týsdagur 21. mars 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 56 - 21. mars 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 56 - 21. mars 2000
Fullveldisuppskotið skrædnaði
Formaðurin í Javnaðarflokkinum gjørdist ikki sørt skakkur av harða útspælin-
um hjá donsku stjórnini, men hann staðfestir samstundis, at fullveldisuppskot-
ið hjá landsstýrinum fekk eitt so hart skot fyri bógvin, at alt skrædnaði í einum
SVEINUR TRÓNDARSON
Nú samgongan hevur verið
í Danmark og lagt sítt sam-
ráðingarupplegg fyri stjórn-
ina, sótu andstøðuflokkarnir
báðir eftir heima í Føroyum
og lurtaðu eftri tí sum fyri-
fórst í Keypmannahavn.
Og hóast Jóannes ikki er
samdur við ætlanini hjá
samgonguni, so var tað ikki
søtur tónleikur, sum tónaði
inn í oyruni á Jóannesi Eid-
esgaard, tá hann hoyrdi tað,
sum forsætismálaráðharrin
hevði at bjóða føroyingum.
– Fráboðanin hjá Nyrup
um, at vit fáa eina búskap-
arliga skiftistíð upp á mill-
um trý og fýra ár ger, at øll
fullveldisætlanin hjá sam-
gonguni skrædnaði í einum,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann vísir á, at grundar-
lagið undir samráðingunum
hjá
landsstýrinum
við
donsku stjórnina er, at skift-
istíðin skal verða 10 til 15
ár, men tað verður so av
ongum og tað merkir, at
grundarlagið er burtur.
– Samstundis segði Nyr-
up eisini, at øll rættindir,
sum føroyingar hava í Dan-
mark fella burtur, og sam-
stundis skulu vit til at gjalda
fyri tær tænastur, sum vit
fáa í Danmark framyvir.
Hatta eru knallharðar treyt-
ir, men samstundis realist-
iskar treytir, tí ætla vit at
taka fullveldi, so kostar tað
eisini, sigur Jóannes Eides-
gaard.
Beinhart útspæl
Formaður Javnaðarfloksins
er eitt sindur bilsin av út-
søgnini hjá Nyrupi, men
kortini sigur hann hana ikki
vera so langt frá tí, sum for-
menninir í donsku and-
støðuflokkunum hava sagt.
Bæði Anders Fgh Rasmus-
sen og Bendt Bendtsen hava
sagt, at teir halda, at skiftis-
tíðin skal ikki vera longri
enn 5 ár og tað er tað, sum
forsætisráðharrin
hevur
staðfest í dag.
– Hatta vísir tað, sum m.
a. vit hava sagt framman-
undan, at tað er gott sam-
starv millum andstøðu og
samgongu í Danmark og tað
vísir seg eisini, at teir hava
somu fatan av málinum.
Hetta samsvarar eisini við
tað, sum ein donsk blað-
kvinna, Nina Lauritsen
segði við Sosialin fríggja-
dagin, at føroyingar skulu
ikki vænta sær tað stóra.
Hennara fatan er, at tað er
eitt gott samstarv millum
flokkarnar í Fólkatinginum
og tað er tað, sum vit hava
sæð í dag, sigur Jóannes.
Tað, sum Jóannes kortini
hevur fest seg mest við í
sambandi við fráboðan Nyr-
ups er, at samgongan noktar
at taka støðu til »tilboðið«
frá stjórnini.
– Tað haldi eg verða ser-
stakliga løgið. Eingin teirra
vildi siga eitt orð um tað,
sum stjórnin vil geva før-
oyingum, men tað er helst
tí, at teir nú sita við einum
ótrúliga stórum politiskum
trupulleika. Tað er, at teir
eru farnir til Danmarkar við
einum dreymi – ella illusión
– um, at teir kunnu fáa tað
teir peika á. Tað vita tey nú,
at tey ikki fáa, og tann trup-
ulleikan misunni eg teimum
als ikki, sigur Jóannes.
Runnu undan
Jóannes Eidesgaard heldur,
at føroyska sendinevndin
kanska hevði stutt skotbrá
til at svara upp á knøppu
spurningarnar til knøppu út-
meldingina, men hann held-
ur kortini, at teir hava gjørt
ov nógv av at renna undan
svarinum.
