týsdagur 21. mars 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 56 - 21. mars 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 56 - 21. mars 2000
Nógv herverk
gjørt í Havn
EYÐUN KLAKSTEIN
Løgreglan í Havnn fekk í
vikuskiftinum fráboðanir
um átta herverk, sum vóru
gjørd ymsastaðni í høv-
uðsstaðnum.
Leygarnáttina
tveitti
onkur eina fløsku eftir ein-
um bili, sum fekk smærri
skaða. Og ein persónur,
sum ikki slapp innar í eini
hús í Havn, gjørdist í øð-
ini, breyt ein rút í hurðini
og smildraði postkassan.
Sunnunáttina stutt eftir
midnátt gjørdist ein maður
so óður, tá hann ikki slapp
inn í Kaggan í Havn, at
hann breyt tveir rútar í
klubbanum.
Løgreglan í Havn fekk
sunnudagin fráboðan um,
at umfatandi herverk var
gjørt á ein parkeraðan bil
í býnum, og uttanfyri Bad-
mintonhøllina, har tiltak
varð leygarkvøldið, hevði
onkur gjørt seg inn á nakr-
ar betongplátur, sum stóðu
uttanfyri.
Í vikuskiftinum var eis-
ini innbrot framt á skriv-
stovuni
hjá
Skógrøkt
Landsins, sum heldur til á
Hvítanesvegnum í Havn.
Har var ein rútur brotin,
og viðkomandi, sum var
komin á vitjan, legðist á
ein pengakassa, sum varð
brotin upp. Tað vóru tó
eingir pengar at heinta í
hesum kassa.
Fleiri ferðsluóhapp
Hóst koyrilíkindini vóru
góð í vikuskiftinum, fekk
løgreglan í Havn fráboðan
um heili seks ferðslu-
óhapp.
Talan var um smærri ó-
happ, har eingin fólka-
skaði var.
Á Politistøðini verður
sagt, at nógv av óhapp-
unum skyldast, at fólk ikki
ansa nóg væl eftir, tá tey
koyra.
Høvdu fólk verið meira
ansin í ferðsluni, slapst
undan nógvum av hesum
smærru óhappunum, verð-
ur sagt á Politistøðini.
ek
Tríggir fingu
snuddir í bardaga
Sunnunáttina komu tríggir ungir mans til skaða í Niels
Finsensgøtu í Havn.
Ein varð sparkaður, annar varð stútaður og ein triði
smekkaði skallan í ein bilrút. Løgreglan í Havn heldur,
at talan hevur verið um ein og sama bardaga, og at teir
tríggir ungir menninir vóru í lag.
Løgreglan sigur seg ikki vita, hvussu nógv fólk hava
verið blandað upp í rokið, men tey hava fingið upplýs-
ingar um ein av monnunum, sum gjørdi seg inn á hesar
tríggjar unglingarnar, sum vóru komnir av bygd til
Havnar í vikuskiftinum.
ek
Nógv drukkin fólk
Tað var eftir øllum at døma eitt váttligt vikuskifti í
høvuðsstaðnum.
Í øllum førðum hevði løgreglan í Havn meira at gera
av fólki, sum hava fingið ov nógv upp í høvdið.
Trý fólk hava sovið á Politistøðini, og tað er eitt vanligt
tal fyri eitt vikuskifti, men løgreglan hevur havt meira
enn vanligt at gera við at koyra drukkin fólk heim.
Vanligt er altíð onkur, sum løgreglan má fáa heim
fríggjakvøl og leygarkvøld, men hetta vikuskiftið var
talan um fleiri fólk enn vanligt, verður sagt av Politi-
støðini í Havn.
ek
Tikin viðhassji
uppi á sær
Løgreglan í Vágum hand-
tók sunnudagin seinna-
partin ein gamlan kenning
hjá sær, og hesin maðurin
var í gjár førdur til Havn-
ar, har løgreglan á rættar-
fundi fór at krevja hann
fonglsaðan.
Tað var leiðarin av
Keypsamtøkuni í Vágum,
sum kom fram á mannin,
tá hann á alljósum degi
hevði brotið inn í Keyp-
samtøkuna og stolið 10
kartongir av sigarettum.
Løgreglan varð boð-
send, og hon kom síðani
fram á, at maðurin hevði
3 til 4 gram av hassji uppi
á sær.
