Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-29, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. oktober 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. oktober 2010 · Nr. 152 18 Sosialurin Kjak Dávid Isfeld Hósvík Eg las greinina hjá Sonna Smith í síðstu viku og hoyrdi hann í útvarpinum í morgun (mánamorgun) og helt, at eg mátti stuðla hesum sjónar­ miðið, og tískil leggja hetta afturat. Trupuleikin, ella vandin, hjá føroyska málinum er ikki fremmand orð, men fremmandar máliskur og setningsbygnaður. Bóksta­ virnir z, x, c, w, og q eru partur av føroyskari søgu og nýtslu. Tað einasta nýggja og fremmanda við hesum bókstavum, er pástandurin um, at teir eru fremmandir og ikki eiga pláss í føroyska málinum. Eitt stuttligt, við at lesa enskar bókmentir er, at málið er so ríkt og spennandi. Tað minnir mest um eina listaframsýning, við mongu og litføgru lýsingunum og frásøgnunum. Eitt orðaríkt mál kann bert vera gagnligt í skapanini av eini frásøgn, eina spennandi og vakra orðamynd í alskyns litum og formum. Donsk ávirkan, »på godt og ondt« Tað er einki galið í at hava donsk orð í føroyskum. Hesi orð hava hóast alt antin germanskar, latínskar ella norrønar røtur. Nøkur orð skurra tó meira í oyrunum enn onnur, men tað haldi eg fólk av sær sjálvum mugu lúka burtur eftir egnari sannfør­ ing; og sjálvandi eiga okkara fjølmiðlar at vera meira krit­ iskir hesum viðvíkjandi. Tá ein hevur nógv børn, so hoyrir ein hvussu børn í øllum aldrum tosa; míni fimm eru frá 3 til 16 ár. Eg hoyri orðingar sum: “eg geri líka eina kanni vatn”, í staðin fyri (í.s.f.) “eg fylli/koyri vatn í kannina”; “kann eg fáa eitt glas vatn?”, í.s.f. “kann eg fáa eitt glas við/av vatni”; “hvar er ketjuppin?”, í.s.f. “hvar er ketjuppið?”; “eg kann ikki gera fyri tí”, í.s.f. “eg kann ikki gera við tað”; “tað ger ilt í fótinum”, í.s.f. “eg havi ilt í fótinum” – bert fyri at nevna nøkur dømi. Við hetta lag, altso omanfyristandandi orðingum, so verður føroyskt bert eitt serstakt mál vegna úttalu, fonetikk. Eitt sindur sum ein ódefinerlig norrøn dialekt. Málsligi førleikin kemur í barnaárum og verður mentur í ungdómsárum. Teknifilmar og aðrir barnafilmar hava fingið danska talu. Filmar í biografinum og í sjónvarpi­ num (televarpinum) hava danskan tekst. Undirhalds­ sendingar, sum ungdóminum dámar sera væl, eru á donsk­ um t.d.: “Vild med dans” og “X­Factor”. Eisini er alt ov nógvur danskur tónleikur spældur í útvarpinum. Hevur hesin danski tónleikur vunn­ ið altjóða frama, so er tað sjálvsagt nakað annað, men tað er undantakið. Mær rennur í hug... Eg var á stevnu í Hvalvík í summar. Meðan eg gangi har í havnalagnum byrjar tónleikurin, hart og týðiliga. Tað er Rasmus Seebach – ikki bara eitt lag, men øll fløðan hjá honum. Eg hugsaði við mær sjálvum: eg havi róð í 5 ár og verið á stevnum í eini 25 ár, og altíð hevur verið føroyskur tónleikur at hoyrt burturav. Eg ætlaði at fara avstað aftur eftir eitt korter, men eg var komin at síggja og heppa á dóttur mína, sum róði við Heyki úr Hósvík. Eg meini bara so við...hetta er ein føroysk stevna við okkara tjóðarítrótti. Tað eru altso nøkur ting ein ikki ger. At spæla Rasmus Seebach á eini føroyskari stevnu er ein av teimum tingunum, ein heilt einfalt ikki ger. Hansara tónleikur hevur heldur einki upp á seg, so hví taka vit hann til okkum – høvdu vit gjørt tað, um hann var normaður ella svenskari? Stutt, greitt og rætt hjá Sonna Smith Størsta og sterkasta mál í heiminum, enskt, er júst stórt og sterkt, tí har eru orð úr næstan øllum evropiskum málum Undirritaðu nevndarlimir í Føroya Fiskimannafelag, skulu við hesum gera greitt, at