Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. oktober 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 152 · 29. oktober 2010 12 VIKUSKIFTI Filmur Uni Arge ua@sosialurin.fo »Hetta er ein døpur tíð fyri amerikanska búskapin. Serfrøðingar siga, at um Kon­ gressin ikki leggur uppí, kann USA enda í fíggjarligum ruðuleika. Fleiri bankar kunnu fara á heysin, eisini bankar í tínum nærumhvørvi. Kursirnir fara at falla, og tín pensjón verður minni verd. Virðið á tínum húsum fer at falla, og vit fara at síggja fleiri húsagangir. Eigur tú eina fyritøku, kann gerast verri at fáa lán, og truplari verður eisini at fáa lestrarlán. Milliónir kunnu missa arbeiðið.« Við hesum orðum royndi George Bush í august 2008 at sannføra ameri­ kanska fólkið um, at búskaparliga ólukkan hjá USA nærum var vís. Enda­ málið var ikki alfaðirliga at greiða frá truplu støðuni í landinum, men at skapa undirtøku fyri, at stóru ameri­ konsku fíggjarfyritøkurnar skuldu sleppa at ræna 700 milliardir dollarar úr ameri kanska statskassanum. Vápnið hjá George Bush var at spjaða ræðslu mill um fólk, og átakið eydnaðist. 700 milliardir dollarar vórðu stutt eftir sprændar í amerikanska fíggjarkervið. Hetta er ið hvussu er útleggingin hjá amerikanska filmsframleiðaranum, Michael Moore, í filminum »Capitalism – a love story« frá 2009. Michael Moore hevur ongantíð krógvað, at hann hevur verið ímóti øllum tí, sum George Bush og hansara partamenn í republikanska flokkinum hava staðið fyri, og í filminum ger hann upp við kapital­ ismuna sum eina fyrilitaleysa hugsjón, ið fjálgar um tey fáu og tekur arbeiðini frá milliónum av hampa fólkum og rekur tey frá húsi og heimi. Óheiðurliga hugsjónin Filmurin byrjar við, at ikki færri enn seks politibilar koma á gátt hjá eini heilt vanligari familju í USA og biðja hana sleppa sær á dyr, tí húsini skulu latast øðrum. Fólkini vilja av prinsipiellum ors økum ikki lata upp, tí tey vilja hava løgregl una at bróta sær veg inn í húsið. Og tað ger løgreglan so. Út má familjan at finna sær tak yvir høvdið onkra aðrastaðni, tí hon eins og so mangar aðrar familjur læt seg lokka at taka tey so nevndu subprime­lánini, ið tóktust so tølandi, men gjørdust ómøgulig at gjalda aftur. Kapitalistarnir reyvrenna altíð tann minni menta, er boðskapurin hjá Michael Moore, og í filminum ger hann upp við ta afturvendandi hálovingina av tí sonevnda frælsa fyritaksseminum, ið kapitalisman altíð hevur verið sett í samband við. Frælsa fyritakssemið kundi væl lýsast sum eitt positivt hug­ tak, sigur ein av keldunum hjá Michael Moore, tá talan var um lítlar býir, har hvør maður fekk sær ein lítlan handil, og kundarnir flokkaðust um tann hand­ ilin, ið hevði bestu vørurnar. Tað var ærlig kapitalisma. Men kapitalisman í dag er langt frá so heiðurlig, og teir størstu kapitalistarnir framleiða ikki á ærligan hátt tað, sum fólk vilja hava. Teir spæla vandamikil spøl við milliardum, og tá spølini mis­ eydnast, skaða tey øll, ikki minst hart­ arbeiðandi húsaeigarar. Teir størstu aktørarnir í hesum meldrinum, tær stóru fíggjarfyritøkurnar, ið prædika um júst frælsa fyritakssemið, falla ikki, tá tær ikki longur kunnu standa, eins og liberalisman fyriskrivar. Tær koma rínandi og hvínandi til tað almenna og biðja um at verða bjargaðar. Stýrið eitur plutonomi Michael Moore er sjálvur úr býnum Flint í Michigan. Hann brúkar býin sum dømi um, hvussu kapitalisman er mis­ eydnað kring alt landið, tí har í býnum er tað mesta farið á heysin, og fólk eru rikin úr sínum húsum. Hann fer á gátt hjá gamla presti sínum at spyrja, hvat prestur heldur um kapitalismuna í dag. Hon er synd, sigur hann, tí hon virkar ímóti áhugamálunum hjá fel­ ags skapinum, hon virkar ímóti mis­ kunn semi, og hon gongur ímóti øllum rætt vísi. Á radikalan hátt er hon rætt og slætt ónd, sigur presturin. Michael Moore heldur fram og sigur, at USA er ikki nakað demokrati, men eitt plutonomi, sum merkir, at ein everska lítil minniluti stýrir øllum búskapinum og tí hevur valdið í landinum. Fyri at undirbyggja hetta vísir hann á eitt kunn ingarskriv, sum Citibank sendi sín um ríkastu kundum. Í skrivinum fegn aðist bankin um, at 1 prosent av fólkinum, tann ríkasti parturin, stýrir USA. Einasta hóttanin ímóti hesum veru leika, skrivaði Citibank, var, at restin av fólkinum hevur eina atkvøðu í part og kann seta fram krøv um, at ríki dømið verður býtt javnari. Michael Moore staðfestir, at með­ an fólkið hevur 99 prosent av at kvøð­ unum, og stórkapitalistarnir hava alt ríkidømið, hevur eydnast kapital­ istunum at fáa tey 99 prosentini at fagna kapitalismuni sum hugsjón. Ja, teir hava við propagandu spent sjálvan Jesus fyri sín vogn og kallað kapitalismuna gudgivna, men tað er hon sanniliga ikki, sigur Michael Moore. Segði Jesus kanska við tann sjúka, at hann vildi ikki grøða hann, tí tann sjúki skuldi sjálvur gjalda sína sjúkratrygging? Bað Jesus tann svanga eta seg mettan av frælsum fyritakssemi? Nei, hann var miskunn­ samari enn so, sigur Michael Moore speiskliga. USA sum ein fyritøka Fyrr í tíðini var kortini als ikki so galið í USA, vísir hann á. Pápin í húsinum ar beiddi, húsini vórðu goldin, triðja hvørt ár fingu familjurnar nýggjan bil, tær ferðaðust javnan, børnini gingu í skúla, og fólk høvdu fría sjúkratrygging og tann lækna. Mamman kundi enntá ganga heima, so fræg vóru korini. Sam­ stundis varð landið útbygt við veg um, brúm og øðrum hentleikum, og landið hevði haraftrat ráð at senda raskar menn heilt upp á mánan. Men so kom slangan í paradís, og slangan var poli­ KApitAlismAn hevur víst seg sum eina órættvísA, miskunnarleysa og óndsinnaða hUgsjón, og hon skuldi verið steðgAð, so veruligt fólKAræði kundi verið sett í hásæti aftur, er boðsKApUrin hjá michAel moore í filminum »cApitAlism - A love story« frá 2009. KApitAlistisKA skipanin, sum rendi seg fasta í 2008, rændi 700 milliArdir dollarar frá AmeriKAnsKA fólkinum tveir mánAðir, áðrenn bArAcK obAmA vann á republikanarunum á forsetAvAlinUm. fyri hetta ránið áttu tey seku at verið sett føst, heldur michAel moore Frá ærligari kapitalismu til syndugt kasinospæl