fríggjadagur 29. oktober 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 149 · 22. oktober 2010
8
VIKUSKIFTI
kapping
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað verður gjørt alsamt meiri og meiri
fyri at fáa so góðan seyð í føroysku
hagunum sum tilber.
Hugt verður í nógv størri mun eftir,
hvus su beinini á brundunum eru og um
teir hava góða ull. Hetta er ein broyting
frá tí at menn mest gingu upp í, hvussu
stór ir brundarnir vóru, nú er tað eisini
ann að, ið telur.
Seinasta fríggjadag vóru sýnsmenn
komn ir út til Nólsoyar at sýna brundir
og veðrar. Vandi sýnsmaðurin, Poul
Samuel sen úr Vík var annar, meðan hin
er meiri feskur á økinum, Hans Martin
Andrea sen úr Kvívík.
Sýningin fer fram á tann hátt, at
fyrst verður mát tikið av seyðunum,
um bringu og lendar, og síðani fer
veruliga sýn ing in fram.
Seyðirnir verða tiknir inn, tveir og
tveir, og síðani kanna sýnsmenninir
gjølla bein, ull og horn á seyðinum. Teir
taka tveir inn í senn, tí tá eru seyðirnir
rólig ari.
- Vit hyggja serliga eftir ullini, bein-
un um og hornunum, og flestu feilirnir
eru at finna í beinunum. Málini eru
annars betri her úti í ár enn tey plaga
at vera, sigur Poul Samuelsen.
Seyðirnir verða býttir upp í fýra
bólk ar, triðju, aðru og fyrstu virðisløn,
og so úrvalsseyður.
- Skulu seyðirnir flokkast í bestu
flokk ar nar er eisini neyðugt, at hornini
eru góð. Vaksa tey inn í høvdið, verður
hann vrakaður beinanvegin, sigur Poul
Samuelsen.
Greiðari reglar
Tað hevur fram til í ár verið eitt sindur
tilvildarligt, hvussu sýnað hevur verið.
Ongar rættiligar reglur hava verið, og
ógvuliga ymiskt hevur verið, hvussu
sýns menn mettu hornini, og hvussu
stóran dent teir løgdu á tey í mun til
bein ini og ullina.
- Vit hava havt fleiri fundir gjøgnum
vár ið og summarið, og hava hitst javn-
an fyri at finna ein felags leist at sýna
eftir. Og nú hava flestu sýnsmenn
sam tykt eina felags linju, sigur Poul
Samuelsen.
Við á hesum fundum hava verið
seyða menn, bødnir og so eisini djóra-
lækni, og hesir fundir eru endaðir við
einari reglugerð, sum sýunt nú verður
eftir.
- Fyri at fáa eina úrvalspremiu skulu
allar treytir lúkast. Lenda- og bringu-
mál ini skulu vera 70 og 17, og síðani
skulu bein, ull og horn somu leiðis lúka
strongu krøvini, sigur Poul Samuelsen.
Nýggja reglugerðin ger, at seyðirnir
nú verða dømdir eins um alt landið, og
har sum ivamál hava verið framman
und an, eru nú greiðar reglur at ganga
eftir.
- Fyrr hevur tað verið soleiðis, at ein
seyður kann hava fingið fyrstu virðis-
løn í einari kommunu, men tá hann so
er komin í aðra kommunu verður hann
kolldømdur heilt, og tað er hetta, nýgg-
ja reglugerðin skal fyribirgja, sigur Poul
Samuelsen.
At ójøvn døming soleiðis kundi
koma fyri komst av, at tað eru fleiri
lið, ið døma, og tá eingin føst reglugerð
finst, stóðst eisini ójøvn døming av. Til-
samans er talan um omanfyri 30 sýns-
menn.
Finala í Kollafirði
Ferðast verður runt um oyggjarnar
í ymsu hagunum, og hvør hagi fær
tríggjar seyðir við til ta stóru finaluna,
sum verður í Kollafirði 7. november.
