týsdagur 21. mars 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Samráðingarnar
13:00 (fríggjadagin) Samráðingarfundurin millum
føroyingar og danir skuldi byrja við frokosti í spegl-
salinum í danska forsætismálaráðnum.
13:20 Ikki fyrr enn nú síggjast politikarar í geingi-
num í forsætismálaráðnum. Leiðin gongur inn í
speglsalin til frokost
14:10 Farið verður á fyrsta fundin um føroyskt
fullveldi
16:00 Eftir tíðarætlanini eigur tíðindafundurin nú at
verða hildin. Tað einasta fólk vita er, at partarnir nú
ikki sita í sama rúmi.
17:00 Fyrsta bumban brestir. Danski forsætismála-
ráðharrin heldur nú - púra óvæntað - tíðindafund
einsamallur og greiðir frá, at danir ikki góðtaka
longri skiftistíð enn trý til fýra ár
17:30 Løgmaður kennir seg nú eisini noyddan at
hava tíðindafund. Hann greiðir frá, at landsstýrið er
tikið á bóli í samráðingunum. Danir eru farnir at
diskutera konkret viðurskifti í nýggjum ríkisrættar-
ligum sáttmála, m. a. skiftistíðina.
18:00 Farið verður aftur til samráðingar.
22:00 Samráðingarnar eru nú lidnar. Partarnir eru
komnir ásamt um ein leist fyri víðari samráðingu-
num. Fyrsti fundurin skal haldast tíðliga í mai. Áðr-
enn hendan fundin skulu partarnir royna at fáa
greiðu á faktuella grundarlagnum undir fíggjarligu
viðurskiftunum landanna millum. Á jóansøku skal
støðan gerast upp.
00:00 Næsta bumban brestir: Ritzau skrivar við
danska fíggjarmálaráðnum sum keldu, at føroyingar
hava kravt eina skiftistíð upp á 63 ár.
18:30 (Sunnukvøld): Triðja bumban brestir: Útvarp
Føroya avdúkar, at danir hava roknað út, hvørjar
útreiðslur eru av føroyingum - eisini føroyingum
búsitandi í Danmark. Roknistykkið sigur einki um,
hvørjar inntøkur danir hava av Føroyum.
ávís punkt í føroyska sátt-
málauppskotinum,
og
stríddi hetta ímóti tí, part-
arnir høvdu avtalað undan
samráðingunum.
Heilt greitt sást á føroyska
liðnum, at tey vóru skelkaði
av støðuni, ið knappliga
hevði tikið seg upp. Ikki
minst vóru tey órógvað av,
at Poul Nyrup Rasmussen
hevði hildið tíðindafund í
ótíð. Hetta helt onkur bein-
leiðis vera álitisbrot.
Semja um leistin
Eftir tíðindafundirnar hildu
samráðingarnar fram. Og
hálvan áttanda tíma eftir, at
hol varð sett á, høvdu part-
arnir funnið fram til eina
semju.
Londini bæði vóru vorðin
samd um leistin fyri kom-
andi samráðingunum um
ríkisrættarligu støðuna og
um, nær partarnir aftur
skuldu møtast.
Samráðingarúrslitið er, at
danir og føroyingar aftur
skulu sessast við samráð-
ingarborðið í byrjanini av
mei mánaði. Tá skulu part-
arnir hava avklárað faktu-
ella grundarlagið undir
grundgevingunum fyri teirri
skiftistíð, báðir partar í hvør
sínum lagi hava víst á.
Løgmaður segði á tíðind-
afundinum beint eftir sam-
ráðingarnar, at hann roknar
við, at tað fer at eydnast at
halda eina fólkaatkvøðu um
ein ríkisrættarligan sáttmála
í heyst. Hetta hevði danski
forsætisráðharrin onga við-
merking til, men partarnir
hava kortini gjørt av at gera
støðuna upp í endanum av
juni.