vit taka frástøðu frá tí at­ burði Jan Højgaard saman við 3 nevndarlimum í Fiski­ mannafelagnum hava víst skrivstovumanni felagsins gjøgnum mong ár, Olafi Johansen. Slíka viðferð hevur einki starvsfólk uppiborið. Hetta átti formaður og nevndarlimir í einum fak­ felagi at vitað betur enn nakar annar. Vit hava spurt um orsøk­ ina til burturvísingina, og boða frá, at hon á ongan hátt kann góðtakast. Tá so formaðurin og ein meirluti í nevndini ásanna, at teir eru farnir um mark, verður burturvísingin tikin aftur, og ein uppsøgn gjørd í staðin. Síðani verður ein fráboðan send til fjølmiðlarnar, har boðað verður frá, man vil spara mannin, og ikki lata persónliga eym viðurskifti koma fram alment, men at talan hóast alt er um grovt tænastubrot. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa upplýsingar um nakað, sum gevur høvi til eina uppsøgn og enn minni høvi til nakra burturvísing. Vit hava spurt tveir av nevnd­ arlimunum, sum stuðla Jan í hesum máli, men persónliga søgdu teir seg ikki kenna til nakað skeivt, sum skriv­ stovumaðurin hevði gjørt. Men hóast tað søgdu teir seg fara at stuðla Jan Højgaard í hesum máli. Støðuna hjá tí triðja nevndarliminum, kenna vit ikki. Sostatt kann stað­ festast, at í øllum førum 5 av 7 nevndarlimum, ikki kenna til nakað skeivt, sum skriv­ stovumaðurin hevur gjørt, men allíkavæl varð skriv­ stovumaðurin burturvístur, og seinni uppsagdur. Síðani verður tíðindaskriv sent út frá Fiskimannafelagnum, um at maðurin hevur framt grovt tænastubrot. Øll hava krav upp á eina virðiliga viðferð. Um hald var í teimum høpisleysu ákærunum, Jan Højgaard hevur mótvegis skrivstovu­ manninum, so hevur hann kortini skyldu at handla ábyrgdarfult. Hann átti at tryggjað, at støðan ikki gjørdist meira tyngjandi enn neyðugt fyri viðkomandi starvsfólk, og átti eisini at borið so í bandi, at hetta ikki kom Føroya Fiskimannafelag aftur um brekku, bæði í fjøl­ miðlunum og við einum møguligum endurgjaldskravi mótvegis felagnum. Við at handla í heimild­ arloysi og við at bróta bæði skrivaðar og óskrivaðar reglur, hevur Jan Højgaard saman við trimum nevndar­ limum, ið treytaleyst stuðla honum, verið felagnum til óbótaligan skaða. Hvar skulu limir okkara sum í framtíðin fáa eina skeiva ella órættvísa viðferð venda sær. Nyttar tað í heila tikið at venda sær til Jan Højgaard ella Føroya Fiski­ mannafelag, tá hesi ikki virða galdandi reglur og huttan at himprast fremja groft álop á starvsfólk hjá felagnum? Einki tænastubrot Eyðun Johannesen, Karl Isaksen og Fríðrik Sivertsen Nevndarlimir í Føroya Fiskimannafelag Føroyskt er tað, sum føroyingar snakka! Tá føroyskt hevur verið undir danskari ávirkan gjøgn­ um øldir, er tað hvørki løgið ella kriminelt, at nøkur orð úr donskum eru komin upp í tað føroyska málið og verða brúkt, og tað er ikki vælkomið. Dømi kundi verið »opinbart« (sum er nevnt ofta í seinastuni), »stadivekk«, »vigtugt«, »problem«, »plan« o.s.fr. Kemur eitt orð har­ afturímóti úr íslendskum er tað vælkomið, tí íslendskt liggur jú nærri fornmálinum, og tað er jú meir virðuligt enn danskt. Mann kemur ikki burtur frá tí faktum, at føroyskt er ávirkað av donskum. Góðtakið tað! Føroysktlærarar eru ógvuliga puristiskir, men tað er tað, teir hava lært. Tað er ikki lukkuligt at koma við einum av fyrrnevndu fy, fy orðum. Hvussu ofta hoyra vit ikki: »Hvussu eitur tað á føroyskum?«. Hallo, tað er okkara egna mál! Okkara egna mál, sum vit ikki duga, tí fyrrnevndu orð ikki verða góðtikin. Tað merkir ikki tað sama sum, at mann ikki skal varðveita málið og royna at finna føroysk orð fyri nýuppfinningar (sum »telda« er eitt frálíkt dømi um). Hanna P. Vang