Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. oktober 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 152 · 29. oktober 2010 11 VIKUSKIFTI Tú skrivaði Jóhonnu Sigurðardóttir eina almenna umbering, tá hon var í Føroyum. Hví? Eg kendi meg ógvuliga stoyttan av at síggja kristnu trúnna verða nýtta á ein hátt, sum eg haldi gongur púra ímóti henni. Kristna trúgvin er ikki eitt grundarlag fyri politisk­ ari diskriminatión. Sum kristin og sum føroyingur var eg flóvur av atferðini hjá Jenisi og vildi siga fyrst og fremst Jóhonnu Sigurðardóttir, men eisini øllum øðrum, at ikki allir kristnir føroyingar taka undir við Jenisi. Hvørjar viðmerkingar fekst tú um umberingina? Eg fekk ovurhonds stóran respons. Yvir 2.000 fólk settu bloggin á sín Facebook­ profil, og tey allarflestu, sum søgdu nakað, søgdu okkurt positivt. Eg haldi, at eg líkasum rakti seymin á høvdið og úttrykti kollektivu ørkymlanina, sum nógvir føroyingar, serliga teir kristnu, kenna mótvegis Miðflokkinum. Eg fekk eisini eitt pent takkarbræv frá konu Jóhonnu, sum eg var serliga glaður fyri. Tú lesur gudfrøði og átrúnað í Man­ hester. Hvat snýr útbúgingin seg um? Tað er ein breið masterútbúgving í gudfrøði og átrúnaði, har eg so havi valt at fokusera upp á sambandið millum átrúnað og samfelag og politikk, bæði søguliga, teoretiskt og praktiskt. Hvør er tín hugsan um Darwin, kann hann sameinast við átrúnað? Darwin uppdagaði, hvussu heimurin er skrúvaður saman vísindaliga. Hann er mentur ígjøgnum nógvar milliardir av árum. Ongin ivi er um, at hetta er satt. Sum kristin trúgvi eg, at Gud skapti heimin, og tí eri eg sera áhugaður at vita, hvat heimurin hevur at fortelja um, hvussu hendan skapanin fór fram. Eftir øllum at døma var tað ein skapan gjøgnum menning. Hetta krevur, at vit endurskoða nøkur hugskot og nakrar lærur, vit høvdu, men onki galið er í tí. So, ja, Darwin kann saktans sameinast við átrúnað. Vilt tú kalla teg ein frísinnaðan kristnan? Eg havi fyrr kallað meg fyri hugsandi trúgvandi. Mítt útgangsstøði er, at kristindómur er grund leggjandi sannur, men eg royni áhald­ andi at finna útav, hvussu hann er sannur. Eg eri opin fyri tí innliti, sum fólk møgu­ liga hava, og virði teirra tilgongdir, og tað kanst tú saktans kalla frísinnað. Summi siga, at Føroyar eru átrúnaðarliga snævurskygdar. Hvat heldur tú? Eg haldi, at Føroyar eru átrúnaðarliga lítlar. Føroyskur kristindómur er sum so mangt annað nokkso bygdasligur. Fólk tora ikki at hugsa øðrvísi ella at siga tað, um tey gera tað. Tað verður heldur tagt burtur. Perspektivið sum heild er sera avmarkað, og hetta er ikki bara hjá teimum, sum eru átrúnaðarliga virkin. Friðarliga ganga fólk ofta við kollveltandi tankum, sum veruliga høvdu havt alt møguligt gott við sær, um tey tordu at tosa um teir. Vónandi fara fólk at tosa meira. Hvør er besti tónleikurin í løtuni og hví? Tað er torført at siga, men tað má vera okkurt við tónleiki, sum rívur okkum burtur úr andligu tokuni, vit ofta leita okkum inní, og smekkar ein blankan spegil í gronina á okkum. Tann besti tónleikurin órógvar lurtaran, fær hann at rannsaka seg sjálvan og spyrja, um alt nú veruliga hongur soleiðis saman, sum lurtarin helt. Skal tónleikur gera mun ella bara njótast? Helst bæði. Og at gera mun er eitt relativt hugtak. Tónleikur fer neyvan at renna heimin um koll, men hann kann hava avgerandi ávirkan á tilveruna hjá einstaklingum, sum so kunnu gera sína ávirkan galdandi. Ert tú heims­ borgari ella fyrst og fremst gøtumaður? Veruligir gøtu­ menn eru altíð heimsborgarar. Arni ZAchAriAssen Veruligir gøtumenn eru altíð heimsborgarar lagt tIl rættIs: Uni Arge Hann vildi ikki Hava SiTanDi á sær ViðFErðina, sum íslendski ForSæTiSráðHarrin, JóHanna Sigurð urdóttir, fekk á føroya-vitjanini Herfyri og SkriVaði Henni tí eina almenna uMbEring. kona jóHonnu Hevur síðan Takkað Honum fyri áTakið, og tað fegnast Hann um. arni ZacHariaSSEn lesur í løtuni átrúnað í MancHESTEr og Hevur púrt onki ímóti cHarlES Darwin MynD: álVur HaralDSEn