Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mars 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 56 - 21. mars 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Høgni Mohr Yngd: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Tá skelkurin hevði lagt seg eftir fyrsta samráð- ingarumfar millum donsku stjórnina og Føroya Landsstýri fríggjadagin, vórðu so ymisk tøl send út í vikuskiftinum, at teir flestu føroyigar mugu kenna seg eitt sindur ørkymlaðar. Fólk hava í fyrstu atløgu torført at skilja, at danska stjórnin hevur gjørt eitt roknistykki, sum sigur, at føroyska samfelagið skal hava 650 milliónir krónur í stuðuli í 63 ár fyri at koma upp í eina brutt- otjóðarúrtøku, sum er umleið 20 milliardir krónur. Og upp aftur torførari hava fólk við at skilja, at danir fara at seta krónutal á, hvat føroyingar í Danmark kosta danska ríkiskassanum. Tað verið seg pensjónistar, arbeiðsleysir føroyingar, krígs- pensjónin, lærarapensjónir o.s.fr. Hvørjar inntøk- ur hevur danska samfelaið ikki frá føroyingum og Føroyum? Nú eru fyri fyrstu ferð av álvara sett tøl á, hvussu nógv ríkisfelagsskapurin kostar í peningi. Eitt fyribrigdi, sum leiðandi og tilvitandi politikkarar altíð hava ávarað ímóti, tí tað gongur báðar vegir. Men lítið er at ivast í, at danska stjórnin hevur gjørt hesar útrokningarnar, eftir at landsstýrið kunngjørdi, hvussu nógv danski ríkiskassin hevði spart í hernaðarútreiðslum, tí danska stjórnin hevur latið NATO byggja og reka hernaðarstøðir í Føroyum. Hetta er ein gongd, sum formaðurin í Javnaðar- flokkinum ávaraði ímóti so seint sum í eini orða- skiftissending herfyri. Hann vísti á, at fóru føroy- ingar at brúka NATO-tølini, kundi hetta enda við, at danir fóru at gera mótútrokningar. Og tað er júst tað, sum hendi. Tá hetta er sagt, skal eisini staðfestast, at fram- ferðin hjá forsætisráðharranum í fyrsta samráð- ingarumfarinum var óstortslig. - At kalla til tíðindafund, uttan at føroyska sam- ráðingarnevndin visti av tí, var at skapa eitt ó- heppið samráðingargrundarlagg frá fyrsta degi. - At kunngera samráðingaruppskotið hjá føroy- ingum, og kunngera tøl við atliti til tað, er eisini so langt úti, at tað verður torført at fáa ta neyðuga og góða samráðingarumhvørvi, sum er neyðugt, um føroyingar og danir skulu koma til eitt sam- ráðingarúrslit, sum sømir seg og báðir partar kunnu góðtaka. Men danir hava ikki alla skyldina. Landsstýrið kundi eisini víst størri politiskt snildi. Og halda tað, at eitt samráðingaruppskot kann haldast loyniligt, er bart út alt ov naivt. Samráðingarnar og ætlanirnar raka alt Føroya fólk og tí er mest reiðiligt at spæla við "opnum kortum" frá fyrsta degi. Nú mugu vit fáa greiðar linjur, og landsstýrið og danska stjórnin skylda føroyingum og dønum frágreiðingar um tey meiri og minni tilvildarligu tøl, sum vit hava hoyrt og sæð seinastu dagarnar. Tey ørkymla, men at danska stjórnin fór at koma við kravi um eina stutta skiftistíð, kann ikki undra nakaran. Hetta hava stjórnarpolitikkarar sagt áður, og hetta hava danskir andstøðuflokkar sagt. Skulu vit hava fullveldi, skulu vit gjalda, men at danir fóru at vera so kontantir var óvæntað, tá vit hugsa um, hvussu danir hjálpa øðrum tjóðum til sjálv- ræði. Tí tóktist kosturin í so herskin hetta fríggja- kvøldið. Ein herskin kostur Viðmerking: Landsstýrið hevur verið í Keypmannahavn