Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. oktober 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 29. oktober 2010 · Nr. 152 Sosialurin Sjúkrahússtjóri Landssjúkrahúsið Eirargarður 2 tel 304050 www.hmr.fo Heilsumálaráðið M i n i s t r y o f H e a lt H a f f a i r s Sjúkrahússtjórin er ovasti leiðari á Landssjúkrahúsinum og hevur mótvegis Heilsumálaráðnum endaligu ábyrgd­ ina av virkseminum á stovninum. Afturat sær hevur sjúkrahússtjórin tveir heilsufakligar varastjórar. Heilsumálaráðið søkir ein stjóra, sum er dugnaligur at taka avgerðir og tolir trýst, samstundis sum yvirlitið verður varðveitt. Tað hevur stóran týdning, at tann, ið settur verður, hevur hug og evni at verða andlitið úteftir, umframt hegni at savna leiðarar og starvsfólk um setn­ ingin hjá sjúkrahúsverkinum. Stjórin skal vera álítandi og kunna samstarva væl í einum leiðslutoymi, ganga á odda innan leiðslu og skipað góðar umstøður fyri fakligari menning og gransking. Dentur verður lagdur á eginleikan at evna hand­ faringina av sera fjøltáttaðum virkisøkjum, har mót­ setningar tíðum eru millum vaksandi krøv og avmarkað tilfeingi. Sjúkrahússtjórin skal vera førur fyri at taka neyðugar avgerðir, sum laga organisatiónina til framtíð­ ina. Væntað verður, at sjúkrahússtjórin hevur royndir við at handfara truplar støður. Tað hevur týdning, at stjórin er stigtakari, stuðlar og átekur sær ein virknan leiklut í fíggjar­ og málstýring á Landssjúkrahúsinum. Sjúkrahúsleiðslan skal kunna raðfesta, ráðleggja og tryggja munagóðan rakstur og tilfeingisnýtslu innanfyri galdandi fíggjarkarm, soleiðis at borgarin fær ta best møguligu tænastuna. Fokusøkini fyri starvið eru: s 3JÞKRAHÞSSTJØRINSKALSAMANVI¡LEI¡SLU og starvsfólkum tryggja, at sjúkrahúsið røkkur ásettum málum. s 3JÞKRAHÞSSTJØRINSKALGRUNDFESTAMENNING og tryggja høga dygd í øllum veitingum hjá Landssjúkrahúsinum. s 3JÞKRAHÞSSTJØRINSKALLEGGJAVIRKSEMI¡ á sjúkrahúsinum tilrættis út frá politiskt ásettum karmum og forteytunum fyri hesum. s 3JÞKRAHÞSSTJØRINSKALSAMANVI¡LEI¡SLUNIÉSETAhvørjar tænastur sjúkrahúsið kann bjóða innan fyri teir ásettu karmarnar. Haldgóðar grundgevingar og skjalfestingar skulu verða fyri hesum. s 3JÞKRAHÞSSTJØRINSKALSKIPAFYRI ATVI¡KOMANDI hagtøl yvir virksemi vera dagførd og brúkt. s 3JÞKRAHÞSSTJØRINHEVURÉBYRGDINAAVAT gera uppskot til figgjarætlan. s 3JÞKRAHÞSSTJØRINHEVURÉBYRGDINAAV at játtanin verður hildin. s 3JÞKRAHÞSSTJØRINSKALMENNASAMSTARVI¡VI¡onnur sjúkrahús, primeru heilsutænastuna, útbúgvingarstovnar og aðrar almennar stovnar. Rætti umsøkjarin hevur: s 6I¡KOMANDIÞTBÞGVINGFRÉHGRILRUSTOVNIs 6ITANOGHOLLARROYNDIRVI¡FÓGGJARSTâRING s ,EI¡SLUÞTBÞGIVNG DIPLOMÞTBÞGVING masterútbúgving ella líknandi. s $RÞGVARLEI¡SLUROYNDIRÉSTRATEGISKUMST’¡I í størri organisatión. Lønar- og setanartreytir: Setanarøkið er Heilsumálaráðið og stovnar undir tí við tænastu á Landssjúkrahúsinum. Viðkomandi, ið settur verður, skal kunna tola broytingar í starvinum, bæði í starvsinnihaldi og vavi. Næsti fyrisetti er aðalstjórin í Heilsumálaráðnum. Starvið er áramálsett í 5 ár við serligum sáttmála. Lønin er ájavnt við 38. lønarflokk hjá tænastumonn­ um landsins við 15% í eftirlønargjaldi og eini áramáls­ viðbót. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til: Poul Geert Hansen, aðalstjóra, teldupostadr. poul.geert. hansen@hmr.fo tlf. 304050 ella Hera Joensen, ráðgeva, teldupostadr. heri.joensen@amr.fo tlf. 304050 Umsókn við CV skal sendast til: Heilsumálaráðið Starvsfólkadeildin Eirargarður 2 100 Tórshavn Umsóknarfreist: tann 16. november kl. 12:00 Starvið sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum verður við hesum lýst leyst til setan 1. januar 2011 ella eftir nærri avtalu Setanarsamrøður verða væntandi tann 26. nov. 2010, har frumrit av prógvum skulu havast við. Starvsskipan og Mál­ og avrikssáttmáli kann fáast við at venda sær til Bente Wennerberg, menningarstjóra á Landssjúkrahúsinum, bw@ls.fo Landssjúkrahúsið er meginsjúkrahúsið í Føroyum. Landssjúkrahúsið hevur uml. 180 sengur, innan økini psykiatri, medisin, pædiatri og skurð við gynækologi og obstetrik. Harumframt hevur sjúkrahúsið eygnadeild, røntgendeild við CT og MR skannara – og stóra kliniska/kemiska deild. Læknaligar sergreinir innan t.d. onkologi, pædiatri, kardiologi og barna skurðviðgerð er samskipað sum samstarv við útlendsk sjúkrahús. Ríkissjúkrahúsið er størsti samstarvsfelagi, og harútyvir eru fastar avtalur og konsulentavtalur við universitetssjúkrahúsið í Lund, Landspitalið í Íslandi, eins og onnur sjúkrahús í Danmark. Sosialurin 341800