Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 29 - 12. februar 2002 Nr. 29 - 12. februar 2002 29 – Eg føli meg altíð væl til passar, tá ið eg havi latið blóð. Men tað er ikki bara ølin, eg fái aftaná, sum ger tað, sigur Bergur Stór- hamar, stórleveran- dørur av blóði til Suðuroyar Sjúkrahús BLÓÐGÁVA Áki Bertholdsen – Teir eru altíð til reiðar at blaka alt frá, sær, teir hava í hondini fyri at hjálpa til Teir eru altíð fittir og altíð í góðum lag. Sigur Randi Strøm, labo- rantur á Suðuroyar Sjúkra- húsi. Og teir, hon tosar um, eru teir blóðgevarar, sum Suðuroyar Sjúkrahús hevur. Ein av teimum allar ídnastu at bróta upp um ermar, tá ið brúk er fyri tí, er Bergur Stórhamar á Tvøroyri. Fríggjadagurin í næst- seinastu viku var ein heilt serligur dagur hjá honum, tí tað mann vera fáum be- skorið at kunna halda tveir hátíðardagar sama dag. Men tað kundi Bergur Stór- hamar fríggjadagin 1. febr- uar. Í fyrra lagi hevði hann hendan dagin arbeitt í um- sitingini á Suðuroyar Sjúkrahúsi í 25 ár. Men hendan sama dagin læt hann eisini blóð fyri 50. ferð. – Hetta er fyrstu ferð, vit hava ein blóðgevara, sum hevur latið blóð heilar 50 ferðir, sigur Randi Strøm, ið var laboranturin, sum tók hesa sjáldsomu blóðgávuna frá Berguri. Hvørja ferð, ein letur blóð, verða 450 millilitrar tappaðir av. Sostatt hevur Bergur Stórhamar latið til- samans 22,5 litrar av blóði. Afturfyri sína trúgvu tænastu fyri blóðbankan í Suðuroy, fekk Bergur eina gullnál frá sjúkrahúsinum. Fekk tvær øl Tað var meiri ella minni av tilvild, at Bergur Stórhamar yvirhøvur bleiv blóðgevari. – Fyrstu ferð, eg læt blóð, var í 1974. Tá arbeiddi eg í Havn, tá ið útvarpið lýsti eftir blóðgevarum til Landssjúkrahúsið. Nakrir vinmenn gjørdu av at melda seg til, so eg fylgdi bara við. Men síðani hekk eg við, eisini eftir at eg kom suður á Tvøroyri at arbeiða á sjúkrahúsinum í 1977 og tað hevur nú gjørt hann til gávumildasta blóðgevaran í Suðuroy. Bergur Stórhamar tekur tað næstan sum eina skyldu at lata blóð. – Skuldi tann dagur komið, har eg sjálvur fái brúk fyri blóði, vil eg fegin, at onkur er, sum hevur latið blóð, sigur hann. Hann sigur, at hann veit ikki, hvussu tað ber til, men hann følir seg altíð væl til passar eftir at hann hevur latið blóð. – Eg haldi ikki, at tað bara er ølin, eg fái aftaná, sum ger tað. Men tá ið eg havi latið blóð, fáa eg eina ella aðra kenslu av at verða væl til passar og lættur í sinni, sigur hann. Tá ið blóðið er latið, skal ein helst drekka okkurt aftaná og blóðgevarar fáa tí antin eina øl, ella eina sodavatn at drekka aftaná. –Einaferð skuldi eg gera væl og drakk eina øl, áðrenn eg fór at lata blóð. Men tað gekk slett ikki, tí tað vildi ikki renna og eg mátti gevast. Og júst hendan vælsign- aða ølin er viðhvørt havt sín týdning, tá ið fólk eru komin at lata blóð. Laborantarnir minnast einaferð fyri nógvum árum síðani, tá ið blóðgevingin ikki var so væl skipað, sum hon er nú, at ein maður var komin at geva blóð. Tá ið hann var liðugur, gjørdi hann dundrandi vrøvl, tá ið hann bara fekk eina øl, tí Deisting lækni, hevði staði- liga lovað honum, at hann skuldi fáa tvær øl, vildi hann fara at geva blóð...... Í løtuni eru 198 blóðgevarar í Suðuroy. Men blóðbankin á sjúkrahúsinum sigur, at tey hava altíð brúk fyri fleiri BLÓÐGÁVA Áki