og sett fram sítt uppskot til ein nýggjan sáttmála, sum landsstýrið ætlar skal gerast millum full- veldið Føroyar og kongaríkið Danmark. Sáttmálauppskotið skal lýsa, hvussu framtíðar- viðurskiftini millum Føroyar (sum ”fri og suveræn stat”) og Danska Kongaríkið kunnu skipast eftir ynski landsstýr- isins. Her uppií er so eisini krav- ið hjá landsstýrinum til eina búskaparliga skiftisskipan. Men her hevur rættiligur orð- adráttur tikið seg upp, um hvat føroyska kravið til skift- isskipan í veruleikanum ber í sær. Serligur áhugi hevur ver- ið fyri spurninginum um, hvussu langa skiftistíð lands- stýrið hevur ætlað sær. Eftir tí, sum higartil er komið fram, hevur landsstýr- ið sett fleiri krøv til búskap- arliga skiftisskipan: 1) Eftirgeving av skuld til statskassan: 4,4 mia. kr. 1) Árlig veiting frá danska kongsríkinum uppá 650 mió. kr. Henda árliga veitingin skal halda fram, inn til før- oyska bruttotjóðarúrtøkan, BTÚ, er vaksin til eina so stóra upphædd, at tær 650 mió. kr. svara til 3% av BTÚ. Tvs. at henda veit- ingin skal halda fram, inn til BTÚ er komin upp á knappliga 22 mia. kr. (í dag er BTÚ einar 7 mia. kr.) 1)Táið BTÚ er vaksin til eina so stóra upphædd, at tær 650 mió. kr. svara til 3% av BTÚ, skal veitingin minkast burtur eftir 3 árum. 1)Ymiskar tænastur úr Dan- mark skulu halda áfram ó- keypis. Avgerandi fyri, hvussu long skiftistíðin kann gerast eftir útspælinum hjá lands- stýrinum, er tó, hvussu bú- skaparvøksturin fer at verða tey nógvu komandi ár- ini. Tí kunnu vit seta eitt roknistykki upp, sum vísir skiftistíðina undir ymiskum fortreytum um væntaðan bú- skaparvøkstur. Út frá 2) og 3) omanfyri kunnu vit tí seta hesa talvu upp, sum vísir hvussu long skiftistíðin kann gerast, alt eftir hvør miðal árligi bú- skaparvøksturin verður tey nógvu komandi árini: Búskapar- Áramál vøkstur (skiftistíð) 1,5% 76 + 3 ár 2,0% 57 + 3 ár 2,5% 46 + 3 ár 3,0% 38 + 3 ár 3,7% 31 + 3 ár 4,0% 29 + 3 ár 5,0% 23 + 3 ár 6,0% 20 + 3 ár 7,4% 16 + 3 ár 10% 12 + 3 ár Ilt er at vita, hvør búskap- arvøksturin verður tey nógvu komandi árini. Men um vit fara til Hvít- ubók, so verður sagt har, at 2 % er ein varislig meting av búskaparvøkstrinum kom- andi árini. So um vit ganga eftir tí ”varisligu metingini” í Hvitubók uppá 2 %, so verður skiftistíðin: 57 + 3 ár = 60 ár. Hvítabók vísir eisini á, at miðal búskaparvøksturin fyri árini 1962 — 1999 var 3,7%. So um vit ganga eftir mið- altalinum uppá 3,7% fyri hetta langa tíðarskeiðið, verð- ur skiftistíðin: 31 + 3 ár = 34 ár. Seta vit vøksturin til tað dupulta av søguliga miðal- vøkstrinum, nevnliga Kravið til búskaparliga skiftisskipan 7,4%, verður skiftistíðin: 16 + 3ár = 19 ár. Um vit at enda seta bú- skaparvøksturin til tað fimm- dupulta av teim 2%, sum Hvítabók roknar við, nevn- liga 10 %, so verður skiftis- tíðin: 12 + 3 ár = 15 ár. Út frá hesum kann so ein og hvør sjálvur ger sær sína meining um tað kravið til bú- skaparliga skiftisskipan, sum landsstýrið hevur sett donsku stjórnini, í samband við ætlanir landsstýrisins at skipa Føroyar sum fullveld- isríki. Hans Pauli Strøm, javnaðartingmaður Tað er øll orsøk til at fegnast um úrslitið av tí samráðing- arfundi, sum landsstýrið hevði við donsku stjórnina fríggjadagin. At Nyrup royndi at fara upp á tjólegg og vísa danska fólkinum, at hann eisini var ein danskur imperialistur, var einki