Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-10-29, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. oktober 2010síða 28

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. oktober 2010 · Nr. 152 28 Sosialurin Vilmund Jacobsen Løkshøll í Runavík var full­ sett, tá FaroExpo­ráðstevnan byrjaði mikudagin klokkan 13. Hóast kostnaðurin fyri luttøku í hesum almenna parti av FaroExpo var 680 krónur fyri hvønn luttakara, og bólkaprísur fyri fimm ella fleiri luttakarar var 580 krónur, helt hetta kortini ikki fólki aftur í at fara til teir fýra fyrilestrarnar. Løkshøll tekur 320 fólk, og longu mikumorgunin høvdu 280 fólk teknað luttøku. Tá stevnan varð sett, var høllin fylt upp við áhoyrarum. Tað vóru eisini fýra áhuga­ verdir fyrilestrar, sum vóru á skránni. Petur Steingrund, fiski­ frøðingur á Havstovuni, sum eisini er doktari í toski við Før oyar, setti spurningin, um fiski vinna er nytta ella ónytta. Doktararitgerðin hjá fiski frøðinginum snúði seg um, hvussu tað kundi bera til, at so nógvur tosk ur var undir Føroyum mið skeiðis í nítiárunum, tá so lítið hevði verið til árini framm an und­ an. Fyrilesturin hjá honum snúði seg um, í hvønn mun fiskivinnan er til gagns fyri samfelagið, og í hesum sam­ bandi kom hann eisini inn á í seinastuni nógv um røddu viðurskiftini um burðar­ dygg leika. Pól Huus Sólstein, eksport­ teknikari, sum er stjóri í P/F Atlantic Pelagic í Klaksvík og hevur drúgvar royndir í uppisjóvarvinnuni á landi, legði dent á virðisskapanina av tí, sum verður fiskað. Í fleiri ár arbeiddi Pól á Havsbrún, har hann seinnu árini í sínum starvi eisini var deildarleiðari á mjøl­og lýsideildini. Árini 2005­2007 arbeiddi hann við marknaðarføring av mjøli og lýsi á íslendskum virki – og siðan 2007 hevur hann verið stjóri í P/F At­ lantic Pelagic, sum er sølu­ felagið hjá Norðborg, ið hevði ein umsetning í fjør á meiri enn 200 miljónir krónur. Í sínum fyrilestri í Løks­ høll legði hann dent á virðis­ skapanina av tí, sum verður fiskað. Á FaroExpo­ráðstevnuni hevur seinnu árini eisini ”hin skeivi fyrilesturin” verið ein partur av konseptinum. Í fjør varð hesin hildin av Jákupi Veyhe, undirhaldara og skemtara – og í ár var so tørnið komið til Sjúrð Skaale, ið bæði er kendur sum undir­ haldari og seinni árini eisini sum politikari. Sjúrður er útbúgvin sam­ felagsfrøðingur, og skeivi fyri lesturin hjá honum snúði seg um undirhald við inni­ haldi. Samfelagsfrøðingurin, skemtarin og politikarin greiddi frá, hvussu tað var, tá hann vaknaði og sá, at hann var blivin til ein handil! Politikkur er heimsins størsta søluvøra, og hvønn dag alt samdøgnið verður henda vøra marknaðarførd fyri ørandi upphæddir. Kort­ ini verða eingi etisk krøv sett til marknaðarføringina, ei heldur nøkur góðskukrøv til vøruna. Fyrilesturin hjá Atli Greg­ ersen, fiski vinnu frøð ingi, sum er stjóri í alifyritøkuni Luna, hevði yvirskriftina opti malt veiðitrýst. Hann er tals maður fyri, at veiðitrýstið skal stillast sambært ráð gev­ ing hjá Havstovuni. Atli røddi um saman­ hang in millum veiðitrýst og veiði, og royndi at greina, hvat veiðitrýst gevur mesta búskaparliga vinningin – í fyrsta lagi til skip og manning. Atli var fyrsti formaðurin í fiskidaganevndini og hevur eisini verið í fiski orku nevnd­ ini. Sosialurin fer at venda aftur til onkrar av hesum fyrilestrum í næstu viku. vilmund@sosialurin.fo 320 fólk lýddu á í Lø RÁÐSTEVNA Áhugin fyri fiskivinnuni er ikki so lítil, sum onkur kanska heldur. Vinnustevnan FaroExpo er ikki almenn. Har eru at kalla bara framsýnarar við, sum fundast sínámillum. Hinvegin er ráðstevnan við fyrilestrum almenn. Meðan umleið 160 fólk umboðaðu tær tilsamans 72 fyritøkurnar á vinnustevnuni í Ítróttarhøllini í Runavík, var talið av luttakarum á almennu ráðstevnuni í Løkshøll tvífalt so stórt – ella umleið 320 Hóast atgongumerkjaprís­ urin fyri einstakan luttakara var 680 krónur og 580 krónur fyri bólkar við fleiri enn fimm fólkum var Løkshøll kortini fullsett á almennu FaroExpo­ráðstevnuni seinnapartin mikudagin Anna Faroe við sínum fólki undirhelt á pallinum í Løkshøll á almennu ráðstevnuni. Við setanina av vinnustevnuni í Ítróttarhøllini í Runavík sungu Hallur Joensen og Kristina Bærendsen nøkur løg ... tá Sjúrður Skaale vaknaði og sá, at hann var blivin til ein handil...