– Sjálvandi er tað torført
upp á standandi fót, at svara
upp á eitt slíkt upplegg, sum
fer so langt frá eins egna
uppleggið, men kortini
haldi eg, at teir hava skyldu
til at svara upp á tað. Men
teir skulu ikki undir nøkrum
umstøðum trúgva, at tey, tá
tey koma aftur til lands,
sleppa undan at svara,s igur
Jóannes.
Og hann leggur afturat, at
samgongan hevur fingið ein
sera álvarsaman trupulleika,
sum teir fáa ilt við at for-
klára seg burturúr.
– Hetta eiga føroyskir
fjølmiðlar at leggja sær í
geyma tá sendinevndin
kemur aftur til Føroya. Hon
eigur eisini at leggja seg
eftir, at spyrja um tað er satt,
at føroysku myndugleikar-
nir ætlaðu at myrkaleggja
samráðingarnar, sum tíðindi
ganga um í Danmark. Er tað
satt, so er tað ótrúliga ó-
dámligt.
– Tað er møguligt, at teir
ætlaðu sær at kvala kjakaið
áðrenn tað kom í gongd,
men tað er miseydnast, sig-
ur Jóannes.
Kjakið verður
meira beinrakið
Støðan í dag er eitt sindur
øðrvísi enn hon var fyri bara
heilt fáum døgum síðani,
heldur Jóannes. Nú sendi-
nevndin kemur heimaftur –
at kalla – ongul í reyv, hevur
kjakið í Føroyum kortini
fingið eitt meira málrættað
innihald.
– Áðrenn hava vit so at
siga bara kjakast út frá upp-
leggum hjá flokkunum, utt-
an greitt at vita, hvat tað er,
sum stjórnin vil ganga við
til. Tað vita vit nú, og tað
fer at hava við sær, at kjakið
kann snarast meira beint inn
á tað, sum tað snýr seg um,
og tað er, at tað kostar pen-
ing, um vit ætla okkum at
taka fullveldið, sigur Jóann-
es.
Hansara fatan er, at før-
oyingar ikki hava yvirtikið
tað, sum vit eiga í nøkrum
málum, sum nú eru undir
føroyskari umsiting. Hann
nevnir almannamál, skúla-
mál og heilsumál og sigur,
at hesi eru føroysk men pen-
ingurin er danskur.
– Og nú hava vit fingið
staðfest, at tá vit yvirtaka
tey – við fullveldinum – so
kostar tað eisini í krónum
og oyrum í ríkisveitinigini.
Hatta er bara ein náttúrlig
avleiðing, sum ikki øll hava
staðfest, men sum nú er
sligin rimmarføst við tíggj-
utummaseymi, sigur Jóann-
es.
– Tjóðveldismenn fara
kanska at royna at halda fast
við, at tað sum Nyrup segði
var fýrakantað, men tað er í
veruleikanum Tjóðveldis-
flokkurin, sum nú hevur
fingið ein sera stóran trup-
ulleika, tí hann hevur rent
seg so rimmarfastan. Fólka-
flokkurin harafturímóti hev-
ur fingið tey boðini teir leit-
aðu eftir, og tað var, at tað
kostar ov nógv at taka full-
veldið, sigur Jóannes Eid-
Jóannes Eidesgaard:
esgaard.
– Og so kann Óli Breck-
mann, sum ikki hevur verið
so heitur talsmaður fyri full-
veldinum siga hvat hann vil
í útvarpinum.
Tað fer at
síggjast aftur
Niðurstøðan hjá Jóannesi er,
at nú fráboðanin um hvar
danska stjórnin stendur er
komin, áttu vit at fingið bú-
skaparfrøðingar at roknað
út, hvat tað kemur at kosta
um skiftistíðin bert verður
trý til fýra ár.
– Hon hevði við vissu
víst, at tað av álvara fer at
síggjast aftur á føroysku
vælferðini og tað trúgvi eg
ikki, at fullveldisætlanin
tolir. Í hvussu er hevði ein
veljarakanning gjørd í dag
verið nógv meira ímóti full-
veldisuppskotinum
enn
tann sum Sosialurin og SvF
vísti.