Bertholdsen – Vit hava altíð brúk fyri fleiri blóðgevarum, so tey, sum hava hug, skulu ikki setast aftur. Randi Strøm, labo- rantur á Suðuroyar Sjúkrahúsið roynir at sláa eitt slag fyri at fáa fleiri fólk at melda seg sum blóðgevarar. Hon sigur, at tey hava 198 blóðgevarar í blóð- bankanum á Suðuroyar Sjúkrahúsi. – Vanligar tappa vit blóð einar 240-250 ferð- ir um árið. Men vit hava altíð brúk fyri fleiri blóðgevarum, ikki minst nú treytirnar fyri at kunna lata blóð, eru blivnar so strangar, sigur hon. Tað kemur eisini fyri, at okkurt serligt stingur seg upp sum ger, at bráfeingistørvur er á blóði og tá er hent at hava nógvar gevarar tøkar. Hvørja ferð, ein letur blóð, verða 450 milli- litrar tappaðir av. – Ein skal vera fyltur 18 ár fyri at kunna lata blóð. Somuleiðis skal ein verða frískur, tí ávísar sjúkur kunnu bera í sær, at ein verður fær blóðgávubann í eina tíð, ella at ikki kann lata blóð yvirhøvur. – Tann, sum letur blóð, fær hvørja ferð eitt spurnarblað at fylla út úrslitið kann so vera avgerðandi fyri um ein kann lata blóð, ella ikki. Randi Strøm sigur, at annars verður alt blóð kannað, áðrenn tað verður latið nøkrum. – Í so máta kann tað eisini verða ein eyka trygd hjá blóðgevaran- um, tí hon sigur, at tað er komið fyri, at hesar blóðkanningarnar hava avdúkað sjúkur, sum annars ikki høvdu verð- ið uppdagaðar og tískil høvdu fingið tíð at ment seg, men sum blóð- gevarin síðani rættiliga tíðliga kundi fáa viðgerð fyri. Hon sigur, at av tí, at blóðgevararnir eru nak- að fáir, eru tað kanska nakrir, sum verða bidnir í ofta at lata blóð. Ikki minst teir, sum arbeiða á sjálvum sjúkrahúsinum, eins og Bergur Stórhamar ger, tí teir eru altíð skjótir at fáa fatur á. Randi Strøm heldur, at blóðgevarar eru eitt heilt serligt fólkaslag. – Teir eru altíð í góð- um lag og fittir at hava við at gera. Ongantíð ilskast teir inn á at vera boðsendir at lata blóð, hóast teir eru fáast við okkurt annað, men eru altíð fúsir at tveita tað frá sær, teir hava í hondini fyri at koma at lata blóð. Tó harmast hon um, at tað eru summi arbeiðs- pláss sum dregur ar- beiðsfólk í løn, tá ið tey fara at lata blóð. Sostatt er tað ein beinleiðis útreiðsla hjá teimum, sum lata blóð og tað var ikki ætlanin. Blóðgevarafelag Í næstum er ætlanin at blóðgevarar í Suðuroy skulu fáa betri umstøð- ur. Áður er blóðgevara- felag stovnað bæði í Havn og í Klaksvík og ætlanin er eisini at stovna eitt slíkt felag í Suðuroy í næstum. Hetta eru feløg, sum royna at útvega fleiri blóðgevarar og sum annars roynir at røkja áhugamálini hjá blóð- gevarunum og sum skip- ar fyri ymsum tiltøkum, hugnaløtum og slíkum fyri blóðgevarar. Altíð brúk fyri fleiri at lata blóð í Suðuroy Nú hevur Bergur latið yvir 20 litrar av blóði Bergur Stórhamar er gávumildasti blóðgevarin í Suðuroynni, tí her letur hann blóð fyri 50. ferð. Einaferð skuldi eg gera væl og drakk eina øl, áðrenn eg fór at lata blóð. Men tað gekk slett ikki, tí tað vildi ikki renna og eg mátti gevast, sigur hann VIÐMERKINGAR Rolf Guttesen Fyri jól kom út ein bók, sum viðger kreppuna í 90-unum, bankamálið og alt tað politiska sum hongur uppi í hesum. Eg roknaði við, at hon mundi vera rættiliga skjótt lisin, tí eg helt meg kenna alla hesa søguna nokkso væl. Eg hevði lisið bløðini, tosað við fólk og sæð