nevndarlimunum koretini seinni. Teir best kendu limirnir í verjunevndini hjá Milo- sevic eru fyrrverandi amerikanski løgmálaráð- harrin, Ramsey Clark, og franski sakførarin Jacques Vergas. Teir og hinr nevnd- arlimirnir vilja vera við, at krígsbrotsmannadómstól- urin hevur einans eina uppgávu, og tað er at fjala sannleikan. - Endamálið er at geva teimum óseku skyldina, sigur kanadiski sakførarin Christopher Black, sum er næstformaður í altjóða verjunevndini hjá Milo- sevic. Aftur eitt bumbumistak Verjarnir hjá Milosevic klárir til álop Myndir sum hendan frá 11. februar í 1999 verða tiknar fram undir sakarmálinum ímóti Slobodan Milosevic. Her fara 40 albanar til gravar eftir eitt serbiskt hópmorð Mynd: Reuters 27