fríggjadagur 29. oktober 2010síða 3
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Fríggjadagur 29. oktober 2010 · Nr. 152
Sosialurin
Økisleiðari
til deildir okkara
í Grønlandi
www.banknordik.fo/starv
BankNordik sóknast eftir einum økisleiðara, sum vil standa á odda
fyri menningini av deildum bankans í Grønlandi.
Í februar 2010 keypti BankNordik tríggjar bankadeildir í Grønlandi,
t.e. í Nuuk, Sisimiut og Ilulissat, har 30 dugnalig starvsfólk veita
okkara privat- og vinnukundum eina holla tænastu.
Ábyrgdarøki
Sum økisleiðari fyri deildum bankans í Grønlandi
hevur tú ábyrgdina av dagliga rakstrinum á
deildunum. Økisleiðarin hevur tilvísing til Súna
Schwartz Jacobsen, stjóra, og hevur í stóran mun
møguleika til sjálvstøðugt at merkja menningina
av bankanum í økinum.
Yrkisførleikar
Vit ímynda okkum, at tú hevur eina breiða fakliga,
fíggjarliga útbúgving ella aðra viðkomandi hægri
útbúgving. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur
leiðsluroyndir frá tilsvarandi starvi.
Vit vænta, at tú hevur evnini at virka í einum
altjóða umhvørvi, megnar at loysa avbjóðingar
og skapa motivatión millum starvsfólk.
Persónligir førleikar
Tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og taka
avgerðir. Tú hevur hug at arbeiða saman við
øðrum og fremja gott samstarv. Sum persónur
ert tú jaligur og fyrikomandi og megnar at skapa
álit millum starvsfólk og kundar.
Sum økisleiðari er neyðugt, at tú áhaldandi
hevur innlit í strategiska tørvin, og at tú í hesum
sambandi hevur dirvi og orku at ganga á odda, tá
broytingar skulu fremjast í verki.
Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum
altjóða umhvørvi, har virkismentanin er grundað
á okkara kjarnuvirðir: dugnasemi, eldhuga og
framsøkni. Starvið gevur tær møguleika fyri
fakligari og persónligari menning, samstundis
sum tú í tíni frítíð kanst uppliva fantastisku
náttúruna. Løn og setanartreytir verða ásett í
samsvar við royndir og førleikar.
Umsóknir
Send tína umsókn og CV saman við viðkomandi
skjølum til BankNordik, Húsagøta 3, Postboks
3048, 110 Tórshavn ella við telduposti til
starvsfolk@banknordik.fo. Umsóknarfreistin er
mikudagin 1. desember.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda
sær til Súna Schwartz Jacobsen á tlf. 330 350
eller á ssj@banknordik.fo.
Um bankan
BankNordik er í eini spennandi menningartilgongd. Í oktober 2009 keypti bankin meirilutan í íslendska
tryggingarfelagnum Vørði. Í februar 2010 keypti bankin 12 bankadeildir frá danska peningastovninum
Sparbank, 9 deildir í Danmark og 3 deildir í Grønlandi. Sostatt eru yvir 450 starvsfólk í samtakinum, harav
helvtin uttan fyri landoddarnar. Høvuðssæti bankans er í Tórshavn.