Taktisk bumba
Stutta løtu eftir, at fyrsta
umfar av ríkisrættarligu
samráðingunum var av,
brast aftur ein bumba í mál-
inum. Nú skrivaði tíðinda-
stovan Ritzau, at føroyingar
undir
samráðingunum
høvdu kraft ein hátt fyri
skiftistíð, ið kom at vara í
eitt tíðarskeið á 63 ár.
Landsstýrið hevði lagt
fram eitt modell fyri eini
Fakta um
skiftistíð, ið segði, at ríkis-
veitingin skuldi næstu árini
setast til 650 milliónir krón-
ur og halda fram til hon var
3 prosent av samlaðu brytt-
otjóðarúrtøkuni.
Hesi tíðindi lupu øði í
Føroyingar, sum sunnudag-
in váttaðu tíðindini um mo-
dellið, men vístu teir sam-
stundis á, at eitt loft, ið
segði, at skiftistíðin ikki
kann vera longur enn 15 ár.
Sunnudagin bórust eisini
tíðindini um útrokningar-
nar, danir løgdu fram um
Føroyingar. Útrokningar-
nar, landsstýrið metir sum
mannminkandi.
Sum skilst er seinasta
bumban í fullveldismáli-
num ikki fallin enn, og
fyrsta dagin kunnu vit, sum
skilt vænta okkum enn feiri
avdúkandi upplýsingar í
málinum.
Poul Nyrup Rasmussen og
Anfinn Kallsberg á tíðind-
afundi fríggjadagin
Stongt starvs-
fólkalyftina
Starvsfólkalyftin
á Landssjúkra-
húsinum er
stongd, tí hon
riggar ikki, sum
hon skal
EYÐUN KLAKSTEIN
Ein av teimum trimum lyft-
unum á Landssjúkrahúsi-
num riggar ikki, sum hon
skal, og tí er hon stongd.
Talan er um lyftina, sum
er ætlað starvsfólkunum á
sjúkrahúsinum, og nógv av
teimum hvítkitlaðu mugu tí
í hesum døgunum taka
trappurnar.
Tvær aðrar lyftur eru á
Landssjúkrahúsinum, men
tær verða nógv brúktar av
bæði starvsfólkum, vitjandi
og øðrum, og tí eru tað
summi, sum velja at ganga
fetini upp ella niður eftir.
Leiðarin á Maskindeildini
á
Landssjúkrahúsinum,
Suni Rasmussen, sigur, at
trupulleikar hava verið við
lyftini, eftir at hon fekk eina
nýggja elektroniska stýring.
Er órógv í streyminum,
missir lyftin orienteringina.
Hetta hevur gjørt, at tey
hava valt at steingja lyftina,
til hon er fingin at rigga,
sum hon skal.
Sambært Suna Rasmus-
sen koma fólk úr Danmark
í næstu viku, sum skulu um-
væla hinar báðar lyftirnar á
sjúkrahúsinum, men fyrst er
ætlanin at fáa starvsfólka-
Jóannes Poulsen
eitt sindur afturat
Norðoya Sparikassi hevur
gjørt avtalu við Jóannes
Poulsen um at halda fram
sum stjóri fyri sparikassan
til nýggjur stjóri er funnin.
Jóannes
segði
seg
annars úr starvinum til
tann 1. apríl, men nú
verður hann sitandi í
sessinum nakað enn.
Umsjónarráðið
fyri
Norðoya Sparikassi skal
komandi mánaðirnar finna
ein nýggjan stjóra at seta
ístaðinfyri
Jóannes
Poulsen, sum tók við
starvinum 1. september
1995.
lyftina í ordan aftur.
Starvsfólkalyftin er góð-
kend av Arbeiðseftirlitinum
í ár, og sambært leiðaranum
á Maskindeildini er bara tal-
an um smávegis ólag.
Nógv av teimum hvítkitlaðu á Landssjúkrahúsinum mugu í
hesum døgunum nýta trappurnar, tí starvsfólkalyftin er
stongd. Mynd: Jonhard Hammer
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 56 - 21. mars 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 56 - 21. mars 2000
SKOTARÓK 14
100 TÓRSHAVN
TLF. 211861 og 311414
FAX 317534
Tað koma støðugt fleiri forrit á marknaðin til at viðgera, byggja
upp og broyta heimasíður. Vit hava valt at seta saman eitt WEB-
koyrikort, sum fevnir um nøkur av teimum best umtóktu forritunum
innan WEB-design. Skeiðini kunnu eisini takast hvørt sær.
