týsdagur 21. mars 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 56 - 21. mars 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 56 - 21. mars 2000
JÁKUP MØRK
Sum liður í eini avkláring
av skuldarspurninginum hjá
føroysku kommunum, hev-
ur Føroya løgmaður heitt á
J. S. S. Consult um at ar-
beiða við eini møguligari
umlegging føroysku komm-
unuskuldini.
Eftir hesum leisti, hevur
J. S. S. Consult í longri tíð
arbeitt saman við hol-
lendska
bankarisanum
ABN-AMRO. Í februar
1999 varð eitt fullfíggjað
uppskot lagt fyri Landsstýr-
ið, samstundis sum umboð
fyri bankan høvdu fund við
føroyskar fíggjarstovnar og
Føroya
Kommuufelag.
Kommunurnar í kommun-
usamskipanini sendu avboð
til fundin.
Tá lóggávan á økinum og
heimildirnar í hesum sam-
bandi ikki vóru fullfíggjaðar
um tað mundi, fekst eingin
skipan í lag um hetta í 1999,
men í januar mánaði í ár,
heitti løgmaður aftur á J. S.
S. Consult um at fáa eitt
dagført uppskot.
Nýtt uppskot er tískil sent
øllum kommunum í landi-
num, og skulu vit niðanfyri
umrøða hetta í høvuðsheit-
um.
Kommunalt
kredittfelag
Sambært uppskotinum frá
J.S.S. Consult, er ætlanin at
seta á stovn Føroya Komm-
unukreditt, sum skal standa
sum einasti lánveitari hjá
føroysku kommununum.
Stovnsfæi í nýstovnaða
felagnum skal eftir ætlan
vera einar 80 mió.kr., sum
skulu takast úr Kommunala
Kreppulánsgrunninum.
Kommunurnar skulu sostatt
eiga part í felagnum í mun
til tær upphæddir, sum eru
goldnar grunninum.
Kommunala kredittfelag-
ið skal síðani taka lán frá
ABN-AMRO, uml. 1,3 mia.
kr., sum so aftur verða lænt-
ar kommunum. Til tess at
tryggja eitt framhaldandi
lágt rentustøði á hesum láni,
skal rentan tryggjast í ávíst
áramál.
Rentan, sum kommunur-
nar so rinda til Kommunu-
kredit, verður so nakað
hægri enn rentan, sum
Kommunukredit
rindar
ABN-AMRO, soleiðis at
peningur er til rindan av
umsiting og provisiónum.
Um so er, at gjaldið til
Kommunukreditt fær ov
nógvan pening burtur úr
hesum, verður hetta aftur-
borið kommununum í kraft
av, at tað verða tær, sum fáa
ágóðan av einum møgu-
ligum yvirskoti.
Afturgjaldstíðin verður
ætlandi 15 ár, og verða lán-
ini veitt sum annuitetslán.
Eins og við núverandi skip-
an, skal Kommunukredit
hava transport í skattainn-
Nýtt uppskot um kommun-
uskuldarspurningin
Sp/f J.S.S. Consult við Jógvan Sundstein hevur í samstarvi við hollendskan
banka latið føroysku kommununum uppskot um skipan av »Føroya Kommun-
ukreditt«
tøkunum hjá kommununi,
og
hava
kommunurnar
framhaldandi møguleika at
rinda eyka avdráttir.
Samhaldsfesti
Tá Landsbankin fyri stutt-
um, saman við danska Uni-
Bank, legði fram uppskot
um eina samlaða umlegging
av kommunuskuldini, fekk
hetta uppskot heldur kald-
liga móttøku frá stóru
kommununum.
Ta ferðina førdu býráðs-
formenninir í bæði Klaks-
vík og Havn fram, at teir
ikki kundu ganga við til, at
kommunurnar fóru inn í
eina solidariska skipan, har
kommunurnar hefta fyri
hvørjari aðrari.
Í uppskotinum frá J.S.S.
Consult, verður júst samá-
byrgd nevnd sum ein partur
av trygdargrundarlagnum
hjá
einum
møguligum
kommunalum kredittfelag.
Mett út frá hesum, tykjast
sannlíkindini fyri, at ein
slíkur stovnur verður settur
á stovn, ikki serliga stór,
men hetta verður so ein
spurningur, sum einstøku
kommunurnar skulu taka
støðu til.
Í øllum førum tykist vera
vist, at stendur tað upp til
Løgmann, verður okkurt
slag av solidariskari skipan
gjøgnumførd. Tey bæði
uppskotini frá ávíkavist
Landsbankanum og J.S.S.
Consult eru bæði gjørd eftir
áheitan frá Løgmanni, og
harumframt tykjast tey vera
rættuliga lík hvørjum øðr-
um, so enn er seinasta orðið
helst ikki sagt í hesum sam-
bandi.
DAGFINN OLSEN
Nógv hevur verið prátað
um at koma út um landodd-
arnar við føroyskum tón-
leiki. Mong hava kanska
ikki lagt so nógv í prátið
og hava ikki hildið nakað
ítøkiligt verið í hesum.