Hann vísir á, at ein bú-
skaparlig skiftistíð upp á trý
til fýra ár, eftir hansara fatan
hevði havt við sær, at blokk-
urin og restpeningurin til
danskar stovnar í Føroyum,
íalt 1,3 millión hevði havt
við sær, at stuðulin hevði
minkað við 325 milliónum
um árið, og tí hevði yvir-
skotið á fíggjarlógini verið
burtur. Og tað trúgvi eg ikki
fólk taka undir við, sigur
Jóannes at enda.
– Útspælið var harðari enn eg hevði væntað, men tað
vísir, at føroyska útspælið var veruleikafjart og dreyma-
kent, sigur Jóannes Eidesgaard
Uttanlandsnevndin fær
frágreiðing í dag
Heðin Mortensen útilokar ikki, at hann bakkar upp um
samgonguna, um so er, at stjórnin er farin órættvíst fram
á fundinum fríggjadagin
SVEINUR TRÓNDARSON
Sunnudagin heitti Heðin
Mortensen á formannin í
Uttanlandsnevndini um at
kalla løgmann til fundar so-
leiðis, at nevndin kann fáa
eina frágreiðing um støðuna
í samráðingum við danir.
Hann vil fegin hava eina
frágreiðing frá løgmanni um
samráðingarnar og serliga
nú samráðingaruppleggið
verður almannakunngjørt í
dag.
Samráðingarnar gjørdust
helst øðrvísi enn nakar før-
oyingur hevði væntað, og
tað er ymiskt, sum bendir á,
at danir ikki hava víst seg
frá síni bestu síðu.
– Ta frágreiðingina vil eg
hava frá løgmanni sjálvum,
sigur Heðin.
Kann tað hugsast, at tú
bakkar landsstýrið upp, um
so er, at teir eru órættvíst
viðfarnir, hóast tað er ímóti
tykkara fatan í Sambands-
flokkinum?
– Nú vil eg fyrst hoyra
frágreiðingina frá løgmanni
sjálvum, men tað sigur seg
sjálvt, at fer stjórnin skeivt
fram, so fær landsstýrið mín
uppbakning. Í hesum føri
eru vit fyrst og fremst før-
oyingar, so má hitt koma í
aðru røð, sigur Heðin Mort-
ensen.
Løgmaður sigur við Sosi-
alin, at nevndin fær fulla frá-
greiðing um tað, sum er farið
fram, og at øll skjøl - hvørt
og eitt - sum er komið fram
undir samráðingunum, verð-
ur lagt á borðið. Síðani verð-
ur tað almannakunngjørt.
Vit gera:
• Øll sløg av vindeygum, úthurðum, trappum og listum
• Eisini allar seruppgávur og heildarloysnir
Vindeygu til summarið?
Bíleggið tey nú!
KUNNU VENDAST 180O
UTTAN AT NAKAÐ AV
RAMMUNI KEMUR INN
Í RÚMIÐ
Vit geva fegin tilboð
Tað føroyska
Top Turn vindeygað
Jóannes Paturssonargøta 34
FO-100 Tórshavn
Tel. 31 47 77 • Fax 31 44 16 • Fartel. 21 36 73
Snikkaravirkið
í Grønlandið SV
– Annað var ikki væntandi
Martin Paldam, professari:
– Eg hevði ikki væntað annað útspæl frá donsku stjórnini enn hatta. Danmark
hevur ongan vinning av Føroyum og teir vilja tí heldur ikki gjalda fyri at
føroyingar gerast sjálvstøðugir. Føroyingar ynskja tað og eg ivist ikki í, at tað
er rætt og eg ivist heldur ikki í, at føroyingar klára broytingina uttan
stórvegis hóvasták, sigur Martin Paldam, professari
SVEINUR TRÓNDARSON
Hóast tað hjá nøkrum
kanska kom sum eitt sjokk,
tá Poul Nyrup Rasmussen
langaði donsku treytirnar á
borðið, so eru kortini ikki
øll, sum eru eins bilsin.
Á Lærda háskúlanum í
Århus situr ein maður, sum
kennir nokkso væl til Før-
oyar og føroysk viðurskifti,
og hann heldur ikki, at út-
spælið var ógvusligari enn
væntað.
