Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. oktober 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 152 · 29. oktober 2010 10 VIKUSKIFTI heIlsU síðan Jórun Klein, dietistur Frukt og grønmeti geva eina sterka immunverju Frukt og grønmeti eru ein sera góð kelda til nógvar vitaminir og mineralir og eru nøkur av teimum týdningarmiklastu matvørunum í einum sunnum kosti. Um tú etur nógva frukt og nógv grønmeti, styrkir tú immunverjuna og minkar um vandan fyri hjarta- og æðrasjúkum, krabba meini og øðrum sjúkum. Frukt og grønmeti innihalda nevniliga serstøk immunstyrkjandi evni sum til dømis antioxi dantar – hesi evni fært tú ikki øll í eini multivitamin. Antioxidantar í frukt og grønmeti kunnu samanberast við rust verju á einum bili. Í staðin fyri at verja ímóti rusti, verja antioxidantar kroppin ímóti teimum sonevndu fríu radikalunum. Teir fríu radikalarnir kunnu leypa á kykn- urnar, og hetta økir um vandan fyri at útvikla krabbamein. Hvussu nógv er eitt stykki av frukt? Eitt stykki av frukt og grønmeti svarar til 100g. Tað svarar til eina frukt, til dømis eitt miðalstórt súrepli ella ein neva av víndrúvum. Annars kanst tú nýta eina køks vekt í byrjanini fyri at síggja, hvussu nógv skal til. Hvat telur við sum frukt og grønmeti? Bæði frísk, tilgjørd, fryst og konserverað frukt og grønmeti telja við. Tilráðingin hjá vaksnum er at eta umleið 300 gram av frukt og 300 gram av grønmeti um dagin, men um tú ynskir at lætna, kanst tú leggja dent á at eta meiri grønmeti enn frukt. Mælt verður til at børn 4-10 ár eta 400 g av frukt og grønmeti dagligt. Eitt glas av djúsi, svarandi til 100g, kann innganga sum ein frukt. Men um tú drekkur meiri enn eitt glas av djúsi um dagin, telur tað ikki við í tí saml aða roknskapinum. Hetta kemst av at fram- leiðslan frá frukt til djús hevur við sær, at innihaldið av sunnum føðsluevnum minkar. Harumframt skal tú lata vera við at eta ov nógv av konserveraðari frukt, av tí at tær innihalda nógv sukur, um tær hava ligið í sukur- ella siropslaka. Hvat telur ikki við? Epli telja ikki við sum grønmeti, av tí at tey innihalda nógv stívilsi. Av tí at tey innihalda nógv stívilsi, fáa tey somu eginleikar í máltíðini sum rís, pasta og nudlir – sum tann kolvæturíki parturin av máltíðini. Tó innihalda epli stórt sæð líka nógvar vitaminir og mineralir sum frukt og grønmeti, og tú hevur stórt gagn av at lata eplini verða tað mest brúkta tilhoyrið Turkað frukt telur ikki longur við sum ein partur av fruktini. Hetta kemst av, at orku- og sukurinnihaldi er ov høgt. Turkað frukt skal í staðin síggjast sum eitt gott og sunnari alternativ til søtmeti. Et eftir árstíðini Tað gevur góða meining at lata náttúr- unnar gongd speglast í køkinum. Um tú fært íblástur frá skiftandi útboði av grøn- meti og frukt, fær tú heilt natúrligt størri fjølbroytni á tallerkin. Á henda hátt letur tú eisini vera við at brúka ta somu frukt ina og sama grønmeti viku eftir viku árið runt. Fjølbroyttur kostur er sunnur kostur. Tá íð tú etur árstíðarinnar frukt og grøn- meti, fært tú tær frískastu rávørurnar, ið hava tann besta smakkin og eitt natúrligt høgt føðsluvirði. Grønmeti, íð verður goymt á køligoymslu fyri at leingja um tí natúr ligu árstíðina, missir bæði smakk og føðsluvirði. Ert tú Ein av teimum, ið hEldur at kostráðið 6 stykki av frukt og grønmeti um dagin ljóðar skilagott – mEn ikki fær yvirhildið tað kortini? lEs hEr, hvussu tú lættliga kanst samansEta kostin, solEiðis at tú hEldur tilráðingarnar BEInT nú Er ÁrSTÍð FyrI: Agurk, blomkáli, brokkoli, eplum, grønkáli, gularót, høvuðsalat, hvíttkáli, jordskokki, kinakáli, keyki, pastinakki, persillu, persillurót, purru, reyðrótum, reyttkáli, savoykáli, eellarí, spinat og tomatum Blommum, klementinum, melónum, perum og súreplum 3 UppSKoT TIl 6 STyKKI UM dAGIn Her eru 3 uppskot um, hvussu tú kanst sameina 6 stykki av frukt og grønmeti um dagin býtt út á dagsins máltíðir. Uppskotini eru dømi um eitt ískoyti til tann dagliga kostin og eru tilráðingar, ið kunnu vera við til at stimbra heilsuna og fyribyrgja sjúkum. Við hesum uppskotum fært tú upp á bert 3 dagar heili 16 ymisk sløg av grønmeti, 9 sløg av fruktum og 2 sløg av fruktdjúsi - samstundis megnat tú at fylgja tilráðingunum. Vælgagnist! 600 gram av frukt og grønmeti um dagin – letur tað seg gera? morgunmatur: Appelsindjús (100g) millummáltíð: Sukurertrar og baby­ majs (100g) á middegi: Gularót og agurk (100g) millummáltíð: Súrepli (100g) Døgurði: Grøn salat, grønar bønir, sjerrytomatir, soppar og reyð piparfrukt (200g) UppsKot Um FrUKt og grønmEti 1. dagur 2. dagur morgunmatur: Súrepladjús (100g) millummáltíð: Blomma (50g) á middegi: Reyð piparfrukt, sjerritomatir, radisir, karse (100g) millummáltíð: Smoothie við ml.ø. súr eplum og vín drúvum (100g) Døgurði: Rákostur av rivnari gula rót og reyðrót (200g) millummáltíð: Klementin (50g) 3. dagur morgunmatur: Grapefrukt (100g) millummáltíð: Banan (100g) á middegi: Brokkoli og blomkál (100g) millummáltíð: Kiwi (50g) Døgurði: Suppa við ml.ø. gula­ rótum, sellarí og pasti­ nakki (200g) millummáltíð: Pera (50g)