Nýggj skeið-
tænasta frá
Farodane
WEB
WEB
TILMELDING frá heimasíðu okkara
- ella ringið tlf. 211861 ella 311414. e-mail: kvasir@farodane.fo
: kvasir.farodane.fo
SKEIÐ
1. Adobe GOLIVE
2. Adobe IMAGEREADY
3. Macromedia FLASH
4. Adobe ACROBAT
5. KLÁRT TIL INTERNET
WEB-skeiðini eru hesi:
F
A
R
O
D
A
N
E
S K E I Ð S T O VA N
KVAS R
fd-3c-00
Fyrsta skeiðið byrjar
3. apríl
JOHN JOHANNESSEN
ÚR KEYPMANNAHAVN
Fyrsti samáðingarfundurin
millum føroyingar og danir
um føroyskt fullveldi gjørd-
ist ein beinharður fundur.
Fundurin byrjaði klokkan
tvey danska tíð - ein tíma
seinkaður - og helt á til
klokkan hálvgum tíggju á
kvøldi.
Endmálið við fyrsta fund-
inum var, at føroyingar
skuldu leggja sáttmálaupp-
skot sítt fyri donsku stjórn-
ina, og síðani skuldi ein
leistur leggjast fyri víðari
samráðingarnar.
Men danir vildu hava
meira burtur úr fundinum
enn so.
Tá Føroya løgmaður, An-
finn Kallsberg, hevði lagt
sáttmálauppskotið fyri dan-
ir, valdi danski forsætisráð-
harrin, Poul Nyrup Rasmus-
sen at leggja eitt mótútspæl
fyri føroyingarnar.
Mótspælið frá danska for-
sætisráðharranum var, at tað
ikki kemur upp á tal, at før-
oyingar fáa eina skiftistíð,
ið er longri enn trý til fýra
ár. Harafturat legði hann á
borðið nakrar útrokningar,
ið vístu hvørjar útreiðslur
danir hava av føroyingum.
Hetta roknstykkið fevndi
ikki bert um ríkisveitingina
til Føroya, men eisini um
útreiðslur av føroyingum
búsitandi í Danmark og um
danskar pensjónir í Føroy-
um.
Ætlanin var, at almenn-
ingurin ikki skuldu fáa
frænir av hesum roknstykki,
men sunnudagin eydnaðist
tað Føroysku Tíðindastov-
uni í Keypmannahavn at fáa
fatur á tølunum, og vórðu
hesi sunnukvøldið almann-
akunngjørd í Útvarpi Før-
oya.
Máttu fara hvør til sín
At danir fóru at leggja so
hart út undir fyrsta samráð-
ingarfundinum, hevði før-
oyska samráðingarliðið í
Keypmannahavn ikki rokn-
að við. Tí gjørdist fundurin
til tíðir ógvuliga harður, og
neyðugt varð at biðja um
steðg í samráðingunum, so
føroyska
samráðingar-
nevndin fekk møguleika at
tosa saman innanhýsis um
støðuna.
Á hesum fundi varð gjørt
av, løgmaður skuldi vísa
danska forsætisráðharra-
num á, at endamálið við
fyrtsa samráðingarfundi-
num var at leggja leist fyri
víðari samráðingunum og
einki annað.
Løgmaður skuldi krevja
av forsætisráðharranum, at
leisturin varð lagdur á hes-
um fundi, eins og avtalað í
august. Bíðast skuldi við
konkretu samráðingunum
til á næsta fundi.
Kravið
frá
løgmanni
skuldi vera, at partarnir
skuldu gera eitt felags skjal
um tíðarætlanirnar fyri sam-
ráðingarnar.
