fríggjadagur 29. oktober 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 29. oktober 2010 · Nr. 152
12
Sosialurin
Hóast sjúkrahúsverkið er skatt
gjaldarum tung byrða, so sýna tey
allarflestu tí vælvild.
Heilsuverkið er almenna trygdin,
tá teirri í huganum annars so sjálv
søgdu heilsuni bagir, og hvør vil ikki
sum frægast gardera seg og síni?
Men hin vegin hevur heilsuverkið
alt ov leingi verið ein lokað verð,
og tað kann í sjálvum sær volda
óneyðugan og ógrundaðan ótta í
fólki.
Tí er tað bara gott, um dyr vera
lætnar upp fyri almennari kunning
um tað ótrúliga fjøltáttaða virksemi
á landsins størsta arbeiðsplássi.
Seinru árini hava so eisini tíð
indafólk ómakað sær og sloppið
innar at lýsa eitthvørt, tó ofta bert
partvíst fyri at leita upp onkra
»góða søgu«/sensatión, eins og
langt hevur verið í millum sakligar
og tignarligar frásagnir.
Men nú hevur so ein fyrrverandi
jarnsmiður úr Vági, seinri skrivandi
maður, roynt seg við eini djarvari
men tignarligari dokumentaristisk
ari lýsing av áhugaverdum pørtum
av gerandisdegnum innanveggja á
Landssjúkrahúsinum.
Hann hevur áður hegnisliga
roynt seg við líknandi frásagnum.
Í 2006 gav hann soleiðis út
rúgvusmikið greinasavn um nógv
ymisk gerandisarbeiði líka frá
m.a. flogskipara yvir sálarfrøðing
til bíbliusmuglara. Tann bókin
gjørdist bestsellari, eins og eg meti
hesa hansara higartil seinastu fara
at gerast, nú tað stundar til góð
jólagávuhugskot.
Hendan bókin er stutt (96 bls.) og
skjótt lisin. Sjálvur fekk hana móti
kvøldi, setti á hana nývaknaður og
fekk ikki slept henni fyrr enn liðugt
var út á fyrrapartin.
Bestubitar:
Í bókini eru 8 sjálvstøðugar greinir,
sum kortini hanga saman og eru
sínamillum viðkomandi, men sum
høvundin sjálvur lítillátin og eyð
mjúkur tekur til, so ber illa til í stutt
ari bók at lýsa tað meyrumeingi av
tysjandi, margfeldum virksemi, sum
eitt sjúkrahús í roynd og veru er.
Yvirskipaða temaið tykist vera
sjálvt mannalívið úr vøggu í grøv
eins og verandi vónin í tí sambandi.
Føðing og deyði eru jú einastu
vissir í lívinum.
Tí er í bókini ein meistarliga
eyðmjúk og tignarlig lýsing av eini
føðing, eins og bókin endar við
deyða og greinandi líkskurði, sum er
sømiliga avgreiddur og samsvarandi
lýstur av høvundanum.
Tá ringast veit við, og sjálvt yngri
fólk brádoyggja, kann tað vera
starvsfólki ein lærdómur at vita hví
eins og hjá avvarðandi avkláring og
kanska uggi við.
Í bókini fylgja vit margfalda
arbeiðinum hjá portørtænastuni og
fáa innlit í , hvussu væl alt virksemi
er samskipað frá byrjan til enda til
tess at bjarga lívi, eins og tey eisini
inna sín gerning, tá og um illa
gongst, og fólk vera borðin út aftur
við tærnum fyrst.
Í millum byrjan og enda veitir
bókin innlit í annað sjúkrahús
virksemi:
Vitjað verður á bráfeingisdeildini
eins og á skurðstovu, har ein heilur
dagssetningur verður lýstur og
dokumenteraður.
»Náttin er tung« er ein lýsing av
náttarvakt á røktardeild, har tað
liggja ógvuliga kropsliga sjúk og
doyggjandi.
Harumframt ger Høgni, høvund
in saman við sínum myndamanni
eitt rend »niðan um vegin« á aftur
lætnu sálarsjúkudeildina, har eg við
mínum royndum meti hann hava
dugað væl og tignarliga at veita eina
beinrakna mynd av tí mangan sera
fjølbroytta sjúklingahópi, sum har
búleikast, síðani tey annaðhvørt
eru so illa í ørviti ella í summum
føri hava onga aðra staðir at vera.
Og í hesum høpi eru starvsfólka
frustratiónir eisini væl lýstar.
Tað tykir mær vera djarvt av
Høgna at hætta sær undir slíkt
dokumentariskt arbeiði á slíkum
støðum. Til tess krevst fólk, sum
duga at hyggja og lurta við eyðmýkt
og sóma og vekja álit og trygd.
Sjálvur lýsir hann tað sum sín
astu mætastu journalistisku upp
gávu higartil, har hann kendi seg
fara fattan og fordómsfullan innar,
men lútandi og eyðmjúkur útaftur.
Tó er slík almen lýsing og kunn
ing alneyðug.
Vit eiga jú sum meðmenniskju at
koma hvørjum øðrum við, tí næst
eftir vissuni um føðing og deyða
mann sjúka hóast alt vera nokk so
vís á lívsleiðini.
Dokumentariska bók Høgna,
hesuferð, tykir mær vera liður í
menningini og tiltrongd avmysti
fisering av okkara samhaldsfasta
sjúkrahúsverki. Sjálvur minnist
eg við skomm aftur á, hvussu vit
í sjeytiárunum í fullum álvara ting
aðust um at seta bumm í Eirargarð
at forða fólki í at sneyta inn at
okkara sálarsjúku meðborgarum.
Evnið er álvarsamt, men bókin er
kortini positiv og fjálg, sjálvt tá illa
vil til, eins og tagnarskyldan er væl
umsitin bæði í teksti og í myndum.
Í sjúkuhøpi og í neyðini kann
grasið mangan tykjast grønari
uttangarðs, og kanska eru tey
kønari og kringari innan uttanlands
sjúkrahúsverk.
Sjálvur havi eg verið innlagdur
bæði her og uttanlands, og eg má
av egnum royndum sanna, at tá tað
kemur til sjúkrarøkt, nærleika og
umsorgan, so hava vit helst munin
her heima.
Í bókini metir »liðsnikkarin«,
skurðlæknin føroyingar hava eitt
nógv betri heilsuverk, enn teir geva
sær far um og ikki minst vegna tess,
at tað er so stutt millum úthurðina
og heilsuserfrøðina.
Og rætt hevur hann..
Sjálvur plagi eg at siga gáttina
vera lægri og sovæl samskifti sum
samhuga tað betri – og væntandi
hevur henda bók Høgna viðvirkað
alment rætta vegin við at hava
áhuga manna millum.
Bókaummæli:
Høgni Mohr: Tá deyðin verður avdúkaður
Eyðun Joensen
sálarfrøðingur