fríggjadagur 29. oktober 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 152 · 29. oktober 2010
14
VIKUSKIFTI
tIl arbeIðIs
Fríða G. Jacobsen er kvinnan, sum syrgir
fyri, at fólk, sum arbeiða í fyrisitingini
hjá Tórshavnar kommunu, fáa at eta í
døgurðatímanum. Hon hevur dagligu
ábyrgdina av starvsfólkakantinuni, sum er í
Posthúskjallaranum í Tórsgøtu í Havn. Hvønn
yrkadag millum klokkan 12 og 13.30 koma
eini 60-80 fólk í kjallaran at fáa sær mettuna.
Hvønn fríggjamorgun er eisini felags
morgun kaffi við rundstykkjum og øðrum
góðum, har fólk úr øllum deildum hjá
býráðnum eru vælkomin á gátt.
– Mín arbeiðsdagur byrjar klokkan 8 og
er liðugur klokkan 16. Eg havi eina kvinnu at
hjálpa mær, sum kemur klokkan 11 og fer heim
aftur klokkan 15. Annars eri eg einsamøll um
køkin og kantinuna í Posthúskjallaranum.
Fríða sigur, at nú tað er so »in« við øllum
sunnum og grønum, er salatir altíð ein týð-
andi partur av konseptinum til frokostin.
Fríða stórtrívist
– Eg havi havt hetta starv í eini 4 ár, og eg
má siga, at eg stórtrívist. Ein stórur partur av
mínum arbeiðslívi hevur verið í køki, og hetta
er ikki nakað, eg troyttist av. Eg fari glað av
húsum til arbeiðis hvønn morgun, og eg fari
glað heimaftur, tá dagur er lokin. Tað er deiligt
við góðum fólki, sum eru nøgd við tað, tú gert.
Eg eri góð við tey, sum dagliga koma her at eta,
og eg haldi meg hava varhugan av, at tey eisini
eru glað fyri at síggja meg, sigur hon brosandi.
Fríða hevur longri veg til arbeiðis, enn mong
onnur hava, og haraftrat kemur, at fjørður
er millum bústaðin og arbeiðsplássið. Hon
býr í Nólsoy, haðani hon eisini er ættað, og
hvønn morgun og hvønn dag, tá arbeiðsdagur
er lokin, noyðist hon um Nólsoyarfjørð.
– Men hetta er eingin trupulleiki. Eg eri ikki
bangin at sigla – ikki longur, leggur hon aftrat.
Hon sigur, at í fyrstuni hugsaði hon
nokso nógv um, at hon skuldi um fjørð-
in tvær ferðir um dagin, men hetta
hevur hon við tíðini vant seg við.
– Vit høvdu eitt gott skip við Rituni. Nú
hava vit ikki roynt Ternuna enn á vetrardegi.
Meiningarnar um, hvussu hetta skipið man
fara at roynast, tá veturin kemur, eru ymiskar,
men nú ferjulega verður bygd í Nólsoy til
endamálið, vóna vit, at hetta framhaldandi
verður ein tryggur og góður flutningur.
Nógv ár í køki
Sum blaðung byrjaði Fríða Jacobsen at arbeiða
í køkinum á Hotel Hafnia í miðbýnum. Hon var
ikki meiri enn 14-15 ára gomul, tá hon fyrstu
ferð trein innar um gáttina á hotellinum.
– Eftir at hava arbeitt í køkinum á
Hotel Hafnia eitt skifti, fór eg sum 15 ára
gomul niður á húsarhaldsskúla í Sorø í
Dan mark í eitt hálvt ár. Heimaftur komin
fór eg aftur í køkin á hotellinum, har eg
mundi vera í eini 10-12 ár tilsamans.
Fríða dylur ikki, at henni altíð
hevur dámt køksarbeiði væl.
– Hetta er tað, sum eg havi fingist við,
og hetta er tað eg dugi, leggur hon aftrat.
Tað var tí ikki av tilvild, at hon fyri
4-5 árum endaði í starvsfólkakantinuni
í Posthúskjallaranum.
Eisini í røktini
Men hóast køkurin er stórur partur
av lívinum hjá kvinnuni úr Nólsoy,
hevur hon eisini fingist við annað.
Árini 1989-2003 búði hon í Danmark, og
meðan hon var niðri, tók hon í endanum av
hesi tíðini útbúgving sum heilsuhjálpari.
– Eg fekk mína útbúgving í Hillerød.
