fríggjadagur 29. oktober 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 29. oktober 2010 · Nr. 152
8
Sosialurin
Leo Poulsen
Fitt av fólki høvdu leitað
sær inn í hølini hjá Skyn
fríggjadagin, har móttøka
var fyri Jón Simonsen í
sambandi við, at hann tók
við sum stjóri í meklarafyri
tøkuni hjá BankNordik 1.
oktober.
Jón Simonsen kom frá
kappingarneytanum
hjá
Skyn, og hevur starvast inn
an vinnuna í eini tíggju ár.
Nýggi stjórin er eisini
kendur frá ítróttaheiminum
og hevur millum annað staðið
á odda fyri besta liðnum hjá
ÍF í Vod a fone deild ini.
Jón Simonsen er fugl
fir ðingur og koyrir ímill um
heimbygdina
og
arbeiðs
plássið.
Á móttøkuni nýtti stjórin
í BankNordik, Suni Schwartz
Jacobsen, høvi at siga nøkur
orð.
Leo Poulsen
Árið í ár er lívfrøðiligt marg
feldis ár, og í tí sambandi eru
allir borgarstjórar í Før oy
um útróptir til verjar hjá
ymiskum fugla og fiska
sløg um. Og sum rímiligt er
fall tað Heðin Mortensen í
lut at gerast verji hjá drunn
hvítanum.
Nólsoy er í Havnar komm
unu, og í oynni finst heimsins
størsta koloni av drunnhvíta,
og nú borgarstjórin í Havn
er vorðin verji hjá drunn
hvít anum, ætlar hann sær at
gera nakað við málið.
Vit hava nú sett skelti
upp á Klivum, har fólk koma
í land av Ternuni, har greitt
verður frá um drunnhvítan,
sigur Heðin Mortensen.
Hann heldur tað hava
stóran týdning, at fólk vanda
sær um, tá tey fara í hagan,
og ikki tveita líkt og ólíkt
eftir sær.
Eitt annað, sum borgar
stjórin tekur í allarstørsta
álvara er, at rottur ikki sleppa
út í oynna.
Tað ringasta, sum kann
henda fyri drunnhvítan og
fyri fuglin í síni heild, er um
rotta kemur í oynna. Og teir,
sum kenna til rottu siga, at
er hon fyrst komin í oynna,
slepst ikki av við hana aftur,
sigur Heðin Mortensen.
Borgarstjórin
heitir
tí
á fyrst og fremst heilsølur
og aðrar veitarar av vøru
av ymsum slag til Nólsoyar
um at ansa stak væl eftir, so
rotta ikki sníkir seg millum
vøruna, og so sjálvandi eis
ini á Strandferðsluna um
somu leiðis at halda eyga við
flutninginum, so rotta ikki
kemur í oynna.
Staðfestast
Fyrr í ár ljóðaði annars, at
far vegur eftir ráttu var stað
festur, men hóast nógvar
fell ur og drúgvar kanningar
fekst ongantíð heilt greiða á,
um rotta veruliga var komin
í oynna.
Ongantíð sást hon og ong
antíð fekst við vissu staðfest
um talan var um rottu ella
ikki. Men nú skal so finnast
út av hesum.
Vit hava fingið eitt elek
tron iskt tól, sum við hita
søkjan og rystingum skal
stað festa, um rotta er í oynni
ella ikki, sigur Heðin Morten
sen.
Hann sigur, at nú Tern an
er farin at sigla um Nóls
oyarfjørð, er vandin fyri at
rotta ótilvitað kemur út í
oynna munandi størri, enn
tá Ritan sigldi.
Nú tað ber til at koyra í
land í Nólsoy er neyðugt, at
fólk eru sera varin, so tey ikki
flyta rottu til Nólsoyar av
óvart, sigur Heðin Morten
sen.
Nólsoy er annars ein av
fáu oyggjunum, har rotta
ikki livir.
Skjót sigling
Nólsoy er ein av trimum
økjum, sum er í uppskoti at
gerast eitt sonevnt Ramsa
øki. Hetta eru økir, sum verða
friðað í einum altjóða høpi.
Fundur hevur fyri stuttum
verið í Føroyum, sum í ár
er komið upp í Ramsa sam
starvið.
