fríggjadagur 29. oktober 2010síða 5
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 152 · 29. oktober 2010
5
VIKUSKIFTI
BodyBuilding
Óli Jákup Jacobsen
post@sosialurin.fo
Tórstein Madsen er 22 ára gamal og
gongur á handilsskúla, har hann nú
farin í 2. HH. Hóast so at siga eingin
siðvenja hevur verið í Føroyum við
víkjandi bodybuilding, hevur Tórstein
meira ella minni tey síðstu fýra árini
lagt fulkomiliga um upp á sítt lív fyri
at liva dreymin hjá sær út: At verða
bodybuildari.
Og hann hevur framvegis langan
tein fyri framman fyri at náa málinum,
sum hann hevur sett sær.
– Uttan bodybuilding hevði lívið
hjá mær verið ótrúliga tómt. Body
buildingin ávirkar alt – og eg meini
alt – sum eg eri og geri, og eg hugsi
so at siga alla tíðina um tað, sigur
Tórstein Madsen.
– Hetta er ikki ein ítróttur, har
man trenar ein tíma um dagin og so
fer heim at slappa av. Nei, hetta er
ein totalur lívsstílur, sum krevur alt
av tær, um tú ætlar tær langt.
– Hjá nógvum bodybuildarum
tekur tað yvir tíggju ár við strangari
disiplin at náa sínum fulla potentiali,
sigur Tórstein, ið er uppsettur at brúka
tey næstu 1015 árini upp á at venja
kroppin hjá sær.
Bodybuilding
er ikki vektlyfting
Nógv blanda millum bodybuilding og
vektlyfting. Hóast tey líkjast, so er tað
als ikki tað sama.
– Veklyfting snýr seg snøgt sagt
um at verða sterkur: Lyfta mest,
lyfta oftast, renna skjótast og líkn
andi. Bodybuilding snýr seg »bara«
um at hava ein flottan kropp, har
ein sjálvsagt nýtir vektir fyri at upp
byggja vøddarnar. Við øðrum orðum
er bodybuilding, tá menn standa í
undir buksum á einum palli og vísa
seg fyri einum dómara, sigur Tórstein
flennandi.
– Fyri nógv er eingin munur á
monn unum uppi á pallinum, men
tað er tað í bæði mínum og dómarans
eygum. Eitt kriterii er til dømis, hvussu
markeraðir menninir eru, sum merkir,
hvussu væl man sær vøddastrukturin
í kroppinum. Støddin á kroppinum er
eitt annað kriterii, har tað sjálvsagt
snýr seg um at vera so stórur sum
gjørligt.
– Men tað nyttar ikki nakað at
bara vera stórur, um man ikki er pro
portio nalur. Tí er tað týdn ingar mikið,
at man er javnt stórur. Sum tað síðsta
so skal man duga at vísa seg fram.
Ná ja, so er tað eisini ein fyrimunur
at hava eina lítla miðu, so man sær
herða breiðari út, men tað kann man
ikki gera nakað við, so tað hugsi eg
ikki nakað serligt um, sigur Tórstein.
Drekka eitt glas
av vatni um dagin
Bodybuildarar býta venjingina upp í
tvey: Offseason og onseason. Í off
season tekur man nógva vekt uppá
fyri at blíva stórur, meðan í onseason
roynir man at tapa seg, so vøddarnir
blíva sjónligari.
– Fyri at fáa vøddarnar ordiliga
sjón ligar, er man somuleiðis noydd
ur til at dehydrera kroppin. Dehy
dreringin tekur eina viku, og tað
verður gjørt beint áðrenn eina kapp
ing. Hóast eg ikki skal til eina kapping
í fyrsta lagi fyrr enn í 2011, so fari
eg at royna at dehydrera meg skjótt.
Í stuttum fari eg tá at drekka eina
rúgvu av vatni teir tríggjar fyrstu
dagar nar fyri at fáa kroppin til at
pissa nógv. Teir síðstu fýra skal eg so
drekka minimalt. Tann síðsta dagin
skal eg ikki drekka meira enn eitt glas
av vatni allan dagin. Tað verður ófati
liga hart, men soleiðis má tað bara
vera, sigur Tórstein.
Hann hevur altíð havt áhuga fyri
at venja og brúka kroppin hjá sær.
Sum 11 ára gamal byrjaði hann at
venja karate, og tað dámdi honum
sera væl.
– Men eina ferð eg var til eina
karate kapping í Danmark sum 1617
ára gamal, føldi eg knappliga eina pínu
í knø unum. Tað var so ræðuligt, at
eg næstan ikki fekk gingið. Onkuntíð
var tað so ræðuligt, at eg ikki fekk
sovið.
– Eg var heilt ótrúliga keddur av
hesum, tí hetta gjørdi, at eg mátti
gevast við mínum karate, sum mær
22 ára gamli TÓrsTein Madsen av argjum byggir kroppin hjá sær og hevur
sett sær nÓgvu næstu árini av til at liva sum bodybuildari. TÓrsTein
greiðir í hesi saMrøðu frá, hvussu tað er at blenda høsnarunga og
tunfisk til MálTíðir, um at hava so ilT, at mamman mátti skera breyð
fyri hann, og um at leggja alT sítt lív um fyri at røkka sínum Máli
TórsTein
livir fyri
kroppin
Bodybuilding er tá menn standa í
undir buksum á einum palli og vísa
seg fyri einum dómara
Mynd: Álvur HaraldSen