fríggjadagur 29. oktober 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 29. oktober 2010 · Nr. 152
Sosialurin
Klæðir til børn og ung
DaDDaN er eiN gomul og keND Fyritøka í haNDilslíviNum í havN. tey
Fyrstu Nógvu áriNi í lucas Debesargøtu og seiNNi á smyrilsvegi
á hálsi, sum Føroya størsti haNDil við barNaklæðum
Magnus Gunnarsson
Føroya størsti og best kendi handil við barna
klæðum er uttan iva Daddan í Havn. Handilin
húsast á 350 fermetrum á Smyrilsvegi 7 í Havn.
Daddan selur klæðir til børn upp í 16 ár.
Handilin er býttur upp í sektiónir, soleiðis at
lættari er hjá viðskiftafólki at finna tað, tey
leita eftir. Tá handilin er so stórur, og úrvalið er
hareftir, er sjálvandi eisini talan um nógv ymisk
sløg og støddir av klæðum. Sektiónirnar eru
tríggjar í tali við klæðum til børn úr 02 ár, 28 ár
og síðan til børn úr 816 ár. Deildin við klæðum
til tey ungu eitur AxumX.
Handilin umboðar kend merkir sum t.d.
Minymo, Fransa, Fixoni, Grunt, NexLevel og
Juice.
Síðan vit yvirtóku handilin í 2006, hava
vit broytt innbúgvið og gjørt handilin meira
modern aðan og kundavinarligan, sigur Charlotte
Ellendersen, sum er stjóri í Dadduni.
Vit leggja dent á at hava vørur í góðum
kvaliteti til kappingarførar prísir og at veita
kundum okkara eina góða tænastu. Tað vísir
seg eisini, at vit hava nógv trúgv viðskiftafólk,
sum vitja handilin og fylgja væl við tá vit t.d. fáa
nýggjar vørur í handilin. Serliga síggja vit tað
nú í heyst, og veturin nærkast, at stórur áhugi
er fyri nýggjasta mótanum til børn og ung, sigur
Charlotte Ellendersen.
maggi@sosialurin.fo
Sp/f
Daddan
Stjóri:
Charlotte
Ellendersen
Adressa:
Sp/f Daddan
Smyrilvegur 7
FO-100
Tórshavn
Tel. 312138
0-16 ár
Charlotte Ellendersen í Dadduni
Myndir: Jens Kristian Vang