tingini. Men nú eg havi lisið hana, vissar partar fleiri ferðir, má eg ásanna, at hon er væl meira djúptøkin enn eg væntaði. Í øllum pørtum av bókini eru ting, sum sum fekk meg at ganga aftur og fram eftir gólv- inum og hugsa djúpar tankar. Hevur maðurin rætt, ja so stendur illa til í mangar mátar. Ja, eg skrivi stendur í nútíð, ikki tátíð. Formaður í Fíggingargrunninum Richard Mikkelsen var longu farin á pensión aftaná eitt langt lív sum stjóri í Danmarks Na- tionalbank, tá danska stjórnin bað hann átaka sær arbeiði at vera formaður í “Fíggingar- grunninum”, sum eisini eitur Finansieringsfonden af 1992. Grunnurin skuldi umsita tann pening, sum Landsstýri noyddist at læna fra Danska Statinum fyri ikki at Føroya- land alt skuldi fara á húsa- gang. Richard Mikkelsen hevur skrivað eina frágera góða bók. Hon er í einum góðum stíli; sum heild eitt sindur “undir- drivin”, ongantíð brúka ov sterkar orðingar, men so virka formuleringarnar so mikið kraftmiklari, tá hann onkuntíð tekur hetta filtrið av. Richard Mikkelsen var ikki bert onkur danskur embætis- maður, sum bleiv settur í eina nevnd, sum helt nakrar fundir í Føroyum av og á, fyri so at flúgva heim aftur og gloyma alt um hasar merkiligu oyggj- arnar. Nei, hann var og er - tað er tann myndin, ið eg fái burtur úr bókini - ein maður, sum hevur innsikt og in- tellektuella orku at skipa og brúka sína vitan og innsikt. Hann kennir ikki bert banka- málið út og inn, hann veit alt um kreppuna, um politisku flokkarnar, samfelagið og vinnulívið. Hann veit eisini alt um samanblandingina av poli- tikki, lokalum áhugamálum, sekterismu, vinartænastum, vinnulívsinteresseum, allur hesin vavsturin, sum er ein partur av tí “serføroyska”. Hetta, sum saman við polit- isku opportunismuni (at hoppa úr einum flokki í annan, og so heim aftur, tá hitt ikki var nóg gott) er rótin til nógv ilt. Eg meti ikki, at bókin er skrivað, tí hann følir seg illa viðfarnan, bæði av Landsstýrum og donsku stjórnini, sum tann leysa (og tannleysa) umtalan í føroyskum bløðum hevur bent á. Heldur man tað vera tí at mong ting hava undrað hann. Hartil kann sigast, at ofta er tað so, at stórur munur kann vera á, hvat ið sannleikin er, og hvat ið fólk halda sannleikan vera. Fólk kunnu vera í góðari trúgv uttan at kenna sann- leikan. Er munur á sannleika og trúleika? Ein danskur pensiónistur skrivar tað, sum 100 føroyskir akademikarar ikki fáa av skafti Bókin viðger eitt mál og eina periodu í Føroyasøguni, sum eru av størsta týdningi. Uttan at skilja hetta, skilst ikki før- oyskur politikkur ella sam- felagsligur hugsanarháttur ella hugburður í dag. Hetta er ein tíð, sum fyri tað mesta bleiv skapt av sjarlat- anum (meistarum í humbukk og breggj) og sum hevur skap- að sínar egnu, nýggju sjar- latanar. Tá bókin nú er lisin, so kann tað undra, at ein danskur pensiónistur hevur avrikað eitt valaverk um føroyska nútíðar- søgu, meðan 100 føroyskir søgufrøðingar, samfelagsfrøð- ingar, búskaparfrøðingar, løg- frøðingar, stjórnmálafrøðingar og aðrir miðlafrøðingar krógva seg burtur fyri at fjala im- potensin. Richard Mikkelsen er kanska tann einasti, sum í veruleikanum er førur fyri at skriva hesa bók. Eg meini, at hann hevur gott tak um allar endar, og hann setur ljós á hvørt skýmaskot, sum nógv fólk í Føroyum helst vilja gloyma