fríggjadagur 29. oktober 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 152 · 29. oktober 2010
17
VIKUSKIFTI
fremstu í heiminum. Eyðkent av
dygd argóðum og slóðbrótandi fram
sýningum og mentanarligum tiltøkum,
sum festa røtur heilt aftur í hypofysuna.
Serliga innan myndlist, men eisini
kjak, bókmenta og tónleikatiltøk í
heimsklassa, umframt eina stóra deild
fyri børn og ung.
Listasavnið, sum lat upp í 1958, eigur
omanfyri 3000 verk úr øllum heiminum.
Mest málningar og standmyndir
frá 1945 og fram eftir navnframum
listafólkum frá Picasso til Warhol og
frá Jorn til Kirkeby. Uttan um savnið
er ein stórsligin standmyndapark við
verkum, sum listfrøðingar hava mett
um, valt út og sett inn í umhvørvið við
serligum atliti til vøkru náttúruna út til
Oyrasund.
Bólgnar av yvirskoti
Umframt føstu framsýningina skipar
savnið fyri 46 árligum serfram sýn
ingum, har dentur verður lagdur á al
tjóða, modernaða list.
Í summar var millum annað nýskap
andi framsýning undir heitinum Warhol
after Munch, har verk eftir Munch hava
verið gjøgnum pressuna hjá Warhol.
Lousiana eigur frammanundan størstu
samlingina av verkum eftir amerikanski
listaikonið Warhol í norðurlondum.
Restina av hesum árinum er ser
framsýning við verkum eftir týska lista
mannin Anselm Kiefer, og komandi ár
kunnu vit millum annað gleða okkum
til eitt satt Picassoparadís í Humlebæk
við framsýningini Picasso: Peace +
Freedom.
Tí, sum savnsleiðarin, Poul Erik
Tøjner, sigur:
– Eitt listasavn skal vera eitt ríkt stað,
har tú finnur meira enn tað neyðuga. Júst
hetta 'meira', sum ferð eftir ferð kemur til
sjóndar, er einasta, men eisini sterkasta,
prógvið um lívsneyðuga týdningin av list
og mentan. Hendan kenslan av meira,
annað, nýtt – sjálvt, tá tað er gamalt.
Eitt dygdarsavn bólgnar av yvirskoti.
Av meira av tí, sum fólk vilja hava. Av
meira av tí, sum eftirspurningur er eftir
beint nú.
Hóast eg eri sjey ára gomul,
eri eg eitt fostur í móðurlívi.
Barnaminni frá 70'unum
Fakta LOUSIANA
Lousiana telist millum fremstu listasøvnini við modernaðari list
í heiminum. Savnið er eisini eitt livandi mentanarhús, har listin,
arkitektururin og uttandura umhvørvið gevur eina hugtakandi
heildaruppliving. Eisini ein høgan heystardag.
Pablo Picasso
Le charnier. Paris, 1944-45; Líkhúsið 1945.
Foto: The Museum of Modern Art, New York (MoMA)/Scala, Firenze
Framsýningin verður 11. februar - 29. maj 2011
Walton Ford, Baba-B.G., 1997
Akvarel, gouache, tusch og blyant á pappír 105,1 x 74 cm
Privat ogn, Courtesy Paul Kasmin Gallery
© Walton Ford, Courtesy Paul Kasmin Gallery
Framsýningin verður 12. november 2010 - 6. marts 2011
Frá framsýningini hjá Anselm Kiefer sum heldur fram til 9. januar 2011
Foto: Poul Buchard /Brøndum & Co
Louisiana Museum of Modern Art
Árliga afturvendandi tiltakið Louisiana Literature var í síðsta mánað.
Finnski høvundin Sofi Oksanen í samrøðu um skaldsøguna
”Reinsan”. Louisiana Museum of Modern Art, Humlebæk
Foto: Klaus Holsting
Eitt listasavn skal bólgna av yvirskoti.
Poul Erik Tøjne, savnsleiðari