Men hol tykist vera kom-
ið á. Setir ein seg við teld-
una og trýstir seg inn á
h e i m a s í ð u n a
www.theochard.com, so er
hópur av føroyskum tón-
leiki til keyps.
The Ochard, sum liggur
í New York, er sølufelag á
netinum, ið eisini selur víð-
ari til 150 aðrar útbjóðarar.
Tutl hevur samband við
The Ochard og Amazon.
Stuttligt er at leita mill-
um allan møguligan tónleik
úr øllum heiminum og
finna føroyskan tónleik, ið
Tutl hevur givið út.
Ragnar nummar eitt
Hetta sølusamstarv hevur
givið úrslit. Tutl má nú end-
urprenta fleiri útgávur, sum
ikki selja so nógv her
heima longur, tí heimligi
marknaðurin er mettaður,
men sum nú selja úti í
heimi.
Tey, ið hava selt mest úti
í heimi, eru Ragnar í Vík,
sum hevur selt yvir 200
fløgur, Spælimenninir hava
selt 200, Klaki 110 fløgur,
Aria 120 fløgur, Plastnoist
100 og Gluggamynd 90
fløgur.
Tutl hevur síðani desem-
ber sent einar 1500 fløgur
avstað. Fyrst fóru umleið
10 stk. av umelið 50 yms-
um fløgum. Síðani hevur
The Ochard bílagt, og hetta
gera teir, tí fløgurnar eru
eftirspurdar.
MP3 og psykisk søla
Framtíðin kemur áðrenn vit
vita av. Hetta má ásannast.
Óvíst er, hvussu nógvir før-
oyingar kenna til MP3 fílar.
Hetta er teldumál og hevur
við ljóð og tónleik á telduni
at gera.
Tað er nevniliga so, at
fløgan, sum vit kenna hana,
brátt tykist fara í søguna.
Brátt verður tað so, at ein
kann fara inn á heimasíður
ella handlar og seta sær
saman sína egnu fløgu,
sum ein síðani kann gjalda
fyri. Tað, tey rópa fyri tann
fysiska sølan minkar, með-
an tað, ið verður rópt psyk-
isk og digital søla byrjar at
gera um seg. Og her er tað,
at MP3 fílar koma inn í
myndina.
Ein skal rætt og slætt
hugsa sær eina sølubúð, á
netinum ella á gøtuni, har
ein setur sær saman eina
fløgu, júst sum ein hevur
hug. Tað kann vera Ragnar
í Vík, Kári p, Sting og
Grieg. Hvørt um annað.
Um fáar vikur verður
tutltónleikur seldur víða
um í heiminum sum MP3
fílar. Sostatt kann hesin
tónleikur takast niður av
netinum fyri ávíst gjald.
Framtíðin er komin til
Føroya og føroyskur tón-
leikur er komin útum land-
oddarnar og er sjónligur hjá
teimum stóru útbjóðaru-
Føroyskur tónleikur tøkur úti í heimi
Plátufelagið Tutl má nú endurprenta fleri fløgur, tí gongd er komin á handil á netinum, hóast heimiligi marknaðurin er mettaður.
The Ochard er útbjóðari, ið selur víðari til 150 aðrar útbjóðarar. Brátt verður føroyskur tónleikur eisini tøkur sum MP3 fílar
num á netinum.
Hevur ein áhuga, so er at
hyggja hjá Orchard og
trýsta
seg
inn
á
www.theorchard.com
Ragnar í Vík er milum teirra, ið er til sølu hjá stóra netútbjóðaranum The Ochard.
Hópur av føroyskum tónleiki er til sølu her
ÓLAVUR Í BEITI
Tað kemur meiri og meiri
fram í donsku fjølmiðlunum
um samráðingarnar millum
Føroyar og Danmark og
sipað verður serliga til før-
oyska uppleggið, og hetta
er helst ein av orsøkunum
til, at landsstýrið nú hevur
avgjørt at uppleggið verður
almannakunngjørt.
Internet Sosialurin ringdi
til løgmann beint eftir mid-
dag leygardagin. Løgmaður
var tá staddur í Keypmann-
ahavn, og váttaði hann fyri
Internet-Sosialinum,
at
samráðingaruppleggið
verður latið almenninginum
Uppleggið almannakunngjørt í dag
– Vit hava ikki tikið støðu til, hvønn dag uppleggið verður almannakunngjørt, men antin mánadagin ella týsdagin í
komandi viku, segði Anfinn Kallsberg, løgmaður, við Internet Sosialin beint eftir middag leygardagin.
til kunningar.
Sosialurin skilir, at sam-
ráðingaruppleggið verður
almannakunngjørt
eftir
fundin í uttanlandsnevndini,
sum verður í dag klokkan
10, um ikki annað fyriliggur
tá.
Jógvan Sundstein hevur í samstarvi við hollenskan
banka latið føroysku kommunumum uppskot um skipan
av »føroya Realkreditt«
Tingmaður: Aftur til
gomlu fólkaskúlalógina
Jógvan á Lakjuni heldur, at einki
samsvar er millum kostnaðin av
nýggju fólkaskúlalógini og nyttuna,
hon ger
EYÐUN KLAKSTEIN
Jógvan á Lakjuni, tingmað-
ur fyri Fólkaflokkin, mælir
nú landsstýrismanninum til
at seta gomlu fólkaskúla-
lógina í gildi aftur.