Martin Paldam, profess-
ari, sigur við Sosialin, at
støðan í Danmark er soleið-
is hátta, at danir eru troyttir
av føroyingum, og at teir
heldur enn fegnir vilja
sleppa av við okkum.
– Tú skalt minnast til, at
tað, seinastu árini, alsmant
meira er kastað dønum fyri,
at teir hava alla skuldina fyri
tær ólukkur, sum føroying-
um hevur verið fyri, og tað
eru fólk deyðatroytt av. Før-
oyingar siga ikki so frægt
sum takk fyri ta góðu milli-
ardina, sum verður send
hvørt ár, og tað ger bara ilt
verri, sigur Martin Paldam.
Ber væl til
Annars hoyrir Martin Pal-
dam ikki upp í tann bólk av
dønum, sum siga, at før-
oyingar ongan møguleika
hava at klára seg uttan
donsku
ríkisveitingina.
Tvørturímóti.
Hann er ivaleysur í, at tað
ber til. Eisini innanfyri tey
fimm árini, sum Poul Nyrup
Rasmussen hevur lagt upp
til.
– Føroyingar vita, at tað
kemur eitt fall í livifótinum,
men tað verður eingin orsøk
at óttast fyri tí. Føroyar
verða framhaldandi eitt ríkt
land, og inntøkan fellur ikki
ein gang so nógv, at Føroyar
gerast eitt milluminntøku-
land. Men hygg t. d. til
Onglands, Spania og fleiri
onnur lond í Evropa. Tey
hava ikki hægri miðalinn-
tøku enn tað, og tey klára
seg sera væl. So har er einki
at vera bangin fyri.
Harafturat er Paldam eis-
ini ivaleysur í, at tað er rætt
av føroyingum at taka full-
veldi, tí tað ger greiðari linj-
ur í øllum viðurskiftum.
– Sum støðan er nú, hava
føroyingar
búskaparligu
stýringina, men hendir
nakað, so eru tað danir, sum
fáa skyldina og tað er nak-
að, sum troyttar fólk.
Paldam leggur afturat, at
hann ikki hevur sæð før-
oyska útspælið, og tí ikki
kann gera viðmerkingar til
tað, sum í tí stendur, og
somuleiðis hevur hann
heldur ikki sæð útrokning-
arnar frá Fíggjarmálaráðn-
um danska, men báðir part-
ar fáa nøkur orð við á vegn-
um.
– Eg haldi, at tað er skeivt
av landsstýrinum at biðja
um búskaparliga hjálp í eitt
longri tíðarskeið, tí føroy-
ingar hava ikki krav upp á
nakað. Sum eg havi skilt,
so biðja føroyingar um hjálp
í nærum óavmarkaða tíð
framyvir, og tað sigur seg
sjálvt, at danir ikki vilja
veita tað.
Men teir hava avmarkað
tíðarskeiðið til 15 ár, er tað
ikki á eini góðari leið fyri
búskapin?
– Eg haldi ikki at tað er
neyðugt við meiri enn fimm
árum, sigur hann.
Martin Paldam sigur
nevniliga, at støðan, sum
hon er í dag er tann, at rík-
isstuðulin, bæði í Føroyum
og í Grønlandi, hevur skað-
ilig árin á búskapin.
– Samfelagsbúskapurin
hevur ikki gott av, at so
nógvir pengar vera sprændir
inn í samfelagið, og tí er tað
einasta rætta, at fáa stuðulin
burtur, sum skjótast.
Hesum fær hann undir-
tøku fyri frá føroyskum bú-
skaparfrøðingum og eisini
formanninum í Ráðgevandi
nevndini, Arna Larsen
Heldur lítið um
fíggjarmálaráðið
Annars heldur Martin Pal-
dam lítið um mátan hjá
Fíggjarmálaráðnum um at
rokna føroyingar búsitandi
í Danmark upp í ríkisstuð-
ulin til Føroya.
– Uttan at eg havi sæð
tølini, so loyvi eg mær at
siga, at hatta hoyrir onga-
staðni heima. Føroyingar í
Danmark eru ikki teir, sum
liva av hjálp frá statinum,
so hatta hoyrir ongastaðni
heima.
Tá vit spyrja Martin Pal-
dam um hann væntar, at
roknistykkið frá Fíggjar-
málaráðnum fer at hava við
sær ein keðiligan samráð-
ingaranda, sigur hann, at tað
væntar hann ikki.