annað enn ein og hvør kundi rokna við. Tað stuttliga er, at hann so skjótt datt niður á langlegg, og segði at hann vildi ganga við til at Føroyar gjørdust eitt sjálvstøðugt ríki, men hvat kundi hann annars gera? Hann hevur jú ferð eftir ferð sagt, at hann er ímóti imper- ialismu bæði í Suðurafrika og Baltalondum, At hann helt fast við danska yvirræði í Føroyum var bert av tí at hann lýðin fylgdi tí meiriluta, sum myndaði stýrið í hesum oyggjum. Ynsktu føroyingar at gerast eitt sjálvstøðugt ríki, so vildi hann, sum ein góður antiimperialistur, ganga hes- um ynski á møti. Føroyingar hava alla orsøk til at rokna við, at vit tí pen- ingaligu uppgerðini viðvíkj- andi fáa somu loysn sum Ísland fekk í 1918. Fáa vit ikki tað, so verður mismunur gjørdur ímóti okkum, og so hava vit alla orsøk til at vera misnøgd. Tann íslendska loysnin gongur í fíggjarmálum út uppá, at roknað verður út hvussu stórar tær árligu veit- ingarnar frá Danmark eru. Síðan verður sagt, at tað ber ikki til, at eitt frælst ríki fær stuðul frá einum øðrum frælsum ríki, men hin vegin er tað ósømuligt, at tað skal kunna roknast út, hvussu nógv Danmark sparir á síni fíggjarlóg árliga av tí at Før- oyar nú hava fingið frælsi. Fyri at sleppa undan hesum verður settur á stovn ein grunnur, sum er so stórur, at renturnar av honum svara til tær árligu veitingarnar frá Danmark. Hesin grunnur verður lagdur í tvær deildir. Onnur helvtin av hesum grunni verður løgd til Dan- mark, har hann skal verða nýttur til at fremja góða sam- vinnu millum Danmark og Føroyar. Hin helvtin verður løgd til føroyska fróðskapar- setrið, sum so fer at megna at menna føroyska samfelag- ið so tað fer at vera kapp- ingarført við onnur ríki. Hvussu stórur grunnurin skal vera, verður so avgjørt av, hvussu stórar árligu veit- ingarnar eru til Føroyar. Hig- artil hava vit roknað við, at tær eru 1300 milliónir, og av tí at rentan er um 5% skuldi grunnurin verið 26 milliardir krónur. Men nú er danska stjórnin komin til, at árliga upphæddin er 1900 milliónir krónur. Hetta merkir, at grunnurin skal vera uppá 38 milliardir krónur, og av teim- um skulu 19 milliardir leggj- ast í Føroyum. Hetta var tann loysn, sum Ísland fekk, og fáa vit minni, so er tað ikki tann íslendska loysnin vit fáa, og so verður mismunur gjørdur móti okk- um, ella við einum fremm- andum orði, so eru vit fyri diskriminatión. Hetta kunnu vit á ongan hátt lata okkum lynda, og vil danska stjórnin ikki ganga við til eina slíka fíggjarliga loysn, so er eingin orsøk til at ganga við til tær bindingar, sum ein sáttmáli av tí ís- lendska slagnum leggur á okkum. Sannleikin er nevnliga tann, at vit kunnu saktans tann dagin í dag gera ein sátt- mála við Danmark um at vit gerast eitt frælst ríki sjálvt um vit ikki fáa so mikið sum eitt oyra frá teimum. Tann út- rokning, sum búskaparráðið fekk gjørt, vísti, at hetta í all- arversta føri bar við sær at livikorini versnaðu 20%. Hetta er ikki meir enn eitt og hvørt land kann rokna við nær sum helst, og hetta er nógv minni enn okkara livi- kor versnaðu tey árini fyrst í nittiárunum, tá vit vóru rakt av eini kreppu, og vit vóru saman við Danmark, sum skuldi hjálpt okkum, men í staðin skumpaði 9000 av okkara landsmonnum út av eggini („Hjælp Danmark - fang en færing“). Tá versnaðu livikorini 40%! Vit kunnu tí saktans vera íslendsku loysnina fyriuttan. Tá okkara sendinevnd kemur til Danmarkar við hesum uppskoti, so er tað eitt gott tilboð til donsku stjórnina, og kennir hon ikki sína vitjanar- tíð, so má hon um tað. Tað er ikki okkara problem. Zakarias Wang Íslendska loysnin Hjartans tøkk til tykkum øll, ið sýndu samkenslu, tá ið kæra kona, móðir, vermóðir, omma og lang- omma okkara DANIA JACOBINA JACOBSEN Nólsoy doyði og varð jarðað. Ein serstøk tøkk til tín Heidi fyri ta hjálp, ið tú veitti okkum. Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu henni til gravar. Tøkk fyri blómur, kransar, brøv og uppringingar og til tykkum øll, ið hjálptu til. Eisini ein tøkk fyri peningagávur til Føroya felag móti krabbameini. Familjunnar vegna Bjarni Tøkk Fara Føroyar fer Grønland eisini Enda samráðingarnar millum Føroya Landsstýri og donsku stjórnin við, at føroyingar fáa eina góða avtalu, er eisini hugsandi at grønlendingar gera tað sama, sigur danskur serfrøðingur EIRIKUR LINDENSKOV JOHN JOHANNESEN – Eg eri vísur í, at vit skjótt fara at hoyra okkurt úr Grønlandi, um samráðing- arnar við Føroyar fáast upp á pláss. Í Nuuk eru tey noydd at halda seg til hesa støðuna, og samband er millum føroyingar og grøn- lendingar í hesum máli, sig- ur Finn Breinholt Larsen, sum er lektari á Center for Nordatlantiske Studier á År- hus Universiteti við Jyl- lands-Posten. Trýstið á grøn- lendingar økist Hann sigur, at í Grønlandi hava tey sett ein arbeiðs- bólk, sum í løtuni metir um møguleikarnir fyri grøn- lendskum sjálvstýri, men bólkurin hevur als ikki sama umfatandi arbeiðssetning at arbeiða undir, sum føroyski samráðingarbólkurin, sigur hann. Grønlandingar vilja fegn- ir sjálvir føra uttanríkispol- itikkin og hava løgregluna og dómsvaldið undir grøn- lendksa umsiting. – Trýstið á grønlendingar fer at økjast, men so leingi, Jonathan Motzfeldt er pol- itiskur leiðari í Grønlandi, er tað ikki vist, at loysingin verður, heldur Finn Brein- holt Larsen. Motzfeldt skilir donsku stjórnina Við Internet-Sosialin fríggj- adagin segði Jonathan Motzfeldt, sum var staddur í forsætismálaráðnum, með- an samráðingarnar vóru millum landsstýrið og donsku stjórnina, at hann helt tað vera gott, at danska stjórnin tosaði erliga í sam- ráðingunum. Hetta segði hann, eftir at danska stjórnin hevði boðað frá, at ein skift- istíð upp á trý til fýra ár er nøktandi fyri Føroyar. Hann vísti á, at talan er um ógvuliga umráðandi samráðingar, og tí hevur tað týdning, at danska stjórnin, eins og landsstýrið, kemur við einum útspæli til sam- ráðingarnar. – Eg havi alla virðing fyri føroyska fólkinum og Før- oya Landsstýri, men eg skilji væl tað, danska stjórn- in ger. Tað hevði verið ó- rímuligt, um bert landsstýr- ið skuldi lagt fram upplegg til samráðingarnar. Hetta merkir bert, at tosað verður opið og erliga í sam- ráðingunum, segði Jonatan Motzfeldt. EDVARD JOENSEN Tað hevur vakt ans í vinn- uni, at Fram II og Pelagos fingu lagt 1.683 tons aftur at sildakvotuni, hóast skip- ini hava ligið óvirkin við bryggju stóran part av sein- asta árinum. Hækkingin er meira enn hálvaaðruferð kvotuna í fjør, sum var 1.100 til hvønn. Tíðindablaðið Sosialurin frættir, at roynt hevur verið at selt skipini, men eingin áhugi hevur verið at keypt, tí kvoturnar hava verið ov smáar. Í seinastu viku vórðu sild- akvouturnar til føroysku skipini býttar, og Fram II og Pelagos fingu