Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. oktober 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. oktober 2010 · Nr. 152 10 Sosialurin Rigmor Dam Ímynda tær ein persón, sum heldur fyri oyruni og ristir við høvdinum og sigur: lalalalalala... eg hoyri onki eg síggi onki eg pjøvist ikki at taka støðu, kom gev mær eitt glas av champagnu... lalalalalalal!!! Soleiðis er universið á góðsinum við vakra kirsuberjagarðinum, sum hevur hugtikið fólk í økinum í øldir. Men nú er fíggjarstøðan á góðsinum so vánalig, at garðurin antin má stykkjast út til summarhús ella enda á uppboði. Men góðseigarafamiljan, við frú uni á odda, vil ikki hoyra talan um at selja nakað sum helst. Tey látast, at alt er í lagi, og vilja bara liva sum tey altíð hava gjørt: eina sorg leysa marglætistilveru við veitsl um, tænastufólkum og uttan­ lands ferðum. Tí hvørja ferð hetta fyrrverandi so múgvandi húskið verður inn­ heintað av veruleikans náðileysu hond, skúgva tey sær undan og taka hvørki ábyrgd ella støðu. Tey fáa snøgt sagt ikki upp í lag til nakað sum helst annað enn at látast og at stuttleika sær. Og tað hevur sjálv­ andi sín prís. Lívslygnin livir Vónirnar vóru stórar, tá vit settust afturá á Tjóðpallinum til russiska leikin 'Kirsuberjagarðurin' týs­ kvøldið. Undirritaða við manni og tveimum børnum, 10 og 12 ára gomul. Og vit gjørdust ikki vónbrotin! Her skal tó viðmerkjast, at hetta er als ikki nakað fakliga grundað ummæli, men nakrar eyðmjúkar leiklistafjepparahugleiðingar. Frá fyrsta sekundi vórðu vit hurl­ að inn í ein tragikomiskan heim, har sansirnir fingu ikki frið eitt sekund. Var tað ikki leikandi lætta spælið ella eksalteraðu týp urnar, so var tað dialogurin, pall mynd­ in, búnarnir, tónleikurin, liv andi hønurnar, gandakynstrini ella eitt ordans buldurbrak, sum berg tók. Hóast leikurin er ein stór komed ia úr enda í annan, so er hann samstundis, sum so mangan í góðum komedium, ein syndarlig tragedia. Serliga, tá havt verður í huga, at aldagamla temaið um lívslygnir og veruleikaflýggjan er minst líka aktuelt í dag, sum tá russiski høvundin Anton Tjekhov skrivaði leikin í 1904. Málið situr óvanliga væl. Lætt og gerandiskent – eins og tekstirnir hjá Tjekhov. Tíbetur fyri dialogin er tað André Niclasen, sum hevur týtt leikin úr russiskum í føroyskt. André, sum, staddur ytst úti á fólks­ liga vonginum í føroyska mál spurn­ inginum, hevur um nakar, viljan og evnini at lofta anda Tjekhovs. Týpurnar festa seg Hóast tað til tíðir var ilt at hoyra replikkirnar, er greiða fatanin, at allir leikarar komu sera væl frá leik­ lutunum. Havi tó hug at nevna onkran ­ ikki tí tey spældu betri enn onnur, men tí týpurnar, ella karakterarnir, serliga festu seg í minnið. Kanska tí at persónarnir hóskaðu serliga væl til leiklutirnar? Har var Páll Danielsen sum tann tilkomni Leonid (bróðir frúuna). Við leysum handliðum, patetiskum yvirskeggi, silkikimono og full­ komi liga innantómum eygnabrái var hann sjálv ímyndin av dølska og forkelaða yvirklassadýrinum, sum, hóast hann er borin til stórt ríkidømi, má dragast við eina doyv­ andi meiningsleysa tilveru. Barbara Christophersen briller­ aði í lutinum sum mansliga stjúk­ dóttirin Varja. Ein nýggj týpa á føroyskum palli, og