fríggjadagur 29. oktober 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 152 · 29. oktober 2010
2
VIKUSKIFTI
Spara
og
oyðsla
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Tórstein Madsen / Álvur Haraldsen
2 KluMMa: Spara og oyðSla
2 MaTur: ØðrvíSi polSk Suppa
4 InTErvIEw: TórSTein MadSen
8 FInna bEST brundin
9 TIPS: endurnýggja Songina
10 HEIlSuSíðan: 6 frukTir uM dagin
11 90 SEKund: arni ZachariaSSen
12 TÁ KaPITalISMa verður kaSinoSpæl
14 TIl arbEIðIS: fríða jacobSen
15 uMaFTuraFTuruM: hØgni djurhuuS
16 lIST: víSari innan, vakrari uTTan
22 MIðlaMJarr: Tað Siga Tey á facebook og í MiðlunuM
23 Tað HEndIr: konSerTir, TilTØk, bØkur og annað
24 vIKuMyndIn: ruSSiSk Modell
Nú ikki stendur so væl til búskaparliga í
landinum, noyðist tað almenna av álvara at
spara. Hvør konta verður endavend fyri at
finna nakrar krónur.
Dag og dagliga hoyra vit neyðarróp um
avleiðingarnar av, hvat allar sparingarnar
hava við sær av neyð og vesaldómi.
Støðan er alt annað enn góð í landinum.
Tað vita vit.
Men tá tað er so, er forargiligt at síggja,
hvussu tað almenna oyðslar á øðrum økjum.
Eg kann ikki lata vera við at forargast,
tá ið eg síggi misbrúk av almennum bilum.
Okkara bilum.
Hetta eru bæði bilar hjá landsstovnum
og kommunum. At privatar fyritøkur
lata starvsfólk sini brúka bilarnar privat,
viðkemur ikki okkum.
Tað er ikki ókent, at almenn starvsfólk
taka bilin við heim og brúka hann harvið til
at koyra millum heim og arbeiði.
Heilt vanligt er eisini, at starvsfólk í
almennum og kommunalum størvum brúka
okkara bilar til at koyra hjúnarfelagin
millum heim og arbeiði og koyra børn til og
úr skúla.
Almennir bilar fara eftir arbeiðstíð og
leygardag til handils at keypa mjólk og
breyð, og teir koyra á møti, í føðingardagar
og i brúdleyp.
Almennu bilarnir fara á útsølu og út
at keypa jólagávur og føðingardagsgávur,
og tú sær ofta almennar bilar í privatum
ørindum fara so langt sum gjøgnum
undirsjóartunlarnar.
Hvør rindar? Tú og eg.
INNIHALD
klumman
Randi
Jacobsen
myNDIr: heri simonsen
tilvildarlig mynd
Serligur
suppuborðiskur
MilluM størstu meNtANAruppLIvINgArNAr í einuM
fremmANDum landi, eru ofta mAtuppLIvINgArNAr
lagt tIl rættIs: Heri Simonsen, heris@sosialurin.fo
Føroyskt ferðalag við 31 fólkum var
fyri stuttum í Póllandi, har mong nýttu
høvið at fara til tannlækna og optikara.
men tíð var eisini til ymiskt annað.
Føroyingar eru óivað millum fremstu
»shopoholikarar« í heiminum, og tað var
títt millum handilsvitjaninar hjá teimum, ið
vóru í tí føroyska ferðalagnum, sum fóru til
Póllands við lailu og Óla Jákup rólantsson.
millum serligu upplivingarnar var at
eta eina væl kryddraða og sterka pólska
jekarasuppu – ella veiðumanssúpan um
ein vil. talan er um ein ógvuliga serligan
pólskan matarrætt. góður matur er altíð
ein uppliving í sær sjálvum, og var nógv
gott kjøt, leykur o.a. í veiðumanssúpanini,
sum vit fingu á matstovuni í stettin.
Borðiskur av breyði
men tað sum gjørdi upplivingini øðrvísi
og forkunnugu, var at suppu borðisk
urin var gjørdur av breyði, og tað
var lokið eisini. talan var um breyð
við einari sera sterkari skorpu.
tann serligi borðiskurin var nú meira at
líkna við eina lítla supputerin, har lokið eisini
var gjørt av breyði, og so var meiningin,
at ein skuldi eta lokið meðan ein seyp ta
frálíka góðu pólsku veiðumanssúpanina.
Fólk gjørdist eitt sindur kløkk, tá
rætturin kom á borðið, men tá tey so góvu
gætur hvussu genialt konseptið var, so
var skjótt, at láturin rungaði í matstovini.
súpanin mettaði somikið væl, at tey flestu
náddu ikki at meir enn lokið, men ein mátti
líka klípa ein bita av »borðiskinum«.
Fitt av póllendingum eru í Føroyum,
og vónandi verða boð eftir onkrum
póllendingi at læra ein av okkara
dugnaligu matstovukokkum at gera
pólska veiðumanssúpan, tí tað er ein
heilt serlig og øðrvísi uppliving, sum burdi
blivið eitt hitt. tað finnast íslendskar
matstovur, ið hava serligu súpanina við
tí serliga borðiskinum á matarskránni.
Suppuborðiskurin var gjørdur av
breyði, og tað var lokið eisini