Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-29, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. oktober 2010síða 29

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Fríggjadagur 29. oktober 2010 · Nr. 152 Sosialurin kshøll Í ár helt Sjúrður Skaale hin ”skeiva fyrilesturin”. Hinir fyrilestrarhaldararnir vóru Pól Huus Sólstein, Petur Steingrund og Atli Gregersen Reiðarafelagið hevur arbeiðs­ fund við Gjógv Viberg Sørensen og hansara menn í Reiðarafelagnum hava havt arbeiðsfund við Gjógv Mynd: Vilmund Jacobsen FUNDARVIRKSEMI Nevndin í Føroya Reiðarafelag hevur síðan í gjár sitið á arbeiðsfundi við Gjógv. Viberg Sørensen sigur, at hetta er ein fundur, har nógv ymisk felags viðurskifti verða umrødd Vilmund Jacobsen Í gjár og fram til middags í dag hava átta nevndarlimir í Føroya Reiðarafelag verið á arbeiðsfundi á Gjáargarði. Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum, sigur, at talan er ikki um nakað ávíst mál fram um onnur, sum limirnir í felagnum umrøða, men at talan er um eina gjøg num gongd og umrøðu av nógvum ymiskum málum og viðurskiftum við atliti til felags viðurskifti. – Hetta er ein innanhýsis arbeiðsfundur, og tað verður eingin almenn fráboðan skriv að eftir fundin, leggur hann aftrat. Føroya Reiðarafelag hevur annars sagt allar sáttmálar við manningarfeløgini upp eftir galdandi freistum, men Viberg Sørensen sigur, at ar­ beiðsfundurin hevði verið hildin kortini. Sáttmálin við Føroya Fiski­ mannafelag gongur út hin 1. desember í ár, og sáttmálarnir við ávikavist Føroya Skip­ ara­og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið ganga út 1. januar í 2011. vilmund@sosialurin.fo Tyngjandi eyka avgjald kemur sera dátt við OLJUAVGJALD Ein stórur partur av føroyska fiskiflotanum gongur ikki væl, og tí kemur tað sera dátt við hjá Reiðarafelagnum, at landsstýrið nú ætlar at leggja eyka avgjald á bunkringarolju Vilmund Jacobsen Miðskeiðis í hesi vikuni var Føroya Reiðarafelag á fundi við Jóannes Eidesgaard, fíggj armálaráðharra. Fund­ urin snúði seg um trygd ar ­ grunnin, sum skal av loysa verandi skipan við minstu­ løn. Viberg Sørensen sigur, at eftir sum felagið fekk høvi at hitta fíggjarmálaráðharran, kom eyka oljuavgjaldið á 10 oyru fyri liturin, sum ætlandi skal áleggjast øllum sum brúka olju, upp at venda. – Hetta var slett ikki eitt mál á fundinum, men vit nýttu høvi at vísa fíggjar­ mála ráðharranum á miðaltøl fyri nakrar skipabólkar, nú vit høvdu hetta høvi. Viberg Sørensen, formað­ ur í Reiðarafelagnum, sig ur, at tølini yvir ein miðal lemma­ trolara, miðal partrolara og eitt miðal línuskip avgjørt ikki eru góð. – Tølini vísa nevniliga, at hesir skipabólkar hanga við reyvini, og tí fer eitt møguligt eyka oljuavgjald at koma sera dátt við, sigur formaðurin í Føroya Reiðarafelag. vilmund@sosialurin.fo