Hetta hevur sjálvandi
eisini týdning, men tað er í
kapasitetinum sum verji hjá
drunnhvítanum, at eg fyrst
og fremst taki hesi stigini,
til tess at verja fuglalívið í
Nólsoy, sigur Heðin Morten
sen.
Og eitt, sum er til stóran
bága fyri alt fuglalív í oynni,
er bátarnir, sum við 3040
míla ferð fresa tætt framvið
landi, ofta heilt inn í klettin.
Har ætla vit fyrst og
fremst at tosa við fólkini,
sum hava við ferðavinnu at
gera, og eg ivist onga løtu í,
at vit finna eina loysn, sum
báðir partar kunnu liva við,
sigur Heðin Mortensen.
Hann
sigur,
at
skulu
bátarnir sigla so skjótt, má
tað verða við einari ávísari
fjarðstøðu úr landi, og skulu
teir inn í ymsar holur, má tað
gerast við hampiligari ferð,
so hetta ikki órógvar fuglin.
Ber ikki til at tosa seg
til rættis, so má lands stýris
kvinnan upp í leikin og lóg
geva á økinum, sigur Heðin
Mortesen.
SEV sóknast eftir einum dugnaligum maskinmeistara at
byrja skjótast til ber á elverkinum á Strond í Klaksvík.
Elverkið á Strond hevur um hendi rakstur og hald av sjálvum
elverkinum á Strond, viðlíkahald av mobilaggregatum eins
og viðlíkahald av teimum fimm smáverkunum á Fugloynni, í
Mykinesi, á Skúvoynni, í Koltri og á Stóru Dímun, ið til-
samans hava 14 framleiðslueindir. Hartil eru 3 eykaverk,
sum eisini hoyra til starvsøkið. Á elverkinum á Strond
starvast í løtuni 2 fólk umframt verkmeistaran.
Starvið
Tann, ið settur verður, verður settur í fast starv hjá SEV og
fer fyrst og fremt at arbeiða á elverkinum við Strond, og út
frá hesum arbeiðisstaði til hini elverkini eftir tørvi. Talan er
fyrst og fremst um dagarbeiði, men talan kann blíva um
nakað av vaktararbeiði uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
Førleikakrøv
Tú hevur fulla maskinmeistaraútbúgving, t.e. víðkað
maskinmeistaraprógv ella 3 ára maskinmeistaraskúlaprógv.
Tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir á økinum ella á
líknandi øki.
Løn
Starvið er lønt sambært sáttmála millum SEV og Maskin-
meistarafelagið. Starvið er flokkað í lønarflokki 12. Byrjunar-
og endalønin í 12. lønarflokki er í løtuni netto ávikavíst
kr. 28.686,33 og kr. 29.898,81 um mánaðin. Harafturat
verður goldið í eftirlønargjaldi tilsamans ávikavíst kr.
3.872,65 og kr. 4.036,34 um mánaðin.
Lønin verður ásett eftir starvsaldri frammanundan, sum
verður roknaður frá próvtøkudegnum, men er treytaður av
fakliga viðkomandi arbeiði síðani tá.
Umsóknir
Vinaliga send umsókn saman við prógvum og møguligum
ummælum til Elfelagið SEV, Postrúm 319, 110 Tórshavn.
Umsóknarfreistin er mikudagin 10. november 2010.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hans Jákup
Petersen, verksmeistara ella til Anders Nedergaard-Hansen,
leiðara á Framleiðsludeildini, báðir á telefon nr. 346800.
Vil verja
drunnhvítan
Tórshavnar kommuna tekur nú stig til at verja
um drunn hvítan í Nólsoy og um fuglalívið í
oynni sum heild. Eisini skal endaliga stað
festast, um rotta er komin í oynna
Hesum skelti møta øll ferðafólk, sum koma í land av Ternuni í Nólsoy
Mynd: Leo Poulsen
Móttøka fyri Jón
Seinasta fríggjadag var mót
tøka í sambandi við, at Jón
Simon sen tók við starv inum
sum stjóri á Skyn 1. oktober
Suni Schwartz Jacobsen segði nøkur orð á
móttøkuni, vend móti Jón Simonsen
Mynd: Jens Kristian Vang