Løgreglan í Vágum sig-
ur, at maðurin er ein gamal
kenningur hjá løgregluni,
og at málið nú er latið
kriminalpolitinum í Havn.
Maðurin skuldi fyri á
rættarfundi í Føroya rætti
seinnapartin í gjár.
ek
Vindurin gjørdi um seg
Innbrot í Havnar
Kirkju sunnunáttina
EYÐUN KLAKSTEIN
Sunnumorgunin
gjørdist
fólk varug við, at innbrot
hevði verið í Havnar Kirkju.
Løgreglan, sum hevur
verið í kirkjuni og kanna
hendingina, sigur, at hurðin
er sparkað inn, síðani er ein
skápshurð skrædd frá, og
roynt hevur síðani verið at
sleppa inn í eitt brandskáp.
Hetta eydnaðist ikki, og
síðani eru tann ella tey, sum
bróta inn í kirkjur í Før-
oyum, og eg má siga, at tað
er sera keðiligt, at slíkt
hendir. Fólk hava vanliga
størri virðing fyri kirkjuni
enn hetta, sigur Bjarni Bæk,
dómpróstur í Havn.
– Fyrr stóðu kirkjurnar
altíð opnar, men nú eru tær
flestu stongdar, tá eingi fólk
eru har. Og nú fáa tær eftir
øllum at døma ikki frið, tá
tær eru stongdar, og tað
haldi eg verða sera óheppið.
hava verið í kirkjuni, farin
á dyr aftur. Løgreglan veit
ikki, hvør hevur framt inn-
brotið í kirkjuna.
Í brandskápinum, har
roynt hevur verið at bróta
inn, goymir kirkjan gamla
silvurið og altarvínið, sum
er alkoholfrítt. Eingir peng-
ar verða goymdir í føroysku
kirkjunum.
Virðing
– Tað er óvanligt, at fólk
Sunnumorgunin
var
gudstænastan hildin sum
vanligt, og Sonja Klein,
prestur, prædikaði.
– Nú skulu vit hava onkr-
an at hyggja eftir hurðini,
sum hevur fingið nakað av
skaða. Helst verður neyðugt
at skifta hana, sigur Bjarni
Bæk, dómpróstur.
– Tað er sera óheppið, at kirkjan ikki fær frið, sigur Bjarni Bæk, dómpróstur
Sunnunáttina gjørdi onkur seg inn á Havnar Kirkju
Ein av bingjunum mundi endað á sjónum. Vindur var av tí mesta í Klaksvík leygardagin
Mynd: Símun á Høvdanum
uttan fyri Havnar Klubba
var um at fara um koll.
Hetta forðaði sløkkiliðið tó
fyri.
Í Kaldbak datt ein ellinja
niður í nógva vindinum.
Í Suðuroy og Vágum siga
løgreglustøðirnar, at nógvur
vindur var leygardagin, men
tey hava onga fráboðan fyri
um nakran stormskaða.
EYÐUN KLAKSTEIN
Leygardagin var nógvur
vindur, og fleiri stormskað-
ar vóru kring landið – ser-
liga norðan fyri.
Á Strondum hendi skaði
á ein bygning hjá Stranda
Máling, sum er í gerð. Yvir-
tromin datt niður í grundina,
og har varð hon liggjandi.
Neyðugt var tí ikki við
nøkrum bjargingararbeiði í
ódnarveðrinum.
Í Klaksvík var vindurin av
tí mesta, og fleiri smærri
skaðar vóru. Ein rútur fór í
Fimleikahøllini, ein bingja
varð tikin av vindum og
mundi endað á sjónum,
tekjan á einum hjalli reiv,
og ein skúrður fekk skaða.
Sløkkiliðið í Klaksvík var
fleiri ferðir úti leygardagin.
Í Havn fór ymiskt á flog,
sum hevði ligið og rikist,
men stórvegis skaði spurd-
ist ikki burtur úr hesum.
Sløkkiliðið í Havn var boð-
sent, tá fólk hildu, at eitt træ
Ivi um trygdina hjá sjúklingum, ið hava brúk fyri bráðfeingis hjálp:
Nýggja flogfarið setti seg
í Vágum uttan trupulleikar
Ivi hevur verið sáddur um trygdina hjá føroyskum sjúklingum, ið hava tørv á bráðfeingis flutningi til
Danmarkar, eftir at danir keyptu tað nýggja challengerflogfarið, tí tað skuldi ikki fáa sett í Vágum
flutningsflogfar.
