fríggjadagur 29. oktober 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 152 · 29. oktober 2010
13
VIKUSKIFTI
tikk urin hjá Ronald Reagan, ið tók við
for setaembætinum í 1981.
Í filminum talar Ronald Reagan á
keyps skálanum í Wall Street. Undir
liðini á honum stendur ein maður, sum
sambært Michael Moore líkist einum
butlara. Hetta er nevndarformaðurin
í risastóru fíggjarfyritøkuni, Merril
Lynch. Navn hansara er Don Regan.
Hann gjørdist seinni skrivstovustjóri í
Hvítu Húsunum. Meðan Reagan talar,
fara fólk at klappa, og í hesi løtu nærum
skumpar Don Regan undir forsetan og
biður hann skunda sær. Hvør biður
amerikanska forsetan skunda sær, spyr
Michael Moore speiskliga, og svarið er
sjálvandi, at tað gera tey stóru kapi tal
áhugamálini.
Frá tí, at Ronald Reagan steig inn
um gáttina í Hvítu Húsunum, varð USA
stýrt sum ein fyritøka, sigur Michael
Moore. Fakfeløgini skuldu oyðileggjast,
milliónir mistu arbeiðið, og skatturin hjá
teim um ríku varð kutaður niður í helvt.
Reallønin lækkaði, og fólk máttu liva
fyri læntar pengar. Sjúkratryggingarnar
bara dýrkaðu. Alt hetta fekk tøl og
kursir at fara til himmals á Wall
Street, men hjá vanligum húsarhaldum
vendu tølini skeivt, og
fólk hava bara funnið
seg í tí, suffar Michael
Moore.
»Frælsa fyritaks
semið er ikki gramni,
út nytting og grov mis
tøk,« sig ur George Bush
einaferð í filminum.
Tað er so rímiligt, er kapitalisman ikki
akkurát tað, hugsar Michael Moore.
Nei, tí George Bush heldur fram og
sigur, at »um tú leitar eftir sosialum
rætt vísi og virðing, so er kapitalisman
veg urin fram.« So langar Michael
Moore fleiri dømir á borðið, ið vísa
svart astu síðuna hjá kapitalismuni,
m.a. dømið um eitt privat fongsul fyri
ung fólk, ið fær spren fult av almennum
stuðli, og sum livir av at fáa so nógv
ung fólk í fongsul sum gjørligt, sama
um tey hava gjørt nakað skeivt ella
ikki. Sjálv an dómaran hevur fongslið
so mutrað fyri at fylla klivarnar.
Pengar í teimum deyðu
Vilja vit hava fyrilitaleysa kapitalismu
fram um rættarligt rættvísi, er spurn
ingurin, vit skulu svara, tá vit hava
hoyrt hesa søguna, og Michael Moore
heldur so fram at leggja dømir á borð ið.
Hann vitjar inni hjá konu, sum misti
mannin, tí maðurin doyði av krabba
meini. Fyritøkan, sum maðurin arbeiddi
hjá, hevði teknað eina trygging ímóti
deyða hansara, og tá maðurin var farin,
fekk fyritøkan eina klekkiliga upp hædd
útgoldna. Ein sakførari sigur í film
inum, at við hesi skipan hevði fyri
tøkan í veruleikanum eitt ynski um, at
maðurin doyði, tí so fekk hon pengar
burtur úr tí.
Michael Moore situr eisini inni hjá
manni og tveimum børnum, ið mistu
mammuna, tá hon var einans 26 ára
gomul. Hon starvaðist hjá WalMart.
Fyritøkan hevði tryggjað seg ímóti,
at øll 350.000 starvsfólkini skuldu
doyggja, og tá mamman doyði, fekk
WalMart útgoldið 81.000 dollarar
í endur gjaldi, meðan familjan onki
fekk. Greitt verður frá, at fyritøkur,
sum á hendan hátt tryggja seg ímóti,
at starvsfólkini doyggja, fáa mest burt
ur úr starvsfólkum, sum doyggja ung,
tí tá er skaðin størstur og mest óvænt
aður. »Dead Peasants« hava summ ar
fyritøkur kallað tílík deyðsføll í innan
hýsis skjølum.
Her er tað, at Michael Moore hál ar
prestin inn á pallin og kallar kapital
ismuna synd og óndskap, tí hvussu
djúpt kann hon søkka í síni jagstran
eftir vinningi? Tá hevði Dr. Sachs, sum
á sinni fann vaksinuna ímóti polio, helt
øðrvísi samvitsku. Hann kravdi ikki
at fáa patent upp á sína vaksinu, so
hann kundi gerast ríkur. Hann hevði
nóg mikið at liva av sum starvssettur
gransk ari, og tá ein tíðindamaður
spurdi, hvør átti patentið, svaraði hann,
at har fanst onki patent, tí øll fólk í
verð ini áttu vaksinuna. Á sama hátt,
sum ongin kundi eiga sólina, kundi
ongin eiga vaksinuna persónliga, segði
hann.
Statskassin tømdur
Niðurstøðan hjá Michael Moore er, at
tað var ein vanlukka, at alt eftirlit við
fíggjar marknaðinum í USA nærum
varð avtikið, so Wall Street kundi
sleppa at spæla sær so fyrilitaleyst, at
kort húsið at enda rapaði. Men vitloysið
steðg aði ikki tá. Tá veitslan var at enda
komin, og bankar og fíggjarstovnar
fóru á húsagang, fluttu fleiri týðandi
per sónar í risastóra íløgubankanum,
Goldman Sachs, inn í amerikanska
fíggjar málaráðið, teirra millum fyrr
ver andi nevndarformaðurin, Henry
Paulson, ið gjørdist fíggjarmálaráðharri.
Innan ífrá virkaðu hesir menn so fyri, at
vinirnir uttanfyri fingu sínar almennu
bjargingarpengar, heilar 700 milliardir
dollarar at býta millum sín.
Størri rán er ikki framt ímóti ameri
kanska statskassanum í søguni, heldur
Michael Moore, og tí gongur hann eisini
í filminum í gøtunum í Washington og
vil handtaka teir seku. Sjálvandi slepp
ur hann ikki á gátt nakrastaðni, men
poengið er púra greitt, og um tað veru
liga er so, at tey heilt fáu á hendan hátt
so dyggiliga snýta tey flestu, at vestur
lendsku búskapirnir eru um at gerast
plutonomi og ikki demokrati, tí fólka
ræðið einans er til fortreð hjá teimum
stóru kapitaláhugamálunum, so er
spurn ingurin, um ikki grundarlag er fyri
polit iskum flokkum, ið greitt tala søk
teirra minni mentu í vesturheiminum.
Í ein um ríkmannaræði eru tey minni
mentu jú nærum øll.
Michael Moore, filmsframleiðari, gevur kapitalismuni sum hugsjón av grovfílini í filmi sínum frá 2009