eitt gott bland millum Camilla Parker Bowles og Benediktu prinsessu, tá tær eru best (ella verst!). Unga postalínsdukkan Mariann Hansen kom eisini sjáldsama væl frá leiklutinum sum dóttir frúuna, Anja – herliga 'russiska' fín og følin. Vónandi velur hon sjónleikin sum yrkisleið. Og so fyri ikki at gloyma tann, sum eisini verður gloymdur eftir, tí øll hava nóg mikið í sær sjálvum: gamli butlarin Firs, eminent spæld­ ur av Kára Øster. Trúgvi tænarin, sum hevur kent familjuna í fleiri ættarlið. Hann, sum sigur seg vera so gamlan, tí hann hevur livað so leingi! Hendan ramsan av týpum leið­ ir meg víðari til næsta point. Tí, sum sagt varð leikurin framúr væl spældur av øllum. Men eg havi sæð fleiri av hinum leiklutunum fyrr ­ ofta við somu leikarum. Har var Hans Tórgarð sum ørkymlaður, 'sann leikans' maður, Birita Mohr sum slitin, fín frúa, Bárður Pers son sum løgin gespenstur við ógvus­ ligum gestikki, Egi Dam sum villur verðinsmaður og Hjálmar Dam sum kiksaður 'klovnur'. Leiklutir, sum vit vita, at tey duga. Hóskandi fyri børn Tað var gott at síggja, at til sýningina týskvøldið var ein 7. flokkur úr Fugla firði millum áskoðararnar. Tað skal nokk seta síni positivu spor í opnu ungdómssinnini, at tey hava ein lærara, sum er so framsíggin, at hann dregur tey líka til Havnar at uppliva leiklist í heimsklassa! Hóast børnini sjálvandi ikki upp liva ein stórleik sum hendan á sama hátt sum vaksin, er hann væl egnaður til størri børn. Har hendir so nógv stuttligt og óvæntað alla tíðina, og ongin scena er 'óhóskandi' fyri børn. Ein góð familjuuppliving, har øll fáa tað besta frá leiklistini. Hetta er heimskortið Tað, kanska ikki so løgna er, at hvørja ferð enn ein ógloymandi framførsla hevur verið á Tjóðpallinum, fer undirritaða heim við einari svárari kenslu av sorgblídni, kryddað við einum dismi av vreiði. Tí hví í tramin kunnu hasi dugna ligu fólkini ikki fáa ein ordi ligan pall at leika á? Tey seta sjálvandi ikki fyrst og fremst 'Før­ oyar á heimskortið', tá tey leika á okkara lítla, hótta máli. Men tey ríka um tilveruna hjá okkum, sum longu HAVA funnið út av, at Føroyar ER á heimskortinum – á okkara heimskorti! Hóast vit liva í heimsins dýr­ asta landi, við heimsins størsta skatta trýsti og hava heimsins vána ligasta PISA­úrslit, eru tað júst hesar løturnar á Tjóðpallinum, sum gera, at hetta landið slett ikki er so galið at búgva í. Akkurát sum í øðrum siviliseraðum londum, kunnu vit taka børnini undir armin og fara til stjørnuskrýddan sjónleik seint á kvøldartíð. Tað skulu tit á Tjóðpallinum hava stóra tøkk fyri. Eitt leskiligt kirsu­ ber á Tjóðpallinum Uppliving Um tú vilt geva tær sjálvari eina ógloymandi gávu, skalt tú taka tínar bestu vinir undir armin og fara til Kirsiberjagarðin á Tjóðpallinum. Leikstjóri: Guðjón Pedersen Búnar: Elín Edda Árna­ dóttir Pallmynd: Finnur Arnar Arnarson Ljós: Árni Bald vins son Týðing úr russ isk um: André Niclasen Tey leikandi: Birita Mohr, Barbara Christophersen, Katarina Nolsøe, Súsanna Tórgarð, Mariann Hansen, Bárður Persson, Hans Tór­ garð, Páll Danielsen, Egi Dam, Kári Øster, Hjálmar E. Dam og Kjart an Hansen Fakta Frá fyrsta sekundi verða vit hurlað inn í ein tragikomiskan heim, har sansirnir fáa ikki frið eitt sekund