– Partarnir skulu røkka
einum máli, og eg vænti, at
teir fara at gera tað í felag,
men tað verður neyvan við
eini langari skiftistíð, sum
úrslit.
Tá vit spyrja um hann
heldur, at føroyingar eiga at
taka fullveldi ella ikki, sigur
hann púra greitt.
– Taki fullveldi. Fyri
tykkara egnu skyld - so gera
tit samstundis dønum eina
tænastu.
– Eg haldi ikki, at útspælið hjá Nyrup var so ógvusligt,
og eg haldi framvegis, at føroyingar eiga at taka full-
veldi. Tað er tað besta fyri báðar partar og avleiðingar-
nar vera ikki so ógvusligar, sigur Martin Paldam
– Teir mugu hava etið seym
Óli Breckmann er í øðini inn á framferðina hjá donsku
ríkisstjórnini, sum hann leggur undir at vera beinleiðis
illviljaðar móti føroyingum
SVEINUR TRÓNDARSON
Óli Breckmann, formaður
Fólkafloksins, er sera
vónbrotin av útspælinum
hjá donsku stjórnini og
hann er beinleiðis í øðini
inn á framferðarháttin hjá
Fíggjarmálaráðnum
í
sambandi við fundin í
Keypmannahavn fríggja-
dagin.
– Teir hava brúkt eina
lúsuta
framferð
móti
landsstýrinum. Stjórnin
brúkar
uppskotið
hjá
Javnaðarflokkinum, sum
jarnbrot at knúska føroy-
ingarnar við, og tað líkist
ongum, sigur Óli Breck-
mann.
Hann er skelkaður av
framferðini hjá stjórnini,
leggur Nyrup undir at
hava tikið føroyingar sum
gíðslar í donskum innan-
ríkispolitikki.
– Hann hevur serstakliga
vánalig úrslit at vísa á í velj-
arakanningunum og nú hev-
ur hann lagt upp til strekk-
marsj í spurninginum um
evruna, sum danskt gjald-
oyra. Hetta skulu føroyingar
bløða fyri, tí hann vil ikki
hava trupulleikar av okkum,
men so lætt sleppur hann
ikki, sigur Óli Breckmann.
Andstøðan
drigin upp á tráð
Óli er eisini rættuliga vón-
brotin av støðuni, sum and-
støðan í danska fólkatingi-
num hevur tikið í Føroya-
málinum og hann leggur
beinleiðis Nyrup undir at
hava drigið donsku and-
støðuna upp á tráð.
– Andstøðan hevur fingið
at vita frá Nyrupi hvørji
»ynski« føroyingar hava og
tað er ikki so løgið, at teir
taka undir við honum, tá teir
hava fingið so skeivar upp-
lýsingar, sigur Óli Breck-
mann.
Hann vísir á, at danir tosa
um at 50 til 80 ár ganga
áðrenn føroyska bruttotjóð-
arúrtøkan kemur upp á 2,5
mia. krónur, og tað heldur
hann er fullkomiliga burtur
úr vón og viti.
– Hugsi tykku! Fyrst í
fimti árunum var før-
oyska fíggjarlógin 9 -
níggju - milliónir krónur.
Nú er hon um tríggjar
milliardir. Tað er meiri
enn trý hundrað ferðir so
nógv. Somuleiðis er før-
oyska bruttotjóðarúrtøk-
an vaksin, so at tosa um
50 til 80 ár er heilt burt-
urvið. Tei mugu hava etið
bláseym.
Tað finnast eingi tøl
fyri BTÚ í fimtiárunum,
men í 1962 var BTÚ 260
milliónir. Í dag er hon 7,4
milliardir og tað er talið í
1962 falda við 28,5.
Konservativu
fáa av at vita
Í fólkatinginum situr Óli
í tingbólki við teimum
konservativu. Í gjár var
ein av teirra monnum sit-
eraður fyri at siga, at
teirra flokkur fór at
kroysta føroyska bróður-
flokkin til at skifta hugs-
an, men tað verður av
ongum, sigur Óli.