– Løgtingið hevur sam-
tykt eina nýggja fólkaskúla-
lóg uttan at hava hóming av,
hvat hon kostar. Nýggja
lógin fer eftir øllum at døma
bert at kosta meira pengar,
uttan at næmingarnir fáa
meira burtur úr, sigur Jógv-
an á Lakjuni við Dagblaðið
í gjár.
Tí heldur tingmaðurin hjá
Fólkaflokkinum, at skila-
best hevði verið at setta
gomlu fólkaskúlalógina í
gildi aftur.
Nýggja fólkaskúlalógin
er kjarnin í stríðnum millum
Lærarafelagið og Fíggjar-
málastýrið, sum hevur við
sær, at verkfall er í fólka-
skúlanum.
Virkar ikki eftir ætlan
– Trupulleikin við nýggju
fólkaskúlalógini er, at eing-
in veit, hvat hon gongur út
uppá. Hetta er ein donsk
lóg, sum vit hava umsett og
gjørt til føroyska lóg, ístaðin
fyri at laga eina nýggja lóg
til føroysk viðurskifti, sigur
Jógvan á Lakjuni við Dag-
blaðið.
Jógvan á Lakjuni heldur,
at næmingarnir eru verri
fyri, heldur enn at vera betri
fyri undir nýggju fólka-
skúlalógini, og tí heldur
hann, at tað eigur at verða
viðurkent, at lógin ikki virk-
ar eftir ætlan, og at ein heilt
nýggj viðgerð skal fara fram
um fólkaskúlalógina.
– Ímeðan kunnu vit pass-
andi seta gomlu fólkaskúla-
lógina í gildi aftur, sigur
Jógvan á Lakjuni við Dag-
blaðið.
Eldur í sethúsum á Viðareiði
Fríggjadagin varð sløkki-
liðið í Klaksvík boðsent til
Viðareiðis – annan dagin á
rað.
Eldur varð komin í eini
Viðingar og sløkkiliðið í Klaksvík hava fingið bilbukt við eldinum í sethúsunum á Viðareiði
sethús, og tá sløkkiliðið
kom á staðið var nógvur
roykur, men eldurin var
sløktur.
Køkurin fór illa, men
restin av húsunum brendi
ikki. Hinvegin var nakað av
vatn- og roykskaða.
Sjúkrabilur fór eisini úr
Klaksvík, men eingin fólka-
skaði var av eldsbrunanum
ek
Góða kera Súsanna
Eg minnist fyri bert fáum mánaðum síðan, tá ið tú
spurdi meg, hvussu tú skuldi orða teg í tínum minn-
ingarorðið til tín kæra vin, sum fórst í bilvanlukku
eins og tú, góðasta Súsanna. Mær tóktist so synd í
tær, at tú skuldi missa vin á so ungum ári. Eg vildi
ikki trú, at eg skuldi missa teg so stutt eftir, góðasta.
Vit hava verið so væl nú í 3 ár, meðan vit hava
gingið í flokki saman og tann, ið mest av øllum
hevði uppiborið eitt studentsprógv, var tú, góða, kera
Súsanna. Tú vart altíð glað og altíð klár at hjálpa, tá
ið ein ikki dugdi og vit hava so ótrúliga nógv at
takka tær fyri, góðasta.
Eg takki tær fyri 3 góð vinaár og eg fari aldri at
gloyma teg og eg veit, at vit ein dag síggjast aftur í
himli.
Rakul
Bilur stolin
í Fuglafirði
– funnin
aftur í Havn
Løgreglan heldur seg hava góð
spor at ganga eftir í royndini at
finna tann seka
EYÐUN KLAKSTEIN
Leygarkvøldið var ein
bilur stolin í Fuglafirði,
og sunnudagin fann løg-
reglan bilin í Havn. Tá
hevði
bilurin
fingið
skaða.
Løgreglan í Runavík
sigur, at leygarkvøldið
var innbrot í ein matvør-
uhandil í Fuglafirðið,
men einki varð stolið.
Seinni var bilurin stolin,
og løgreglan avvísir ikki,
at samband er millum til-
burðirnar.
Leygarkvøldið
fekk
løgreglan í Havn fráboð-
an um, at ein bilur hevði
rent á Tórshøll, men bil-
urin varð rýmdur á stað-
num. Sunnudagin kom
løgreglan fram á bilin, og
talan var um tann bilin,
sum var stolin í Fugla-
firði leygarkvøldið.
Bilurin hevði fingið
skaða, og løgreglan sigur,
at hon hevur góð spor at
ganga eftir í royndini at
finna tann seka. Løg-
reglan í Runavík segði
seg
mánadagin
vera
komin so langt við máli-
num, at tað væntaði eina
skjóta uppkláring og at
finna tann seka.
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
www.sosialurin.fo