burtur. Gullasjtíðin í føroyskum vinnulívi Tað ber nokk ikki til at seta árstal á, nær ið tann skeiva gongdin av álvara tók seg upp. Men ikki er heilt burturvið at nevna 1975, sum árið tá Ráfiskagrunnurin fór undir sítt virki. Eisini útflytingin av fiskimarkinum í 1977 hevði katastrofalar fylgjur. Hetta, sum at kalla allir politikkarar í nýggjari tíð høvdu barst fyri, kom sum ein gáva uttanífrá. Fylgjan var at øll skip, sum høvdu fiskað í Norðsjónum og aðra staðir, komu at fiska á Føroyaleiðini. Har vóru alt ov nógv skip, og ongin politikari kraft til seta eina effektiva skipan í verk. “Tað gongur nokk”, var tann stokkuta troystin. Haraftrat hevði man Ráfiskagrunnin, sum fór við fleiri hundrað mill. kr árliga. Hetta vóru pengar, sum fóru beint í eitt botnleyst díki. “Fejlgrebene ved subsidie- ordningerne var fatale, og det samme var tilfældet med de uhyrlige prismæssige fiflerier gennem den såkaldte Rå- fiskefond. Resultatet var, at man forvred enver fornem- melse af, hvad der var lønsomt og ikke lønsomt. Til sidst var så godt som intet lønsomt, gælden var tårnhøj overalt, og fisken forsvandt.” (37) Tann stóri bummarin, ið gjørdur var í hesum sambandi var, at tað vóru áhugafeløgini (fiskimenn, fiskakeypara og reiðarar) ið vóru sett at stýra hesum ólukku grunni. Báðar síður í stýrinum høvdu fremsta áhuga: at fáa sum mest burtur úr hesum grunni. Í meðal fóru 250-500 mió. kr um ári beint á sjógv. Tiknar frá skattgjald- arum - ikki til nakra nyttu, heldur til so stóran skaða, at samfelagið mundi fáa deyða- mein. Landsstýrið bað um hjálp, og fekk hana. Ikki ber til at endurgeva alla søguna og alt tað sum var or- søk til kreppuna, sum tók seg upp. Stuðul í høvd og reyv, politikarar sum ikki tordu at taka ábyrgd, tá ið á stóð. Veðhald til ein og hvønn, sjálvt um eginpeningurin var at kalla eingin. Útlendsk lán, jú føroyingar kundu saktans klára at fara út í heim, eingin grund var at steðga upp í Keypmannahavn. Í 1992 gekk hesin leikur so ikki longur, allir kassar vóru tómir. Føroyska búskaparliga miraklið var slóknað. Dam og Sundstein fóru til Schlüter og bóðu um hjálp, so Sjóvinnu- bankin kundi bjargast. Og fingu tað sum biðið var um - undir vissum treytum. Men heimafturkomnir vístu hesir menn seg sum vattnissur. “Hurtigt efter den 6, oktober 1992, da denne hjælpeaktion med tilhørende krav gik i orden, tog de to færøske hovedforhandlere ved mød- erne i København, lagmand Atli Dam og vicelagmand Jógvan Sundstein, imidlertid til genmæle mod det de selv havde været med til at forhandle på plads... Begge undsagde de det aftale- kompleks, de havde skrevet under på. Atli Dam udtalte...at han fik stukket en revolver for brystet. Jógvan Sundstein gav sig i kast med at udvikle en myte, at man stod overfor et dansk komplot, der ønskede at sætte sig på det færøske erhvervsliv og at tage magten på Færøerne.” (8) Góða mamma, tað var ikki eg.... Hetta kom danska partinum illa við. Teir høvdu veitt hjálp í eini neyðstøðu, men sjálvandi sett krøv til tann partin, sum skuldi læna nógvar pengar. Og meira skuldu teir læna seinni. Hetta var ein óvanlig støða. Tveir partar høvdu samráðst, semja var fingin í lag. Stjórnin kundi havt sagt nei, og sagt: farið tit heldur Chase Manhattan Bank, Dresdner Bank ella onkran annan. “Schlüter-regeringen