eina samlaða hækking upp á 3.366 tons, sum varð tikin av kvotuni hjá hinum sildaskipunum. Í somu viku vórðu Fram II og Pelagos seld. Hendan hækkingin er, milt sagt, ikki væl móttikin av teimum, sum varða av hinum sildaskipunum. Onkur teirra, sum stend- Fingu kvotu at selja Í somu viku sum Fram II og Pelagos fingu sildakvotuna meira enn tvífaldaða upp á kostnað av restini av flotanum, vórðu tey seld, hóast tey annars ikki hava verið áhugaverd at keypt ur nótaflotanum nær, sigur, at tað sær út, sum teir bein- leiðis hava fingið kvotuna forerandi frá landsstýris- manninum sum hjálp til at sleppa av við skipini. Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, men hann hevur ikki verið tøkur. Heldur ikki hevur hann svarað, tá boð eru løgd til hansara um at ringja aftur. Skipini eru seld til Klaks- víkar, har svartkjaftaloyvið hjá teimum skal brúkast, meðan makrelkvotan longu er seld avstað aftur til eitt triðja reiðarí. Hanus Hansen, stjóri í JFK Trol í Klaksvík, váttar, at JFK Trol hevur keypt Fram II og Pelagos. Hann sigur, at skipini vórðu keypt fyri at fáa tey fiskirættindi, skipini høvdu. Svartkjafta- loyvið skal brúkast til at tryggja Nærabergi størri rættindi. Umframt svartkjafta- loyvi, hava Fram II og Pel- agos eisini loyvi at fiska makrel, rossamakrel, sild og gulllaks. Hvussu verður við hesum loyvunum, vil Hanus Hansen ikki siga nakað um í løtuni. Tó sigur hann, at ein avtala er gjørd um makr- elloyvini hjá Fram II og Pel- agos. At talan skal vera um, at eitt reiðarí, sum eigur nót- askip í Klaksvík, hevur keypt, vil Hanus Hansen ikki siga nakað um. Spurdur, um tað er rætt, at JFK Trol arbeiðir við at útvega enn eitt skip á stødd við Næraberg, vil Hanus Hansen hvørki vátta ella av- sanna nakað. Men hann sig- ur tó, at tað er ikki aktuelt í løtuni. JFK Trol hevur einki innflutningsloyvi, sigur Hanus Hansen, stjóri. Um Fram II og Pelagos sigur Hanus Hansen, at teir møguliga fara at fiska rækj- ur. Teir hava fyrr roynt seg í hesi vinnuni, og tann møg- uleikin er ikki heilt óreal- istiskur, heldur stjórin í JFK Trol. Uppisjóvarloyvini fara teir so ikki at brúka, sigur hann. Tey eru ætlað Næra- bergi ella í hvussu er til at vinna honum betri rættindi. Formaðurin í Felagnum Nótaskip, Atli Hansen, sig- ur, at nótamenn eru betonk- iligir við, at millum 400 og 500 tons eru tikin av silda- kvotunum hjá hvørjum av hinum nótaskipunum í flot- anum og latin tveimum skipum, sum ikki hava loyst seinasta hálva árið. Hann sigur, at felagið hevur ávarað í móti at lata bátum, sum ikki fiska, størri kvotu. Tí teir, sum eru í vinnu høvdu saktans klárað at fiskað alt, sum er. Fram II og Pelagos, sum hava staðið á sølulista, hava ligið við bryggju stóran part av seinasta árinum, tí eingin áhugað- ur keypari hevur verið. Í somu viku, sum teir fingu meira enn tvívaldað silda- kvotuna, vórðu teir seldir Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformaður Mynd: Jens Kristian Vang Danskir gesta- kokkar Leygarkvøldið 25. mars Tel. 317500 Hotellið við útsýninum Til Matna ❉ Fiskarulla við hummaraurtakremi ❉ Basilikum-kervilsuppa við bakaðum fiskatorni ❉ Alexandrakrapi ❉ Grillaður kalvi við grønmetisfrikassé og eplatorni ❉ Sitrón- mousse við lakaðum berum og frukt Dinnertónleikur og Hilmar Jan undirheldur Borðbílegging á tel. 317500 Altíð vælkomin á Kostnaður kr. 250,- Tel. 317500