Óvæntaður
tíðindafundur
Meðan føroyingarnir sótu
fyri seg sjálvar og tosaðu
saman um støðuna gjørdi
danski forsætismálaráðharr-
in ikki mætari, enn at hann
einsamallur helt ein tíðinda-
fund fyri øllum teimum
mongu tíðindafólkunum, ið
spent høvdu sitið allan dag-
in í forsætismálaráðnum og
bíðað eftir tíðindum frá
samráðingarfundinum.
Tað var á hesum tíðinda-
fundinum, at tann fyrsta al-
menna bumban brast í hes-
um máli.
Poul Nyrup Rasmussen
greiddi fjølmiðlunum frá, at
danska stjórnin hevði gjørt
nakrar
útrokningar,
ið
sýndu, at føroyingar ikki
hava brúk fyri einari skift-
istíð, ið er longri enn trý ella
fýra ár. Tí ælaðu danir held-
ur ikki at ganga við til eina
skiftistíð, ið var longri enn
hetta áramál.
– Eitthvørt val um sjálv-
støðu kostar. Skulu føroy-
ingar gjalda, mugu teir eis-
ini valda, segði danski for-
sætismálaráðharrin.
Kortini greiddi Poul Ny-
rup Rasmussen ikki frá, at
danska
fíggjarmálaráðið
hevði gjørt nakrar útrokn-
ingar, ið sýna, hvat føroy-
ingar kosta dønum.
Danir løgdu
hart út
Fyrsti samráðingarfundurin við donsku stjórnina gjørdist
harðari enn væntað. Stjórnin gjørdi greitt, at vit ikki fáa
longri skiftistíð enn trý til fýra ár, og eisini legði hon tøl á
borðið, um hvat føroyingar kosta dønum
Poul Nyrup Rasmussen
varð seinni spurdur, hvussu
tað ber til, at danska stjórnin
valdi at melda út eitt ávíst
áramál fyri eina skiftistíð.
– Komu vit ikki við einari
greiðari útmelding, spældu
vit ikki við opnum kortum.
Eg haldi, at vit skylda øllum
føroyingum, at vit vísa á
greiðu støðu okkara undan
samráðingunum. Fóru vit
undir samráðingarnar uttan
at siga, hvat útgangsstøðið
frá okkara síðu er, vóru vit
ikki rættvísir, staðfestir
danski forsætismálaráðharr-
in.
Spurningurin
er
so,
hvussu tað ber til, at for-
sætisráðharrin brast bumb-
una mitt undir samráðingu-
num.
Men sambært Poul Nyrup
Rasmussen brast bumban
ikki mitt undir samráðing-
unum. Men beinan vegin
hol varð sett á samráðing-
arnar.
– Eg gjørdi beinan vegin
greitt fyri føroyingunum,
hvat okkara útgangsstøði er,
men pressan fekk tað ikki
at vita, fyrr enn føroyingar
vóru kunnaðir. Tað er jú
sjálvsagt, vísir forsætisráð-
harrin á.
Føroyingar
skelkaðir
Tá føroyingar høvdu fingið
at vita, at danski forsætis-
ráðharrin á tíðindafundi mitt
undir samráðingunum hevði
hildið tíðindafund spann øði
í føroyskal liðið. Gjørt varð
av, at løgmaður saman við
landsstýrisfólkunumm
skuldi halda tíðindafund
hálvan tíma seinni.
Á tíðindafundinum vístu
bæði løgmaður og føroysku
landsstýrisfólkini á, at tey
mettu danska forsætisráð-
harran bera seg skeivt at í
samráðingunum. Løgmaður
segði, at danski forsætisráð-
harrin var farin at viðgera
– Eitthvørt val um sjálvstøðu kostar. Skulu føroyingar gjalda, mugu teir eisini valda, segði danski forsætismálaráðharrin
Mynd: jens Kristian Vang
Stjórnin gjørdi greitt, at vit ikki fáa longri skiftistíð enn trý til fýra ár, og eisini legði
hon tøl á borðið, um hvat føroyingur kosta dønum
Jens Kristian Vang