var oprindelig imod at yde støtte... man skulle holde sig langt væk og lade banken går fallit.” (8) Undirskriftinar vóru settar. Men heimkomnir við øllum pengunum blíva Atli og Jógvan nervøsir, og tora ikki at standa við avtaluna. Tó ikki sørt, at RM skilir føroysku politikararnar. Sjálv- andi mistu politikararnir rása- rúm. “De danske krav var udtryk for indgreb i den færøskeselvbestemmelsesret... Men sandheden er, atdet var politikerne selv, der gennem deres styre i 1980-erne og årene umiddelbart derefter spillede sig handlefriheden af hænde.” (8) Uttanlandaskuldin var longu 8,5 milliardir í 1990 Áðrenn bankarnir fóru at rilla, var føroyska skuldin til út- landið vaksin heilt upp til 8,5 mia. kr. Eitt tal sum enn fær kaldasveittan fram. Men hesa skuld, sum síðan fyri stóran part er goldin niður, tóku føroyskir myndugleikar og privatir ábyrgdina av. Tað vóru lánini í 1992/93 sum komu at skapa eina ill- støðu millum partarnar. Landsstýrið ið kom, við Edmundi Joensen sum løg- manni, royndi at skumpa hesa skuld yvir á statin, við tí argu- menti, at lovgávan um peningastovnar var ríkjamál. Ein lítið haldgott argument, sum eingin tók fyri fult. “Man kan diskutere, om det var rimeligt, at Danmark dengang skulle delagtiggøres i betalingen for en krise, der i bund og grund skyldtes forhold på Færøerne selv” (13) Skuldu bankarnir bara fara á heysin? Bankarnir fóru av álvara at rilla á heystið1992. Sjóvinnu- bankin, við reint føroyskari stjórn og stjóra, skuldi akutt hava 475 mió. kr fyri at yvir- liva. Men hvørki Fiskasølan ella Tryggingarsambandið, sum átti 2/3 av partabrøv- unum, høvdu hug ella møgu- leika at leggja nakað á borðið. Heldur ikki Landsstýrið hevði pengar í kassanum. Nú vóru góð ráð dýr. Menn fór til Keypmannahavnar at biða um hjálp, og fingu hjálpina, bæði hesaferð og seinni, og - sum so mangan áður. Fíggingargrunnurin bleiv skipaður, tá Sjóvinnu- bankin skuldi hava sína fyrstu innspræning. Statslánini vórðu umsitin av grunninum, sum á henda hátt kom at eiga bankan. “Banken skulle reddes, men den formelle beslutning herom skulle træffes på Færøerne. I udgangssituationen blev an- svaret for støtten til bankerne således lagt på Landsstyrets og Lagtingets skuldre som rent færøsk anliggende. Dette var en vigtig afgørelse, der blev fastholdt senere hen, da banken fik brug for yderligere hjælp.” (75) Men longu í januar 1993 var galið aftur. Landsstýri fekk eitt nýtt statslán uppá 350 mió. kr. Hetta kommenteraði Birgir Danielsen seinni í Jyllands- posten, 14.5.95, har hann sigur: “Vi troede ikke at der i realiteten blev nødvendigt med så mange penge (sum Finans- tilsynet hevði varskógvað, rg). Hensættelser er jo en subjektiv størrelse(!!!), så vi fejede det beløb af bordet”. Hetta sigur nakað, sum vissir politikarar (men ikki BD) hava havt ilt við at skilja: hvat sakin snýr seg um. Tað ber ikki til at brúka vanliga keypmannsrokning ella lítlu tabel, tá framtíðarvánirnar hjá einum banka í svárari kreppu skulu metast. Tí tað er ein meting um framtíðina, sum eingin kennir við vissu. Hetta er vert at hava í huga hjá teimum, sum siga at føroy- ingar blivu snýttir. Danske Bank ætlaði at sleppa sær burturúr. Tá Føroya Banki so eisini fór at kikka eftir ondini, kom hjálpin ikki frá Landsstýrin- um, sum hevði bjargað