- Har verða væntandi einir 80 seyð-
ir, sum allir verða sýndir av sjey sýns-
monnum. Tað skal so enda við, at Før-
oya besti brundur verður valdur, sigur
Poul Samuelsen.
Tað er tó ikki vist, at tað kortini
verða so mikið sum 80 seyðir við til
finalu na, sum ætlað.
- Finalan verður í Kollafirði 7. nov-
em ber, men tað er ikki vist, at sýns-
menninir eru komnir runt alt landið
áðr enn tað. Tað eru lutfalsliga fáir
sýns menn, so eg vænti ikki, at teir náa
runt alt landið, áðrenn finalan verður,
sig ur Poul Samuelsen.
Nýggja reglugerðin hevur eisini
ført við sær, at sýnsmenninir rotera í
sýningarstøðunum soleiðis, at teir, sum
í fleiri ár hava sýnað í sama øki, nú
verða fluttir til nýggj øki í landinum.
Sýns mennin ir merkja eisini ein vaks-
andi áhuga millum seyðamenn og
haga partar fyri seyðinum.
- Ja, tað er stórur munur. Nú royna
seyða menn at fáa bestu brundirnar, og
har við eisini bestu lombini til komandi
ár. Nú er tað sjálvandi soleiðis, at seyð-
urin er ójavnur oyggj úr oyggj og haga
úr haga. Summir hagar eru betri enn
aðr ir, og tí vera mátini ójøvn frá haga
til haga, men feilirnir kann rættast upp
á, teir eru líka yvir alt landið, sigur Poul
Samuelsen.
Veðrar størri týdning
Tað er truplari at gera nakað við vekt-
ina, men kortini er tað langt frá ógjør-
ligt.
- Sandoyggin hevur altíð borið orð
fyri at hava serliga smáan seyð, men
nú hava vit verið har suðui í fleiri ár,
og har er tað vorðið munandi betri. Nú
hava teir minst líka góðan seyð sum
norðan fyri, sigur Poul Samuelsen.
Viðvíkjandi sýningunum kring land-
ið, so skulu seyðirnir, ið fara víðari til
finaluna í Kollafirði, helst fáa í minsta
lagi fyrstu heiðursløn, tó helst skulu
teir vera úrvalsseyðir. Men veðrarnir
slep pa eisini upp í part. Sýndir verða
bæði tværvetur veðrar og eldri.
- Ja, tað verður tað. Og har mugu
setast ógvuliga hørð krøv, tí ein veðrur
brund ar so ógvuliga nógv meiri enn ein
van ligur brundur. Tí kann ein veðrur
við fleiri feilum gera stóran skaða, tí
hann brundar eini 80 til 90, so tað sigur
seg sjálvt, at tað má ansast serliga væl
eft ir, sigur Poul Samuelsen.
Og tað er stórur munur á einum
heyst lambi, sum verður slept til brund,
tí tað brundar minni enn helvtina, eini
30 til 40.
- Tí hevur tað so nógv størri týdning,
at veðrarnir, ið verða nýttir til brundar,
ong ar feilir hava, sigur Poul Samuelsen,
sýns maður úr Vík.
Sýningin gav einum heystlambi úr
Heimaru helvt fyrstu virðirløn, umframt
ein um veðri, sum eini seyðamaðurin,
Tor lakk Hansen, eigur.
Finna besta
brund í Føroyum
Í hesum døgum ferðast sýnsmenn kring landið og sýna seyðir Í ymsu oyggjunum
og ymsu hagapørtunum, og alt skal enda við einari finalu á Búnaðardepilinum
Í kollafirði 7. novemBer, har føroya Besti Brundur skal finnast
Poul Samuelsen úr Vík og Hans Martin
Andreasen úr Kvívík vóru sýnsmenn í Nólsoy
seinasta fríggjakvøld. Vanliga eru teir tríggir,
men hetta kvøldið vóru teir bert tveir
Mynd: Leo Poulsen
Poul Samuelsen kannar ein brund,
meðan Mikkjal Holm, Rene Hansen
og Torlakkur Hansen, allir seyðamenn
úr Heimaruhelvt, hyggja at
Mynd: Leo Poulsen