fríggjadagur 29. oktober 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 29. oktober 2010 · Nr. 152
14
Sosialurin
Handil
Lýsingartilfar
Altíð tað besta av tí besta
Í SmyrjibreyðSbúðiNi leggja vit Sera StóraN deNt á at hava Nýggjar
og FrÍSkar vørur, umFramt at vit Framleiða produktiNi úr FyrSta
FlokS rávøru, Sigur Í StjóriN, Charlotte elleNderSeN
Magnus Gunnarsson
Smyrjibreyðsbúðin í Bøgøtu skifti eigara fyrr
í ár. Tað er Charlotte Ellendersen, sum eigur
og rekur fyritøkuna.
Charlotte sigur, at tað krevur neyva til
rætta legging at reka eina fyritøku sum
Smyrji breyðsbúðina.
Vit møta tíðliga til arbeiðis og byrja bein
an vegin at gera klárt. Tað hevur alt at siga at
hava nýggjar og frískar vørur at selja. Við
skifta fólkini skulu vita, at tá tey koma til
okkum, fáa tey tað besta av tí besta. Vit fram
leiða vørurnar sjálvi úr fyrsta floks rávøru.
Alt tað sum vit nýta til smyrjibreyðini, hava
vit tilgørt sjálvi sum t.d. at steikja fiskin,
roastbeff og fleskasteik, baka leverpostei,
marinera høsnarungabringu og dampa av.
Eis ini verður ein stór mongd av eggum og
pasta kókað til breyðini hvønn dag. Vit baka
eisini alt sjálvi sum t.d. bollar og flutes. Eisini
hava vit lættar heitar rættir við salat og ný
bakaðum breyði.
Umframt tað sum vit selja í handlinum,
koyra vit eisini vøru út av húsinum. Tað er
vorðið alt meira vanligt at fólk ringja og
bíleggja sær smyrjibreyð bæði til arbeiðspláss
og heim til hús. Tað er so ómakasleyst at fáa
ein bakka við smyrjibreyði koyrdan til dyrnar,
sigur Charlotte Ellendersen, sum so at siga er
uppvaksin við framleiðslu av smyrjibreyði.
Mamman, Annie Jensen í Havn, var fyrsti før
oyingur sum langt afturi í tíðini fór at smyrja
og selja smyrjibreyð til fólk.
Charlotte, sum sjálv er útbúgvin kondittari,
sigur, at í mínum starvi sum kondittari lærdi
eg at verða kreativ. Tað at duga at pynta og
dekorera kemur sera væl við í arbeiðinum í
Smyrjibreyðsbúðini.
Hóast handilin er opin til vanligar tíðir
yrkadagar, taka vit ímóti ordrum og levera
eisini størri ordrar bæði um kvøldarnar, eftir
vanliga arbeiðstíð leygardag og sunnudag í
sambandi við t.d. føðingardagar, barnadóp og
konfirmatiónir, sigur Charlotte Ellendersen.
maggi@sosialurin.fo
Sp/f
Smyrji-
breyðsbúðin
Stjóri:
Charlotte
Ellendersen
Adressa:
Sp/f Smyrji-
breyðsbúðin
Bøgøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel. 321618
Starsfólk í Smyrjibreyðsbúðini frá vinstru: Elsa Maria á Gerðisbakka, Charlotte Ellendersen og Fróða Midjord
Mynd: Álvur Haraldsen