hinum bankanum, ella statinum. Høvuðspartaeigarin Danske Bank legði pengarnar á borðið. Annar bankin hevði sostatt fingið almenna hjálp, hin onga. So er spurningurin um hetta kundi vera rímiligt? Tað helt Danske Bank ikki. Landssstýrið sá eisini mis- javnan í hesum. Og so kom uppskotið um býtið av parta- brøvum. Tað bleiv gjøgnum- ført, og Føroya Landsstýri helt at tað var ein góð loysn. Landsstýrið kundi havt sagt nei. Men vandi var fyri at Danske Bank gjørdi Føroya Banka til eitt “afviklings- selskab”. Og hesin vandin var allarhelst heilt reellur. “Formelt var Landstyret ikke forpligtet til at støtte bankerne. Kommer en bank i vanskeligheder, må ansvaret falde tilbage på bankens ledelse... med konsekvenser for dens aktionærer. Når landsstyret gik ind, skyldtes det politiske overvejelser. Man ønskede at undgå de sam- fundsmæssigt skadevoldende virkninger...Dette var også motivet bag aktiebyttet.” (80) Tá avtornaði hevði Lands- stýrið lænt og sett 2,5 mia. kr í bankarnar, haraftrat komu 200 mió. kr frá Íleggingargrunn- inum (frá 1964), íalt 2,7 milli- ardir krónur. Sjóvinnubankin fekk 1,5 mia. og Føroya Banki fekk 1,2 mia. Haraftrat hevði Føroya Banki fingið332 mió fra Danske Bank áðrenn partabrævabýtið fór fram. Føroya Banki, ogn Føroya Fólks Í dag eigur Landsstýrið tann samlaða Føroya Banka. Bank- in hevur í árunum 1994-2000 havt eitt avlop uppá 1,85 mia. kr. Partaeigarnir hava fingið 702 mio kr, sum gjøgnum Fíggingargrunnin fóru í Landskassan. Og bankin hevur betalt 183 mió. kr. í skatti, og er størsti skattgjaldari í Føroyum. Eginkapitalurin í bankanum var ultimo 2000 uppá 1.244 mió. kr., og er vaksin síðani. Bankin hevur í dag eitt søluvirði uppá ca. 2 milliardir Tað kann tí sigast, at Før- oyar og Landsstýrið - sum uttan holla hjálp úr Danmark, hevði staðið uttan mátt við teim tindahøgu trupulleik- unum hjá bankunum - komu sær undan aftur. Verður alt talt saman so hevur Landdsstýrið havt góðan vinning í banka- málinum!! Føroya Fólk eigur í dag eina gullhønu, sum dúliga verpur gullegg. Taparnir í hesi søgu blivu teir gomlu føroysku parta- eigarnir, Íleggingargrunnurin, Danske Bank og danski statskassin. Tey privatfólk og virkir og stovnar, sum høvdu pening standandi í bankunum, sluppu undan at missa alt innistandandi. Landið hóraði undan og kom vinnuliga á føtur aftur, tí Landsstýrið við danskari hjálp bjargaði bank- unum. Men hvat er samfelags- kreppan blivin til? Men hví er tað bert ein smálutur í hesum politiska leikinum, sum verður um- talaður, og brúktur til hvat sum helst í føroyska politiska tjakinum? Partabrævabýtið fór fram í mars 1993, og fólk og politikarar flest hildu tá, at hetta var ein rímuligur handil, sum eisini Landsbankastjórin hevði viðmælt. Hví er tað blivið til, at nógv trúgva, at sannleikin um “kreppan” í 90-unum komst av, at føroyingar blivu snýttir í partabrævabýtinum. Sann- leikin um sjálvskaptu samfelagsligu kreppuna í Føroyum í 90-unum er tøvn- aður til at snúgva seg um piparnøtir. Hvussu bar tað til, at eitt hondskrivað fundar- referat, sum ikki var góðkent av luttakarunum, lak út. Skilja føroyingar ikki orðið “í trúnaði” á sama hátt, sum danskarar skilja orðið “for- troligt”? (Annar partur seinni) Gestsins eyga Um Richard Mikkelsen: “Færøerne i Bankkrisens Tegn” C M Y K 29 28