Stúra ikki
Men hesin ivin, sum hevur
verið í Danmark um sjúkra-
flutningin úr Føroyum, ger
seg ikki galdandi í Føroy-
um.
Jógvan Elias Thomassen,
leiðari á Landssjúkrahúsin-
um sigur, at hetta er als ikki
nakað, sum tey hava hugsað
um sum eitt vandamál.
Hann sigur, at tað er nakr-
ar ferðir um árið, at sjúk-
lingar hava brúk fyri bráð-
feingisflutningi til Dan-
markar.
– Men vit biðja bara um
hernaðaðarflogfar, tá ið allir
aðrir møguleikar eru troytt-
ir, tí tað er síðsti útvegur.
Men hesa seinastu tíðina
hevur tað verið Atlantsflog,
sum hevur verið brúkt til
hetta endamálið.
Hann sigur, at um nætur-
nar, tá ið Atlantsflog er í
Føroyum, hevur ikki staðið
á at fingið føroyska flog-
farið at røkt hesa uppgáv-
una og tað hevur riggað av-
bera væl.
Og hann ivast heldur ikki
í, at skuldi tað komið fyri í
ringasta føri, at sjúkraflutn-
ingur hevði yvirlappað regl-
uligu rutuflúgvingina eitt
sindur, hevði, tað ikki gjørt
nakað.
Jógvan Elias Thomassen
sigur, at samanumtikið er
hetta ein nógv tryggari
flutningur, enn talan var um
frammanundan.
– Fyri tað fyrsta er flog-
farið hjá Atlantsflog í Før-
oyum og tí er skjótari at fáa
sjúklingin til Danmarkar,
enn um flogfar fyrst skuldi
komið úr Danmark.
– Harafturat er tað lættari
at sleppa á flog, tá ið lík-
indini eru vánalig, enn tað
er at seta seg.
– Tí vita vit altíð, nær
ÁKI BERTHOLDSEN
– Trygdin hjá føroyskum
sjúklingum, sum hava brúk
fyri bráðfeingis flutningi til
Danmarkar, er ikki komin í
vanda.
Tað staðfestir Jógvan Eli-
as Tomassen, leiðari á
Landssjúkrahúsinum.
Annars hevur ivi verið
sáddur um trygdina hjá
sjúklingum, sum hava tørv
á skjótum flutningi til donsk
sjúkrahús.
Hesin ivin er sprottin í
kjalarvørrinum á kjakinum
í Danmark um tað nýggja
Challenger flogfarið hjá
danska flogvápninum, sum
hevur fingið summi at
halda, at nú er trygdin tikin
undan sjúkraflutninginum
úr Føroyum til Danmarkar,
í hvussu so er, har tað hevur
skund.
Summastaðni í Danmark
hevur stór ónøgd verið við
tað nýggja challenger flog-
farið, sum er keypt ístaðin
fyri gulfstream flogfarið,
sum datt niður í Vágum fyri
árum siðani.
Eitt nú hevur verið ført
fram, at tað er óegnað til
sjúkraflutning úr Føroyum,
tí tað fer ikki sett seg í Vág-
um av tí at vøllurin er ov
stuttur.
Eitt nú tosaði danska út-
varpið ein dagin fyri kortum
við ein yvirlækna á deildini
fyri ov tíðliga fødd børn á
ríkissjúkrahúsinum.
Og honum dámdi onki
støðuna.
Hann segði, at tað fleiri
ferðir um árið var brúk fyri
bráðfeingis sjúkraflutningi
úr Føroyum og í teimum
førum, har tíðin var avgerð-
andi, kundi tað fáa lívshótt-
andi avleiðingar, at chall-
enger flogfarið ikki kann
brúka flogvøllin í Vágum.
Yvirlæknin segði, at boð
vóru eftir hesum jetflogfar-
inum hjá danska flogvápn-
inu nakrar ferðir um árið,
tá ið flutningurin hevði
skund og tað ikki bar til at
fáa fatur á sjúkraflutnings-
flúgvara hjá Falck, ella tað
ikki bar til at fáa sjúklingin
til Danmarkar við vanligum
jetflogfari.
Annars hevur eitt herku-
les flogfar hjá danska herin-
um verið brúkt, men tað er
ikki so væl hóskandi, tá ið
flutningurin hevur skund, tí
tað flýgur ikki so skjótt sum
jetflogførini.