– Vit fara á kunnandi
fund við teir mikudagin,
og har fáa teir greitt at vita
frá okkum, hvat býr í upp-
skotinum og teir fáa av at
vita, fyri at hava lurtað
eftir »søguni« hjá Nyrup,
sigur Óli Breckmann at
enda.
Óli Breckmann
– Vit eru gíðslar í inn-
anríkispolitikkinum
Løgmaður er sera vónbrotin av dønum. – Stjórnin er líka-
glað við okkara ynski um fult ræði á egnum viðurskiftum
og teir vilja varðveita danskt yvirharradømi í Føroyum
SVEINUR TRÓNDARSON
Anfinn Kallsberg, løgmað-
ur, er komin aftur til Føroya
eftir fyrsta samráðingar-
fundin við danir, og er aftur
til arbeiðis í Tinganesi. Og
tað var ein sera vónbrotin
løgmaður vit fingu orðið á.
– Eg eri sera vónbrotin av,
at fyrsta umfarið av sam-
ráðingunum skuldi ganga
soleiðis sum tað gjørdi, tí
hatta var ikki tað, sum av-
talan var frammanundan.
Vit høvdu eina greiða avtalu
við stjórnina um, at vit
skuldu leggja uppleggið fyri
teir og síðani skuldu vit av-
talað gongdina framyvir.
Kortini lat stjórnin upp-lýs-
ingar um tøl leka út til
pressuna, og tað hoyrir ong-
astaðni heima, sigur Anfinn
Kallsberg.
Hann sigur, at tað var ein
sera keðiligur andi yvir
samráðingunum, tí tað var
beinanvegin føroyingum
greitt, at danir vóru full-
komiliga líkaglaðir við
ynski føroyinga.
– Teir høvdu gjørt sína
støðu upp frammanundan,
og tí var einki at tosa um.
Teir hava gjørt ríkisfelags-
skapin til ein spurning um
pengar og tað var ikki mein-
ingin, sigur løgmaður.
Undir samráðingunum
varð landsstýrið presenterað
fyri eini útrokning, sum vís-
ir, at føroyingar kosta døn-
um 1,9 milliard, og tá hava
danir enntá roknað føroy-
ingar búsitandi í Danmark
við í uppgerðina.
– Men vit sluppu ongan-
tíð at síggja hesa útrokning-
ina, sigur Anfinn Kallsberg.
– Stjórnin spældi út við,
at vilja vit vera verandi und-
ir donskum harradømi, so
kundu vit halda fram, sum
nú, men halda vit fram í
ríkisfelagsskapinum,
so
kunnu vit bara fara, og tað
haldi eg er ótrúliga fýra-
kantað.
Løgmaður vísir á, at
danski
forsætisráðharrin
javnan hevur tosað um
»gensidig respekt«, men at
henda virðing ikki var til at
fáa eygað á fríggjadagin.
– Tað gjørdist okkum
greitt beinanvegin, at vit
gerast gíðslar í donskum
innanríkispolitikki, og tí
skal hann gevast við at tosa
um »gensidig respekt«. Tí
tað er bara ein táta, sigur
ein vónbrotin løgmaður.
Anfinn Kallsberg sigur
annars við Sosialin, at hann
skilur ikki ta donsku støð-
una. Danir eru annars kend-
ir fyri, at vera teir fyrstu at
geva londum hjálp til sjálv-
hjálp og tað, sum vit bóðu
um var, at vit leggja broyt-
ingartíðina til rættis á ein
skilagóðan hátt, men tað
hevur víst seg, at tað vilja
danir ikki.
Løgmaður leggur afturat,
at tað ikki verður upp á tal,
at fara at broyta uppleggið
til at liggja nærri upp at
teimum hjá andstøðuni, tí
tað ber heilt einfalt ikki til.
Har verður tosað um tvey
ymisk fyribrigdið - fólka-
rættarliga og statsrættarliga
- og teimum er stóru munur
á.
Hóast misskiljingarnar,
so eydnaðist tað kortini
landsstýrinum at fáa gjørt
eina avtalu um framhald-
andi samráðingar og tað
verður við føroyska upp-
legginum, sum grundarlag.
– Tað var tað vit fóru eftir,
so í so máta kunnu vit vera
nøgd. men vit fingu nakað
meir enn vit ætlaðu og sum
ikki er dønum til sóma.