Í Frederikssund arbeiddi eg á einum
røktarheimi, har starvsfólkini vanliga vóru
á stovninum fyrrapart og síðan úti í økinum
seinnapart. Við tað, at dóttir mín Stina var
so lítil tá, arbeiddi eg mest á kvøldvaktini,
og tí fall mín arbeiðstíð sum oftast inni
á stovninum – og minni úti í økinum.
Fríða sigur, at hon hevði ongar
arbeiðsroyndir í røktini, áðrenn hon
tók sína heilsuhjálparaútbúgving.
– Tá vit síðan fluttu heimaftur til
Føroya at búgva í 2003, fór eg at arbeiða
í heimarøktini í miðbýnum í Havn. Her
var eg í eini trý ár, til eg fekk arbeiði í
starvsfólkakantinuni hjá býráðnum.
Hon treivst sera væl í røktini, men
við tað, at her eru skiftandi arbeiðstíðir,
eins og tú noyðist at arbeiða okkurt
vikuskifti, fall hetta ikki so væl saman við,
at hon hevði eina smágentu í Nólsoy.
– Í dag er Stina 11 ára gomul, og hóast
mær dámar sera væl í kantinuni í Posthús-
kjallaranum, kundi eg onkuntíð seinni í
tíðini, tá Stina er vorðin meiri tilkomin,
hugsað mær at arbeitt í røktini aftur.
Fríða sigur, at tað, sum hon saknaði
í røktini í miðbýnum í Havn, var, at tíðin
til hvønn brúkara ikki var longri.
– Tíðin varð skorin niður alla tíðina,
og hetta er tað, ið eg minnist sum
nakað keðiligt í hesum starvi, sum mær
annars dámdi so sera væl, sigur hon.
25 krónur
Fyri at venda aftur til starvsfólkakantinuna
í Posthúskjallaranum, sum hevur verið
karmur um arbeiðsdagin hjá Fríðu
seinastu árini, kunnu vit leggja aftrat, at
frokosturin kostar 25 krónur hvørja ferð.
– Tá hetta er prísurin fyri at eta seg mettan,
kunnu vit sjálvandi ikki borðreiða við rækjum
og royktum laksi, men vit royna at hava so
góðan og sunnan mat sum gjørligt. Fólk,
ið starvast í umsitingini, gera sjálvi av, um
tey vilja hava mat í kantinuni ella ikki. Fólk
tilmelda seg á starvsfólkadeildini, og síðan
kunnu tey sjálvi velja, hvussu ofta tey ynskja
at eta um vikuna. Summi eta hvønn dag, og
onnur eta kanska tvær ferðir um vikuna.
Hon sigur, at starvsfólk í umsitingini
viðhvørt hava onkran gest við sær. Hetta
kann vera makin ella børn, sum detta
fram við, og tá verða hesi stemplaði inn
sum gestir og gjalda soleiðis fyri matin.
– Maturin verður drigin av lønini hjá
starvsfólkunum, leggur hon aftrat.
Fríða Jacobsen sigur, at tað serliga eru fólk,
ið arbeiða nær Posthúskjallaranum, sum eta
frokost í starvsfólkakantinuni um dagarnar.
– Talan er í fyrsta lagi um tey sum arbeiða
í gróthúsinum og á sosialu deild, sum ikki
hava so langan veg oman í Tórsgøtu. Eini
50-60 fólk kunnu sita til borðs í senn, men ein
vanligan dag koma ikki øll í senn. So, higartil
hevur borið til at hýst øllum, sum vilja hava
sær ein bita í Posthúskjallaranum, sigur hon.
lagt tIl rættIs: Vilmund Jacobsen, vilmund@sosialurin.fo
Deiligt at vera millum glað fólk
Fríða G. JacobsEN hevur longri veg til arbEiðis, enn mong onnur hava, og haraFtrat kemur, at
FJørður er millum bústaðin og arbEiðsplássið. hon býr í Nólsoy, haðani hon eisini er ættað,
og hvøNN morgun og hvønn daG, tá arbeiðsdagur er lokiN, noyðist hon um NólsoyarFJørð.
– men hetta er EiNGiN trupullEiki. eg eri ikki bangin at siGla – ikki longur, sigur hoN
Fakta
Navn: Fríða G. Jacobsen
Starv: Kantinuleiðari
Besta við starvinum:
At eg havi nógv glað fólk
rundan um meg
Ringasta við starvinum:
Einki negativt, eri bara væl nøgd
Starvstíð: 2006
Starvsfólk: Eg, pluss hjálparfólk
Staður: Posthúskjallarin, Tórsgøta
Stjóri: Janus Isfeldt/
Bjørgfríð Ludvig
myNd: VilMuND JAcobSEN
Fríða G. Jacobsen, kantinuleiðari í Posthúskjallaranum