Brúkti hálvan vøllin
Men eftir hvat skilst á før-
oyskum myndugleikum, er
ongin orsøk at stúra fyri
trygdini hjá føroyskum
sjúklingum.
– Challenger flogfarið var
í Vágum í farnu viku og tað
brúkti ikki meiri enn hálvan
vøllin, sigur Finnbogi Nicl-
assen, leiðari á flogvøllin-
um.
Hinvegin viðgongur Lars
Fynbo, generalmajorur í
danska flogvápninum í Akt-
uelt, at tað kann vera trupult
hjá flogfarinum at fara á
flog í Vágum við fullari last
undir ávísum umstøðum og
at flúgva til Danmarkar út í
eitt.
—Tó ber tað til at fara á
flog við fimm fólkum og so
eru møguleikar at millum-
lenda í Noregi ella í Skot-
landi.
– Men hetta eru ikki
trupulleikar, ið standast av,
at flogfarið er ov vánaligt.
– Hetta eru trupulleikar,
sum standast av, at flogvøll-
urin er ov stuttur.
Hann heldur, at 150 milli-
ónir høvdu verið nógv betri
brúktar til at leingja vøllin
í Vágum 200 metrar, sum
talan hevur verið um í mong
ár, heldur enn at brúka pen-
ingin uppá eitt nýtt flogfar.
Annars vísir hann á, at
flogvápnið hevur eisini eitt
herkulesflogfar, sum er ser-
bygt til at brúka stuttar vall-
ir.
– Tað ber eisini til at seta
útgerð í Herkulesflogfarið
í eini handavending, sum
ger, at tað ber til at leggja
sjúklingar undir skurð, í-
meðan flogið verður, tá ið
tað stendur um lív.
Niðurstøðan hjá Lars
Fynbo er, at sum heild er
Challenger tað besta flog-
farið, sum flogvápnið kundi
fáa fyri tann pening, sum
var til taks.
Hann sigur, at skulu vit
hava eitt flogfar, sum er
serbygt til sjúkraflutning,
hevði tað verið rættast at
útvega eitt veruligt sjúkra-
Tað nýggja Challengerflogfarið hjá danska flogvápninum kann ikki brúkast gil sjúkraflutning úr Føroyum og tað kann
fáa lívshóttandi avleiðingar, siga danir. Tað avsanna føroyskir myndugleikar, tí trygdin er betri nú, enn hon var fyrr
sjúklingurin sleppur avstað
og hetta er ein stórur fyri-
munur.
Tað er nevniliga komið
fyri, at tað ikki hevur borið
til at fingið sjúkling til Dan-
markar so skjótt sum ætlað,
tí flogfarið fekk ikki sett
seg.
Annars eru fleiri aðrir
møguleikar at fáa sjúkling
til Danmarkar, eitt nú við
vanligum rutuflogfarið um
dagin.
Men tað ber eisini til at
senda boð eftir sjúkraflutn-
ingsflogfarið hjá Falck, ella
eftir einum hernaðarflog-
fari, eitt nú herkulesflog-
farinum, um umstøðurnar
krevja tað.
Jógvan Elias Thomassen
sigur, at síðani heilsuverkið-
er farið at brúka Atlantsflog,
er trygdin hjá føroyskum
sjúklingum sostatt økt aft-
urímóti tí, hon var framm-
anundan
Í fjør vóru sjey sjúkra-
flutningar úr Føroyum til
Danmarkar.
Ongin formlig avtala
Leiðarin á Landssjúkrahús-
inum sigur, at at tað er ongin
formlig avtala ímillum
heilsuverkið og Atlantsflog
um sjúkraflutning.
Men hann heldur, at tíðin
man fara at nærkast, at tað
verður neyðugt at tosa- við-
Atlantsflog um hetta.
Annars skal fundur vera í
næstum ímillum Atlantsflog
og heilsuverkið um sjúkra-
flutning.
Men evni á tí fundinum
er ikki at gera nakra bein-
leiðis avtalu um sjúkraflutn-
ingin.
– Endamálið við tí fund-
inum er at gera eina avtalu
um, hvussu farast skal fram,
tá ið vit biðja um sjúkra-
flutning, tí tað skal nógv
setast í verk, áðrenn eitt
flogfar fæst í luftina, sigur
Jógvan Elias Thomassen,
sjúkrahúsleiðari.